Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 235 - 10. desember 2003 Nr. 235 - 10. desember 2003 11 Í tíðindasending sjónvarpsins mánakvøldið varð ljós varpað á fíggjarstøðu landskassans, nú val er út- skrivað. Tað, sum hyggjarin fekk burturúr, var, at javnvág tykist ikki at fara at verða á komandi fíggjarlóg, um alt gongur sum sum nú. Tað, sum ein fær varhugan av, er, at fráfarandi landsstýrið ikki hevur sagt allan sannleikan um fíggjarligu støðuna. Landsstýrið hevur givið skattalætta, ið hevði sum fortreyt nakrar avgjaldshækkingar og lækkan av rentustuðlinum. Hesi tiltøk gerast nú av ongum og tí er hol í posanum. Hartil hevur fíggjarmálaráðharrin givið almennar lønarhækkingar, uttan at tryggja almennu stovnunum tilsvarandi mótvirði í játtanunum. Her liggur ein tikkandi bumba til næsta fíggjarmála- ráðharra at avmontera. Samgongan, sum nú er farin í søguna, er rýmd undan uppvaskinum, so hon ger ikki meira við hetta. Hetta er ein torfør støða hjá andstøðuflokkunum, tí hetta kann bert merkja, at teir ikki kenna allar fíggjarligu fortreytirnar fyri fíggjarárunum 2004 og lutvíst 2005 við. Flokkarnir uttan fyri fráfarnu sam- gongu spæla tí við blindum makkara, meðan eitt nú Tjóðveldisflokkurin, sum hevur havt fíggjarmál, kennir støðuna út og inn. Tað einasta, ið tykist vist, er, at tann samgonga, sum tekur við eftir valið, noyðist at útvega meira pening ella hon má inn og skerja á fíggjarlógini. Hetta er ikki tað mest hugaliga byrjanarstøði í einum valstríði, og tað hevði sømt seg eitt nú fáfarandi fíggjarmála- ráðharranum at lagt kortini á borðið, soleiðis, at allir partar vóru javnt stillaðir í valstríðnum. Hvussu er og ikki við fíggjarstøðuni, so er and- støðan noydd til at leggja fram búskaparpolitisk og fíggjarpolitisk alternativ. Vit standa eygsýnliga við eini fíggjarlóg, sum um hon hevði verið samtykt, hevði endað við einum halli í 2004. Hetta er ein trupulleiki, sum fráfarandi samgonga hevur skapt, men sum ein komandi samgonga fer at arva. Oman á hesar fíggjarpolitisku trupulleikar koma vaksandi álvarsamir búskapartrupulleikar í alivinnu og rækjuvinnu. Hartil koma allir teir stóru og óloystu sosialu trupulleikarnir t.d. pensiónsmálið, har eingin loysn var at hóma, nú tað skrædnaði. Hvussu ætlar andstøðan at takla allar hesar trupul- leikar? Hvussu ætlar man við minkaðum blokki og fallandi almennum inntøkum at uppihalda og betra tænastustøðið og almenna virksemið í einum kom- andi valskeiði? Tað nyttar nokk einki at spyrja frá- farandi samgongu, tí hon letur sum longu nevnt uppvaskið standa, nú ballið er buðið. Tað verður tí spennandi at vita, hvørji boð andstøðuflokkarnir hava upp á fíggjar- og búskaparpolitikkin, ið skal rekast komandi árini. DAGSINS MEINING Sosialurin Rýma frá uppvaskinum Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. VIÐMERKINGAR Per Højgaard Øssur Winthereig hevur verið í bløðunum við nøkr- um sjónarmiðum, sum um- fata undirritaða. Eg fari ikki í nakað alment orða- skifti. Skal bert koma við nøkrum fáum staðfesting- um. Sum eg havi skilt tað, eru tað sjónarmiðini hjá Føroya løgmanni, sum koma fram í tíðindaskrivinum, sum Løgmansskrivstovan sendi út í farnu viku. Eg kann vátta, at eg ar- beiði sum kunningarráð- gevi. Av góðum grundum fái eg onki sagt um, hvør fær ráðgeving frá mær, tí hon fer sjálvandi fram í trúnaði. Sama er t. d. gald- andi fyri ráðgeving frá advokatum, læknum, sálar- frøðingum v.m. Í tí dagliga starvist eg sum samskiftisfólk hjá Før- oya Sparikassa, men ein av- tala við arbeiðsgevaran ber í sær, at eg kann veita kunningarráðgeving uttan fyri húsið. Eg vil avsanna, at eg arbeiði sum spin-doktari hjá nøkrum, og eg eri sera ósamdur við sjónarmiðið um, at eg blandi mítt pri- vata virksemi saman við viðurskiftum hjá arbeiðs- gevara mínum. Skjót ráðgevan Gunnar K Nattestad Skjótt gongur tíðin, og nú er longu eitt ár gingið, síð- ani Vágoygging og Streym- oyggin blivu knýttar at hvørji aðrari við undir- sjóvartunnli, til gagns fyri alt landið. Men tað er so skjótt at gloyma tað, ið var og lætt bara at taka alt fyri givið - tí hesi fá orð. Takk fyri øll tit, ið ar- beiddu fyri at gera hesa stóru ætlan til veruleika, og samstundis takk fyri øll tit, ið fram til 10. desember 2002 trúliga røktu sjóvegis farleiðina um Vestmanna- sund! Finnleif Guttesen býráðslimur á Tvøroyri Sum býráðslimur eri eg fegin, at ætlanin um at blaka barnavernd og eldra- øki út á kommunurnar í óðum leisti, er stoppað. Hetta var ein væl tilrætta- løgd ætlan hjá samgonguni, har landið skuldi sleppa sær undan útreiðslum og ábyrgd og einki annað. Og sum ikki einaferð hoppaðu nakrir tingmenn og komm- unupolitikarar við bind fyri eyguni aftan á samgonguni. Nærleikin Gandaorðið »nærleiki«er grundgevingin fyri at leggja økir út á kommunur- nar. Brúkarin skuldi verða nærri myndugleikunum á staðnum, bleiv tað sagt. Um samgongan vildi hava, at brúkarin skuldi fara í song við myndugleik- unum á staðnum, veit eg ikki, tí veruleikin er í dag, at brúkarin er so nær at myndugleikunum, sum hann kann koma. Røktarheim og sambýli hava lokalar nevndir við lokalum fólkum í nærum- hvørvinum, sum taka av- gerð um, hvør fær pláss. Heimahjálpin hevur leið- arar í nærumhvørvinum sum kannar tørv og annað. Hvussu nógv nærri kann tað blíva, uttan at kenning- arpolitikkur og ógegni kemur uppí? Útreiðslur og ábyrgd Nei, lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka, tí tað er útreiðslurnar og ábyrgd- in, sum samgongan vildi sleppa sær undan. Tað eru so nógvir manglar á øki- num, at samgongan hevði ikki dirvið til at taka av av- bjóðingini, men ætlaði at blaka alt á kommunurnar. Eldraøkið og barnaans- ingarøkið verða ofta sam- anlíknað, og sagt verður, hvussu gott tað gongur nú kommunurnar hava yvir- tikið barnaansingina. Hetta er ikki allur sann- leikin, tí veruleikin er, at nógvar kommunur eru og hava verið stórir eftirbátar á barnaansingarøkinum, tí prioriteringin og tann fíggjarliga støðan er sum hon er. Av somu orsøk er tað stórur vandi fyri, at barna- vernd og eldraøki eisini blíva prioriterað ymiskt frá øki til øki, og fyri at hetta ikki skal henda, má tað verða landið, sum fíggjar neyðugar útreiðslur yvir landsskattin. Umsitingin av barna- vernd og eldraøki, sum landið fíggjar, skal flytast út á tey ymisku økini í landinum, tí so verður um- sitingin nærri brúkaranum. Takk fyri! Sluppu við skrekkinum Jógvan við Keldu løgtingsmaður Fólkafloksins At virka fyri føroyskum sjálvstýri og nýskapan á politiskum palli er tor- ført, og hevur vanliga ikki ligið til eitt nú Sam- bandsflokkin. At Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin eru ymiskir hugsjónarliga í politikki, veit hvør føroy- ingur. Hinvegin áttu flokkarnir báðir uttan hesar seinastu hendingar framhaldandi at kunna samvirkað á sjálvstýris- vonginum um so var, at álvarsemið í hesum mál- ið var meiri eygsýnt. At Tjóðveldisflokkurin ikki kláraði at standa mát, nú fleiri yvirtøkur eru í eygsjón, er møgu- liga ikki so løgið, tí sum vituligt, eru fleiri av vinstravendu oddafólk- um floksins reinir romantikarar heldur enn realistisk hugsjónarfólk, ið veruliga tora at leggja rygg till tá ástendur. Sum nevnt er seinastu dagarnar, gingu heili 32 ár frá 1966, frá seinasta sjálvstýris-samgonga legði frá sær, til ein nýggj sá dagsins ljós í 1998, og fryktandi er fyri, at so- leiðis verður eisini fram- yvir. At virka fyri føroysk- um sjálvstýri og nýskap- an á politiskum palli er torført, og hevur vanliga ikki ligið til eitt nú Sam- bandsflokkin. Fólkaflokkurin vil í stjórn Ein kann vera ræddur fyri, at Tjóðveldisflokk- urin við hesum sliti hevur lagt Sambands- og Javn- aðarflokkinum gylta gongda leið inn í eina nýggja sambandsstjórn. Møguliga skulu føroy- ingar liva við hesum í komandi døgum og ein- um tørvandi framburði bæði á sjálvstýrisleið og í vinnuligum høpi. Fólkaflokkurin fer sjálvandi sum vanligt við opnum sinni til val, og fer at gera alt fyri at sleppa í stjórn. Mong mál eru komin ov stutt, sum vit ynskja framhaldandi at fáa loyv- ið at arbeiða við, so hetta gevur úrslitini vit høvdu ætlað: atfáa skil á eftirlønar- skipanum, athækka botnfrádráttin enn meiri og broyta skattastigan, so lág- og miðallønt eru betri fyri skattliga, atvirka framhaldandi fyri minni skattatrýsti, ateinskilja almennar fyritøkur og gera tað enn liviligari fyri okk- ara vinnulívsfyritøkur, so tær gerast enn sterk- ari og kunna hýsa fleiri í áhugaverdum arbeiði. Hví ræddist Tjóðveldið Mangur føringur situr í dag við spurninginum, hvussu tað ber til, at Tjóðveldisflokkurin vildi sleppa burtur úr sam- gonguni. Vit hava seinastu tíðina sæð nøkur døkk skýggj nærkast á vinnuliga økin- um sum fáa avleiðingar landsbúskaparliga, eitt nú við eini álvarsligari afturgongd í alingini, við lækkandi rækjuprísum, við fiskaprísum sum ikki eru tað teir hava verið o.s.fr. Hetta gevur ongum politiskum flokki »upp á forhond« rætt til at geva upp, tá ein í fýra ár er valdur til at verja land og fólk. Tjóðveldisfloksins álit má vera viknað millum føroyingar, hesir standa í skuld við einum svari til allar landsmenn okkara, nú flokkurin eirindaleyst sleit samgonguna. Meiri enn harmiligt, at Tjóðveldið sleit samgonguna VIÐMERKINGAR Lasse Klein Lyklaorðið komandi dag- arnar telur seks bókstavir FRIÐUR. Hetta orðið trínur inn í hvønn krók í landinum, sprettur út úr hvørjum heimi, kirkjum, samkomuhúsum, fjølmiðl- um og úr barminum hjá øllum kristnum fólkum. Tá vit hugsa um, hvussu nógv stórmenni heimurin hevur fostrað, so er tað sum vit ikki sleppa frá spurning- inum, hvat er sum júst ger jólaboðskapin til nakað serligt. Vit halda jól, tí ein søgu- ligur tilburður fór fram fyri meira enn 2000 árum síð- ani, og fekk avleiðingar, íð fevndi langt út um søgurnar mark, og sum hevur týdn- ing fyri hvørt einstaka menniskja. Tí er øll vón um eina gleðiliga framtíð eisini knýtt at teirri fyri okkum so hugtakandi frásøgnini um føðing Jesusar í fjósinum og einglasongin úti á markini. Hví júst Bethlehems- barnið Tá íð vit hugsa um, hvussu nógv stórmenni heimurin hevur fostrað, bæði á ein- um og øðrum øki, so er tað sum vit ikki sleppa frá spurninginum, hvat tað er, sum júst gerð jólaboð- skapin til nakað serligt. Tað eru so nógv børn fødd síðani barnið føddist í Betlehem, so hví júst halda føðingardagin hjá Bethle- hemsbarninum? Og svarið er heilt einfalt hetta, at við føðing Krists var nakað avgerandi hent manna- ættini. Tað kemur heilt av sær sjálvum, at tann sum er glaður, eisini letur gleði sína koma fram í ljósmála. Geva vit burtur av henni til onnur, tá verður gleðin enn størri. Vit minnast orðini í halgubók: "gevið øðrum lut í gleði tykkara". Og jólini bera okkum boð um eina gleði, sum skal vera fyri alt fólkið. Aðaltreytin fyri friði Men latum okkum kortini minnast til, at friður á jørð, so sum hann verður fráboð- aður í jólaboð-kapinum, er ikki nakað sum kemur av sær sjálvum. Søgan vísur okkum, at aðaltreytin fyri friði er tann: at vit tosað við hvønn annan, at vit skilja hvønn annan, at vit hugsað um onnur enn okkum sjálvi. Ja, heilt greitt at vit eru góð við hvønn annan. Vit síggja tað í teimum vøkru og friðsælu barna- eygunum, og í barnadøgum okkara kendu vit nakað av hesum sama, tá íð hjarta bankaði í barmi, og eyðun hugdu at jólanna durum. Í fyrstuni hómaðu vit bert smáar glottar. Men so læt ljósið seg upp, og hin mikla halga stundin dalaði oman úr erva. Ikki okkurt ljós, sum onkur sá í myrkrinum. Ikki onkur, íð sigur okkurt orðið. Hvørji eru vit? Í hesum jólaljósinum hend- ir altíð nakað umráðandi í okkara lívi: Tað´sær ljós á okkum, so vit síggja at ganga, og eisini síggja í tí ljósinum, hvørjar menn- iskjur vit í verunleikanum eru. Jólaevangeliið man vera kendasta søga í øllum bók- mentum okkara. Øld eftir øld hevur hesin boðskapur ljóðað víða hvar í heimin- um sum ein boðberi til okkara um eina gleði og um ein frið, ikki fyrireikaður av mannahondum, men av Gudi sjálvum, tá hann læt son sín taka búgv okkara millum. Ynski um frið og gleði Í jólaevangeliinum møta vit soleiðis allar størsta ynski mannaættanar: ynski um frið og ynski um gleði í einum heimi, har íð hesi bæði so ofta eru avloyst av haturi, kríggi, neyð, hungri og sorg. Síðani hetta evangeliið ljóðaði av fyrstan tíð er einki vorðið øðrvísi: Í staðin fyri tann nógv ynskta friðin hava vit støðugt havt kríggj, og tann mannaheimur, íð upprunaliga vildi bjarga sær sjálvum við tekniskum framstigum, er ivandi og ráðleysur, og tí kann sonn gleð bert valda har íð vit kenna gleði av at gleða onnur, tí gleðiboðskapurin er ætlaður okkum øllum. Lyklaorðið komandi dagarnar telur seks bók- stavir FRIÐUR. Hetta orðið trínur inn í hvønn krók í landinum, sprettur út úr heiminum, kirkjum, samkomuhúsum, fjølmiðl- um og úr barminum hjá øllum kristnum fólkum. Kunnu verða ósamd Vit eru mong vaksin og børn sum treytaleyst fegn- ast um hátíðina. Um stutta tíð tendra ljósini á jóla- trænum. Men hvønn dag hoyra vit um ørskapin úti í heimi: um verju av londum, vápn, kríggj, dráp, píning, hugur, ótta og sorg, og syrgilista av øllum er at hoyra um hungrandi børn orsaka av mannaøði, og tí man lítil ivi verða um, hvørji jólaynskir vit FØR- OYINGAR hava, hóast vit kunnu verða ósamd á mongum økjum: ósamd politiskt, ósamd átrúnaliga, ósamd í gerandisdegnum, men kortini er eingin ivi um, at eitt av okkara felags jólaynskjum er hetta: at friður á jørð og í menn- iskjum góður tokki má valda í heiminum nú og í framtíðini! Og tí kunnu vit eisini fegnast um, at Jesu barnið kom til okkara jólanátt við friði og er ljóslivandi og máttmikil. Í okkara trúgv finna vit sjálva gleðina og kunnu tí syngja saman av fullum huga: GLEÐILIG JÓL! Jenis av Rana løgtingsmaður fyri Miðflokkin Í farnu viku fekk Mið- flokkurin fylgjandi spurn- ing frá næmingum á Føroya handilsskúla, av tí at vit meta svarið at hava al- mennan áhuga, hava vit heitt á blaðið um at endur- geva tað. Góðu tit báðir ! Taka vit spurningin um deyðarevsing fyrst, so er Miðflokkurin móti allari deyðarevsing- bæði av tilkomnum, t. e. føddum, og óføddum. Tað tilkemur ikki menniskjanum at taka ta lív, sum Skaparin í stór- leika, vísdómi og kærleika sínum byrjar – uttan mun til um viðkomandi hevur gjørt seg sekan í brotsverki, ella talan er um óseka barnið í móðurlívi. Ein og hvør okkara kann gera mistak, ynski Skaparans er tá at sleppa framat skaparverki sínum og mynda okkum av nýggjum – uttan mun til um mistakið í manna eyg- um er lítisvert, ella um talan er um valdsgerð, sum í summum londum verður sektað við revsing til deyða. Hvørt ár verða 50 ósek føroysk børn myrd í móður- lívi. Síggj tey fyri tykkum- ósek, fitt, hugagóð børn, sum um fáar mánaðir skulu fylla føroysku heimini, um fá ár fylla føroysku skúlar- nar og um nøkur ár menna samfelag okkara sum pápar og mammur. Miskunnar- leyst verða tey rivin úr tryggasta umhvørvi, ið hugsast kann- lívmóður mammu sínar. Nógv tey flestu verða tikin, tí for- eldur ikki meta sosialu viðurskiftini at vera trygg nókk. Í staðin fyri at tryggja hesi sosialt, velur samfelag teirra at bjóða fosturtøku. T.v.s., at ístaðin fyri at loysa trupulleika for- eldranna, bjóðar samfelag teirra seg til at straffa tann óseka- barnið- við at taka lív tess. Í veruleikanum er talan um ágang bæði móti foreldrum, sum tørva hjálp og ikki stein oman á byrðu, og barninum, sum einki skeivt hevur gjørt. Vónandi verða tit báðir og felagar tykkara millum tey, sum skjótt ein dag fara at siga nei til slíkan yvir- gang móti ósekum. Møguleikin fyri semju og friði Spurningar um fosturtøku og deyðarevsing C M Y K 11 10