mikudagur 10. desember 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 236 - 11. desember 2003
Nr. 236 - 11. desember 2003
11
Eingin kann siga, at vit føroyingar ikki eru produktivir, tá
talan er um at geva út bøkur og fløgur. Hetta kemur so ser-
stakliga til sjóndar, tá jólini nærkast. Og eins og undan-
farin ár eru jólaútgávurnar nógvar. Fløga oman á fløgu, og
bók oman á bók. Tað fer ikki dagur nú undan jólum, at
miðlarnir ikki siga frá nýggjum og eisini áhugaverdum
útgávum. Sumt av hesum er afturvendandi tvs. at tað eru
somu fólk, sum geva út bøkur og fløgur ár um ár.
Millum mongu nýggju bókaútgávurnar eru eisini tvær,
sum Sosialurin gevur út.
Tann eina er afturvendandi. Tað er bókin við tekningunum
hjá okkara teknara, Óla Petersen. Bókin er ein lýsing av
nógvum av tí, sum er farið fram í árinum, sæð við eygun-
um hjá teknaranum. Men nakað serligt er við hesi bókaút-
gávuni í ár. Skemt 2003 er nevniliga eitt slag av eini
jubileumsbók. Hon er tann fimtanda í røðini. Ikki kann
sigast annað enn, at teknarin hevur verið produktivur og
áhaldandi. Tríggjar ferðir um vikuna í samfull 15 ár hevur
teknarin á Skála sent sínar tekningar til blaðið á Argjum,
sum hevur prentað tær á baksíðuni. Tá talan er um før-
oyska bókaútgávu má sigast, at her er talan um føroyskt
bókamet, tá hugsað verður um eina føroyska fram-halds-
røð.
Samstarvið millum blað og teknara byrjaði í 1989, tá
blaðið prentaði teknirøðina "Stavnur og Snar", sum Óli P
hevði gjørt. Og við hesum samstarvinum fór so eisini
startskotið av til ta fyrstu bókina við baksíðutekningum,
sum fekk heitið Skemt. At tað er annað enn bara skemt
vita vit, tí talan er eisini um eina álvarsliga endurspegling
av ikki minst politisku søgutilgongdini her á landi øll hesi
mongu árini.
Nú talan er um eina jubileumsbók verður eisini gjørt eitt
sindur burtur úr. Blaðið hevur heitt á trý fólk um at velja
út tær "15 bestu" øll hesi árini. Tvs. tað sum tey halda
vera ta bestu tekningina hvørt árið. Síðani eru allar hesar
tekningar litlagdar. Hetta er eisini gjørt fyri at vísa
lesarum og áhugaðum, at møguleikar eru at fáa allar tær
2500 tekningarnar hesi 15 árini í liti. Er onkur tekning,
sum fólki dáma serstakliga væl kunnu tey seta seg í
samband við blaðið, og vit fáa professionell fólk at leggja
lit á. Nú tann fimtanda bókin er komin í bókabúðirnar er
teknarin farin undir at gera sínar fyrstu tekningar til Skemt
2004, sum kemur út til næstu jól. Vit skulu á hesum stað
takka Óla P fyri hansara dygdararbeiði og áhaldni. Vón-
andi verða tekningarnar partur av blaðnum í mong mong
ár aftrat.
Hin bókaútgávan hjá blaðnum er bók um Stalin, sum rit-
høvundin Hanus Kamban hevur skrivað. Í bókini er
greinarøð, sum Hanus Kamban hevði í Sosialinum fyrr í
ár. Hanus, sum telist millum okkara frægu rithøvundar,
hevur í mong ár verið gestaskribentur á blaðnum við eini
ørgrynnu av áhugaverdum og viðkomandi greinum og
hugleiðingum. Vit halda evnið hann hevur valt at skriva
um er sera viðkomandi fyri okkara tíð eisini, har manna-
rættindini mangastaðni kring heim verða vanvird. Bókin
er so avgjørt eitt gott íkast til orðaskiftið um demokrati og
mannarættindi. Vit vilja takka høvundanum fyri at hava
loyvt okkum at geva út avbera áhugaverdu og vælskrivaðu
greinarøð hansara um Stalin.
Tað skal eisini vera okkara vón, at blaðið við hesum báð-
um útgávum hevur verið við til at ríka føroyska bóka- og
mentanarheimin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Jólaútgávur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ikki hvørjum beskorið at
vera útvaldur at umboða
rættvísina, men fínt skal
tað vera.
Bjarni Djurholm
Síggi í bløðunum Høgna
Hoydal (HH) ávara móti
Fólkaflokkinum - ja, heitt
verður á fjøðlmiðlar og
onnur, um at hava vakið
eyga við landsstýrinum, so-
leiðis, at illgrunasamt virk-
semi ikki sleppur at henda
áðrenn nýggj samgonga er
skipað.
Og HH heldur fram, »at
Tjóðveldisflokkurin var eitt
slag av garanti fyri rein-
leika í landsstýrinum«.
At tað, sambært HH og
tjóðveldinum, skuldi falla
teimum í lut at umboða tað
góða - tað er ikki hvørjum
beskorið. Men vissan um,
at teir ikki seta sítt ljós
undir skeppuna, eigur so at
sissa tey fjálturstungnu.
Henda sjálvlovprísanin,
hetta pátikna treytaleysa
nærlagni og klokkukláru
mannagongdirnar munnu
tó gera lív teirra strævið,
soleiðis at liva í kroniskari
tvístøðu, alsamt at vera tví-
fyri ikki at siga trískinn-
ingar.
Fínt skal tað vera
Hesin leiklutur HH og tjóð-
veldismanna gevur hug-
samband
til
sjónvarps-
røðina »Fínt skal tað vera«,
har Hyacinth Bucket hevur
óendaliga tráan eftir at
verða beundrað og accep-
terað. At blanda seg millum
tey stóru og betra slagið, at
byggja sín samleika á ein
plastikkveruleika,
sum
nærkast tí tragikomiska.
Men kanska er atferðin
hjá HH og tjóðveldinum at
fjala upprunan og fortíðina,
eins og hjá Hyacinth, har
veruligi samleikin er Ons-
low og systurin, sum als
ikki samsvarar við pseudo-
tilveruna hjá Hyacinth.
Eins og Hyacinth, so fær
tjóðveldið
hábrøgd,
tá
flokkurin verður konfron-
teraður við upprunan og
veruleikin verður avdúkað-
ur.
Tí er umráðandi fyri HH
og tjóðveldið at pynta seg
við læntum fjaðrum og
serfrøði og billa fólki inn,
»at flokkurin var eitt slag
av garanti fyri reinleika í
føroyskum politikki«.
Fínt skal tað vera. Eg
meini tað.
Høgni og Hyacinth
Jørgen Niclasen
løgtingsmaður
Síggi í lesarabrævi hjá
Øssuri Winthereig, at hann
leggur meg undir at vera
kelda í bókini, har hann
saman við øðrum roynir at
sverta løgmann. Tí hesa
viðmerking.
Varð av Øssuri spurdur,
um hann kundi tosa við
meg um lagnudagin, tá eg
legði frá mær sum lands-
stýrismaður.
Játtaði
og
bleiv spurdur um hending-
arnar. Var als ikki spurdur
um fortíðina hjá løg-
manni.
Hóast eg spurdi, hvat
ætlanin var, var svarið bert,
at hann kom at skriva grein
til bløðini ella okkurt ann-
að, kanska eina bók. Fekk
einki at vita um, at ætlanin
var at skriva eina bók, sum
hevði til endamáls at sverta
fyrst og fremst løgmann.
Hann spurdi heldur ikki um
nógvar av leysu pástandun-
um um undirritaða, sum
journalistarnir borðreiða
við í bókini.
Eftir stendur, at Høgni
Hoydal alment boðaði frá,
at Tjóðveldið einki hevði
við bókina at gera. Men tá
bókin kom út stóð svart upp
á hvítt, at Høgni Hoydal og
Torbjørn Jacobsen standa
sum keldur í bók, hvørs
endamál er at sverta fólka-
floksmenn, meðan høvuðs-
persónurin, løgmaður, ikki
varð spurdur um nakað.
Jounalistiskur
etikkur,
»eg meini tað«.
PS. Havi tosað við tvær
aðrar keldur í bókini, sum
journalistanir hava tosap
við. Hvørgin hevði fingið
ta fatan, at talan var um
eina bók.
Til etiska ØSSta Winthereig
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Eingin er enn komin við
einum boði uppá eina betri
skipan, enn hana vit hava í
ríkisfelagsskapinum, tað er
heldur ikki so løgið.
Í
nýskipanaruppskoti
Sambandsfloksins
verða
Føroyar
roknaðar
sum
partur av einum ríki, ið er
samansett av trimum javnt-
stillaðum londum.
Fyri at kunna vera í
einum ríkisfelagsskapi, er
neyðugt at nøkur málsøki
eru felags fyri alt ríkið.
Hesi
eru:
Kongshúsið,
Grundlógin, Uttanríkismál,
Verjumál, Gjaldoyra og
Rættarskipanin.
Tað ber ikki til at hava
eitt ríki við til dømis tveim-
um
kongum,
tveimum
grundlógum og tveimum
verjum.
Hesi felags málsøki eru
"garðurin" rundanum ríkið.
Tað eru hesi, sum gera, at
vit kunnu tosa um eitt ríki,
og tey skulu ikki kunna
yvirtakast.
Afturat hesum, eru onnur
málsøki, sum í dag eru
felagsmál fyri alt ríkið,
men sum heimastýrið skal
hava møguleika til at yvir-
taka.
Tað skal tó ikki kunna
bera til at yvirtaka hesi
málsøki, uttan so, at gjald-
skylda eisini fylgir við
yvirtøkuni. Tann sum skal
valda, skal eisini gjalda.
Ríkisfelagsskapurin heimsins besta skipan
4. partur
Eilif Samuelsen
Tað kann stórliga undra, at
slíkt hóvasták er gjørt burt-
ur úr, at løgmaður "segði
seg frá", skrivaði út val og
sendi landsstýrismenninar
hjá Tjóðveldinum til hús,
og um tað var gjørt í einum
andadrátti ella í fleiri.
Fyri tað fyrsta, so kann
ein løgmaður ikki siga seg
úr starvi við brestin, og tað
hendir heldur ikki nøkur
umbroyting við honum frá
at vera løgmaður og til at
vera fjallmaður ella nakað
annað í somu løtu, sum
hann boðar frá, at hann sig-
ur seg frá. Fyri tað næsta,
so skal hann fylgja reglun-
um í Stýrisskipanarlógini
og biðja um at verða loystur
úr starvi. Og tað var júst
tað, hann gjørdi, tá ið hann
handaði løgtingsformann-
inum skrivið við umbøn um
at verða loystur úr embæt-
inum.
§ 29 í Stýrisskipanar-
lógini sigur: "Loystur skal
verða úr embæti løgmaður
ella landsstýrismaður, ið
biður um tað. Løgtingsfor-
maðurin loysir løgmann úr
embæti og løgmaður loysir
landsstýrismann úr em-
bæti." Og tað var tað, sum
tingformaðurin gjørdi kl.
15.30. Løgtingsformaðurin
kann sostatt ikki so frægt
sum nokta at loysa løg-
mann úr embæti.
Hvussu kann ein av fedr-
unum at Stýrisskipanar-
lógini, sum í Sosialinum í
gjár var spurdur um hesa
miklu søk, viðganga, at
hann gjørdist skakkur, tá ið
hann hoyrdi raðfylgjuna,
sum løgmaður handaði
tingformanninum brøvini í.
Og hvussu kann hann siga:
"Tá ið løgmaður hevur sagt
seg sjálvan úr starvi, so
situr hann bara sum leiðari
fyri einari starvsstjórn.....
Frá tí sekundi, hann hevur
lagt frá sær, er hann ikki
løgmaður við fullum heim-
ildum longur, og tí hevur
hann í prinsippinum heldur
ikki rættin at skriva út ný-
val."
Er orðingin í Stýrisskip-
anarlógini ikki eintýdd, ella
kann hon tulkast?
VIÐMERKINGAR
Nær fór løgmaður frá?
Kim Simonsen
Mál sum abort, rúsdrekka,
samkynd og alt vanligt
frílyndi eru í dag frammi.
Vit kunnu tosa um eitt
neyðugt virðiskjak. Herfyri
var journalisturin Brynhild
Thomsen
á
Danmarks
Radio og tosaði um støðuna
viðvíkjandi abort í Føroy-
um í kendu sendingini Sili-
kone á P1. Politiken hevur
havt áhuga í føroyskum
meiningum og serliga hava
politikarar frá Det Radikale
Venstre funnist at vantandi
føroyskum tolsemi.
Samanumtikið er tað,
sum um tað mest eru tey
ungu í Føroyum, ið vilja
røra við tey eldfimu málini
í samfelaginum í dag, ið vit
hava sæð við stórum polit-
iskum fundi, ið kanska
druknaði í skugganum av
einari kendari bók og av
Bryggjuni. Kanska val-
agitatiónin fer at taka nøkru
av hesu málum fram.
Reint politiskt hava Mið-
floksfólk og tí mótstøðan
móti t. d. abort, liberali-
sering av rúsdrekkalógini
og lógarøkinum fyri tey
samkyntu sínar talsmenn,
sum entá hava sitið sum
avgerandi og hin tyngst
vigandi og tí hin avgerandi
politiski maktfaktorurin í
áravís. Hesi vilja blanda
verðslig mál við trúðarligar
tulkingar av nútíðarsamfe-
laginum út frá serligum
tulkingum av kristindómin-
um.
Longu tá Amerika varð
til sum vit kenna tað í dag
varð amerikanska grund-
lógin eitt hitt størsta fram-
stigið í vesturlenskari mo-
dernaðari søgu, tí har
skræddu
amerikumenn,
hjálptir av fronsku upp-
lýsingarheimspekini, trúgv
og politik sundur, og kirkj-
una og statin. So við og við
varð henda skipan, ið
tryggjar sekulera fólka-
ræðið best, adopterað kring
heimin. Fyrst í Frankaríki
og sum tíðin leið í Dan-
mark, men við undantakin-
um av at í Danmark og tí í
Føroyum var og er enn ein
statskirkja, ið mangan er
sera óheppi. Lond sum
Týskland og Svøríki hava
sum USA og Frankaríki
ikki longur eina statskirkju.
Men sum við øllum vekt-
um,
eisini
henni
hjá
Justitiu, er eingin javnvág
um eingin mótvekt er á
politiska
vígvøllinum.
Flokkar sum Javnaðar-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin hava nógv frílynt
fólk, ið stundum nærum
eru mentunarradikal, men
Tjóðveldisflokkurin hevur í
nógv ár selt sína moralsku
æru til ein fundamentalist-
iskan meiriluta og ein iva-
saman »holumannaliberal-
istiskt« partafelag kallað
Fólkaflokkurin. Javnaðar-
flokkurin er eftir Dammin
og 80ini, nærum ævigani
útlagstur sum andstøðu-
flokkur, stættarstríðið fang-
ar ikki longur fólk á sama
hátt. Sambands- og Fólka-
flokkurin tykjast hava lítlan
áhuga í modernaðum mál-
um. Tað er sum um flokkar
ikki duga at síggja, ella at
liva í nýggja politiska
veruleikanum í dag.
Eftir er so Sjálvstýris-
flokkurin, ið Gallup spáar
at detta út við næsta val.
Hesin flokkur reypar av at
samarbeiða við Det radi-
kale Venstre, ið er hin mest
kontroversielli
flokkurin
mangan á frílyndisøkinum í
Danmark, hesi hava homo-
seksuellar politikarar og
fleiri »útlendskar« danir
enn nakar annar flokkur
sum t. d. Naser Kahder,
men eg síggi ongan ment-
unarradikalan anda yvir
føroyska Sjálvstýrisflokk-
inum. Det Radikale Venstre
er flokkur, ið hevur høgt til
loftið og setir mangan ein
dagsordan innan mentan,
gransking, kjak og hevur
nógv fleiri lærdar veljarar í
Danmark enn aðrir flokkar.
Eingin flokkur hevur sitið í
fleiri samgongum í 20 øld
enn hesin lítli flokkur og
eingin
hevur
ávirkað
donsku mentanina meiri
enn tey radikalu. Tað
stendur tí ein stór virðing
um Det Radikale Venstre
bæði millum høgravend og
vinstravend (Enhedslisten
og Dansk Folkeparti dáma
nærum ongan, so tey hugsi
eg ikki um) men føroyska
Sjálvstyrisflokkin veit før-
oyski veljarin ikki nógv
um, hesi vilja bert hóra
undan. Flokkurin hjá livi-
breyðspolitikarunum. Men
kanska varð best um hesin
flokkur andaðist við kom-
andi val. At vera føddur í
1906 er ein høgur aldur og
seniliteturin
hevur
nú
kanska innfunnið seg í
flokkinum.
Sum eg síggi tað, er tí
brúk fyri einum lítlum
flokki á miðuni í Føroyum í
dag, sum tordi at vera ein
total anti-virus móti funda-
mentalismuni og intole-
ransuni í Miðflokkinum,
sum tordi at umboða frí-
lyndi og eina kosmopolit-
iska og visionera kós, ið
talaði til fólk við áhuga
innan t. d. mentan, gransk-
ing, list, tónleik og ein
flokkur fyri intellektuell
sum eru heimleys innan
nationalistiska rákið í dag.
Ein flokkur fyri modernaða
føroyingin, sum vil arbeiða
á miðuni fyri sjálvbjargni á
einum ikki nationalistisk-
um, men kosmopolitiskum
botni. Føroyum væntar ein
mentanarradikalan flokk og
ein triða veg í dag, sum t. d.
fekk eini tvey tingfólk, ið
tordu at sett seg á øki sum
familju og sosialpolitikk,
mentan og undirvísing v. m.
Ein flokkur fyri tey mangan
forfjónaðu intellektuellu,
fyri listafólkini, humanist-
ar, ateistar og frítonkjarar,
samkynt, útisetarnar og
útlendingar í Føroyum og
fólk sum vilja fremja ein
nýggjan anda. Stutt sagt
Radikalu Føroyar, ið slapp
okkum av við eina øld av
innistongdari intoleransu,
ein flokkur sum bæði var
ein mótvekt og ein nýggj
byrjan í mun til útheimin og
ES, ið bæði vildi og tordi at
hyggja út yvir tjóðina, loys-
ing og samband, vinstru og
høgru. Ein flokkur sum
kundi savnað mentaði og
skil- og andborin fólk í
Føroyum í dag um t. d. at
verja mannarættindi hjá
millilutum. Ein flokkur, ið
var sum ein eldkúla av
moderniteti, ið kundi sent
Føroyar við 380 km um
tíman móti framtíðini.
Áki Andreasen
Tað er ikki sørt margháttl-
igt, ja fyri ikki at siga
skemtiligt, at lesa grein hjá
Jákup Sverra Kass, hann
hevur í bløðunum 09/12/
2004.
Við yvirskriftini »Sjálv-
stýriskyndilin
má
ikki
slókna« - vil Jákup Sverri
verða við, at Sjálvstýris-
flokkurin er trygdin fyri, at
sjálvstýristilgongdin heldur
fram.
Nú veit eg ikki, hvussu tú
hevur fylgt við í politisku
gongdini, men øll vita, at
Sjálvstýrisflokkurin
við
Kára P. Højgaard á odda,
tíðliga og síla hava funnist
at og hótt einhvønn tanka
sum skal bera á sjálv-
stýrisleið.
Orð og gerðir….
Satt at siga so kemur hetta
ikki óvart á. Sjálvstýris-
flokkurin hevur hetta val-
skeiðið latið seg brúkt av
sambandsmonnum
sum
Óla Breckmann, Bjarna
Djurholm og Fólkaflokk-
inum, sum hevur lagt seg
tvøran, tá mál sum stuðla
undir fullveldisgongdina
skuldu fáast av bakka-
stokki.
Tingmaður Sjálvstýris-
floksins hevur av sonnum
verið ein meinbogi fyri
samfelagsligum framburði
og tá tøk skuldu takast á
sjálvstýrisleið.
Hetta
er
veruleikin,
Jákup Sverri - so tað hjálpir
lítið at tú roynir at siga
veljarunum eitt, sum er í
fullkomnari andsøgn við
rikna politik Sjálvstýris-
floksins í samgonguni,
sum Annfinn Kallsberg
segði upp 05.12.2003.
Tí orð og gerðir mugu
fylgjast at, tað skuldi tú
skrivað tær aftan fyri oyra.
Brendar brýr
Jákup Sverri vil staðfesta,
at einki pláss verður fyri
Tjóðveldisflokkinum
í
einum komandi landsstýri,
og: »Við at brenna brýr
byggja vit onki land« …Nú
skal tað staðfestast, at Tjóð-
veldisflokkurin ikki hevur
brent nakrar brýr. Um
Jákup
Sverri
veruliga
meinti nakað við tað, hann
skrivar og sigur Sjálv-
stýrisflokkin standa fyri, so
stuðlaði hann tilmælinum
hjá Tjóðveldisflokkinum
um at gera broytingar í
samgonguni, men tað vildi
Fólkaflokkurin sum kunn-
ugt ikki - og valdi heldur at
koyra samfelagið út í eitt
val í úrtíð.
Um pláss verður fyri
Tjóðveldisflokkinum ella
ikki - tað kemur tíðin eftir
altíð at vísa, flokkurin
hevur sum skilst ikki av-
skrivað nakran samgongu-
møguleika - tað hava hinir
flokkarnir
heldur
ikki;
uttan ein - Sjálvstýris-
flokkurin, so hann brendi ta
fyrstu brúnna….harmiligt
Jákup Sverri
Viljin og áræði
Viljin hjá Sjálvstýrisflokk-
inum hevur verið torførur
at fingið eyga á í valskeið-
num, sum Anfinn Kalls-
berg og Fólkaflokkurin so
brádliga vildu burturúr.
Men um Jákup Sverri kann
vísa á okkurt sum lýsir
viljan hjá hansara flokki er
hann vælkomin at gera tað.
Hvat áræðinum viðvíkur,
so er tað nakað sum Sjálv-
stýrisflokkurin sjáldan hev-
ur kunna breggjað sær av.
Eg kann ikki minnast, at
nakar tingmaður floksins -
heldur ikki tá Jákup Sverri
sat sum tingmaður, hevur
tikið ein djarva avgerð, sum
ber bráð av einum farra av
áræði.
Tjóðveldisflokkurin er
borganin fyri fullveldis-
tilgongdini og politiskum
áræði
Tað er einki nýtt, at Tjóð-
veldisflokkurin er flokkur-
in, sum er trygdin fyri at
fullveldistilgongdin kann
halda fram, tað veit hvørt
mansbarn í Føroyum. Sat
flokkurin ikki í Tinganesi
hesi seinastu árini, var okk-
ara land langt síðan avreitt
inn í danska ríkið fyri vel.
Politiska áræðið hevur
alstóran týdning, serliga tá
ein flokkur sum Tjóð-
veldisflokkurin bjóða før-
oyingum ræði í sínum egna
landi; og ferð aftan á ferð
hevur Tjóðveldisflokkurin
víst hetta áræðið í verki,
bæði tá talan hevur verið
um egin landsstýrisfólk og
politiskar avgerðir. Seinast
tá flokkurin boðaði frá, at
álitið á Anfinn Kallsberg
var fokið, einfalt tí at mað-
urin ikki dugdi sær hógv tá
talan var um nýtslu av løg-
mansstarvinum.
Valið 20 januar 2004
hevur avgerandi týdning -
týdning fyri fullveldistil-
gongdina, samhaldsfasta
vælferðarsamfelagið,
frælsa vinnulívið, verka- og
fiskimannin, og álitið á
politisku skipanina í Føroy-
um.
Gevið Tjóðveldisflokk-
inum álitisváttan á valinum
20. januar 2004
Ja, okkurt skal tað eita Jákup Sverri Kass
Radikala Føroyar:
Ein dreymur um frílyndi í Føroyum í dag
C
M
Y
K
11
10