mikudagur 10. desember 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 235 - 10. desember 2003
Nr. 235 - 10. desember 2003
13
Í dag, mikudagin 10.
desember, eru liðin
hundrað ár síðan
Niels Ryberg Finsen
fekk Nobel heiðurs-
lønina í Fysiologi og
Medisin
Niels R. Finsen varð føddur
í Havn 15. desember 1860.
Foreldrini vóru: Johanne
Sofie Formann, ið var
donsk, og Hannes Finsen,
ið var føddur í Reykjavík
og gjørdist í 1858 fúti og
seinni amtmaður í Før-
oyum.
Pápin, Hannes Finsen,
var ein friðarligur og dug-
andi embætismaður, lítil-
látin, men heldur heilsu-
veikur. Mamman er søgd at
hava verið bæði vøkur og
yndislig, altíð blíoygd og
glaðlynt, men hon doyði
longu í 1864.
Niels livdi síni barnaár í
Havn, til hann sum umleið
14 ára gamal, í 1874, var
sendur til Herlufsholm í
Danmark at lesa, men illa
gekst, hugurin til at ganga í
skúla var lítil og eingin.
Hann kom heim aftur, og í
1876 bleiv hann sendur til
Reykjavíkar, har hann bleiv
studentur í 1882, sum 21
ára gamal.
Eftir tað var hann eitt
skifti í Føroyum og fór
síðan til Danmarkar at lesa
til lækna. Í Keypmanna-
havn flutti hann sum føroy-
ingur inn á Regensen og
kom at búgva saman við
fleiri seinni kendum føroy-
ingum. Hugurin til bókina
var kanska ikki av tí besta,
betur dámdi honum allan
ítrótt. Hann var tann fyrsti,
sum í Keypmannahavn fór
undir venjingar í fimleiki,
og hann var framúr góður
byrsumaður og vann fleiri
kappingar við riflu.
Á sumri 1890, tá hann
var 29 ára gamal, fekk hann
prógv sum lækni og fekk
starv hjá professaranum í
kroppsbygnaði á lærda
háskúlanum í Keypmanna-
havn. Hetta starvið kom at
eiga lívið í honum tey
komandi árini og gjørdi, at
hann seinni óbundin kundi
fara undir ljósrannsóknir-
nar. Hann var av hegnigastu
monnum og hansara gávur
og sjáldsama tol komu væl
við, tá hann seinni fór undir
ljósviðgerðir sínar.
Hann fekk eina sjáld-
sama hjartasjúku sum so
líðandi vant upp á seg og
tey komandi árini tarnaði
honum í hansara rannsókn-
ararbeiði. Hann sigur sjálv-
ur frá, at tað var hendan
sjúkan, ið gjørdi, at hann
fór at geva sólarljósinum
gætur, hann kendi seg
meira mentan, har sólin sá,
og var hann samstundis
varur við at flestu djórini
leitaðu úr skugganum og út
í ljósið. Hann sá at í sólar-
ljósinum
býr
grøðandi
megi, og hendan hugsanin
búnaðist í honum til vissu,
so hvørt rannsóknir hansara
tóku seg fram.
Í desember 1892 giftist
hann við Ingeborg Balslev,
dóttir Ribe-bispin, ið kom
at verða honum ein hollur
stuðul.
Tað ið menn tá á døgum
vistu um ljósið í sambandi
við livandi hold var so at
siga einki.
Fyrsta ritgerðin hjá Fin-
sen um ljósið kom í 1893,
og var hon eins og alt, ið
hann lat úr hondum, ser-
merkt av skilvísari hugsan
og so einfaldum royndum,
at hvørt mansbarn skilir
hana.
Næsta ritgerð hansara
kom í 1895, og var hon um
ljósið sum lívkveikara.
Royndirnar hevði hann
gjørt við ikki fullklaktum
eggum undan froskdjórin-
um
salamandri.
Eisini
gjørdi hann royndir við
smádjórum,
ið
vanliga
skíggjaðu ljós, til at vita
hvat í ljósinum tað var, sum
bar teimum ímóti. Hann
nýtti t.d. reyðmaðkar, tví-
stertur og svartaklukkur.
Koyrdi tey í kassa við
ymiskt littum gløsum til lok
og lat sólina skína á. Altíð
sluppu djórini sær við
miklum skundi undir reyðu
gløsini, tí hesir ljósgeislar
gjørdu minst um seg. Úr
hesum einfaldu royndum
fær Finsen tað hugskot, at í
sólarljósinum er onnur
megi enn ljós og hiti. Har
eru eisini teir violettu sjón-
ligu og ósjónligu geislarnir.
Hann nevnir teir evnis-
broytandi geislarnar, og tað
er um hesar geislar, at alt
lívsyrki hansara síðan snýr
seg um.
Ongantíð misti Finsen úr
eygsjón tað, ið hann sjálvur
av fyrstan tíð hevði lagt
mestan dentin á - heilsu-
bótarmegina í ljósinum.
Eisini eydnaðist tað honum
at fáa í lag "ljósbað Fin-
sens", tey kalla, hóast hann
ikki kom at liva nóg leingi
til at rannsaka hetta til
fulnar. Fólk sum høvdu
sjúkuna "Lupus Vulgaris",
ið var ein hervilig húð-
sjúka, blivu lekt av ljósin-
um. Nú á døgum eru tað fá
sjúkrahús, sum ikki nýta
ljósið til viðgerðir av yms-
um sjúkum.
10. desember 1903 fekk
hann Nobelheiðurslønina í
Fysiologi og Medisin. Árið
eftir, tann 24. september
1904, andaðist Niels Ry-
berg Finsen, bert 43 ára
gamal.
Í Føroyum hava vit ein
minnisvarða um Niels R.
Finsen við inngongdina til
húsini hjá Ríkisumboðnum
í Laðabrekku í Havn.
Kelda: Gluggin, Hans Debes Joensen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Niels R. Finsen:
100 ár síðan Finsen fekk Nobel heiðurslønina
Niels Ryberg Finsen, 1860-1904, varð føddur og vaks upp í
Havn. Fyri hundrað árum síðan fekk hann Nobelheiðurs-
lønina í Fysiologi og Medisin
Gomlu amtmanshúsini. Her
búði Neils R. Finsen barnaár
síni. Húsini stóðu inni í
garðinum hjá
Ríkisumboðnum
Minnisvarðin um Niels R. Finsen við inngongdina til garðin hjá Ríkisumboðnum í Laðabrekku
í Havn
Mynd: Jens Kristian Vang
Nobelheiðurslønin sum Niels R. Finsen fekk 10. desember 1903
Mynd: Jens Kristian Vang
Plátan í minnisvarðanum
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í dag mikudagin 10. des ember 2003
fyllir Else Gotved (gift Jacobsen) í Dr.
Dahlsgøtu í Sandágerði í Havn 70 ár.
Else starvaðist heili 30 ár á psyki-
atrisku deild á Landssjúkrahúsinum,
áður Statshospitalinum, sum byrjaði sítt
slóðbrótandi verk fyri sinnisveik seinast
í seksti- og fyrst í sjeytiárunum.
Og ikki hevur Else tað frá fremm-
andum, hetta tað skapandi og linnandi
virksemið fyri likam og sál.
Hon vaks upp á Frederiksberg í Keyp-
mannahavn. Mamman er víða kend,
virkin og mikið heiðrað innan fimleika-
pedagogikk, setti í tí sambandi á stovn
sín egna lærustovn, læt úr hondum
mangar fakbókmentir og veitti frálæru
gjøgnum fjølmiðlar.
Pápin var starvsliga eisini virkin
innan fimleikin, var annars listafólk og
prýddi sum so mangar bøkur. Else er
elst av 5 systkjum. Systirin er jarðar-
móðir, og teir tríggir brøðurnir arki-
tektur, bóndi og musikari, og yvirhøvur
tykist tónleikur at hava verið nógv
frammi í ættini hjá Elsu, hóast eg ikki
veit Elsu sjálva hava útfoldað seg
akkurát innan tað.
Men afturfyri hevur hon so átt handa-
lag og tey í so máta skapandi evnini um-
framt eitt spaklynt, fjálgt og vinnandi
háttalag, sum hevur kunna dugnað so
mongum av teimum allarveikastu í okk-
ara samfelag.
Hon nam sær nevniliga yrkisútbúgv-
ing sum ergoterapeutur á sjúkrahúsin-
um í Glostrup, giftist móti ársenda í
1961 við Sólbirni Jacobsen úr Fugla-
firði, og fluttu tey saman til Føroya í
1968, har maðurin gjørdist telefonverk-
stjóri, samstundis sum Else fekk arbeiði
sum ergoterapeutur á tí tá lidna Stats-
hospitalinum, seinni psykiatrisku deild.
Maðurin, Sólbjørn, er eisini úr góðum
bergi brotin, sonur Edward skipara á
m.ø. Boðasteini, sum vit kenna úr flagg-
og skipasøgu okkara. Teir, sum staddir
millum lond við krígsbyrjan á Norður-
høvum lótu føroyskt flagg evna til úr
einum mjølsekki, vundu tað á stong og
annars brúktu hetta heimagjørda merki í
mong ár á sjónum.
Else og Sólbjørn fluttu sum nevnt til
Føroya í 1968 og bygdu sær eitt vala
heim í Dr. Dahlsgøtu úti í Sandagerði,
har mangur man hava sitið væl hjá
hesum vinsælu og hugnaligu hjúnum,
Sólbjørn, hugfarsligur, matglaður og
góður kokkur, og Else, sum við sínum
spaklynta, flógva humori, ídni og
ordanssansi hevur viðvirkað so væl til
innanhýsis hugnan.
Else og Sólbjørn fingu børnini Lars,
sum er maskinmeistaraútbúgvin og í
starvi hjá kendu motorverksmiðjuni
BW/Man í Keypmannahavn, Gunnvá,
sum er útbúgvin bromatologur (mat-
vøruverkfrøðingur), og at enda er tað so
Lisbeth, sum er talupedagogvur og í
løtuni arbeiðir á Sernámsdeplinum og í
Stuðulsfólkaskipanini.
Ommubørnini eru umsíðir vorðin 6
væntar í tali, og nú Else sær sjálvari lík
lítillátin og familjukær hevur valt at
vera burturstødd føðingardagin, so er
tað tí at sonurin um hetta sama mundið
fyllir 40, umframt at hon væntar at
kunna taka ímóti enn einum ommu-
barni.
Else fór frá fyri aldur ár 2000, men
hevur fyri tað als ikki lagt virkisárarnar
inn. Familjukær sum tey eru, hava tey
fingið betri stundir og høvi til at vera
um hvønn annan ,børnini og ikki minst
barnabørnini, eins og tey hava eitt
virkið frítíðarlív. Sólbjørn við sínum
kæra báti og øðrum áhugamálum og
Else, ja hon hevur als ikki slept sínum
fakliga yrki, men drívur alsamt á at lata
úr hondum dygdararbeiði innan hand-
arbeiði, verið tað seg innan mynda-
vevnað ella at binda fyri Heimavirkið.
Men henni átøkt so ger hon framvegis
lítið burtur úr sær sjálvari, sýnir ikki
fram síni handaligu avrik alment.
Í fríløtum gongur hon annars nógv á
fjøllunum, er sera virkin limur í Fugla-
frøðingafelagnum og Gongufelagnum
og man ivaleyst vera tann upprunadani í
Føroyum, sum í verki er mest kunnig
við føroysku náttúruna, eins og hon
javnan fær hugskot úr sínum náttúru-
upplivingum til síni listarligu avrik.
Hon er eisini røsk at lesa, og mær er
sagt, at tá hon og Sólbjørn á sinni
skuldu á eina ísraelsferð, lósu tey sum
fyrireiking bíbliuna umaftur á tamb væl
og virðiliga umframt nógv annað
lestrartilfar viðkomandi fyri ferðina.
Góða Elsa, fari, hóast tú í tínum spak-
føri og lítillætni helst hevði viljað verið
hesa lítisverdu heilsan fyri uttan, at
takka tær fyri øll tey mongu starvsárini
saman við tær úti á Statshospitalinum,
núverandi psykiatrisku deild, og fari at
takka tær fyri tín spaklynta, men holla
og flógva máta at vera uppá, títt treyta-
leysa samhaldsfesti og saman við Kirst-
ini, starvsfelaga, tína umfevnandi um-
sorgan fyri teimum allarveikastu og
mest einsamøllu í viðgerðarhópinum og
í so máta tína sunnu fornuft og tol at
lurta.
Árini eru umsíðir vorðin mong og nú
tynnist av álvara ímillum pionérarnar á
psykiatrisku deild, har tú so avgjørt átti
tín leiklut. Eftir eru bert Kirstin, sam-
starvsfelagi tín øll tíni ár, og nakrar fáar
sjúkrasystrar, sum eisini skjótt falla fyri
aldur.
Takk fyri títt íkast til vala verk og eitt
gott og viðkomandi arbeiðslív saman
við ynski um eitt framhaldandi virki og
eydnusamt otium saman við tínum og
vónandi okkum mongu tykkara vinum
við.
EyJo
Dagurin
10. desember. Judit. Apokryfiska bókin í Gamla testamenti greiðir frá konu-
brotinum Judit, sum høgdi høvdi av herhøvdinganum Holofernes.
Navnið er bíbilskt og merkir jødakvinna.
Else Gotved Jacobsen sjeyti
Ørvur Thomassen
60 ár
Í dag 10. desember fyllir
Ørvur Thomassen 60 ár.
Hann er sonur Sunnevu f.
Gøthe úr Norðagøtu og
Michael Thomassen, sála
(Mikk
skómakarin)
av
Viðareiði. Tey bæði vóru
asfaltføroyingar, sum før-
oyingar,
innistongdir
í
Keypmannahavn
undir
krígnum - vóru kallaðir.
Tað segðist um hesar úti-
setar, at tey kappaðust um
at geva børnum sínum
mergja føroysk nøvn.
Íkastið hjá Sunnevu og
Mikk til hesa kapping var
Ørvur, sum var teirra
fyrstiføddi. Í dag eru helst
nógvir Ørvar, men hann var
sum smádrongur einnevnd-
ur í Klaksvík.
15 ára gamal fór hann úr
skúlanum og til skips við
Viðoynni til Grønlands.
Longu áðrenn teir komu á
fiskileið, tóku teir í rusk-
veðri manningina av einum
portugisiskum fiskiskipi, ið
hevði siglt á ein boða uttan
fyri Føroyingahavnina við
84 monnum umborð. Tá
var trongt í lugarinum á
Viðoynni. 2 ár seinni var
hann við Skálanes, tá hon
brendi og sakk á Fyllabank.
Aftaná sjómansháskúlan í
Svendborg byrjaði Ørvur
sum stýrimansnæmingur
hjá MÆRSK. Væl mundi
hann roynast, tí boð komu
eftir honum at koma og
sigla við frítíðarbátinum
KLEM hjá sjálvum reið-
aranum, navnframa Mærsk
Mc-Kinney Møller. Har var
hann eitt skifti, til hann
byrjaði á sjómansskúlanum
í Havn. Eftir lokið prógv
var hann stýrimaður hjá
DFDS fyrst við Prinsinum
og so við England, ið tá
sigldi uppá Føroyar um
summarið.
Ørvur var verandi hjá
DFDS, har hann gjørdist
ein av yngstu kapteynun-
um. Og har er hann enn.
Nógv er broytt, síðani
hann byrjaði at fiska í
sjálvdrátti, har teir eisini
skóru lippur, og at sigla úti
meira enn 1 ár í senn uttan
at sleppa heim, - og nú tey
seinnu árini at sigla í fastari
rutu millum Svøríki og
Ongland 14 dagar í senn og
so heim. Nú verður nærum
flogið líka nógv, sum tað
verður siglt.
Ørvur giftist Edith Lam-
hauge úr Vági, har tey settu
búgv. Edith doyði í 1996. Í
hjúnalagnum eru tveir syn-
ir, Ronnie og Súni - annar
samfelagsfrøðingur, og hin
verður tað í næstum.
Seinni giftist Ørvur upp-
aftur við Karini Kjølbro.
Tey bæði fylgdust í skúla í
Klaksvík í 1950. Tey búgva
á Argjahøvda. Tá tey ikki
ganga í haga ella á fjøllun-
um, dámar teimum at ar-
beiða bæði inni og uttan-
dura. Ikki er tað sørt, tað
tey fáa á skafti.
Ørvur er í hesum døgum
í Norðsjónum, men niður-
teljingin er byrjað. Tá hann
fer í land komandi summar,
hevur hann verið á sjónum í
45 ár, og tá kann hann í øll-
um veðri sita fjálgur innan-
dura og síggja hvørt ein-
asta far, sum fer inn og út
úr Tórshavnar Havn og
fegnast um, at nú skal hann
ikki avstað aftur. Vit ynskja
Ørvi hjartaliga tillukku við
degnum.
Nelly Sørensen
75 ár
Sunnudagin 7. desember
fylti Nelly Sørensen í Havn
75 ár. Nelly er fødd og upp-
vaksin í Nólsoy, foreldirni
vóru Suffía og Niels í Liða.
Nelly var yngst av fimm
systkjum, fýra brøður vóru
eldri.
Sum ung fór hon til
Havnar undir krígnum,
helst í 1942 og starvaðist á
Telefonstøðini.
Í Havn hitti hon Otto
Sørensen úr Porkeri, sum
kom til Havnar í 1944 og
lærdi til krambarkall í
Skipshandlinum. Tey gift-
ust í 1950 og settu búgv í
Leivsgøtu 13 í Havn, har
tey hava búð síðan.
Tey fingu trý børn: Nils í
1952, Sunnvu í 1956 og
Katrin í 1963.
Nelly hevur í nógv ár
verið virkin í samkomuni í
Ebenezer, serliga tá ið tað
snýr um ábyrgdina av mat-
gerðini í sambandi við
veitslur,
føðingardagar,
brúdleyp og ervir. Hon er
rólig og hevur gott yvir-
blikk, um matgerast skal
fyri fleiri hundað fólkum.
Á Zarepta hevur hon øll
árini staðið fyri matgerðini
á leguni fyri tey menn-
ingartarnaðu. Tað sigur
nakað um hennara sosiala
engagement og umsorg-
anina fyri teim veiku í
samfelagnum. Hon vísir
eisini sína styrki, tá sorgin
bankar á dyrnar, bæði við
troyst og praktiskari hjálp.
Nelly var heimaarbeið-
andi meðan børnini vóru
smá. Tá tey vóru vaksin,
fekk hon starv í Skips-
handlinum hjá Talu og
Jógvan á Dul og seinni P/F
Vónini. Hon var í 25 ár í
Skipshandlinum, til hon
gavst, 70 ára gomul.
Nelly og Otto eiga seks
ommu- og abbabørn.
C
M
Y
K
13
12