Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 236 - 11. desember 2003 Nr. 236 - 11. desember 2003 13 Leygardagin skipar Frítíðarklubbin fyri enn einum tiltaki í gongugøtuni. Hesaferð er talan um eitt rættiligt jólatiltak, har tú kanst keypa rúsfrítt gløgg, eplaskivur, brendar mandlur, piparnøtur, jólabrús og annað, ið hoyrir jólunum til JÓLAHUGNI Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Stóra jólatiltakið hjá Frítíð- arklubbanum byrjar leygar- morgunin klokkan 11.00 í gongugøtuni í miðbýnum í Havn. - Gløggið fara vit at hava standandi í eini stórari gassgrýtu á staðnum, og mandlurnar verða eisini brendar á grillum í sjálvari gøtuni, siga tey í Frítíðar- klubbanum. Um veðrið verður til vildar, fara Emma’s Blues Band at spæla løg av nýggju fløguni, sum eisini verður at fáa til keyps í telt- unum. Eisini fer onkur at lesa eina fitta jólasøgu fyri bæði stórum og smáum, og jóla- menn fara at geva børnun- um karamellur. Øll, ið hoyra til klubban fara at vera í reyðum blus- um og nissuhúgvum. - Hetta verður ein rætti- ligur jóladagur, og vit vóna at síggja so nógv sum gjør- ligt, siga fyriskipararnir. Tórshavnar Kommuna hevur lænt Frítiðarklubban- um trý telt, og verða hesi prýdd við perum og øðrum jólaprýði. Fyrr í heyst skipaði Frí- tíðarklubbin saman við Javna fyri einum tiltaki á gongugøtuni, í sambandi við at handlarnir í miðbýn- um høvdu langan leygar- dag. Tiltakið eydnaðist so væl, at avgjørt var at skipa fyri einum líknandi tiltaki aftur á jólum. Tey menningartarnaðu skipa fyri tí mesta av tiltak- inum sjálvi. Tey eru ógvu- liga stolt og fegin um, at tey megna at verða við til at skipa fyri tiltøkum, har so nógv fólk koma. Ár teirra brekaðu er skjótt runnið. Nógv tiltøk hava verið á skránni hetta árið. Vónandi fara eins nógv tiltøk at verða í tí nýggja árinum, til gleði og gaman fyri okkum øll. Gløgg og jólamenn í gongugøtuni Bush ímóti Taiwan Vanliga plagar amerik- anska stjórnin at stuðla Taiwan í ósemju tess við Kina, men líkt er til, at taiwanska stýrið skal ikki vænta sær sama treytaleysa stuðulin úr Washington longur. Í hvussu er boðaði George W. Bush, for- seti, týsdagin frá, at við- urskiftini ímillum Kina og Taiwan eiga at standa við óbroytt. Orðini vóru ein beinleiðis áheitan á taiwansku stjórnina um at sleppa ætlanini at halda fólkaatkvøðu um at broyta viðurskiftini millum tey bæði lond- ini. Taiwanska tjóðar- tingið samtykti fyri stuttum eina lóg, sum heimilar stjórnini at skipa fyri fólkaatkvøð- um, og Chen Shui-bian, forseti, hevur roynt at sissa amerikanararnar við at siga, at tann ætl- aða fólkaatkvøðan fær onga beinleiðis ávirkan. Men tað er eftir øllum at døma ikki nóg mikið fyri amerikanska forsetan. – Vit eru ímóti øllum stigum, sum kunnu virka við til at broyta verandi viðurskifti, sama um tað eru teir kinesisku ella teir taiwansku myndugleik- arnir, sum koma við teimum, segði Bush fyrradagin. Lítið at bora Hóast norðmenn hava munandi færri oljubori- pallar nú enn fyrr, hava teir, sum eftir eru, ov lítið at gera. Tað er heldur ikki líkt til, at nøkur stórvegis broyting kemm enn á sinni. Á einari ráð- stevnu fyrr í vikuni kom fram, at menn eru eitt sindur ósamdir um, hvussu gongdin í olju- leitingini verður, men teir flestu eru á einum máli um, at nógvir boripallar noyðast at liggja stillir tey næstu tvey ella trý árini. Or- søkin til tey døpru útlit- ini er, at menn ivast í, at oljuprísurin verður ver- andi so høgur sum nú, ogn at nógvur peningur fer til at leita eftir olju á djúpum vatni og í Russlandi. Roknað verður við, at 16 pallar eru virknir í Norðsjónum, tá vit koma út í februar. Men tá pallarnir eru 41 í tali, koma nógv teir flestu at standa stillir, skrivar Aftenposten, sum ikki væntar nakra stórvegis broyting fyrr enn í 2006. Beint undan jólum skipar Gallarí Jinx fyri hugnaløtum fyri børnum. Yvirskotið av tiltakinum fer óskert til buss til búfólkið á Eirargarði 16A JÓLAHUGNI Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Leygardagin 20. og sunnu- dagin 21. desembur verður undirhald fyri børn á Gallarí Jinx Klokkan 17 leygardagin fer gandakallurin, Anton Framtonn, at undirhalda, og sunnudagin klokkan 17.00 fer Angela at siga søgur. Børnini fáa grønakaku frá Frants og svali frá P/f Poul Michelsen. Kostnaðurin fyri hvørt barnið er 30,00 krónur. Tá Florentze læt upp Gallarí Jinx ætlaði hon, at kaffistovan skuldi verða meiri enn ein inntøkukelda. Tí gjørdi hon av, at ein partur av arbeiðnum á kaffistovuni skuldi verða vælgerandi. Byrjað var við, at fyri hvønn seldan kopp av kaffi, fer ein króna til bussin til tey á Eirargarði 16A. Krónuinnsavningin byrj- aði fyrst í novembur, og ætlanin er, at gerast skal upp við ársenda, hvussu nógv er innkomið. - Eydnast tiltakið væl, er einki til hindurs fyri, at inn- savningin kann halda fram til einaferð í vár, sigur Flo- rentze á Skipagøtu. Viðskiftafólkini hjá Gall- arí Jinx mekrja einki til inn- savningina, tí hon er inn- roknað í vanliga prísin fyri ein kopp av kaffi. Leygardagin verður rættiligur jóladagur í gongugøtuni í miðbýnum í Havn. Tað er Fríðtíðarklubbin, ið skipar fyri tiltakinum Undirhald og grønakaka á Jinx Á Gallarí Jinx hava tey nakað, tey kallað, krónuinnsavning. Fyri høvnn seldan kopp av kaffi, fer ein króna til buss til búfólkið á Eirargarði 16A. 20. og 21 desembur, verður undirhald fyri børnum til frama fyri sama endamál NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hesar heimahjálpir eru uppskúlaðar til heilsuhjálparar á Heilsuskúlanum á Tvøroyri og fingu prógv í november 2003 Standandi frá vinstru, aftara rað: Nancy Splidt Jacobsen Argir, Svanhild Rasmussen Sandur, Malan Davidsen Sandur, Konny Olsen Søldarfjørður, Bergitta Hansen Miðvágur, Laila Joensen Vestmanna, Anna Maria Jespersen Froðba og Ingun Andreasen Hoyvík. Standandi frá vinstru, fremra rað: Hildur Johannesen Tórs- havn, Birgerð Klein Hoy- vík, Marjun Jensen Tórs- havn, Elisabeth Joensen Toftir, Katrina Højgaard Søldarfjørður, Asta Andrea- sen Vágur, Jóna Skoralíð Leirvík og Anne-Thea Hammer Funningsfjørður. Prógv sum heilsuhjálparar Leygardagin 25. okto- ber hittust tey sum vóru konfirmeraði í Vestmanna Kirkju 20. oktober 1963. Tey møttust í kirkjuni kl. 17.00 saman við Ingu Poulsen Dam, presti. Annars var tað Axel Tórgarð, prestur, sum konfirmeraði tey fyri 40 árum síðan. Seinni um kvøldið var døgurði í Losjuni og veitsla aftaná Aftasta rað f.v.: Frígerð Dam, f. Olsen, Vestmanna, Marita Christophersen, Vestmanna, býr í Havn, Tórhild Nielsen, f. Peter- sen, Vestmanna, Andrea Hansen, Oyrareingir, býr á Norðskála, Jóan Pauli Johannesen (Palli), Vest- manna, Sunleif Nielsen, Kvívík, Magnus Johanne- sen, Vestmanna, Petur Joensen, Vestmanna, Jóg- van Durhuus (Agga), Vest- manna. Miðraðið f.v.: Ebba Han- sen, Kollafjørður, Katrin Isfeldt, f. Jacobsen, Leynar, býr í Havn, Hanna Søren- sen, f. Hansen, Vestmanna, býr í Húsavík, Hervør Leonson, f. Müller, Myki- nes, býr í Sørvági, Odd- bjørg Wethelund, f. Kristof- fersen, Vestmanna, býr í Herlev í Danmark, Jona Jacobsen, f. Hansen, Vest- manna, John Haldansen, Vestmanna, Kristian Jen- sen, Kvívík, býr í Vest- manna, Ejfinnur Joensen, Vestmanna, Leivur Olsen, Vestmanna, Hans Toftum, Vestmanna. Fremsta rað f.v.: Sigga Paula Christiansen, f. Olsen, Vestmanna, Malan Johannesen, Vestmanna, býr í Havn, Astrid Dahl- Olsen, Vestmanna, býr í Havn, Connie Dybczak, Vestmanna, býr í Havn, Bjørg Nielsen, f. Hellu, Vestmanna, Tórhall Egholm, Vestmanna, Marita Glerfoss, f. Madsen, Kvívík, býr í Havn, Græka- ris Madsen, Kvívík. Á myndini vanta: Frírun Dam Jacobsen, Vestmanna, Marja Gaard Jacobsen, Vestmanna, Sofía Joensen, Vestmanna, býr í Havn, Lena Hansen, Vestmanna, Tova Højgaard, Vestmanna, Marjun Follend, Vest- manna, býr á Strondum, Iva Olsen, Válur, býr í Havn, Arnbjørg Johansen, Signa- bø, býr í Danmark, Rólant Akraberg, Vestmanna, Leif Durhuus, Vestmanna, býr í Danmark, Jørgen Johanne- sen, Vestmanna, býr í Dan- mark, Jógvan Johannesen, Vestmanna, Símun Simon- sen, Vestmanna. Trý vanta á myndini, sum eru deyð: Duritha Jacob- sen, Vestmanna, búði í Hvalba, Ásbjørg Jacobsen, Kvívík, og Jack Haldansen, Vestmanna. Fyrireikarnir ynskja konfirmantunum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Dagurin 11. desember. Damasus, deyður í 384. Diakonur hjá pávanum Liberiusi og varð sjálvur valdur til pávu eftir hann. Er fyrst og fremst kendur sum tann, ið álegði Hieronymusi at týða bíbliuna av nýggjum. 40 ár síðan konfirmantiónina í Vestmanna Kirkju Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 13 12