mikudagur 10. desember 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 10. desember 2003
15
Harry Potter
gandar aftur
So kom mest lisna
bókin í øllum heimin-
um í 2003 á føroysk-
um. Harry Potter og
Føniksfylkingin er
tann fimta bókin um
Harry Potter, og hetta
er størsta einstaka út-
gávan hjá Bókadeild
Føroya Lærarafelags,
sum gevur út
HARRY POTTER
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Harry Potter bara veksur og
veksur. Hann verður eitt ár
eldri fyri hvørja bók, betri
umtóktur millum lesararnar,
og bøkurnar gerast bara
tjúkri og tjúkri. Nýggjasta
bókin, »Harry Potter og
Føniksfylkingin« er 812
blaðsíður, og tað er størsta
útgávan hjá Bókadeild Før-
oya Lærarafelags higartil.
Tær nógvu síðurnar hevur
Bergur Rasmussen týtt eftir
góðum trimum mánaðum.
Størsta bragdið hjá rit-
høvundanum J. K. Rowling
er helst, at hon hevur fingið
børn at lesa bøkur. Ongan-
tíð áður eru bøkur seldar og
lisnar í so stórum tali, og nú
sigst, at útgávurnar tátta í
200 milliónir eintøk á øll-
um heimsins málum. Fyrsta
bókin kom í 1997, og síðan
komu tær næstu ár um ár.
Tann fyrsta á føroyskum
kom í 2000.
Nógv hevur verið gitt um
fimtu bókina. Rowling var
ikki eins skjót í vendingini,
sum hon var við hinum
bókunum, og tað fekk fólk
at siga, at hon hevði fingið
skriviótta, tí so stórar vónir
vóru settar til hennara.
Hvussu var og ikki. Nú er
hon her. Á føroyskum eins
og hinar fýra. Og tá ið tú
lesur hana, skilir tú, at slík
bók ikki verður skrivað
eftir einum ári.
Avdúkar loynidóm
Sum vant leingist Harry
Potter eftir at sleppa aftur
til Hogwarts. Hann forvitn-
ast eftir at vita, hví Ron og
Hermione hava verið so
loyndarfull og tigandi alt
summarið. Fimta árið hjá
Harry gerst hvørki lætt ella
gott hjá Harry. Gandamála-
ráðið trýr ikki Harry, sum
sigur, at Voldemort er aftur-
komin. Tey halda hann
royna at gera seg áhuga-
verdan. Eitt umboðsfólk
verður tí sett at hava eftirlit
við skúlanum og fáa Harry
at tiga. Tað fær skelkandi
avleiðingar.
Í fimtu bókini vera loyni-
dómar avdúkaðir, sum hava
ligið undir øllum hinum
fýra bókunum. Eitt nú for-
telur Dumbledore Harry
nakað, sum hann átti at
fingið at vita fyri fimm ár-
um síðan. Tey, sum hava
lisið bøkurnar vita, at hetta
er umráðandi.
Forelskaður
tannáringur
Harry er annars vorðin
fimtan ár, og lagið er skift-
andi. Hann er prippin, øsir
seg lætt, og so er hann for-
elskaður fyri fyrstu ferð.
Heimurin er ikki so ein-
faldur, sum hann helt, nú
hann stendur á gáttini til
va k s n a m a n n a h e i m i n .
Harry er vorðin tineygjari.
J.K. Rowling hevur skriv-
að, síðan hon var barn og
hevur altíð ynskt at gerast
rithøvundur. Hennara stóra
bragd við Harry Potter eru
teir nógvu ymisku træðrir-
nir, sum hon fær at passa
saman, so teir gerast eitt
samanflættað tog. Sjálv
sigur hon, at Harry Potter
bara kom til hennara og var
fullskaptur beinanvegin.
Umframt tær fimm bøk-
urnar um Harry Potter hev-
ur hon eisini skrivað tvær
ískoytisbøkur. Eina um
Quittich, eitt bóltspæl á
kustaskøftum, og eina um
undursom beist, og hvar tú
finnur tey. Bøkurnar eru til
frama fyri sjúk og neyð-
stødd børn.
Harry Potter og Føniksfylkingin eftir J. K. Rowling er komin í bókabúðirnar. Hon er 812 síður
og kostar 380 krónur. Hestprent stóð fyri prentframleiðsluni. Bergur Rasmussen týddi.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út
– Harry Potter spákað bara inn í heysin á mær, sigur J. K.
Rowling, sum fekk hugskotið til heimsins mest lisnu bøkur í
tokinum frá Manchester til London
15
14
Nr. 235 - 10. desember 2003
Tað var tilboð frá
Landsskúlafyrisitingi
ni fyrst í 90-unum at
fara á oljuskeið í
Aberdeen, ið legði
lunnar undir
oljuvinnuframtíðini
hjá havnamanninum
Jóanes Høj, sum í dag
er stjóri – skipari - á
norsku leitipallinum
"Borgland Dolphin".
Hann hevur 90 fólk í
arbeiði. Jóanes skal
halda fyrilestur í
Oljutinginum í kvøld.
OLJUTINGIÐ
Jan Müller
Neyvan kundi valið verið
betri hjá nevndini í Olju-
tinginum at finna ein før-
oying við drúgvum og
spennandi royndum í al-
tjóða oljuvinnu at greiða
frá sínum arbeiði á Jóla-
oljutinginum 2003. Gesta-
røðari verður tann 42 ára
gamli havnamaðurin, Jóan-
es Høj, sum í fleiri ár hevur
verið stjóri ella skipari
umborð á einum av teimum
stóru norsku oljuboripall-
unum.
Pallurin eitur Borgland
Dolphin er hoyrir til sama
felag, sum boriskipið, Bel-
ford Dolphin, ið boraði við
Føroyar í ár. Við pallinum,
sum mest borar í norskum
øki, eru 90 mans. Jóanes
hevur verið stjóri umborð
síðani 1998 og dámar hon-
um arbeiði sera væl. Ar-
beiðsviðurskiftini, arbeiðs-
tíð og løn eru góð. Hann er
tvær vikur umborð og fýra
vikur í landi. Í løtuni hava
teir ein sáttmála við Statoil
og eru í ferð við at bora ein
brunn á Statfjordfeltinum í
Tampen-oljuøkinum. Teir
skulu til at bora eitt 5000
metra djúpt hol.
Jóanes Høj hevur arbeitt í
altjóða oljuvinnuni í góð 10
ár. Sjálvur hevur hann
útbúgving sum skipsførari.
Hann førdi gasstangaskip í
góð fýra ár, tá hann so
frætti, at landsskúlafyrisit-
ingin sendi skipsførarar oo.
á skeið í oljuvinnu í Aber-
deen. Tað var Claus Reist-
rup, sum stóð fyri tí. Hann
helt hetta kundi verið
áhugavert at royna, ikki
minst nú føroyingar eisini
vóru farnir at hugsa um
olju her um okkara leiðir.
Hetta hóvaði honum eisini
betri, nú hann varð vorðin
pápi. Skeiðið vari í tríggjar
mánaðir og so mikið væl
dámdi honum, at hann
gjørdi av at fara inn í olju-
vinnuna. Sama árið, í 1992
fekk Jóanes starv hjá
Mærsk, har hann m.a. var
eitt ár við einum "jackup"
palli í Egyptalandi. Fram til
1998 var hann stabilites-
stjóri á pallum hjá Mærsk,
tað er tann, sum tekur sær
av øllum trygdarmálum.
Hetta árið fekk hann so
boðið arbeiði hjá Dolphin
Drilling. Hann tók av og
hevur verið har síðani.
Gevið tol
Jóanes roynir at fylgja við í
føroysku
oljutilgongdini
eisini, og hóast tað ikki
hevur gingið so væl við
oljuleitingini her heima, so
dylur Jóanes ikki fyri, at
tað var við oljuvinnu her
heima fyri eygað, at hann
fyri merira enn 10 árum
síðani tók av tilboðnum at
fara á skeið í Aberdeen. –
Nú fáa vit so at síggja,
hvussu verður við leitingini
her heima. Sjálvur haldi eg,
at vit skulu geva tol. At
bora fýra brunnar og ikki
gera nakað lønandi fund, er
ikki annað enn normalt í
hesi verðini. "Success-
ratan" her í Norra er ikki
nógv frægari. Hon man
liggja um 14%. Vit mugu
ikki gloyna, hvat hendi í
Norra á sinni, tá leitað varð
eftir fyrstu oljuni. Tá vóru
boraðir fleiri enn 30 brunn-
ar, og tá Ekkofiskfeltið
varð funnið vóru menn
kortini við at geva skarvin
yvir. So var tað at teir
boraðu eitt sindur longur
niður, og har funnu teir
risastóra Ekkofiskfeltið.
Jóanes, sum hevur sera
góðar royndir í oljuvinnuni
uttan fyri Føroyar vil av-
gjørt mæla øðrum føroy-
ingum at leita sær eftir
arbeiði í vinnuni. Í løtuni er
ringt at fáa arbeiði, men
roknað verður við betri tíð-
um um eitt ár ella so.
Tørvur er serliga á maskin-
meistarum, skipsførarum
og
elektrikarum.
Hann
dylur ikki fyri, at felagið
hann sjálvur arbeiðir fyri,
er eitt sera gott arbeiðs-
pláss. Teir eru góðir at
arbeiða fyri, og teir seta
kanska meira enn nakar
annar trygdina í 1. røð. Og
tað hevur alt at siga í hesi
vinnuni.
Eftirspurningurin
eftir
pallum til oljuleiting hevur
verið í slakari lagi í eina tíð
men Jóanes roknar við, at
hann fer at vaksa aftur.
Skulu oljufeløgini undir at
bora fleiri brunnar á før-
oyska landgrunninum í
2005 og møguliga 2006
við, so kann tað blíva tor-
ført at fáa eitt nú boriskip.
Tað veldst so eisini um,
hvønn prís man vil gjalda.
Tað er rættiliga avmarkað
við pallum og skipum til at
bora á so djúpum vatni.
Boriskipið Belford Dolp-
hin, sum boraði fyri ENI í
summar, er farið til India at
bora. Har skal tað vera í
umleið 3 ár.
Tey, ið vilja hoyra Jóanes
greiða frá sínum spennandi
arbeiði við evstu ábyrgd
fyri einum stóru boripalli
við 90 starvsfólkum kunnu
leita sær í Oljutingið á
Hotel Hafnia mikukvøld.
Fyrsti føroyski oljupallstjórin:
Gevið tol – tað tekur tíð
at finna olju
Jóanes Høj, uttan iva fyrsti og einasti føroyski oljupallstjórin her saman við soninum Magnus
Mynd Jens K Vang
Borgland Dolphin, har Jóanes Høj hevur verið skipari seinastu
fímm árini. Mynd Dolphin AS.
C
M
Y
K
14
JOHN DAM
er ein hin týdningarmesti skiparin og
vinnulívsmaðurin í føroysku siglingar-
søguni. Hann var undangongumaður í
rækjufiskiskapinum, men eisini innan
laksa- hemara- og skeljaveiðu gekk hann
ótráddar leiðir. Hetta er ein lívssøga um
áræði og framskygni, soltnar tíðir og
gulltíðir, vónir og vónbrot, eydnu og
lagnu. JOHN DAM er 400 blaðsíður við
hópin av spennandi myndum.
Bókin er innbundin
og kostar kr. 295,-
SKIPALISTIN 2004
hevur lógarkravdan føroyskan álmanakka,
streymtalvur og streymkort umframt
dagførdar upplýsingar og hópin av
nýggjum myndum av føroyska flotanum.
Tilfarið í SKIPALISTANUM er álítandi og
viðkomandi hjá øllum teimum, ið hava
áhuga fyri skipi og sjógvi.
Skipalistin – hentur at hava!
SKIPALISTIN 2004 kostar kr. 175,-
og innbundin kr. 240,-
– Fæst í bókabúðunum
Ein spennandi greipa …
R E P R O Z