mikudagur 10. desember 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 11. desember 2003
15
Tveir álopsspælarar
hava fingið pappír
uppá, at teir skulu
halda fram í felag-
num, meðan ein er á
veg burtur og fram-
tíðin hjá onkrum
øðrum tykist ivasom
FCK SÁTTMÁLAR
Jóannes Hansen
Danska fótbóltskappingin
er farin í vetrarfrí, men enn
er ikki talan um jólafrí á
bossa skrivstovunum hjá
FCK.
Í vikuni ljóðaði, at 31 ára
gamli Peter Møller, sum
seinasta árið hevur verið
við í kappingini um plássini
í FCK álopinum, skal halda
fram í felagnum. Sáttmála-
skeiðið hjá honum var inn-
til á sumri í 2004. Nú eru
felagið og spælarin samd
um at halda fram inntil á
sumri í 2006.
21 ára gamli álopsspælar-
in Jesper Bech skal eisini
halda fram í felagnum.
Higartil hevur tað ikki
eyndast honum at vera við í
nøkrum dysti á liðnum í
superliguni.
Men
hann
verður mettur at hava stak
góð evni, og í FCK leiðsl-
uni siga teir seg ikki ivast í,
at hann skjótt fer at gera
seg galdandi.
Týsdagin varð tað greitt,
at skeiðið hjá Jörgen Pett-
ersson í FCK er lokið. Á
nýggjárinum flytir 28 ára
gamli svenskarin til Lands-
krona í Svøríki. Tá ið
Jörgen Pettersson í 2002
varð keyptur úr Týsklandi
og til FCK, varð tað roknað
við, at hann fór at verða
rættulig hóttan, og at tað
serliga fór at verða Todi
Jónsson, sum fór at kenna
sviðan av hesum. Men
Jörgen Pettersson megnaði
ongantíð at spæla seg til
fast pláss í FCK álopinum.
Á heysti í 2002 royndu teir
hann sum framrættaðan
miðvallara. Tað
tóktist
rigga hampuliga væl, men
fyrrapartin av hesum árin-
um var hann heilt nógv
skaddur, og í heyst megnaði
hann ongantíð at spæla seg
á liðið, og hann var sjáldan
á beinkinum.
Verjuspælarin Boro Ziv-
kovic, sum FCK fyri tveim-
um árum síðani keypti úr
Silkeborg, vil fegin sleppa
burtur úr FCK, tá ið tað í
januar aftur verður loyvt at
selja og keypa spælarar.
Hann hevur fyri tað mesta
sitið á beinkinum, og tað
tímir hann ikki meiri. Enn
er kortini ikki greitt, um
hann verður seldur ella
ikki.
Í Danmark hvíla teir seg
nú. Tað verður farið undir
aftur venjingarnar í FCK
12. januar. Todi Jónsson
vónar, at hann tá verður
førur fyri at venja saman
við liðfeløgunum, men enn
er hann ikki komin seg eftir
skaðan í lærkrikanum, sum
hevur hildið honum burtur
frá fótbólti síðani mánaðar-
skiftið september/oktober.
Við einum sannfør-
andi avriki hølvaði
Stjørnan StÍF ígjøg-
num, og nú eru klaks-
víkingarnir á odda
undan oddabrakinum
í Vági komandi viku-
skifti
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Stjørnan tykist vera væl
fyri, nú tær fara til Vágs at
spæla oddadyst móti VB.
Júst VB sýndi stóra styrki
um vikuskiftið, tá tær hølv-
aðu StÍF av, og týskvøldið
gjørdi Stjørnan teimum so
kynstrið eftir.
Longu fyrstu lítlu løtuna
royndi Stjørnan at leggja
eitt stórt trýst á, men hóast
tær lupu avstað, so fingu
gestirnir við einum goðum
háli togað seg upp á javnt
aftur eftir einum korteri.
Men tað var so eisini
seinasta ferðin, at samband
við ímillum liðini. Frá støð-
uni, 6-6, øktu tær á heima-
liðnum til 16-8, og so var
liðugt við nakrari sum helst
mótstøðu frá gestunum. Og
tá Stjørnan so fyrstu tíggju
minuttirnar
av
seinna
hálvleiki skeyt sjey mál á
tað, so lá tað í luftini, at
talan skuldi gerast um veru-
ligt sorl.
Kanska kundi standurin
hjá gestunum eisni verið
enn verri, men eftir at hava
bygt leiðsluna somikið
trygga, setti Stjørnan tó
ferðina nakað niður, men tó
at StÍF nú betur fekk fylgt
við, so megnaðu tær á
ongan hátt at koma í nær
námind Stjørnuni.
Klárt til brakið
Við sigrinum hevur Stjørn-
an lagt seg á odda, nú tveir
dystir resta av grundspæl-
inum. Fyrst og fremst tykist
tvídysturin her at vera við
VB, og um vikuskiftið fellir
helst avgerðin um, hvat av
liðunum skal enda grund-
spælið á ovasta plássinum.
Og skal metast eftir úr-
slitunum seinastu vikurnar,
so er einki at ivast í, at talan
her er um tey bæði bestu
kvinnuliðini í landinum í
løtuni. Ikki minst, tí bæði
nú eisini hava vunnið í
Vestmanna.
Hjá StÍF er lítið at ivast í,
at liðið nú fullkomuliga
hevur mist takið í oddinum,
har liðið annars aftur í ár
tóktist hava hug at blanda
seg. Enn eru tveir dystir
eftir í grundspælinum, men
tá annar av hesum er á úti-
vølli móti VÍF, ber illa til at
ímynda sær, at tær kunnu
nærkast heiðursmerkjunum
nakað serligt afturat, áðr-
enn farið verður undir
endaspælið. Tað er einki at
ivast í, at missurin av Alinu
Olaru hevur vigað tungt í
so máta, og so er spurning-
urin, um hon kann fáa eins
stóran týdning fyri Stjørn-
una, tá hon kemur til teirra
í januar mánaði. Tað líkist í
øllum førum ein av teimum
faktorum, sum kann gera
av,
hvar
meistaraheitið
endar.
Dysturin í tølum
Stjørnan-StÍF 34-19
(16-8)
Málskjúttar
Stjørnan: Annika Ljósstein
7(1), Anna Kristina Sam-
son 7, Joan M. Djordjevic
6(2), Bára S. Klakstein 4,
Una Olsen 3, Katarina
Stepanov 3, Maria við
Neyst 2, Ragna Andreasen
1, Durita Ljósstein 1(1)
StÍF: Beinta Joensen 6,
Sunfríð B. Jacobsen 4(2),
Milica Ergic 3(1), Anna
Maria Berthelsen 3, Poula
D. Olsen 2, Paula B.
Høgnesen 1
Brotskøst: Stjørnan 6, StÍF
4
Útvísingar: Stjørnan 2,
StÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Uni Wardum
Nógv ferðsla á FCK skrivstovuni
Stjørnan-StÍF 34-19 (16-8):
Stjørnan aftur á toppinum
Annika Ljósstein brýtur her
ígjøgnum StÍF-verjuna, og
tað var so eingin óvanlig sjón
týskvøldið
Mynd: SáH
15
Nr. 236 • hósdagur • 11. desember 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Bartal Eliasen sigst
eisini at vera á veg til
Fuglafirðar, har teir
nú halda seg hava nóg
góðar manningarligar
fyritreytir at fara
undir stríðið um at
standa seg í bestu
deildini
ÍF FYRIREIKING
Jóannes Hansen
Í gjárkvøldið skuldi spæl-
arafundur vera í Fuglafirði.
Á skránni var fótbóltsárið
2004. Sigfríður Clementsen
fer at halda fram sum venj-
ari hjá ÍF. Hjálparvenjari
hjá honum verður Bogi
Lervig. Síðsta kappingarár
var hann venjari í Leirvík.
Bogi er fuglfirðingur og
hevur frammanundan tvey
ára skeiðið í Leirvík bæði
spælt og verið venjari hjá
ÍF, har hann hevur tikið sær
av unglingunum og 3.
deildarliðnum. Nú er ætlan-
in, at hann burturav skal
hjálpa Sigfríði Clementsen
við 1. deildarliðnum.
Umframt venjarasíðuna
hava teir í Fuglafirði eisini
so at siga fingið spælara-
síðuna upp á pláss. Fimm
nýggir spælarar – summir
av teimum eru gamlir kenn-
ingar – fara at vera við í
kappingini um plássini á
besta liðnum hjá ÍF.
Harvið tykjast fuglfirð-
ingar ætla sær meiri enn
bara at stríðast fyri at
sleppa undan niðurflyting,
tá ið teir næsta ár aftur fara
at spæla í bestu fótbólts-
deildini. Nú er tað greitt, at
Magni á Lakjuni fer at
hjálpa teimum. Eftir at
hann hevur verið burtur frá
barndómsfelagnum síðani
eftir kappingarlok í 1997 er
álopsspælarin
aftur
á
heimabeiti.
Hetta
varð
greitt týsdagin, tá ið ÍF og
Magni skrivaðu undir sam-
starvsavtalu. Magni spældi
síðsta kappingarár við EB/
Streymi. Frammanundan
hevði hann verið í B36 og
HB.
Í gjár varð nevnt, at
Karstin Joensen, sum í fjør
var málverji hjá KÍ, skal
spæla við ÍF næsta ár.
Frammanundan var greitt,
at Rúni Elttør, sum í fjør
var í B36, skal spæla við ÍF,
og fuglfirðingar hava meiri
í posanum. Tað er ikki
greitt, um Bárður á Lakjuni
yvirhøvur fer at spæla fót-
bólt næsta ár. Um hann fer
at spæla, so verður tað við
barndómsfelagnum
í
Fuglafirði. Bárður spældi
síðsta kappingarár við GÍ.
Tað ljóðar eisini, at Bar-
tal Eliasen, sum tey sein-
astu árini hevur spælt við
GÍ, skal umboða barn-
dómsfelagið í Fuglafirði.
Tað ber ikki til at fáa hetta
síðsta váttað, men vit skilja
á lagnum, at alt bendir á, at
Bartal verður í ÍF verjuni
næsta kappingarár.
Eru komnir á mál
Rógvi Róin hevur havt á-
byrgdina av samráðingun-
um við spælararnar.
– Tá ið tað var greitt, at
ÍF aftur fór at vera við í
fremstu røð, vóru vit nakrir,
sum settu okkum fyri at
hjálpa felagnum hjá okk-
um. Nevndin hevur staðið
fyri samráðingunum við
venjararnar, og stuðuls-
bólkurin hevur tikið sær av
at tosa við spælararnar.
Málið hjá okkum var at fáa
allar teir, sum í fjør vóru á
góða liðnum, ið vann 2.
deild, at halda fram í felag-
num, og at fáa fimm spæl-
arar afturat. Tað mettu vit
vera neyðugt. Bæði fyri at
fáa fleiri spælarar, ið hava
royndir úr 1. deild, og fyri
at fáa størri breidd í kapp-
ingina um plássini á besta
liðnum. Síðsta kappingarár
gekk tað væl, tí liðið so at
siga varð spart fyri leik-
bann og skaðar, men vit
hava mett, at tað næsta ár
verður neyðugt við fleiri
spælarum, og vit hava
rokkið málinum, sum vit
miðaðu eftir, sigur Rógvi
Róin.
Rógvi hevur spælt nógv
við ÍF, og hann hevur
seinnu árini stuðlað felag-
num á so mangan annan
hátt eisini. Eitt árið var
hann formaður, hann hevur
tikið sær av leikskráunum,
hann hevur verið við til at
skipa fyri stevnum og til-
tøkum, og nú hevur hann
saman við øðrum verið við
til at tryggja felagnum
spælarar, sum teir halda
hava góðan møguleika at
tryggja ÍF framtíð í bestu
deildini.
– Vit miðjaðu fyrst og
fremst eftir at fáa fuglfirð-
ingarnar, sum tey seinnu
árini hava spælt aðra staðni,
aftur til ÍF. Tað hevur eydn-
ast væl. Onkrir eru bundnir
at øðrum feløgum eisini
næsta kappingarár. Í práti
við fleiri teirra hava vit
kent, at teir vísa barndóms-
felagnum ans, og vit hava
harvið góðar vónir um, at
felagið eisini næstu árini
fer at hava manningarligt
grundarlag fyri at standa
seg í 1. deild. Nú ræður um
hjá spælarunum og venjar-
unum at arbeiða væl og
miðvíst. Vit hava ikki aðrar
orsøkir enn at halda, at tað
fara teir at gera, og vit
vóna, at tað fer at síggjast
aftur á úrslitunum. Sjálv-
andi vita vit, at tað fer at
taka sína tíð hjá ungu og
evnaríku monnunum, sum
ongantíð áður hava roynt
seg í 1. deild, at venja seg
til ferðina og intensitetin.
Men nú eru fyritreytirnar
hesum viðvíkjandi væl
betri, enn tær vóru, tá ið ÍF
fyri tveimum mánaðum
síðani vann 2. deild. Øll,
sum varða av felagnum, eru
rættuliga spent, sigur Rógvi
Róin.
Í 1999 flutti ÍF niður úr
bestu deildini, og nú brynja
teir seg til fyrstu royndina í
fremstu røð síðani tá.
Magni á Lakjuni aftur í ÍF
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 Stjørnan
10
8 - 1 - 1
249
184
65
17
2 VB
10
8 - 0 - 2
259
180
79
16
3 VÍF
10
6 - 1 - 3
241
214
27
13
4 Neistin
9
4 - 1 - 4
228
207
21
9
5 StÍF
10
4 - 1 - 5
234
257
-23
9
6 Søljan
9
1 - 0 - 8
153
214
-61
2
7 Kyndil
10
1 - 0 - 9
158
266
-108
2
Magni á Lakjuni hevur seinnu árini leikt við HB, B36 og EB/Streymi, men nú leitar hann aftur til heimbygdina og ÍF
C
M
Y
K
14
JOHN DAM
er ein hin týdningarmesti skiparin og
vinnulívsmaðurin í føroysku siglingar-
søguni. Hann var undangongumaður í
rækjufiskiskapinum, men eisini innan
laksa- hemara- og skeljaveiðu gekk hann
ótráddar leiðir. Hetta er ein lívssøga um
áræði og framskygni, soltnar tíðir og
gulltíðir, vónir og vónbrot, eydnu og
lagnu. JOHN DAM er 400 blaðsíður við
hópin av spennandi myndum.
Bókin er innbundin
og kostar kr. 295,-
SKIPALISTIN 2004
hevur lógarkravdan føroyskan álmanakka,
streymtalvur og streymkort umframt
dagførdar upplýsingar og hópin av
nýggjum myndum av føroyska flotanum.
Tilfarið í SKIPALISTANUM er álítandi og
viðkomandi hjá øllum teimum, ið hava
áhuga fyri skipi og sjógvi.
Skipalistin – hentur at hava!
SKIPALISTIN 2004 kostar kr. 175,-
og innbundin kr. 240,-
– Fæst í bókabúðunum
Ein spennandi greipa …
R E P R O Z