Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 235 - 10. desember 2003 Nr. 235 - 10. desember 2003 17 Nýggi filmurin við Trølla Pæturi og Ommuni hevur verið sýndur í Klaksvík og í Havn farnu dagarnar, og eini 1.800 fólk hava verið til filmin. Fær Trølla Pætur ikki eitthvørt gjøgnum- brot uttanlands, so verður hetta seinasti filmurin um hann FILMUR Eyðun Klakstein Tað er ikki á hvørjum degi, at ein føroyskur filmur verður frumsýndur, men um vikuskiftið hevur ein av hesum frumsýningunum verið. Tað er nýggi filmurin um Trølla Pætur, sum nú er liðugt framleiddur. Hesaferð koma Trølla Pætur og omma hansara í hóslag við mafiuna, og tað er grundarlagið undir ein- um stuttligum og lívligum filmi, har kendir føroyingar eisini hava onkran leiklutin. Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, og Anfinn Kallsberg, sum nú hevur lagt frá sær sum løgmaður, hava sínar smáu leiklutir í filminum. Men harafturat hava ein rúgva av øðrum fólki - trøll, vaksin og børn - ymsar leiklutir í film- inum. 1.800 fólk til filmin Sýningar hava verið í Atlantis í Klaksvík og í Norðurlandahúsinum í Havn, og samanlagt hava 1.800 fólk verið til filmin. – Vit eru sera væl nøgdir við frumsýningarnar, og áhugin fyri filminum er sera stórur. At vit hava víst filmin fyri nógvum fólki hevur bara økt um áhugan, sigur Niklas Heri Jákups- son, sum saman við Jógv- ani Eliasen er høvuðs- maðurin aftanfyri filmin. Tað er felagið hjá teimum báðum, IRIS, sum gevur filmin út. Nýggi filmurin er 2 tímar og 20 minuttir til longdar, og hóast nógv hendir hesa tíðina, so er filmurin kanska í so langur. – Sum biograffilmur er hann nakað langur, men á vhs og dvd halda vit ikki, at tað fer at bila, sigur Niklas Heri. Ein orsøk til, at filmurin er so langur, er, at lýsarar spæla ein týðandi leiklut í filminum. Hetta er neyðugt fyri at kunna framleiða filmin, men tað darvar framleiðsluna av filminum á ymsan hátt. Nýggj klipping Í januar mánaði verður ein nýggj klipping gjørd av filminum. Tá skal ein út- lendsk útgáva gerast. Film- urin verður styttur mun- andi, og røddirnar skulu spælast inn á trimum málum afturat – donskum, norskum og enskum. – Hendan útgávan skal brúkast til at vita, um Trølla Pætur hevur nakran livandi kjans í útlandinum, sigur Niklas Heri Jákupsson. Og fær Trølla Pætur ikki eitthvørt gjøgnumbrot uttanlands, so verður hetta seinasti filmurin, sum verður gjørdur um hann. – Tað er tungt at fáast við filmsframleiðslu, og hend- an útgávan fer at mæla runt, uttan at nakar hevur fingið løn fyri at stóra arbeiðið, sum liggur í film- inum, sigur Niklas Heri Jákupsson. Tað hevur kostað meira enn eina hálva millión krónur at framleiða filmin. Filmurin fæst til keyps hósdagin, og hann verður givin út sum vhs og sum fyrsti føroyski dvd-filmurin nakrantíð. Aftur rok av Trølla Pæturi Børn og foreldur sita spent og bíða í Norðurlandahúsinum, til filmurin byrjar Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 17 16