Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 236 - 11. desember 2003 UTTAN ÚR HEIMI Ríkir norðmenn Norski statutin hevur gjørt kvetti av tí hækkandi virð- inum á partabrævamarknaðinum í Oslo í ár. Sambært Aftenposten eru partabrøvini í fyritøkum, sum staturin eigur einsamallur ella er partaeigari í, vaksin 60 milliardir krónur í virði. Tað vil siga, at hvør einasti norðmaður er vorðin 13.400 krónur ríkari í ár. Tann beinleiðis kurshækkingin á partabrøvunum svarar til 52 milliardir krónur, og harafturat koma átta milliardir krónur í útbýuti fráí fjør. Norski staturin er høvuðspartaeigari í feløgunum Statoil, Norsk Hydro og Telenor. Í Statoil eigur staturin 81,7 prosent, og hesi partabrøvini eru 18 milliardir krónur meiri verd nú enn á seinasta ársskiftið. Størsta vøksturin hevur telefelagið Telenor havt. Partabrøvini í felagnum eru vaksin 65 prosent í virði í ár, og parturin hjá statinum er næstan 20 milli- ardir krónur meiri verdur nú enn á nýggjárinum. Ósamdir demokratar Tað hevur vakt ans í USA, at fyrrverandi varaforsetin og varaforsetavalevnið Al Gore hevur kunngjørt, at hann ætlar sær at stuðla Howard Dean í at gerast forsetavalevni hjá demokratunum á forsetavalinum næsta heyst. Avgerðin hevur eisini elvt til split ímillum teir demokratarnar, sum ætla sær at stilla upp ímóti Bush, forseta. Ein teirra, Joseph Lieberman, undrast á, at Al Gore kann styðja eitt valevni, sum á fleiri økjum hevur heilt aðrar hugsjónir enn Gore sjálvur. Sambært Lieberman fer tað ikki at gagna demokratiska flokk- inum, verður Howard Dean valdur til forsetavalevni. Tvørturímóti fer tað at seta flokkin fleiri ár aftur í tíðina, sigur hann. Al Gore var varaforseti hjá Bill Clinton. Á valinum fyri fýra árum síðani stillaði hann upp fyri demokrat- arnar, men tapti ímóti Bush, hóast hann fekk fleiri atkvøður enn republikanska valevnið. Allur heimurin sá George W. Bush, forseta bera eina kalkun á borðið til hermenninar í Bagdad. Nú vísir tað seg, at kalkunin var eftirgjørd. Men ávirkar tað trúvirði forsetans? PR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tað er spurningurin, sum blaðið Washington Post nú spyr. Ein av tíðindamonn- unum hjá blaðnum, Mike Allen, var í forsetaflogfar- inum Air Force One, tá tað heilt óvæntað setti seg í Bagdad herfyri. Mike Allen skrivar, at myndin av forsetanum við teirri eftirgjørdu kalkunini er eitt lítið tekin um, hvussu Hvítu Húsini løgdu seg eftir at fáa sum mest burtur úr vitjan forsetans í Bagdad. - Bush-stjórnin hevur bæði lítið og stórt at stríðast við í Irak. Tað lítla er tann eftirgjørda kalkunin, tað stóra hópoyðingarvápnini, sum ikki eru at finna, skrivar blaðmaðurin. Frakland og Týskland gingu undan í stríð- num ímóti ameri- kanska álopinum á Irak. Nú fáa tey sviðan av tí at kenna HEVND Árni Joensen fartekst@mail.dk Seinastu tíðina hevur amerikanska stjórnarum- sitingin sitið og umhugsað, hvørji lond skulu sleppa upp í part, nú Irak skal end- urbyggjast aftan á kríggið. Tað er verjumálaráðið Pentagon, sum stendur fyri endurbyggingini, og fyrra- dagin boðaði Paul Wolfo- witz, varaverjumálaráð- harri, frá, at fyritøkur í 63 londum sleppa at bjóða upp á arbeiði í Irak. Lond, sum ikki sleppa við, eru eitt nú Frakland, Týskland, Russ- land og Kanada. - Til tess at verja okkara trygdaráhugamál hava vit avmarkað kappingina so- leiðis, at bara fyritøkur í USA, Irak og londum, sum lata hermenn til kríggið, sleppa at bjóða upp á tey stóru arbeiðini, segði Wolfowitz. Sambært verju- málaráðnum snýr tað seg um 26 høvuðssáttmálar fyri einar 110 milliardir krónur. Men tað verður ikki so nógv at býta, tá saman um kemur, tí amerikanskar fyritøkur hava longu fingið fleiri av teimum stóru ar- beiðsuppgávunum, uttan at fyritøkur í øðrum londum fingu møguleikan at bjóða. Sambært reuters hevur avgerðin hjá Pentagon elvt til stóra misnøgd í Frak- landi og Týsklandi og ein- støkum øðrum NATO- londum. Tað eru heldur ikki allir amerikanarar, sum halda avgerðina hjá Penta- gon vera líka skilagóða. - At taka eina slíka av- gerð er tað sama sum at biðja Týskland, Frakland, Russland og hini útihýstu londini fremja búskaparlig móttiltøk, sigur Steven Schooner, professari á lærda háskúlanum George Washington við Reuters. Frakland og Týskland fáa ikki inn í eygað Kalkunin var eftirgjørd Lond, sum vóru ímóti krígnum, sleppa ikki upp í part at endurbyggja Irak. Tað hevur Paul Wolfowitz, varaverjumálaráðharri, gjørt av Mynd: Reuters Júst sum nýggi Volvo S40 er komin á marknaðin, kemur stationvognurin V50 Sportwagon í hølun- um á honum. Bilurin, sum kemur fyrst í komandi ári, hevur hópin av innbygdum trygdarskipanum BILAR Magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo Eins og Volvo S60 er sedan og V70 stationcar, eitur stationcarútgávan av nýggja S40 nú V50. Navnið Sportwagon kemur av, at bilurin er ein eyðkendur "sport" og "wagon". Eins og Volvo S40 verður V50 eisini gjørdur á bil- verksmiðjuni hjá Volvo Cars í Gent í Belgiu. Ætl- anin hjá Volvo Cars er at framleiða 74.000 V50 um árið í fyrstu atløgu, og leveringin byrjar fyrst í 2004. Eins og ein rættur Volvo hevur V50 nógvar innbygd- ar trygdarskipanir bæði aktivar og passivar. Til dømis er bilurin designaður soleiðis, at linjurnar eru rundar og glattar fyri at verja fótgangarar og súkkl- istar við ein samanstoyt. Eisini hevur V50 eyka styrktar ABS bremsur við bremsukraftdeilara til bak- hjólini og EBA (Emergen- cy Brake Assistance). Intelligent Driver Information System V50 er útgjørdur við IDIS (Intellegent Driver In- formation System), sum er ein heilt nýggj skipan, ið syrgir fyri at allar informa- tiónir til bilføraran, frá t.d. innbygdu fartelefonini, verða hildnar aftur ta løt- una, bilførarin er í eini tor- førari støðu, sum krevur nógv av honum, sum til dømis undir einari yvirhál- ing ella harðari uppbrems- ing. Í fyrstu atløgu kemur V50 við tveimum fimm syl. bensinmotorum við ávikavist 140 og 170 hk og einum fýra syl. turbodiesel motori við 236 hk. Seinni koma aðrir motorar við í skránna, t.d. sportsútgávan T5 við 220 hk. Landssjúkrahúsið hevur fingið ein nýggjan Mercedes- Benz sjúkrabil. Talan er um ein væl út- gjørdan bil við CDI dieselmotori við 177 hk, sum er uppbygdur í Týsklandi. Fyrsti Mercedes Benz sjúkrabilur kom í 1961 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo At Landssjúkrahúsið hevur tørv á nýggjum sjúkrabil- um, hava vit bæði hoyrt og lisið um seinnu árini. Tað er av alstórum týdningi at fólk verða flutt skjótt og trygt til sjúkrahúsið, tá á stendur. Landssjúkrahúsið hevur fingið ein nýggjan Mer- cedes-Benz CDI sjúkrabil við dieselmotori við 177 hk og automatiskum "4-matic" girum. Bilurin er uppbygd- ur í Týsklandi. Sjúkrabil- urin er væl inrættaður við øllum tí nýggjasta, sum hoyrir til ein nútímans sjúkrabil. Hann er ein kvik- ur neyðsendarbilur, sum er lættur at handfara og at koma til og frá einum van- lukkustaði. Landssjúkrahúsið hevur havt nógvar Mercedes- Benz sjúkrabilar gjøgnum árini. Tann fyrsti bleiv keyptur í 1961. Tað var ein Mercedes-Benz 180b-V, sum umboðsmaðurin í Før- oyum, Gunnar Hansen, út- vegaði. Bilurin varð keypt- ur frá Bohnstedt-Petersen í Hillerød og uppbygdur á Nørrebros Karosserifabrik í Glostrup. Í einum faktura frá 7. september 1961 stendur: "1 stk. ambulanse opbygget paa skrabet Mercedes chassis i henhold til aftale", víðari stendur" til slut vil vi meddele Dem, at hvis alt gaar vel, bliver ambulancen afskibet med S/S Tjaldur den 15. i denne måned" Mercedes-Benz E-Class sjúkrabilurin hjá Landssjúkrahúsinum. Á myndini er Pauli Waag, sølumaður hjá Ivan Johansen Bilum Mynd: Jens Kristian Vang Nr. 236 • hósdagur • 11. desember 2003 • 77. árg. Volvo nýggjheit: Volvo V50 Sportwagon Mercedes-Benz E-Class CDI sjúkrabilur: Nýggjur Mercedes sjúkrabilur til Landssjúkrahúsið Volvo V50 kemur á marknaðin fyrst í komandi ári. Bilurin skal verða eins tryggur og teir størru Volvo S80 Volvo V50 innan. Designið er ergonomiskt og funktionelt C M Y K 17 16 BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag FORD FOCUS STATIONCAR 1.8 TURBO DIESEL Árg 16. maj 2002, Km 41.000. Sum nýggjur: - Centrallás- El.Rútar-Hita í forrúti - Hita í Forsetrum - Radio v.bandsp. v.m. Bert 1. ár og 5. mánaðir. Seldur vegna keyp av 7. pers. bili. Kr. 175.000. SUBARU LEGACY 2.0 GL AUTOMATIC Árg 10. Apríl 96, Km 70.000. Sera vælhildin: Automatisk gear - C.D.Anlegg - Centrallás - El. Rútar - El. Spegl v.m. Kr. 85.000. ROVER 620 SI Árg Jun-99, Km 81.000. Sera væl- hildin: Aircondition-Alufelgur-Fjar- stýrt centrallás- El Rútar-El Spegl v.hita. C.D.Anlegg- Sleipikrók v.m. Kr. 158.000. SUBARU LEGACY 2.0 GL STATIONCAR. Árg 08. Juni 95, Km 138.400. Centrallás - El.rútar - El-spegl - Radio v.bandspælara og CD Boks -. Kr. 78.000. HONDA CIVIC Árg Sept. 2001, Km 20.700. Air- condition - El.rútar - El.spegl v.hita -Radio - Fjarstýrt centrallás v.m. Sum nýggjur. Tilboð kr. 138.000. Kr. 138.000. SUBARU LEGACY 2.0 GL AUTOMATIC Árg 06 Sept. 1995, Km 96.000. Sera vælhildin: Automatisk gear- Centrallás- El-rútar- El-spegl- Radio v.bandspælara. Kr. 78.000. Jónas Broncksgøta 15 Tel. 310600 - Fax 310650 AT176 CITROËN XSARA 2,0 HDI DIESEL STATIONCAR Árg apr. 2001, Km 19.000. Sera væl hildin. Kr. 130.000. Tel. 373874 ella 228591