Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 235 - 10. desember 2003 Nr. 235 - 10. desember 2003 19 Virgar T. Dalsgaard Síðani løgmaður í 1998 kallaði saman alt tað før- oyska tíðindamannaliðið frá bløðum, út- og sjónvarpi og legði teimum eina við, hvussu fullveldið skuldi fremjast, og næstan appell- eraði til minst møguliga debatt og helst ikki ov nógvar forvitnar spurning- ar, ja, so hevur kritiskur journalistikkur í Føroyum næstan ikki verið til! Hetta var ein ódámligur og mani- pulerandi fundur, sum ikki sømdi seg fyri ein borgar- ligan flokk, men flestøll mundu gruna, at tað var heldur ikki tann borgarligi Fólkaflokkurin, sum hevði funnið upp á at vilja stýra fjølmiðlunum ella næstan múlabinda alt journalista- liðið á »sjálvbodnan hátt«! Metodan við at stýra fjøl- miðlunum er ikki ókend fyri eldra feðgan Hoydal og er ofta umrødd av frama- monnum, sum regluliga fýltust á føroyskan tíðinda- flutning. So vit mugu meta, at løgmaður her helst, sum ikki eina ferð, hevur verið óbeinleiðis stýrdur úr London og eitt hent amboð hjá feðgunum. Sum boðberi feðganna at kalla kravdi løgmaður, at journalistarnir skuldu góð- kenna landsstýrisins hjálp- arleysa evangelium um fullveldi – hann visti væl, at allur tann nationalistiski boðskapurin var so ússa- ligur og viðbrekin, at hann toldi ikki debatt ella hvast orðaskifti, og tí forvæntaði landsstýrið, at fjølmiðla- liðið skuldi akta lands- gonguna í øllum hennara tvangstankum. Og síðani tá hava landsstýrismenn stórt sæð verið friðaðir í full- veldismálum. Tað tykist sum um tíð- indafabrikantarnir hava verið programmeraðir til at hjálpa landsgonguni við at fremja fullveldisskipanina, sjálvt um fólk vóru skept- isk og flestøll ímóti. Hetta er ein óhugnalig støða, sum minnir um bæði katoli- cismu og kommunismu. Alt skal trúttast ígjøgnum úr erva, ella ex catheara, sum tikið verður til. Í slíkum system-kompleksum er ikki pláss fyri atfinning. Boðskapurin er so mikið naivur og veikur, at hann vil ikki kunna greiða eina kritiska debatt. Tí má alt baserast upp á postulerandi dogmir, og kritisk debatt ella hvast orðaskifti verður bannlýst! Fullveldismálið er so mikið spinkult og illa undirbygt, at tað tolir ikki at verða toygt úr hvørjari lykkju – tað má og skal lumpast ígjøgnum. Hetta hevur altíð verið achilleus- hælurin hjá loysingarrørsl- uni. Hon orkar ikki og tolir ikki kritiska debatt. Ein av hesum tíðinda- monnum var placeraður á sjálvari Dimmalætting, hesum heiðurskrýnda gamla sambandsblað. Hann skuldi vera tíðindamaður, altso referentur og ikki kommentator! Tað fall nógvum eldri sambands- og javnaðarfólki fyri brótstið at lesa skammrósandi greinir um øll tey meira og minni vitleysu uppskot, sum komu úr Tinganesi. Hann vælsignaði kritikk- leyst, gloypti skikkiliga og svølgdi uttan at blunka hvørjum postuláti, sum kom frá Høgna Hoydal, óansæð hvussu tápuligt tað var. Hóast greinir hansara ofta stóðu á forsíðu Dimmalættingar, har van- liga bert refererandi tilfar stendur, so vóru tær soleið- is skrivaðar, at tann gløggi lesarin ikki helt hetta vera vanligan tíðindaflutning, men heldur eina politiska framløgu, har maðurin kommenteraði heldur enn refereraði. Tað hevur hann sjálvandi skrivifrælsi til, men tá er hann ikki blað- sins maður longur, og má so skriva persónliga fyri heilt egna rokning á debatt- síðunum. Ingi Rasmussen var við at gera ta áður seriøsu Dimmalætting til grin sum tíðindablað! Ein pendant til henda Inga hevði Sosial- urin fingið at dragast við – hann æt Høgni Mohr, og skrivaði so forliptar, so frelstar og so púra kritikk- leysar fullveldisgreinir um Høgna Hoydal á sjálvari forsíðu javnaðarblaðsins, at javnaðarveljarar øtaðust og vamlaðust. Hesin tjóðveld- is-agenturin, Høgni Mohr, slapp seinni inn á Dimma- lætting. Klagurnar til báðar blaðstjórarnar um hesar menn vóru endaleysar, og tíbetur sluppu bæði bløðini av við teir … MEN um ikki harra Ingi Rasmussen kom fram aftur á Sosialinum, eftir at Dimmalætting endiliga var sloppin av við hann! Tá ið Dimmalætting slapp av við Høgna Mohr, loftaði Fregnartænasta Tjóðveldisfloksins honum, og vælgagnist teimum! Ta fyrstu tíðina Ingi skrivaði á Sosialinum, skikkaði hann sær og skriv- aði, sum hann eigur um neutralar hendingar, og fáur gav sær far um annað. Substansur ella garnitura Men so um miðjan oktober í ár tevjaði Ingi aftur kristnamannablóð. Javnað- arkvinnan Katrin Dahl Ja- cobsen hevði á tingi loyvt sær at fýlst á grova popu- listiska atburð varaløgmans upp undir seinasta fólka- tingsval, har hann, avgjørt uttan nakað vissugrundar- lag lovaði fólki olju. Sam- stundis loyvdi Katrin Dahl Jacobsen sær at samanbera varaløgmansins demagog- isku framferð fyri at bjarga sær stemmur í allar evstu løtu við ta propagandu, sum hevði verið vanlig í totaliterum londum! Hon nevndi ongan fascist, kommunist ella nazist við navni! Hevði nú Ingi verið at sær komin tíðindamaður, so hevði hann borað í sjálvum substansinum, nevniliga tí veruleika, at Katrin Dahl Jacobsen týðuliga vísti á, at Høgni Hoydal grovt yvir- spældi sína rollu við uttan fulla vissu at royna at billa fólki inn, at nú var væl- ferðin tryggjað – oljan var funnin! Men hvat ger Ingi – hann heftir seg ikki við innihaldið í málinum, – hann heftir seg við formin! Hann roynir við í sínum greinum at fáa Adolf Hitler í staðin fyri Hoydal bland- aðan upp í føroyska olju- vinnu. Í sínum polemiska formi, men avgjørt sakliga innihaldi, hevur Katrin Dahl Jacobsen yvirhøvur ikki nevnt Adolf Hitler, men tann má vera sekur, ið at sær tekur. Í staðin fyri at vera pro- fessionelt errin av, at eitt javnaðarfólk á tingi torir at skræða gekkaskortin av einum manipulerandi og populistiskum landsstýris- manni, so fer Ingi Rasmus- sen ómansliga eftir einum djørvum konufólki, sum ger ein part av tí arbeiði, hann sjálvur átti at gjørt. Hjá hesum journalisti verð- ur garnituran í røðuni prioriterað hægri enn sub- stansurin! Hvussu Katrin Dahl Ja- cobsen greiddi frá varaløg- mansins grovu demagogi var fyri harra Inga Ras- mussen meira avgerandi at festa seg við, enn hvat hon segði, og tað fellir ikki Inga inn at bora í tí faktum, at landsstýrismaðurin royndi at lumpa føroysku veljara- fjøldina beint upp undir valið og harvið allarhelst »stjala« fólkatingsmandat- ið frá antin Javnaðar- ella Fólkaflokkinum! Forvitnisligur og hektiskur mánadagur Tað stutta av tí langa í hesum máli er tað, at teir ovurnervøsu feðgarnir Hoydal í tólvta tíma áðrenn fólkatingsvalið, royndu eitt ónossligt kvett fyri at tryggja yngra feðga fólka- tingsmandatið. Til dømis átti harra Ingi at sett kritiska ljóskastaran á, hvat ið hendi bæði í landsstýri og í fjølmiðlum mánadagin fyri valið, og hví eldri feðgi var staddur júst hetta viku- skiftið í Føroyum í staðin fyri at passa sítt arbeiði (sic) í London. Og var Ingi nakar maður, átti hann at kanna, hví eldri feðgi sýndi so febriskan aktivitet í Havn hetta vikuskiftið fyri at fáa bæði fjølmiðlar, petroleumsministara og føroysku veljarafjøldina sannførda um, at NÚ var olja funnin og túsundárs- ríkið beint fyri stavn! Hví var til dømis okkara skikkiligi og skróturri olju- ministari, hampamaðurin harra Eyðun Elttør lokkað- ur til at halda bombastiskan tíðindafund um olju klokk- an 11.00 fyrrapart, dagin fyri valið, hóast Amerada Hess ikki hevði lovað nak- að um, at tað sindrið, sum funnið var, kundi útvinnast ella skapa møguleika fyri nakrari framleiðslu. Tvørt- urímóti – Ameradamenn søgdu týðuliga, at hetta skuldi kannast nærri. Tað var eingin grund til, og av- gjørt ikki nóg mikið av substansi í Ameradatíðind- unum til at halda ein so propagandistiskan fund. Spurningurin er um menn í øðrum londum ikki høvdu verið lagdir undir at renna ørindi fyri parthavarar og gera seg skyldugan í kurs- pleygu av partabrøvum atlantisku petroleums- manna. Nú hava vit onki virðisbrævamarknaeftirlit, so menn sluppu undan átalu í hesum føri. Klokkan 12.30 sama mánadag lýsti útvarpið til veldugan fund á Hotell Føroyum klokkan 17.30, har seinni bæði sjónvarp og útvarp vóru til staðar og eldri feðgi sum nevndarfor- maður í Atlantic Petroleum lýsti framtíð partaeigaranna spesielt og føroyska fólk- sins generelt sum glæsiliga og næstan problemfría. Hetta var primitiv, grov og ósmaklig demagogi! Tað var, sum áður nevnt einki í orðunum frá Amerada Hess, sum gav nakað grun- darlag fyri slíkari optim- ismu, hvørki hjá eldra feðga ella øðrum petrol- eumsmonnum. Hesin so- nevndi kunningarfundur á Hotel Føroyum var altso meira og minni bluff! Stjórin í petroleumsfe- lagnum, Vilhelm Petersen, fyrigyklaði naivum før- oyskum strembarum risa- stóran kursvinning við ljósareyðum orðalagi! Í Sosialinum leygardagin fyri verður annars týðuliga skrivað, at tað ikki kann sigast nakað um, at tað verða útlit fyri framleiðslu av olju, tað mugu nærri og gjøllari kanningar til! Har var eingin vissa, har vóru bara beskednar metingar, nógv fyrivarni og spinklar vónir! Hesi fyrivarni tóku hvørki eldri ella yngri feðgi – nú kunnu fólk sjálv meta um, hvør ið lýgur! Hava feðgarnir ikki logið, so hava teir, ið hvussu so er ikki sagt allan og fulla sannleikan! Tað er grovt ábyrgdarloysi at fara út og siga hálvar sannleikar, serliga beint undan vali og geva veljarafólki varhugan av, at olja er funnin, tá ið fyrivarni verða tikin fyri, at tað er nakar reellur møgu- leiki fyri framleiðslu! Tann, sum trýr, at Lond- onfeðgin ikki hevur nakra ábyrgd av, at Tinganes- feðgin fór út dagin eftir í bløðunum og reypaði av, at oljan var funnin, ja, hann hevur tað, sum tann, ið trýr bæði upp á storkin, jóla- mannin og Tjóðveldis- flokkin í senn! Slíkum fólki er synd í! Einki, sum hesir menn gjørdu, var spontant, tað var planlagt og fyrireik- að niður í minsta komma, eisini lýsingin í Dimma- lætting. Hon var tilætlað og præfabrikerað! Jákup Olsen Vágur Tað var ikki sørt undr- unarsamt at síggja send- ingina úr tinginum, tá ið tjoðveldið tók seg úr samgonguni og ikki minni hugstoytt at vita, at tað skuldi vera tjóð- veldisflokkurin, ið reist- ist frá borðinum, har ein mongd av yvirtøkumál- um lógu, mettir og væl settir og takkaðu fyri seg. Teir høvdu jú fingið ríkiligt av sjálvstýris- málum framd, teimum nýtist ikki at yvirtaka fleiri á hesum sinni. Teir hava góða tíð, at støðga eini 40-50 ár, til næsta sjálvstýrissamgongan verður skipað. Tað eru 40 ár síðani, vit seinast høvdu eitt sjálvstýris- landsstýri, sum hvat yvir- tøkumálum viðvíkir, ikki røkkur hesum lands- stýrinum til kníggja, so tað er væl skiljandi, at tjóðveldi nú helt, at ríki- ligt er yvirtikið í hesum umfarinum, og tí tóku teir seg úr samgonguni, so tað gongur rúm tíð, til Tjóðveldið aftur nevnir orðið yvirtøkur. Tað verður so í øllum førum ikki í hesari valorrustuni, sum nú stendur fyri dur- um. Flottur loysingar- flokkur er? Teir kláraðu ikki loysing frá Dan- mørkini, men kláraðu loysing frá Fólkaflokk- inum. Tað var kanska nóg mikið fyri teir. Tjóð- veldið veit, at teir ikki mugu yvirtaka ov nógv, tí hvat skulu teir so liva av. Teir vilja onga loysing hava, og tað ber hesin sjónleikurin boð um hendan vanlukkudagin í tinginum. Hvat hevur so Tjóð- veldið eftir at fara til val uppá, tá ið teir ikki skulu tosa um yvirtøkur, tí ikki eru teir nakað vinarligir yvirfyri vinnuni? Eftir er so bert hjá teimum at tosa um vinstra politikk. Vit mugu bert til seinast siga, at vit skulu nokk eygleiða, hvussu leikur fer fram hjá teimum á uttasta vinstra í føroysk- um politikki, men tað er jú teirra tráan eftir at sleppa at vera har. Tjóðveldið hvokkið! VIÐMERKINGAR Febrilskir feðgar fjøtraðu føroyskar fjølmiðlar Rættleiðing til Virgar T. Dalsgaard Sosialurin skal gera vart við, at tað var ikki okkara blaðmaður, Ingi Rasmussen, sum skapti málið, har tingkvinnan Katrin Dahl Jakobsen varð viðgjørd fyri sín málburð í løgtinginum. Høgni Hoydal, táverandi landsstýrismaður, reisti málið sum eina kæru til formansskapin, og blaðmaðurin tók síðan málið upp til viðgerðar. Seinni hevur formansskapurin eisini átalað málburðin hjá Katrin Dahl Jakobsen. blstj. C M Y K 19 18