Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 236 - 11. desember 2003 Nr. 236 - 11. desember 2003 19 Á tveimum teimum seinastu løgtingsval- unum hevur stór út- skifting verið í ting- manningini. Eldra ættarliðið er við at fána burtur, meðan eitt nýtt ættarlið av politikkarum brýtur fram. Tjóðveldis- flokkurin hevur framt størstu útskift- ingina LØGTINGSLIMIR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Flokkar og veljarar hava í 90 árunum lúkað í vallist- unum, at støðan í tinginum í dag, at 18 av 32 ting- monnum, sum ikki hava meir enn fimm ára royndir á løgtingi. Hagtølini vísa greitt, at serliga síðan løg- tingsvalið í 1998, hevur stór útskifting verið í ting- manningini. Ein kann av røtttum siga, at eitt nýtt ætt- arlið er á veg í føroyskum politikki Misjavnt Tað er eitt sindur misjavnt, hvussu væl nýggja ættarlið- ið av føroyskum politikkar- um er mannað í teimum ym- isku flokkunum. Tjóðveldis- flokkurin hevur framt størstu útskiftingina. Av tingmanningini hjá flokkin- um í dag, er tað bert Hergeir Nielsen og Heini O. Heine- sen, sum eru eftir av eldru Tjóðveldismanningini. Menn sum Finnbogi Ís- aksson, Signar á Brúnni og Jógvan Durhuus eru ikki longur partur av tingmann- ingini hjá Tjóðveldisflokk- inum Við Høgna Hoydal á odda, hava nógvir nýggir politikkarar vunnið seg fram í Tjóðveldisflokkin- um. Nøvn sum Høgni Hoy- dal, Tórbjørn Jacobsen, Kristina Háfoss, Anita á Fríðriksmørk og Páll á Reynatúgvu eru í dag fram- standi nøvn í Tjóðveld- isflokkinum. Í Sambandsflokkinum eru eins og í Tjóðveldis- flokkurin fleiri nýggj and- lit at síggja. Nevnast kunnu Alfred Olsen, Bárður Niel- Nýtt ættarlið av løgtingsmonnum vinnur fram Samgonguskeið Flokkar Snið Viðmerkingar 1948-1950 Samb.+Javn.+Sjálv HS 1950-1954 Samb.+Fólk H 1954-1958 Samb.+Fólk.+ Sjálv. H/M 1959-1963 Javn.+Samb.+Sjálv. HS 1963-1967 Fólk.+Tjóð.+Sjálv. SS 1967-1971 Javn.+Samb.+Sjálv. HS 1971-1975 Javn.+Samb.+Sjálv. HS 1975-1979 Javn.+Tjóð.+Fólk. Y(V-H) 1979-1981 Javn.+Tjóð+Fólk. Y(V-H) 1980 Val í úrtíð 1981-1985 Samb.+Javn.+Sjálv. H/M 1985-1989 Javn.+Tjóð.+Sjálv. KrF. V/H/M 1989 februar Fólk.+Tjóð+Sjálv.+KrF. S/H 1989 juni Fólk.+Tjóð+Samb. L/S 1990 Val í úrtíð 1991-1993 Javn.+Fólk V/H 1993-1994 Javn.+Tjóð.+Sjálv. V/M Fólk út í 1993 1994-1998 Samb.+Javn.+Sjálv.+Verkm. H/V 1996-Javn. út, Fólk. Inn, 1998-Sjálv. Út 1998-2002 Fólk.+Tjóð.+Sjálv FV 2002-2004 Fólk.+Tjóð+Sjálv.+Mið. SS H=Høgra V=Vinstra M=Mið HS=Heimastýrissamg. SS=Sjálvstýrissamg. L/S= Loysing+Samband S/H=Sjálvst. + Høgra Y=Yvirtøkusamgonga FV=Fullveldissamg. sen, Johan Dahl, Kaj Leo Johannesen og Marius Dam, sum allir eru komnir á ting fyri Sambandsflokk- inum eftir 1998. Fólkaflokkurin og Javn- aðarflokkurin hava verið eitt sindur trekari at skifta út. Rokna vit frá valinum í 1998, so eru Heðin Zach- ariassen, Jákup Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni nýggjastu fólkaflokstinglimirnir. Fyri sama tíðarskeið eru tað bert Andrias Petersen, Gerhard Lognberg og Katrin Dahl Jacobsen, sum kunnu kalla seg nýggj í løgtingshøpi fyri Javnaðarflokkin. Eldra ættarliðið fækkast Tað ættarliðið, sum í 1970 árinum varð nevnt fyri nýggja ættarliðið í føroysk- um politikki eru við at fækka í tali. Óli Breckmann hevur, av tingmanningini í dag, sitið nógv longst. Síð- an 1974 hevur formaðurin í tingbólkinum hjá Fólka- flokkinum verið í løgting- inum. Honum næstir eru Vilhelm Johannesen og An- finn Kallsberg, sum komu fyri fyrstu ferð á ting í 1980. Millum eldra og nýggja ættarliðið eru eisini eitt ættarlið av politikkarum, sum vit so føroysk kunnu nevna "midtergeneratión- in". Úr hesum bólki kunnu nevnast, Jóannes Ejdes- gaard, Heine O. Heinesen, Hergeir Nielsen, Poul Michelsen, Hendrik Old, Edmund Joensen og Lis- beth Petersen. Sitið uttanfyri Av tingmanningini í dag, eru tað tríggir tinglimir, sum hava verið uttanfyri eitt tíðarskeið, men eru síðan valdir aftur á ting. Fólkaflokstingmaðurin, Poul Michelsen, kom fyri fyrstu ferð á ting í 1984. Hann sat á tingi fram til 1990, tá hann ikki valdi at stilla upp aftur. Í fjør varð fyrrverandi borgmeistarin í Havn tikin fram aftur, og við 293 atkvøðum í Suður- streymi, endaði Poul Mich- elsen nummar trý á Fólka- flokslistanum. Tá Bjarni Djurholm varð landsstýrismaður, trein Poul á ting aftur. Besta úrslitið hjá honum higartil var á løgtingsvalinum í 1988, tá hann fekk 560 at- kvøður. Floksfelagin hjá Poul Michelsen, Jógvan við Keldu, hevur eisini roynt at verið uttanfyri í eitt tíðar- skeið. Hann varð fyrstu ferð valdur í 1988 í Norð- oyggjum. Fólkaflokkurin stendur seg vanliga væl í Norðoyggjum, og flokkurin plagar í minsta lagi at fáa ein tingmann. Síðan 1980 hevur Jógvan við Keldu verið í harðari kapping við Anfinn Kallsberg um ting- mannin hjá Fólkaflokkin- um í Norðoyggjum. Fólkaflokkurin fekk eitt rimmar val í 1988 í Norð- oyggjum, og tað eydnaðist bæði Jógvani við Keldu og Anfinni Kallsberg at vinna sætið á løgtingið. Bert tvey ár seinni í 1990, mátti Jógvan við Keldu kortini takka fyri seg, tá hann ikki varð afturvaldur. Hann kemur kortini aftur í aftur til valið í1998, og síðan hevur hann sitið á tingi. Triðji og seinasti maður í hesum bólki er Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokk- inum. Hergeir kom fyri fyrstu ferð á ting í 1984. Seinast í 1970 árunum var Hergeir eitt stutt tíðarskeið landsstýrismaður í skúla- og samskiftismálum. Tjóð- veldisflokkurin hevði eitt stak vánaligt val í 1994, og í Suðuroy misti flokkurin umboðið. Serliga var tað Verkmannafylkingin, sum spældi Tjóðveldisflokkin- um eitt puss hetta valið. Á sínum løgtingsvalið nakr- antíð kom Verkamanna- fylkingin á ting við braki. Í valdøminum hjá Her- geir Nielsen fekk Verk- mannafylkingin umboðan á tingi. Forkvinnan í Før- oya Arbeiðarafelag, Inge- borg Vinther, varð vald fyri Verkamannafylkingina. Góða úrslitið hjá Verk- mannafylkingini hevði við sær, at Hergeir Nielsen fall til valið í1994. Longu næsta val í1998, kom Her- geir Nielsen kortini fyri seg, og vann tingsessin hjá Tjóðveldisflokkinum aftur. Sjálvstýrisflokkurin er nógv drúgvastur Sjálvsstýrisflokkurin er tann flokkur í Før- oyum, sum hevur verið í nógv flestum samgongum eftir Heimastýrislógina frá 1948. Tað eru 55 ár síðan Heimastýris- lógin kom í gildið, og av teimum 55 árun- um hevur Sjálvsstýr- isflokkurin verið í samgongu í 43 av teimum LANDSSTÝRIS- SAMGONGUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hóast Sjálvsstýrisflokkur- in er undir hørðum trýsti undan løgtingsvalinum 20. januar, so tala hagtølini av- gjørt fyri, at flokkurin verður millum samgongu- flokkarnar eftir løgtings- valið. Føroya næst elsti flokkur hevur sitið í 13 av teimum í alt 18 samgong- unum, síðan 1948. Verða hagtølini roknað í árum, so hevur Sjálvsstýrisflokkurin verið í samgongu í 43 ár av teimum 55 árunum eftir Heimastýrislógina Teir tríggir, Sambands- flokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava sitið í samgongu nærum líka langa tíð, meðan hin stóri flokkurin, Tjóðveld- isflokkurin, ikki hevur verið so drúgvur í sam- gongusamstarvum. Valskipanin avgerandi Valskipanin í Føroyum verður kallað lutfalsval- skipan. Eyðkenni við londum, sum hava lutfals- valskipan er, at tað eru vanliga nógvir flokkar, sum bjóða seg fram til at stjórna landinum. Siðvenj- an er, at eftir val finna fleiri flokkar saman um at gera eina samgongu, sum skal stjórna landinum framyvir. Sammeta vit okkum vit eitt nú Ongland, so hava teir eina tvey-flokka skip- an. Labour flokkurin og tann Konservativi flokkur- in skiftast um at stjórna landinum. Orsøkin til, at tað eru bert eru millum tveir og tríggjar flokkar í Onglandi er, at valskip- anin er øðrvísi sett saman enn okkara. Í Føroyum hevur sið- venjan verið, at Sambands- flokkurin, Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og seinni Tjóðveldisflokkurin, hava 85-90 % av samlaða atkvøðutalinum, meðan Sjálvsstýrisflokkurin og kristiligur flokkarnir, t.e Kristiligi Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hava kappast um restina. Hóast atkvøðutalið fleiri ferðir ikki hevur verið av tí størsta, so hevur Sjálvsstýr- isflokkurin kortini vunnið vegin fram í flestu sam- gongurnar. Vanligasta sam- ansetingin av samgongum hevur verið, at tveir av stóru flokkunum finna saman, og leggja ein av teimum smáu afturat sær. Henda samanseting hev- ur givið gjøgnum árini tryggja ein meiriluta í løg- tinginum. Leggjast skal afturat, at tað er ikki neyð- ugt í dag at hava meiriluta í tinginum fyri at vera í sam- gongu, men ein skal bara tryggja sær, át ein ikki hevur meiriluta ímóti sær. Í Føroyum hava sokall- aðar breiðar samgongur ikki verið vanligar, og tí hevur leikluturin hjá teim- um smáu flokkunum verið avgerandi. Í hesum spæl- inum hevur Sjálvsstýris- flokkinum duga ómetaliga væl at gjørt sær dælt av støðuni, tí flokkurin hevur verið í nógv flestum sam- gongum síðan 1948. Sjálv- stýrisflokkurin hevur verið í heimastýrissamgongum, høgra/mið samgongum, sjálvstýri/høgra, sjálvsstýr- isamgongum og ikki minst fullveldissamgongum. Í politisku skipanini verður Sjálvstýrisflokkur- in mettur at verða ein mið- flokkur. Hyggja vit at londunum rundan um okk- um, so hava miðflokkar vanliga avgerandi leiklutin fyri hvørji av teimum stóru flokkunum enda í samgongu. Flokkarnir í miðuni kanna frá hvørjum flokkum besta tilboðið kemur, og síðan gera teir av um teir vilja í samgong- una ella ikki. Miðflokkar hava ikki fasta samgongu- felagar, tí tað eru ikki flokkarnir sum eru avger- andi, men nærmari til- boðið frá teimum. Hetta sæst eisini aftur við Sjálvsstýrisflokkinum, sum hevur verið í sam- gongu við øllum flokkum upp til fleiri ferðir. C M Y K 19 18