mikudagur 10. desember 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 235 - 10. desember 2003
Nr. 235 - 10. desember 2003
21
UTTAN ÚR HEIMI
Alt ella einki
Júst sum norska stjórnin fyrireikar seg til at taka avgerð
um at loyva oljufeløgunum at bora í Barentshavinum,
boðar Statoil frá, at verða loyvi ikki givin á minst trim-
um leiðum, fer felagið als ikki at bora í Barentshavinum.
Sambært norska útvarpinum royna sterkar kreftir í
stjórnini at forða fyri, at feløgini sleppa at bora í einum
øki, sum eitur Goliat. Men leitistjórin hjá Statoil, Tor
Fjæran, sigur við NRK, at sleppur felagið ikki at bora í
Goliat-økinum, fer felagið als ikki at seta borin í botnin
í Barentshavinum. Leitistjórin sigur, at verða loyvi ikki
givin í øllum trimum økjunum, er tað ikki fíggjarliga
forsvarligt at bora yvirhøvur. Í oljuvinnuni verður hild-
ið, at Barentshavið fer at fáa størri týdning fyri norsku
vinnuna enn leiðirnar í Norðsjónum.
Tað er serliga flokkurin Vinstri, sum er ímóti at loyva
oljufeløgunum at bora í Goliat-økinum, sum er vestan
fyri Nordkapp. Flokkurin kann loyva feløgunum at
bora í hinum báðum økjunum, men krevur, at myndug-
leikarnir áleggja oljufeløgunum sera strong um-
hvørviskrøv.
Flogfar fekk hol á vongin
Eitt av ferðafólkunum umborð á einum flogfari hjá tei-
lendska flogfelagnum Orient Thai Airlines varnaðist
mánadagin, at eitt stórt petti brádliga datt av øðrum
vonginum.
Flogfarið var statt í 10.000 metra hædd og var á veg
úr Hong Kong til Chiang Mai í Teilandi, tá óhappið
hendi. Ferðafólkið, sum varnaðist, hvat hendi, tók
myndatólið og tók eina mynd av vonginum, meðan
flogskiparin snaraði flogfarinum og setti kós aftur til
Hongkong, har flogfarið lendi í øllum góðum.
Kanningar í Hong Kong vístu, at eitt petti, sum var
80 ferðir 100 centimetrar, var dottið av øðrum vongin-
um, men hví tað var dottið av, er ikki greitt.
Arnold stevndur
Ein kvinna, sum fyrr hevur lagt guvernørin í Kali-
fornia, Arnold Schwarzenegger, undir kynsligan ágang
ímóti sær, hevur nú stevnt guvernørinum fyri æru-
meiðing.
Rhonda Miller var ein av teimum sekstan kvinnun-
um, sum undir valstríðnum upp undir guvernørvaldið
vildu vera við, at Schwarzenegger hevði gjørt seg inn á
tær kynsliga. Hon sigur nú, at guvernørurin nýtti æru-
meiðandi orð, tá hann avsannaði skuldsetingarnar.
Undir valstríðnum segði Rhonda Miller, at
Schwarzenegger hevði togað blusuna av henni, og at
hann síðani hevði tikið myndir av bróstum hennara.
Hetta hendi, tá filmurin "Terminator 2" bleiv tikin upp.
Stuðulsmenninir hjá guvernørvalevninum vístu hesum
aftur, og teir avdúkaðu ymiskt meiri ella minni ivasamt
um fortíðina hjá Rhondu Miller. Tað vísti seg kortini
aftaná, at stuðulsmenninir høvdu mistikið seg, tí upp-
lýsingar teirra snúðu seg um eina aðra kvinnu, sum eis-
ini eitur Rhonda Miller.
AP framgongd
Í Noregi fær Arbeiðaraflokkurin stóra framgongd í ein-
ari nýggjari meiningakanning.
Kanningin, sum Gallupstovnurin hevur gjørt fyri
blaðið VG og sjónvarpið TV2, gevur Arbeiðaraflokkin-
um 27,5 prosent av atkvøðunum. Tað er 2,5 prosentstig
meiri, enn flokkurin fekk í einari kanning í síðsta mán-
að. Kanningin gevur eisini tveimum av teimum trimum
stjórnarflokkunum framgongd. Høgri fær eitt prosent-
stig afturat og fær 17,5 prosent, Vinstri fær eisini eitt
prosentstig afturat og fær 3,5 prosent, meðan Kristiligi
Fólkaflokkurin hjá Kjell magne Bondevik, forsætis-
ráðharra missir 0,5 proisentstig og fær 5,5 prosent.
Í andstøðuni er tað bara Arbeiðaraflokkurin,sum hev-
ur framgongd. Framburðsflokkurin missir 2,5 prosent
og hevur nú 20,5 prosent, og Sosialistiski Vinstriflokk-
urin missir 0,5 prosent og fær 16,5 prosent.
Fyrrverandi ovastin
hjá løgregluni í Oslo
heldur, at kanningar-
arbeiðið, sum varð
gjørt í sambandi við
vanlukkuna við ferj-
uni "Scandinavian
Star", má kannast.
Ivaspurningarnir eru
ov nógvir, sigur hann
KANNING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tá 159 fólk doyðu av eldi
umborð á ferjuni "Scand-
inavian Star" í 1990, var
var Leif A. Lier løgregluov-
asti í Oslo. Nú sigur hann,
at alt ov nógvir leysir endar
eru í sambandi við van-
lukkuna, og at fleiri spurn-
ingar eru framvegis ikki
svaraðir.
Tí hevur hann skotið upp,
at sjálvt kanningararbeiðið
aftan á vanlukkuna verður
kannað. Við Dagbladet sig-
ur Leif A. Lier, at nógvar
gitingar, áskoðanir og met-
ingar eru komnar fram aft-
an á vanlukkuna, og sum
ikki vórðu tiknar við í
sjálvum kanningararbeiðin-
um. Tí heldur hann, at
ákæruvaldið eigur at seta
eina óhefta nevnd at kanna,
um hald er í tí, sum er kom-
ið fram.
– Tað snýr seg ikki um at
kanna, hví eldur kom í
skipið. Men eg haldi tað
vera neyðugt at kanna
sjálvt kanningararbeiðið,
sum varð gjørt her í Noregi,
so vit fáa at vita, hvat vit
gjørdu, og hvat vit ikki
gjørdu, sigur Leif A. Lier
við Dagbladet.
Í Danmark kannar stats-
advokaturin í løtuni eisini
eina áheitan um at taka eitt
mál
um
"Scandinavian
Star" uppaftur. Her snýr tað
sum um eigaraviðurskiftini
í reiðarínum og um trygg-
ingarsvik.
"Scandinavian Star"
má kannast umaftur
Oljufeløgini, sum eru
virkin á norska
landgrunninum, hava
ongantíð dálkað so
illa sum í ár
DÁLKING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Alt bendir á, at árið í ár
verður metár, tá tað snýr
seg um dálking hjá feløg-
unum, sum reka oljuvinnu
á norska landgrunninum.
Sambært myndugleikun-
um mistu feløgini 1050
rúmmetrar av olju og kem-
iskum evnum út í havið teir
fyrstu seks mánaðarnar í ár,
og tað var tvær ferðir meiri
enn alt árið í fjør. Tá mistu
tey 516 rúmmetrar. Út frá
hesum rokna myndugleikar-
nir við, at feløgini hava
ongantíð dálkað so illa sum
í ár. Tað gamla metið er frá
1999, tá oljufeløgini mistu
1121 rúmmetrar av olju og
kemiskum evnum út í havið.
Oljufeløgini á norska
landgrunninum hava ann-
ars givið myndugleikunum
lyfti um, at aftan á 2005
fara tey ikki at dálka hav-
umhvørvið. Men kunning-
arstjórin hjá Shell í Noregi,
Einar Knudsen, sigur við
NTB, at tað ber ikki til at
tryggja seg ímóti slíkari
dálking.
Oljufeløgini ongantíð
dálkað so illa sum í ár
Rættiligur stórkavi er lagstur í fleiri av teimum stóru býunum við amerikonsku eysturstrondina. Her eru vit í býnum Portland í
statinum Maine, har hesin maðurin hevur valt at taka skíðirnar fram heldur enn bilin.
Á skíðum í býin
Umstøðurnar hjá
kokkinum umborð á
nýggja Finni Fríða
eru sera góðar. – Her
er rúmligt og nossligt,
og allur útbúnaður er
til taks, sum ein kokk-
ur hevur brúk fyri,
sigur John Jarnskor,
sum hevur verið
kokkur umborð á
Tróndi í Gøtu øll
árini, síðan skipið
kom
FINNUR FRÍÐI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Gøtumaðurin, John Jarn-
skor, verður kokkur um-
borð á nýggja Finni Fríða.
Hann er ein av partaeigar-
unum í Tróndi í Gøtu, og
hevur siglt við skipinum øll
árini, síðan skipið kom í
okkara fiskiskipaflota. Nú
fer hann so umborð á
nýggja skipið.
John sigur, at umstøður-
nar hjá kokkinum eru sera
góðar. Tað er rúmligt og
nossligt, og allur útbúnaður
er til taks, sum ein kokkur
hevur brúk fyri.
– Nýtt umborð á Finni
Fríða, sum ikki er umborð á
Tróndi í Gøtu, er eitt nú ein
sonevndur kombi-dampari,
ið er ein sera væl egnaður
steikiovnur,
sum
eisini
kann brúkast til epli.
Í fylgi við John umborð á
Finni Fríða eftir, at skipið
seinasta leygardag varð
navngivið, var eisini kona
hansara, Anna Maria.
Vit spurdu hana, um hon
kanska var eitt sindur øv-
undsjúk, nú maður hennara
hevur fingið bestu umstøð-
ur at arbeiða undir í sínum
"køki".
Men áðrenn Anna Maria
fekk stundir at svara, segði
John, at konan hevði einki
at grenja um, tí hon hevur
sjálv fingið nýggjan køk
heima við hús.
Saman við manni sínum,
fegnast Anna Maria um
góðu umstøðurnar umborð
á Finni Fríða.
Hon heldur ikki, at hon
hevði viljað býtt um við
mannin, soleiðis at tað var
hon, sum var umborð - og
hann í landi.
Eisini á dekkinum
Einir 10-11 mans verða við
nýggja skipinum, og John
heldur ikki, at tað er trupult
hjá einum einsamøllum
kokki umborð at ambata
manningini.
Spurdur, um hann hevur
stundir at hjálpa til á dekk-
inum, tá Ið løtur eru, har
minni er at gera í kabússini,
sigur hann, at honum dám-
ar væl at vera á dekkinum.
– Jú, eg plagi at vera á
dekkinum, tá ið høvið
býðst og nógv er at gera,
sigur hann.
Sum kokkur, bakar John
breyð og annan bakstur til
manningina.
Vit spurdu eisini Onnu
Mariu, um maðurin ger
mat, tá ið hann er heima,
men tað fingu vit hana ikki
at siga.
– Nei, heima við hús eri
tað eg, sum syrgi fyri mat-
gerðini.
Útbúgvin kokkur
John er annars útbúgvin
kokkur. Hann er sonur
Martin Juul Jarnskor, og
taldist í sínari tíð millum
allar
fótbóltsstjørnurnar,
sum Martin og konan eiga.
John og Anna Maria, sum
búgva í Havn, eiga 3 børn,
sum eru millum 12 og 22
ára gomul.
Tey hava bæði fingið nýggjan »køk«
John og Anna Maria Jarn-
skor í kabússini umborð á
nýggja, Finni Fríða; hann
kokkast umborð - hon í landi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Aksel verður yngstur maður umborð:
Misti pápan umborð á Tróndi í Gøtu
Aksel Mikkelsen, sum
er 20 ára gamal, verð-
ur yngstur maður um-
borð á nýggja Finni
Fríða. Síðan hann var
15 ára gamal, hevur
hann loyst av umborð
á Tróndi í Gøtu í
summarfrítíðini
YNGSTUR UMBORÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vit sita við eitt borð á Com-
fort Hotel Bryggen í Åle-
sund. Eru júst komin uppá
pláss og eru settir við borð-
ið til ein góðan bita. Fleiri
enn 40 fólk vóru við í
ferðalagnum úr Føroyum. Í
morgin verður nýggi Finn-
ur Fríði – enn ein stoltleiki
hjá gøtumonnum – navn-
givin á Langsten-skipa-
smiðjuni í Tomrefjørðinum.
Við borðið sita bæði til-
komnir og ungir menn.
Spurt verður, hvør yngst-
ur maður verður umborð á
nýggja skipinum.
Jú, tað verður hasin – Aks-
el, sigur ein av teimum
tilkomnu og peikar yvirum
borðið. Meira verður ikki
tosað um tað, men eg hugsi
við mær, at kanska fara vit at
venda aftur til unga mannin.
Doyði umborð
Í endanum av røðu síni á
Langsten-skipasmiðjuni
dagin eftir, biðir reiðarin,
Jákup Jacobsen, manna-
múgvuna minnast í tøgn ein
av parteigarunum, sum
doyði av vanlukku umborð
á Tróndi í Gøtu.
Tá ið stilla løtan er av,
spyr onkur, hvør maðurin
er, sum var fyri hesi van-
lagnu - og nær syndarliga
hendingin fór fram.
Jú, hetta hendi í 1992,
meðan skipið lá á Fugla-
firði. Maðurin var Jákup
Mikkelsen úr Syðrugøtu.
Tá ið navngevingin er av,
røður eru hildnar. og ein
góður biti er etin á skipa-
smiðjuni,
verður
farið
umborð á stásiliga skipið.
Uppi á brúnni gongur
Aksel. Vit spyrja, hvussu
tað hongur saman við, at
hann nú hevur fingið fastan
kjans umborð.
Er tú sonur onkran av
teimum
11
eigarunum,
spyrja vit – og uttan at hugsa
um tað, verður eisini spurt,
um pápin er við í ferðini.
- Nei, pápi mín er deyður.
Tað var hann, sum doyði
umborð á Tróndi í Gøtu.
Er mamma tín meðni her,
spyrja vit aftur.
Jú, hon er; hon stendur
har yviri, sigur fryntligi
unglingin og peikar yvir í
hin endan av brúnni.
Fýra børn
Vit fara yvir til hennara, og
eg spyrji, um vit kunnu taka
eina mynd av teimum báð-
um.
Hon er blíð og fyrikom-
andi og sigur, at tað kunnu
vit saktans.
Ragna
Mikkelsen
er
mamman, ættað úr Runavík.
Hon sigur, at maðurin og
pápi Aksel, Jákup Mikkel-
sen, doyði umborð á Tróndi
í Gøtu, 14. apríl 1992.
- Hendingin fór fram,
meðan teir lógu á Fuglafirði
og riggaðu til, sigur hon.
Tey áttu fýra børn, sum í
1992 vóru í aldrinum, 2-11
ár.
Aksel, sum gjørdist stud-
entur í summar, sigur, at
hann í fyrsta lagi ætlar sær
at fáa siglingstíðina.
- Gongur alt, sum ætlað,
fari eg seinni á skúla, har eg
ætli mær at fáa eina skips-
føraraútbúgving, sigur Aks-
el Mikkelsen at enda.
Aksel undir liðini á mammu
síni, Ragnu. Tað var maður
Ragnu og pápi Aksel, Jákup
Mikkelsen, sum doyði
umborð á Tróndi í Gøtu í
1992, meðan teir lógu á
Fuglafirði og riggaðu til
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
21
20