Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 236 - 11. desember 2003 Nr. 236 - 11. desember 2003 21 Alfa Romeo 166 er ein elegantur sportsligur luksusbilur, sum nú hevur fingið nýtt design. Bilurin fæst við motorum upp til 3,2 litur V6 og 240 hk og sum diesel BILAR Magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo Vit kunnu ikki siga, at italsku Alfa Romeo bilarnir mynda vanligu gøtumynd- ina á føroysku vegunum. Teir gera fleiri ymisk mo- dell so sum Alfa Romeo 147, 156 og 166 umframt onnur sportsmodell sum GTV og Spider. Størstur er 166, sum er ein sannur luksusbilur í dýrara klass- anum. Nýggjasta útgávan av Alfa Romeo 166 hevur ta útsjóndina, sum er vorðið eitt sereyðkenni fyri Alfa Romeo, við kølaragittaran- um sum fer niður ímillum forkúfangaran. Annarleiðis og smart. Bilurin fæst við fýra ymiskum bensin- motorum og einum 2,4 litur multijet dieselmotori við 175 hk. Bensinmotorarnir byrja við einum 2,0 litur við 150 hk, síðan er ein 2,5 litur V6 og ein 3,0 litur V6 24V við 240 hk. Alfa Romeo er eru kendir sum sportsligir bilar við stórum motorum og sera góðum koyrieginleikum. 166 stendur onki aftanfyri aðrar evropeiskar bilar í sama klassa. Í Danmark kostar ein Alfa Romeo 166 umleið hálva millión krón- ur, alt eftir motorstødd og útgerð. Alfa Romeo 166 er ein elegantur sportsligur luksusbilur við motorum upp til 3,0 litur V6 við 240 hk Nú Audi eru komnir fram við sínum nýggjasta A8 við 6,0 litur við 12 sylindar- um hava teir lagt seg á odda í kappingini um at gera heimsins mest sportsligu luksuslimousinur. A8 hevur aluminiums- karossarí BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Øll hava loyvi at droyma. Hesin Audi A8 verður iva- leyst verandi við dreymin hjá flest øllum. Bilurin kostar næstan hálvatriðju millión at keypa í Dan- mark. Hóast bilar í hesum stóra luksusklassanum ikki koma hendan vegin, kann tað vera áhugavert at vita, hvussu teir síggja út. A8 er toppmodellið hjá Audi og bilurin hevur so avgjørt útsjóndina við sær. Hann er fyrsti Audi við nýggja designinum, sum kemur at eyðkenna Audi bilarnar í nærmastu fram- tíð, serliga er tað kølaragitt- ari, sum er stórt og massivt og fer niður í millum for- kúfangaran. Karossaríið er úr alumin- ium, og bilurin er bygdur upp eftir "Audi Space Frame" konseptinum, sum gevur sera lága vekt, hóast bilurin er stórur. A8 hevur elektroniska luftfjaðraskip- an, sum alla tíðina lagar seg til koyriumstøðurnar hjá bilinum. Fjaðraskipanin kann eisini stillast soleiðis at bilurin kann verða harður og sportsligur um man ynskir tað ella so kom- fortabul, sum hugsast kann. 6,0 litur W12 motorurin við 450 hk er ein uppliving í sær sjálvum. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 5,2 sek. Bilurin er ein Quattro við permanentari fýrahjól- drift. Toyota loysnir hjá tí almenna Knud Sant, professari á "Danmarks Tekn- iske Universitet", sig- ur við Berlingske Tid- ende, at tænastan hevði verið nógv betri um t.d. kommunur, sjúkrahús og politiið brúktu kendu "Lean- metoduna" hjá Toy- ota, tí so høvdu allar málsviðgerðir verið skjótt og effektivt avgreiddar Kelda: Motor Magasinet Hyundai nr. 5.000 Teir 57 donsku Hyun- dai bilhandlararnir seldu síðst í november bil nr. 5.000 í ár. Hetta hendir hóast samlaða bilasølan í Danmark er minkað við 16 pro- sentum í mun til 2002. Serliga er tað Hyundai Getz, sum eigur sín stóra part í sølumetinum Kelda: Motor Magasinet Saab 9-7X Saab Automobile AB fara at koma við nógvum nýggjheitum í nærmastu framtíð. Ein av teimum er Saab 9-7X, sum verð- ur teirra fyrsti 4x4 frítíðarbilur, sum ser- liga er ætlaður til USA og Kanada Kelda: Motor Magasinet Audi A8 6.0 W12: Luksus dreymabilur úr aluminium Alfa Romeo 166: Elegantur sportsligur luksusbilur Audi A8 er ein sportligur luksusbilur við karossaríi úr aluminium A8 er fyrsti Audi við nýggja stílinum, sum kemur at eyðkenna Audi bilarnar í nærmastu framtíð Motorurin er ein W12 - 6.0 litur og 450 hk, sum koyrir frá 0-100 km/t upp á 5,2 sek Audi A8 innan. Har er alt ein kann ynskja sær. Tað er lættari at skriva, hvat hann ikki hevur av útgerð C M Y K 21 20