Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 10. desember 2003 23 Kári Reynheim skal venja AB Argjamenn hava á heimasíðu sínari boð- að frá, at felagið til kom-andi kappingarár hevur sett nýggjan venjara. Talan er um Kára Reynheim, sum í fjør vandi Fram, sum flutti upp í triðju deild. Undan hesum hevur Kári annars nomið sær venjaraútbúgving í Danmark og Noreg, og í fyrrárið var hann venjari hjá B71, har samstarvið tó endaði áðrenn sáttmálalok. Flestum kunnugt, so er Kári ikki nakar árs- ungi í føroyskum fót- bólti. Hann var í nógv ár fastur fúsur á lands- liðnum, og bæði í HB og B36 gjørdi hann nógv um seg sum spælari. Venjari hjá AB tey bæði seinastu árini hevur annars verið Sámal Erik Hentze, men hann hevur boðað frá, at hann í løtuni ikki sær seg hava stundir at røkja starvið. - jm Eisini FSV Vágar hevur sett nýggjan venjara til komandi kappingarár. Hetta varð almannakunn- gjørt leygardagin, tá tíð- indafundur varð hildin á Hotel Vágum, har nýggjur sponsorsáttmáli við Vatns- oyrar Snikkaravirki eisini varð undirskrivaður. Nýggi venjarin hjá FS Vágum verður Jógvan Norðbúð, og við hesum má á ein hátt sigast, at FS Vág- ar leitar aftur á slóðina. Tá felagsliðið varð sett á stovn í 1994, var tað nevnliga eis- ini við Jógvani Norðbúð sum venjara. Tað kapping- arárið flutti FSV upp í bestu deildina, og lítið er at ivast í, at tað eisini er málið hesaferð. So er spurningur- in bara, hvørjar leikarar fel- agið hevur tøkar til hetta, tí sum vit áður hava skrivað, so tykjast onkrir av leikar- unum at vera ávegis úr fel- agnum. -jm KÍ-málverjin fer komandi árið at royna seg hjá ÍF FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Einki er at ivast í, at flestu klaksvíkingar mundu lopið uppfrá, tá tað var kunn- gjørt, at Jákup Mikkelsen nú fer at leita aftur til barn- dómsfelagið. Tað var tó í øllum førum ein leikari, sum ikki bara var fegin um hetta. Karstin Joensen hevur í mong ár verið mettur sum framtíðar maðurin hjá KÍ millum stengurnar, og í fjør fekk hann eisini frá fyrsta bríksli høvi at prógva, at nakað var um tosið. Og tó at KÍ ikki vann heiðursmerki, so var neyvan nakar, sum gav málverjanum skuldina fyri hetta. Men við tilgongdini av Jákupi Mikkelsen er einki at ivast í, at Karstin aftur fer at fáa leiklutin sum næsta valið til besta liðið, og tað var so ikki nakað, sum evnaríki málverjin bara ætlaði at góðtaka. Og á heimasíðuni hjá Norðlýsinum verður nú staðfest, at Karstin ikki verður í KÍ komandi árið. Hann fer ístaðin at royna seg hjá ÍF, ið sum kunnugt er í ferð við at brynja seg út til tilveruna í bestu deildini. Tað ljóðaðði annars leingi, at ÍF eisini lá framvið eftir Trónda Vatnhamar úr B36, men tað skiftið tykist nú verða av ongum. Soleiðis hevur ÍF higartil tryggjað sær tveir leikarar afturat hópinum, sum í fjør flutti upp. Framman undan hevur ÍF boðað frá, at Rúni Elttør eisini fer at spæla við liðnum. TB heldur fast um Jón Johannesen sum venjara, og longu nú er greitt, at talan verður um onkra tilgongd TB-VENJARIN Jákup Mørk Eftir at hann í fjør tók um endan seinastu dystirnar, varð Jón Johannesen undan júst lidna kappingarárinum settur sum venjari hjá besta mansliðnum hjá TB. Sum kunnugt, so endaði árið ikki við ætlaðu upp- flytingini, men hóast hetta, so hava bæði leiðslan og leikararnir í felagnum verið væl nøgdir við venjaran, og nú er so gjørt av, at Jón tek- ur eitt ár afturat í sessinum. Umframt at venja besta mansliðið, sum altso spælir í aðru deild, skal Jón eisini taka sær av triðjudeildar- liðnum hjá felagnum og av unglingunum, har TB kom- andi ár fer at hava samstarv við Royn. Afturat sær hevði Jón í ár Pól F. Joensen, men hesin verður nú skiftur út við eina aðra gamla kempu hjá TB. Tað verður nevnliga Tróndur Nolsøe, sum í ár fer at hjálpa til við venjingunum. Pól F. Joensen heldur tó fram sum venjari hjá piltaliðnum í felagnum. Predrag til TB Enn er sjálvandi nakað av tíð, áðrenn venjingarnar til komandi árið av álvara fara ígongd, men longu nú er tó greitt, at TB-liðið verður nakað styrkt. Predrag Zivkovic, sum í fjør var venjari hjá VB, hevur nevnliga gjørt av at flyta nakað norðureftir, so- leiðis at tað verður í TB, at hann fer at slíta gaggurnar komandi árið. Predrag kom til Føroya í 2000, tá hann var við til vinna FM-gull við VB, og síðani hevur hann verið fastur fúsur á liðnum har. Í VB hevur Predrag fyri tað mesta roynt seg sum verju- leikara, men hann hevur tó eisini spælt í álopinum. Karstin Joensen til ÍF Jón heldur fram hjá TB 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 8 6 - 1 - 1 237 216 21 13 2 Neistin 8 4 - 2 - 2 229 205 24 10 3 StÍF 8 5 - 0 - 3 197 185 12 10 4 VÍF 8 3 - 1 - 4 206 196 10 7 5 KÍF 8 2 - 1 - 5 197 237 -40 5 6 H71 8 1 - 1 - 6 180 207 -27 3 Jógvan Norðbúð venur vágamenn Karstin Joensen, sum her sæst í dysti fyri KÍ, fer komandi árið at royna seg hjá ÍF 23 Nr. 235 • mikudagur • 10. desember 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Vinnur Kyndil grannauppgerðina móti Neistanum, eru teir vísir í at enda ovastir í grund- spælinum. Hinvegin kann alt eisini gerast enn tættari, um Neistin vinnur HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað er ikki endaspurturin í sjálvum FM-stríðnum, sum stendur upp á spæl miku- kvøldið, men minni kann tó eisini gera tað. Næst seinasta umfarið í grundspælinum hjá monn- um er nevnliga á skránni, og verður talan um satt brak, tá Kyndil eigur heimadyst móti Neistanum. Leiðslan upp á spæl Við sigri í hesum dystinum kann Kyndil nevnliga stað- festa oddastøðuna, sum lið- ið eftir fyrstu átta dystirnar hevur vunnið sær á stiga- talvuni. Fleiri ferðir hevur verið havt á munni, at grundspælið er lítið áhuga- vert, tí øll stigini verða kortini býtt í helvt, men megnar Kyndil at vinna teir báðar seinastu dystirnar, so verða í øllum førum tvey, og kanska trý stig niður til næsta kappingarneytarnar, tá endaspælið byrjar, og tað er hóast ein leiðsla, sum kann gerast heilt nógv verd. Liðini bæði hava hitst eina ferð fyrr í grundspæl- inum, og ta ferðina endaði alt við javnleiki, eftir at Kyndil annars leingi hevði havt eina at síggja til trygga leiðslu. Tað er í øllum førum eitt mistak, sum teir grønu ikki ætla sær at fremja, men stendur tað til Neistan, so fær Kyndil helst ikki loyvi at vinna sær slíka leiðslu aftur. Ikki minst er trýstið á teir bláu stórt eftir blamag- una móti KÍF sunnudagin, og tí er mest sum tvingandi neyðugt hjá teimum við einum sigri nú. Eisini tí komandi dysturin er á úti- vølli móti StÍF, og tí lúrir vandin í øllum førum fyri fleiri mistum stigum. Mist stig, sum kunnu viðføra, at gloppið í ringasta føri verð- ur fýra stig upp til oddin, tá endaspælið byrjar, og tað kann gerast møtumikið hjá Neistanum. Líka mikið um liðið til ta tíð hevur fingið styrk ella ikki. Og eftir sigurin á VÍF herfyri er einki at ivast í, at tey í Kyndli trúgva upp á møguleikan at vinna seg heilt upp á oddin. Ta ferð- ina vóru hvørki Jacob Jóns- son ella Janus Einar Søren- sen tøkir, og tí mátti Kyndil klára seg við somu sjey leikarum alla tiðina. Hesa ferð verður Jacob helst tøk- ur aftur, meðan tað hinveg- in tykist eitt sindur meira ivasamt hjá Janus Einari, men hvussu er og ikki, so má tað roknast sum púrasta víst, at teir grønu enn eina- ferð fara at geva alt tað, sum teir hava í sær til tess at tryggja liðnum enn tvey stig til longu múgvandi posan. Ressaðir kollfirðingar Tveir aðrir dystir eru eisini á skránni mikukvøldið. Klokkan 19.00 fara hoy- víkingar inn á gólvið í Vest- manna, har VÍF aftur hevur til setning at reisa seg eftir tap fyri Kyndli. Einki er at ivast í, at støðan á stigatalv- uni viðførdi, at tapið fyri Kyndli sveið eyka hart, og so er spurningurin, hvørt vestmenningar nú megna at geva H71 sama sviðan. Og í Hoyvíkarhøllini skal KÍF royna at endurtaka bragdið frá sunnudegnum, tá StÍF kemur á vitjan. Einki er at ivast í, at sigurin á Neistanum av álvara fekk skumpað sjálvsálitið hjá KÍF nakað uppeftir, men spurningurin er so, um tað er nóg mikið. Í øllum før- um má sigast, at stranding- ar nú eru ávaraðir ímóti at undirmeta mótstøðuna. Tað er í øllum førum staðfest tvær ferðir higartil í ár, men spurningurin er so, um oddaliðini hava tikið við læru av hesum. Komandi dystir 10.12 19.00 VÍF-H71 10.12 20.00 Kyndil-Neistin 10.12 20.00 KÍF-StÍF Oddastøðan kann staðfestast Einki er at ivast í, at tað nú liggur stórt trýst á Áka Mørk og liðfeløgunum hansara í Neistanum. Teir eru noyddir at vinna grannauppgerðina móti Kyndli, um gloppið upp til oddin ikki skal gerast alt ov stórt Jacob Jónsson hevði júst verið sjúkur, tá Kyndil vann á VÍF herfyri, men hann skuldi nú verið somikið birgur, at hann aftur verður tøkur hjá Kyndli C M Y K 22