mikudagur 10. desember 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 236 - 11. desember 2003
Nr. 236 - 11. desember 2003
23
Avloysari fyri
hjálparfólk
Dagstovnurin í Kvívík søkir eftir avloysara fyri
hjálparfólk (fulltíðarstarv) til Frítíðarskúlan, at
byrja skjótast til ber, og til 1. mars 2004.
Umsókn við upplýsingum um útbúgving, starvs-
royndum og møguligum viðmælum skal vera
kommununi í hendi skjótast til ber.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
leiðaran fyri Dagstovnin, Jónu E. Jacobsen,
á tlf. 421760.
Kvívíkar kommuna
FO-340 Kvívík
Norðoya
Javnaðarfelag
Fyrsti uppstillingarfundur til løgtingsvalið verður
hóskvøldið 11. desember kl. 20.00 á loftinum í
Skálanum.
Nevndin
Uppstilling til
formansval
í
Starvsmannafelagnum
Sambært § 12, stk. 3 í lógum felagsins verður
boðað til uppstilling til formansval í Starvs-
mannafelagnum.
Fastur formaður skal veljast á aðalfundi felagsins
í februar 2004. Uppstillingin skal verða liðug inn-
an 15. januar 2004.
Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður
skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur
ynskir at stilla upp,ella at limur ella limir ynskja at
stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir
annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki
valevnisins fylgja við uppstillingarfráboðanini.
Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal
verða skrivstovu felagsins í hendi ikki seinni enn
15. januar 2004. Í frásøgnini skal verða tilskilað
navn og bústaður hjá valevninum, og hvar
valevni arbeiðir.
Formansstarvið er lønt, og bert tann, sum tekur
starvið upp sum fulltíðarstarv burturav, kann
verða valdur. Sambært sáttmálan hevur tann,
sum verður vald/ur til formann í felagnum rætt til
at fáa farloyvi frá arbeiðsplássinum alla
formanstíðina, soleiðis at stovnurin hevur skyldu
til at hava starv til hana/hansara, tá formanstíðin
er úti.
Aðalfundurin velur formannin beinleiðis við
vanligum meiriluta.
Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður
lýstur, kunnaðir um, hvørji formansvalevni verða
at velja ímillum á aðalfundinum.
Víst verður annars sum heild til § 12 í felagslógini.
Fráboðanir um uppstilling verða at senda til
J.H. Schrøtersgøta 9
Postboks 165
110 Tórshavn
Kunngerð
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistarnir til
løgtingsvalið tann 20. januar 2004 liggja frammi
til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í van-
ligari avgreiðslutíð frá fríggjadegnum 12. de-
sember 2003 til hósdagin 18. desember 2003.
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at
onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera
býráðnum í hendi í seinasta lagi 22. desember
2003.
8.desember 2003
Runavíkar býráð
Kunngerð
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistarnir til
løgtingsvalið tann 20. januar 2004 liggja frammi
til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá
kl.9.00 til kl.15.00 frá fríggjadegnum 12.desemb-
er 2003 til hósdagin 18. desember 2003.
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at
onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera
bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 22.desemb-
er 2003.
8.desember 2003
Oyndarfjarðar bygdarráð
Vága
Javnaðarfelag
Uppstillingarfundur
1. uppstillingarfundur til løgtingsvalið verður
í húsunum hjá Miðvágs Arbeiðarafelag
hóskvøldið 11. desember kl. 20.00.
Øll javnaðaráhugað eru vælkomin.
Vága Javnaðarfelag
Kunngerð
Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistarnir til
løgtingsvalið tann 20. januar 2004 fyri valdømini
í Skála Kommunu, liggja frammi til alment eftirlit
á kommunuskrivstovuni á Skála og í handlinum
hjá Elspu Jacobsen í Skálafirði,frá fríggjadegnum
12. desember 2003 til hósdagin 18. desember
2003.
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at
onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera
bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 22. desemb-
er 2003.
Skála kommuna
Hagafundur
Hagastýrið »fyri Sunna í Haraldsundi« boðar hervið
til hagafund í skúlanum í Haraldsundi tann
29. desember 2003 kl. 19.00
Skrá
Roknskapur
Val
Ymiskt
Stýrið
Hondlesing í
Tórshavn
millum jóla og nýggjárs
Hondlesarin Marita er í Føroyum. Lesir tína hond –
fortíð, nútíð og framtíð – styrki og veikleika. Ein
annarleiðis máti at síggja teg sjálvan.
Vinarliga ring og bið um tíð á
tlf. 0045 39664880 aftaná kl. 16.00
C
M
Y
K
23
22