Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 125 — 7. JULI 1998 tíðindablaðið sola 13 samd um, at ábyrgdin fyri búskaparliga politikkinum í Føroyum, herundir fyri framtíðar låntøku og veðhaldum, (......) liggur hjá landsstýrinum. ...“ Í veruleikanum er hatta ein skammblettur, sum er settur á føroysku fólkasálina, at tað skal vera neyðugt at skriva svart uppá hvítt í eini avtalu, at føroyingar frá nú av - frá 10. juni 1998 - hava ábyrgd av sínum hand- lingum. Sum um ábyrgdin ikki altíð hevur ligið á føroyingum. Tað finnast nógvir føroyingar, sum sína ábyrgd og taka avleiðing- arnarav tí. Tað sum ikki hevur staðið greitt fyri summum, hevur verið at viðurkenna sær skyldina at hava ábyrgdina. Eitt er at hava ábyrgdina, eitt heilt annað er at átaka sær ábyrgdina, at gera hana til eitt sjálvsagt kategoriskt imperativ, eitt ófrávíkiligt kravboð. Tann, sum tekur ábyrgd á seg, má í tókum tíma tora at siga nei. Tað orðið hevur verið ov sjáldan at hoyrt frá føroyskum politikkarum og ødrum, sum taka yvirorð- naðar avgerðir. Tað tykist at hava stórri tydning bara at gera gllum til vildar, at ganga gllum ynskjum á móti, enn at halda fast uppá tey meira langsiktaðu politisku málini. Tí bleiv so vorðið, sum tað bleiv. Tann stuttskygdi løtuvinnings- politikkurin tykist eisini at vera tann, ið higartil sýnist at geva flestu atkvødur. Men væntandi fara vit at koma so langt, at tann peningurin, ið er ætlaður flokkunum til politiska upplýsing um framdan og ætlaðan politikk, og ikki einans fer til valpropaganda og annað fják og fjas. Fjølmidlarnir hava eisini eina stóra uppgávu at kunna veljaran um tey meira langsiktadu perspektivini í politikki. Seinasta valúrslitið gav ábending um, at ein meiriluti av Føroya fólki ynskir, at vit skulu fáa meira sjálvstýri. Alt gott um tað. Hava vit fíggjarligt og búskaparliga trygt grundar- lag undir tí, so ganga allir flokkar á tingi inn fyri stórri sjálvbjargni. Men ivamålid er stórri, um vit tulka úrslitið soleiðis, at ein meiriluti av fólkinum ynskir at kvitta rikistelagskapin og at taka loysing fstadin I hesum spurninginum er teir yntsu politisku flokk- arnir misjavnir å måli. Stødan til tjóðskapar spurningin hjá tí flokki, sum eg havi umboðað, er greið: Vit ynskja so nógv sjálvbjargni, sum sam- felagsbúskapurin er førur fyri at bera, men vit ynskja frammhaldandi at vera verðandi i rikisfelags- skapinum. Hvørja ferð eitt nýtt landsstýri ella eitt nýtt kommunustýri tekur við, hevur tað ávísar ætlanir um broyting, sum skulu frem- jast. Hesar broytingar eru ein neyðug fyritreyt fyri, at talan kann vera um fram- haldandi = menning av samfelaginum. Gamlar sið- venjur mugu takast upp til nýggja meting. Tað, sum er óneyðugt, avoldað og uttan veruligan tydning, má såldast frå og beinast burtur, fyri at tað nýggja skal kunna virka. Bygnaðarbroytingar í landsfyrisitingini, bygn- aðarbroytingar í kommunu- num, broytt viðurskifti í Nakað av fólki var mønt til fólkafundin, at líða á fuglfirðingin i Havn, Eilif Samulesen. Fuglafjarðar manskór sang við til felagssangin ríkisfelagskapinum, broy- tingar í landslagnum orsakað av vinnulívs- útbyggingum. Alt hetta er dómi um broytingar, sum nema við eymar kenslur hjá mongum, men sum skulu skapa fyritreytir. sum bera framm móti einum betri, einum fjøllbroyttari, einum sterkum samfelagi. Vilja vit hava menning, so mugu vit eisini vilja broytingar. Fyri okkum fuglfirðingar, sum hava fraðkað okkara barnaskógvar her í bygdini, men sum síðani hava búð aðrastaðni, er hend ein ógvuslig broyting í bygdar- myndini seinastu 30 - 40 árini. Ein stórur partur av tí grøna bønum er burtur, og vegir og snotulig sethús er komin ístaðin. Tað mesta av tí upprunaliga fjøruni er eisini burtur, ja, helit av Enninum og heim á sand er nú fylt upp langt út á sjógv, og tað hevur givið pláss fyri virkisbygningum og einum havnalag, sum skal geva grundarlag fyri vinnulívi- num og fyri vælferðini hjá fólkinum, sum her býr. Flestu av teimum vinnu- virkjum, sum góvu arbeiði í bygdini tá, eru ikki til longur, mén ønnur eru komin ístaðin, sum kunnu tryggja, at Fuglafjødur er og framvegis verður eitt liviligt stað at búgva í Tað er einki meira enn náttúrligt, at ein bygd skiftir útsjónd eftir einum mans- aldri. Um eingin broyting var at síggja, so var tað eitt týðiligt prógv um, at einki var hent, at stillstandur og atgerðarloysi hevði rått í bygdini. Umskifti og broyting har- afturímótieru oftast talandi tekin um framburð og menning, um áræði og nýskapan, um nýhugsan og um trúgv uppá framtíðina. Tað er eisini hetta, sum hevur sermerkt hesa bygdina. Hjá teimum, ið mest sum einans untust at slíta sínar barnaskógvar her í bygdini, kann henda broytingin í bygdamyndini týkjast sár og harmilig, tí samstundis við, at alt hetta nýggja kemur, so svinnur nógv av tí eldra, og tað er til tað eldra, at minnini knýta seg Tað allarmesta av tí, sum vit bera í minninum, knýtir seg annaðhvort til ávís menniskju ella til eitt ávíst stað. Menniskju, vit kendu, fara burtur og koma ongantíð aftur. Á sama hátt er tað við stóðum. Tann fjøran vit vaðsaðu í, teir teigar, vit spældu á, tað hvørvur tað mesta so við og vid « kemur ikki aftur y Sjálvandi hava slíkar sjålsøknir hugsanir ongan rætt. Sjáls eigur slíkt ikki at forða fyri skilagóðari meining. Vit mugu geli ásanna, at vit liva undir broytingarinnar Romantikkarz mugu ugga seg við orðum h Ibsen, at evigt ejes kun det tabte Menniskju kunnu fara, stød hvørva, mer minnini tekur eingin frá okkum bygdir í Feroyum hevur Fuglafjødur seinastu árir verið igjøgnum eitt torført tíðarskeið við vinnuligur bakkøstum, arbeiðsloys fráflyting sum fylgj er nú við at vera | trupulleikunurm vera mín ví fjørður fra vegis ler at veri 1 {í Vinnulis ikki minst tað mentunarliga Og við hesum orðum vil eg ynskja øllum eina framhal dandi góða Varmakeldu- stevnu Myndir: Frants Jensen