mikudagur 8. juli 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Blaðfólk: jósmyndari: ni, uppseting og prent: | 110 Tórshavn
| Dagny Joensen, SR Kristian Vang en Telefon: 311820
Áki Bertholdsen, Sústaður elefax. 314720
Emil L. Jacobsen Lýsingar og sola: us! : ;
Í internet ndens veinur Tróndarson Jonhard Hammer Argjavegur 26, Argjum email: —
| = nww:s09iahurin:fo nn Eee Kjøbro Postadr: Postsmoga 76, postØsosialurin to
===
Joannes, brødraflokkar og avtalan
Spæla við eld
Oddagrein
HÓAST nokk er at tríva í og viðmerkja
til heimligu viðurskiftini, so hendir
eisini nógv á altjóða leikpallinum,
sum er vert at tríva í og gera við-
merkingar til.
SEINASTU tíðina hevur verið gjørt
rættiliga nógv burtur úr ætlanini hjá
ísraelsku stjórnini at víðka um Jeru-
salem. Ætlanin Þj- høgravendu
stjórnini er at taka fleiri av umliggj-
andi okjunum uppí Jerusalem. Hetta
hevur fingið arabiskar stjórnarleiðarar
at taka harðliga til orðanna ímóti ætl-
anunum hjá ísraelsku stjórnini.
Á einum fundi á hægsti stigi millum
fleiri arabisk lond, og har palestinarar
eisini vórðu umboðaðir, varð gjørd
ein felags samtykt, har ætlanininar hjá
stjórnini í Ísrael at víðka um mark
Jerusalems verða koldomdar og heitt
verður á ísraelska forsætisráðharran
um at taka hesar ætlanir aftur.
IRSAELSKI forsætisráðharrin er av-
gjørdur, eisini í hesum málinum, og
hevur svarað, at hann ætlar sær ikki
at broyta avgerðina. Sami persónur
hevur annars í longri tíð verið orsøkin
til rættiliga stóra misnøgd eitt nú í
A sum annars veitir Ísrael stóra
gjarliga og hernaðarliga hjálp. Am-
anarar halda, at ísraelska stjórnin
- í ferð við at forkoma friðarætlanini.
sum varð sett út í kortið á sinni. M.a.
hevur stjórnin ikki viljað góðtakið, at
hersett oki verða latin palestinum aft-
ur.
AT nema viðspurningin um Jerusa-
lem og fremja einvísar broytingar har,
sum um talan var um, at býurin ein-
ans er jødisk ogn, er at spæla við eld.
Tí vit oll vita, at ikki bert jodar men
eisini kristin og muhamedanar meta
Jerusalem sum teirra heilaga bý. Tí
vilja broytingar í sambandi við Jerusa-
lem verða at meta sum at tendra í eina
krúttunnu. Hetta veit ísraelska stjórn-
in og átti hon ikki í núverandi stoðu
at framprovokerað eitt stríð millum
jødar og kristin oðrumegin og muha-
Res k hinumegin. Jerusalem eigur
framhaldandi at vera ein fleirreligiona
byur. Tad fer at tæna øllum pørtum
best. Ti spælir israelski forsætisråd-
harrin við eld, tå hann nú so smátt er
farin at fremja kolveltandi broytingar,
sum koma at broyta status hjá Jerusa-
lem.
Sosialurin
Hvar vóru bróðraflokkarnir
hjá Fólkaflokkinum og
Sambandsflokkinum, tá á
stóð? spyr Jóannes Eides-
gaard í blaðgrein í seinastu
viku, har hann hevur við-
merkingar til viðgerðina á
Fólkatingi av nógv um-
røddu avtaluni millum Dan-
mark og Føroyar, og har
umrødda avtala ikki fekk
undirtøku frå danska Kon-
servativa flokkinum og
flokkinum Venstre, og Jó-
annes gevur somu flokkum
samstundis ta skoðsmál, at
teir stungu okkum í bakið,
tí teir ikki atkvøddu fyri av-
taluni, sum m.a. danski
javnaðarflokkurin hevði at
bjóða.
Um danski Konservativi
flokkurin er bróðurflokkur
Ola Breckmanns í løtuni,
veit eg ikki, ti Oli hevur
spaserað út og inn úr tí
flokkinum, ið hvussu er
sambært tí hann hevur greitt
fjølmidlunum frá gjøgnum
árini. Men Oli sigur jú so
nógv!
Hann varð valdur á fólka-
ting, tí hann skuldi sum før-
oyskt umboð vera óheftur
av donskum flokki, men
ikk: vardi leinger til hann
varð innlimaður i danska
konservativa flokkin, fyri at
berjast móti sosialismuni,
sum hann tá segði
Flokkurin hjá Jóannesi
Eidesgaard, sum annars
vanliga fór til fólkatingsval
við tí bodskapi, at tað var
fyrimunur hjá Føroyum at
arbeiða saman við danskari
javnaðarstjórn, segði seg nú
fara at verða leysan av
danska bróðurflokkinum til
seinasta fólkatingsval, og
tað skiltu mong, tí viðferð-
in frá bróðurflokkinum
hevði ikki verið tespilig;
men nú er líkt til at flokkur
Jóannes hevur funnið heim
aftur í reiðrið.
Avtalan
Avtalan var eftir umstødun-
um ein rímiliga góð avtala
fyri okkum í Føroyum, men
eg skilji væl danska flokkin
Vinstra, tá hann vegna
donsku veljarafjøldina ikki
vil góðkenna avtaluna út frá
teim fortreytum, hon er
gjørd. Avtalan var av
donsku stjórnini knýtt sam-
an við sonevnda hvítu-
sunnupakkanum, og før-
oysku fólkatingsmenninir
seldu sína fólkatingssál við
hvorki at atkvøda fyri ella
ímóti hvitusunnupakkan-
um, ti slík støda åvirkar
eisini målid. Tad skuldi
Jóannes vitað alt um aftan
á formansvalið á Fólkatingi
í vár
Mín stóða á-Fólkatingi
hevur annars verið greið,
sigur Jóannes at enda í
greinini, og tað kann man
bara eita Jóannes Eides-
gaard fyri at siga, tí sjáldan
hevur bæði heimi og út-
lendsk pressa brúkt so
nógva tíð og so nógv pláss
fyri at gita, hverja stóðu
føroyska javnaðarumboðið
nú fer at hava.
I hesum fótbóltsdógum
kundi verið freistandi at
sammett og sagt, at nú er
Jóannes komin á hædd við
Ola I - 1, tá ræður um at
siga sær sjálvum ímóti. Og
hesir eru so teir, sum um-
boða okkum úteftir!
Lisbeth L. Petersen,
løgtingslimur
Vidmerking
Sambandsflokkurin hjålpti
sjomanninum og Føroya folki
- vid EU passinum eins og skattalættanum
Sambandsflokkurin hevur
seinastu árini roynt at
byggja land. Væl hevur
hepnast. Millum annað
eydnaðist hjá okkum sum
ríkisborgarum at fáa EU
pass. Hetta loysti trupulleik-
arnar hjá mongum føroysk-
um sjómanni. Tað kunnu
teir sjálvir svara fyri. Hetta
pass hevur givið teimum
stórri møguleikar og frælsi.
Tíverri hava vit bæði sæð
og hoyrt isolatións og av-
markingartendensin hjá
loysingarmálaráðharranum.
Hann ynskir nú aftur, at før-
oyskir sjómenn skulu
standa í neyð hjá útlendsk-
um tollmyndugleikum,
ímeðan skipið teir eru við
ikki sleppur úr havn, tí teim-
um tørvar ein yvirmann, ið
hevur eitt grønt pass.
Eins og mangur føroying-
ur havi eg bert eitt at siga:
Mítt EU pass sleppur ongin
at taka frá mær.
Eg eri eins góður føroy-
ingur við mínum reyða
passi og mínum grøna. Tað
er ongin høpi í at taka
møguleikar frá føroya fólki
og koma við avmarkingum
ístaðin.
Sambandsflokkurin kom
við EU passinum og teim-
um møguleikum hetta ge v-
ur. Nevniliga meira frælsi
til føroyingar.
Sambandsflokkurin var
við til at geva sjómonnun-
um skattalætta eins og før
oya fólki annars, fyrst sam-
an við javnaðarflokkinum
og síðan fólkaflokkinum.
Tit hava kanska eisini
trupulleikar av hesum Sam-
bandspolitikkinum? Og
ætla kanska eisini at broyta
skattalættar til skattahækk-
ingar? Og harvið enn eina-
ferð at avma:ka og nidur-
binda hvønn einasta føroy-
ing vid heimsins hægsta
skattatrysti?
Um tad verdur gongdin,
vera nógv fleiri føroyingar
enn í dag ið fara at hava eitt
reytt EU pass, uttan val-
møguleika - tí teir fara at
ver afgroyskir útisetar í EU.
Í dag er margur fgrgying-
„ug bangin og óttafuljur. Og
tað er væl skiljandi.
Vinarliga
Marjus Dam.
løgtingsmadur
Sambandsfloksins