mikudagur 8. juli 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 126 — 8. JULI 1998
Ferðatrygging frá Trygd
ing av prisinum
Tryggingarfelagið Trygd ókir nú um útboðið av tryggingum. Nú
ber eisini til at tekna eina ferðatrygging, sum eitt ískoyti til tað
vanligu familjutryggingina og tað ger at ferðatryggingin bert
kostar ein triðing av prísinum hjá kappingarneytunum
SVEINUR TRÓNDARSON
Føroyski tryggingarmarkn-
aðurin risti í sínum grund-
velli tá Trygd aftur fekk
loyvi til at tekna tryggingar.
Tað var sum tá Fossbank-
in á sinni tók dystin upp við
stórbankarnar. Hesaferð var
bara tryggingar ístaðin.
Men nýggja tryggingar-
felagið, sum ikki var so nýtt
hóast alt fór varisliga til
verka.
Einki við at tekna trygg-
ingar við ov stórum vanfa
fyri missi at byrja við.
Men felagið fekk stak
góða undirtøku.
Serliga tí at eitt nú set-
húsatryggingarnar = vóru
munandi bíligari enn tær
Brunatrygging kundi bjóða,
og tí var áhugin at skifta
rættiliga stórur.
Eftir stuttari tíð valdi
Brunatrygging eisini at
lækkað sínar prísir og so
stóð á jøvnum, so at siga.
Trygd økir um útboðið
Tá Trygd læt upp segði
stjórin Christian C. Nielsen,
at felagið í framtíðini fór at
økja um útboðið av trygg-
ingum og nú er fyrsta
nýggja skotið á stammuni
komið.
Hesaferð er talan um
ferðatrygging.
Tíðarbilið má sigast vera
sera væl valt. Summar er og
útferðarhugurin hjá fólki er
stórur.
Hartil kemur at ferða-
tryggingin hjá Trygd er
munandi bíligari enn tann
hjá eitt nú Tryggingarsam-
bandinum, samstundis sum
hon dekkar meir.
Nógvir fyrimunir
Hvørjir fyrimunir eru so við
at tekna ferðatrygging hjá
Trygd?
— Fyri tað fyrsta dekkar
tryggingin hjá okkum meir
enn tryggingin hjá kapping-
arneytunum.
— Okkara ferðatrygging
dekkar eitt nú tað sum verð-
ur kallað vandamikil ítrótt-
ur. Hetta er til dømis >river
rafting«, »alpint skiløb« og
líknandi ítróttargreinar. Fyrr
hevur ikki verið møguligt
at tekna slíkar tryggingar tí
vandin hjá tryggingarfeløg-
unum var ov stórur, men við
hesi tryggingini hjá okkum
ber tað til uttan eykakostn-
að.
Christian C. Nielsen held-
ur tað hava stóran týdning
fyri tey ferðandi at tey hava
fullan dekning tá tey fara út
at ferðast.
— Tað er keðiligt, um ein
t. d. fær hug at royna at
standa á skí, men ikki kann,
tí tryggingin ikki dekkar ein
møguligan skaða.
Stjórin í Trygd heldur eis-
ini prísin verða ein týdn-
ingarmiklan part av fyri-
mununum við nýggju trygg-
ingini.
Hvussu kunnu til halda
prísin so lágan?
— Tað er ti, at henda trygg-
ingin er ein partur av fam-
iljutryggingini. Hon er
gjørd i samstarvi við SOS
International, sum er ein
heimsumfatandi tryggingar-
felagsskapur, men vit hava
tikid alt sum eitur dupult-
dekningur út.
--Familjutryggingin dekk-
ar so at siga alt í Føroyum.
Vit hava bara flutt ein part
av familjutryggingini til út-
landið.
Christian C. Nielsen legg-
ur afturat, at. ein orsøk til
tann låga prisin er, at nyggja
ferdatryggingin hjå Trygd
er ein heilårstrygging. Hetta
merkir at tryggingin verður
teknað einaferð og verður
hon skal sigast upp fyri at
fara úr gildi.
— Hetta ger, at vit sleppa
undan stovningarkostnað-
um og seéluproviSióhum til
ferðastovurnar.
Aðrir fyrimunir við hesi
ferðatrygging sigur Trygd
verða, at teirra trygging ikki
er persónbudin. Tað merkir
at tey sum eru umfatað av
tryggingini øll kunnu fara
út at ferðast hvør í sínum
lagi, bara ferðin ikki varir
longri enn 30 dagar.
Gloyma ofta
na
Grundarlagið fyri ferða-
tryggingum í Føroyum er
stór.
Umleið 71.000 ferðandi
eru til og úr Føroyum og av
teimum eru umleið 13.000
frítiðarferðir, so grundarlag-
ið fyri tryggingum er so av-
gjørt til staðar, sigur Christ-
jan C. Nielsen, stjóri í
Trygd.
— Annars høvdu vit ikki
farið undir hetta.
Men, leggur hann sam-
stundis afturat, fólk gloyma
ella >spara< ofta ferðatry gg-
ingina tá tey fara út at ferð-
ast.
— Hetta er stórt spell, ti
tað kann jú verða at eitt ella
annað óhapp hendir, meðan
tú ert úti og ferðast og tá er
gott at verða tryggjaður.
Tað er í hesum sambandi
vert at leggja afturat, at tað
gula tryggingarskjalið ikki
er fyri føroyingar og tí eru
vit um ein háls, tá vit standa
í eitt nú suðurlondum. Hes-
um trupulleika tekur nýggja
tryggingin hjá Trygd hædd
fyri.
— Kostnaðurin fyri hesa
trygging er 500 krónur og
tá kann ein ferðast óav-
markað í eitt ár, tó við teim-
tíðindablaðið S06/2
um avmarkingum sum eru,
eitt nú 30 daga regulin. Van-
liga ferðatryggingin skal
teknast av nýggjum hverja
ferð og skal tí eisini gjaldast
hverja ferð.
— Tað vil siga, at her eru
nógvir pengar at spara, um
ein ferðast eitt sindur úti í
heimi, sigur Christian C.
Nielsen at enda. Í
Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd, sigur at tað eru nógvir fyrimunir við nýggju ferða-
tryggingini frá teimum
Ískoyti til Familjutryggingina:
Ferðast trygt
- fyri ein triding!
* Trygd er nú farið undir
at selja ferðatryggingar
Tryggingin hjá Trygd fevnir um allar ferðir,
sum tú gert gjøgnum árið - antin í
Skandinaviu/Bretlandi ella Europa. Tú
sleppur sostatt undan at tekna trygging,
hverja ferð tú skalt út at ferðast.
* Ferðatrygging
fyri lágprís
Kostnaður fyri ferðatrygging galdandi í
Skandinavia/Bretlandi er einans 250,00
kr. og fyri Europa einans 500,00 kr. árliga
fyri alt húskið.
* Ferðatryggingin er ein
ískoytistrygging til
Familjutryggingina
Einasta treyt fyri at fáa eina ferðatrygging
er, at tú hevur ella fært eina familju-
trygging frá Trygd.
Ráðgeving og sela av tryggingum er hjá
Trygd ella á deildunum hjá Foroya Banka.
* Prisdømi:
Ferðatrygging fyri 4 fólk í 14 dagar í Spania
Vanligur prísur
Ferðatrygging frá Trygd
Få sparir.
(Velur tå sjålvsåbyrgd uppå 1.000,- kr.
gerst ferdatryggingin enn biligari).
1.158,00 kr.
1.658,00 kr. (hvørja ferd)
500,00 kr. (galdandi alt árið)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Tryggingarfelagid við teimum bíligu ferðatryggingunum.
RYGD
Torsgøta 16 = Postsmoga 44 FO-110 Tórshavn
Tel. 31 16 77
Fax 31 72 11