Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 126 — 8. JULI 1998 ; i Børnini úr Tjernobyl trívast væl i reinu fóroysku luftini. Mynd: Dagfinn Olsen tíðindablaðið Børn úr Tjernobyl í Føroyum: Ur vandaøki at søkja heilsubót Í hesum døgum eru børn úr Tjermobyl í Føroyum. Børnini eru úr Ukraina og hava verið úti fyri geislavirknari stráling. Bórn úr gkinum eru á vitjan í Danmark, Noreg, Svøriki og Føroyum, og endamálið er at menna børnini sålarliga og likamliga. Skandinavinska Barnamissiónin skipar fyri tiltakinum DAGFINN OLSEN Í Føroyum halda børnini til i Klaksvik og i Vågi. Enda- málið er at fáa børnini burt- ur år geislavirknum økjum, so til ber at menna tey likamliga. I blaðnum „Det Oppna Hjartat“, ið Skandi- naviska Heimamissiónin gevur út, verður greitt frá, at strálingin virkar nakað á sama hátt, sum HIV. Immunskipanin verður brotin niður, og ymsar sjúk- ur gera seg galdandi. Um einki verður gjørt, er deyðin vísur. Víðari verður sagt, at við at taka børnini úr vandagki eina tíð, og við at geva teimum góðan mat og fríska luft, ber til at reinsa magar teirra og immunskipanin verður endurbygd. Tá børn- ini koma heim, kenna for- eldur teirra næstan ikki børnini aftur. Eitt er, at tey eru í nýggjum klæðum, men tey eru eisini glað. Heima eiga tey næstan einki og peningur er eingin. Sjálvboðin mp Allastaðir eru fólk vinarlig og til reiðar at hjálpa, síga tey, ið taka sær av børn- unum í Føroyum. Í Vagi eru 11 børn og ein tolkur og eini 10 børn eru i Klaksvik. Í Vági búgva Børnini í Sion. Tey svimja hvønn dag og eisini er tannrøkt og hár- røkt á skránni. Alt er grundað á sjálv- bodna hjálp og fólk og fyri- tøkur eru sera blíð og stuðla væl. Syrgt er fyri, at børnini hvønn dag fáa døgurda á Hotel Bakkanum í Vági. Eisini vitja børnini heima hjá familjum. Pláss er sjálvandi eisini fyri frítíðarvirksemi. Dreingirnir eru sera glaðir fyri fótbólt og genturnar spæla m.a. við dukkur. Utferð Børnini hava fingið klæðir o.a. Eisini eru tey mong upplivilsi ríkari. Tey hava verið busstúr og eisini hava tey verið útferð við báti. Hetta er serstøk hending, tå ein ikki er vanur við hav. Børnini eru eisini boðin inn á Selatrað at vitja skótarnar har. Børnini fara avstað aft- ur 25. juli. Lesið eisini í morgin sam- rødu vid Bo Wallenberg, leiðara í Skandinavisku Barnamissiónini. Børnini úr Tjernobyl svimja hvønn dag, og eisini er tannrøkt og hårrøkt á skránni. Hesar báðar eru á veg í svimjihylin. Mynd: Dagfinn Olsen góð ráð Dygdar NMT900 telefon frá Motorola kr. 995 - | So leingi vøra er á goymslu Flare kann lættliga forritast til at minnast upp í 10 telefonnummur. Nú hava vit eisini eykaútgerð til Flare. ERICSSON 238 - NMT 900 Aður kr. 2.995,- kr. 1975 - So leingi vera er á goymslu Tann minsta NMT telefonin á marknað- inum. Høg góðska og smidligt snið. Hópin av eykaútgerð. 31 70 10 45 74 88 37 10 00 36 10 00 Tórshavn Klaksvík Tveroyri Sandur Søldarfjørdur 44 10 00 Midvågur 33 20 00 Norðstreymoy 4240 00