Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Summargestur i Føroyum: tidindabladid Nr. 126 — 8. JULI 1998 Føroyingar uttanlands umboða alt Føroya land Elin Heinesen, næmingur å Statens Filmsskole, hevur seinastu árini dúgliga lagt seg út í kjakið um sambandið millum Danmark og Føroyar Tað vakti ans í Danmark, at hon í januar mánaða var gestur í DRI sendingini „Profilen“, har hon greiddi frá føroyskum viðurskiftum, út frá bæði donskum og fóroyskum sjónarhorni. Elin er fyrsti føroyski næmingur á deildini fyri leikritahøvundar á filmsskúlanum DAGNY JOENSEN Jens KR. VANG I løtuni eru nógv fólk komin hendavgein at ferðast. Mill- um teirra eru nógv fólk, sum búgva og virka aðrastaðni úti í hermi Ein t eirra er 40 ára gamla Elin Heinesen í Havn, sum umframt at hålda:sin fød ingardåg, eisini arbeiðir í summarfrítíðini Hon gongur á Statens Filmsskole í Keypmanna- havn, har hon fær útbúgving sum leikritahøvundur Hetta er sami skúli sum Katrin Ottarsdóttir og kendi danin Lars von Trier, hava gingið á Elin Heinesen er ógvuliga virkin kvinna.Homer-ut=msum fæddi! skips. Eg havi búgvin cand. mag. í estetik og mentan, umframt at hon hevur lisið norðurlendskar bókmentir og virkisbúskap Hon var marknaðatsam- skipari í stóra danska til- takinum »Kulturby '96» Hetta starvið var ógvuliga strævið, og tí valdi Elin Heinesen sjálvboðin at halda frí eitt tíðarskeið, tá hetta arbeiðið var liðugt. Ein av átta, sum slapp inn á Filmskúlan Hon sendi tó umsókn inn á Filmsskúlan, men væntaði avgjørt ikki at sleppa inn Stórt var bilsnið, tá tað eydnaðist henni at koma inn, men fyrst skuldi hon gjøgnum fimm upptøku- royndir Meir enn 100 sluppu at royna seg, og tá avtornaði vóru bert átta næmingar eft- ir, harav Elin Heinensen var ein teirra Spurd hví hon valdi at út- búgva seg víðari, sigur Elin heinesen, at hon altíð hevur skrivað t stóran á- tað verða á- fleiri ertt nu bókmentir blanda hugavert at listagreinar saman - tónleik myndir. Filmsleiklistin er tí tað fullkomna amboðið fyri £ — Skalt tå siga eina søgu, skal tað gerast út frá ti sum tú sært og hoyrir, umframt at tú skalt duga at tilfarið til ta tíð, sum ein filmur varir, sigur Elin Heinensen, sum tó viðgong- ur, at tað er meira teknikkur í slíkum arbeiði, enn fólk skipa vanliga ímynda sær. Útbúgvingin á Filmskúla- num varir í tvey ár, og Elin byrjaði í fjør. Hon var blak- að út í tað, sum hon sjálv tekur til. Hon fekk uppgáv- una at skriva eitt filmsleik- rit — Eg valdi, ikki at gera tað ov lætt fyri meg sjálva, og tók útgangsstóði í einum umhvørvi, sum eg ikki ken- di nakað til. Leikritið er um tveir ungar dreingir, sum vóru sendir til skips fyri at gerast rættir menn Harðrendir sjómenn — Hóast leikritið nú er lid- ugt, haldi eg ikki, at eg havi gjørt nóg nógv fyri at kanna viðurskiftini hjá teimum, hoyrt ótrúligar søgur um, hvussu harðrendar skips- manningar eru móti teimum ungu. Tað kundi eg hugsað mær at fingið meira at vita um, sigur Elin Heinesen, sum hevur sína heimasíðu á Internetinum, og tí fegin vil frætta frá sjómonnum um hendingar av slíkum — Løysingarrørslan hevur ongantíð verið størri enn i dag. Tað er bert at vóna, af hon ikki hvørvur, nú viður- skiftini hjá føroyingum fara at batna, % sigur Elin Heinesen slag. Hóast Elin er i summarfri, so er okkurt arbeiði at gera. Eitt nú við skal hon gera sjónvarpsending um lívið aftan fyri palltjaldið, tásjón- leikurin „Glataðu Spæli- menninir“ varð framførdur í Norðurlandahúsinum fyri fimm árum síðan, har hon sjálv hevði ein leiklut. Meðan venjingarnar fóru fram, hevdi hon eitt video upptøkut6l við sær til ar- beiðis. Ætlanin var bert at hava hesar upptøkur sum minnir um áhugaverdar dagar, men sum fráleið og fleiri høvdu sæð upptøkur- nar, varð avtalad við SvF um at gera eina sending um hetta. Fyri-10 árum síðan góvu Elin Heinesen og Kári Jac- obsen bandið „Nalja“ út. Hetta var útselt eftir hálvum ødrum ári, og er ongantíð endurútgivið. Nú hevur Plátufelagið Tutl gjørt av at senda „Nal- ju“ út á fløgu, sum kemur út áðrenn ólvansgku. Á fløguni er eisini nýggj- ur sangur >Heimlongsul> sum Elin Heinesenn hevur yrkt og Kári Jacobsen skriv- að lag til. Í sjålvbodna arbeidssted- ginum áðrenn Elin fór á Filmskúlan, lærdi hon seg at gera heimasíður á Inter- netinum. Tað fekk hon eisini brúk fyri, tí hon hevur luttikid aktivt í orðaskiftinum um viðurskiftini seinastu árini millum Danmark og Føroy- ar. Tað hevur hon gjørt bæði á Internetinum og í donsku fjølmidlunum. Vildi ikki vera ræduskitur Tå Elin Heinesen beint eftir at bankakanningin varð liðug, skrivaði sjónarmið i Berlinske Tidende, førdi tað til, at hon varð biðin um at vera gestur í sjónvarps- sendingini >Profilen> í DR I, har hon skynsamiliga greiddi frá sínum sjónar- miðum í sambandi við bankamálið og viðurskiftini millum Danmark og Før- oyar. Hon legði ikki fingr- arnar ímillum, men segði sína greiða hugsan um ríkis- felagsskapin og handfaring- ina av føroysku kreppuni, bæði í Føroyum og í Dan- mark. — Tað er ikki einum og hvørjum beskorið at sleppa í> Profilen>. Hvussu kom hetta í lag? — Tað var tilvildarligt, at eg júst ta vikuna, tå Fólka- tingid hevdi orðaskiftið um bankamålid, hevði sjónar- miðið í blaðnum Berlinske Tidende. — Sjónvarpsverturin ring- di og spurdi, um eg vildi luttaka, við tí grundgeving, at her var ein føroyingar, sum royndi at knyta bond bådar vegir. — I fyrstuni helt eg meg aftur.» Profilen er beinleidis sending, og tú fært ikki at vita framman undan, hvørjir spurningar verða settir Kortini umhugsaði eg støduna, og eftir at eg hevdi tosað við vinfólkini, váttaði eg at luttaka, tí eg vildi ikki vera ræðuskítur, sigur Elin Heinensen. Sendingin vakti ans í Danmark. og tá DR kann- aði hyggjaratølini, høvdu 800.000 fólk sæð sending- ina. Hetta vóru nógv fleiri enn tey, sum sóu hólmgong- una millum Nyrup Rasmus- sen og Ellemann-Jensen, sum var um sama mundið Tú hevur búð í Dan- mark í 14 ár. Hví er tað so umráðandi at leggja teg út í orðaskiftið um fóroysk við- urskifti í Danmark? — Sum føroyingar uttan- lands ert tú altíð umboð fyri Føroya land, og tú hevur skyldu at vera við í kjak- inum. Serliga tí danir eru so évitandi um føroysk viðurskifti og hava so nógv- ar fordómar mótvegis okk- um. Føroyingar siga ikki so nógv, og tað skilji eg væl. Eg hugsi at veitin er so stór, at fólk flest ikki orka at leggja seg út í málið. Danir skuldu vita hvat fyrifórst í Føroyum — Eg helt, at danir skuldu vita hvat fyrifórst í Føroy- um, men kanska var tað eis- ini sjálvvitskan sum gjørdi um seg, fyri at tað skuld: verða lættari hjá mær, sigu: Elin Heinesen og brosar. — Hvat heldur tú um úr- slitið av samráðingunum og nýggju avtaluni millum Landsstýrið og stjórnina? — Føroyingar hava fingið tað, sum teir bóðu um, og årslitid er fyrst og fremst eitt tekin um, at danir á- sanna skeivu viðferðina teir góvu føroyingum, so tað stendur eftir, sígur Elin Heinesen. Loysingarrørslan ongantid so stor ådur Kortini er hon bangin fyri, at danir nú kanska bara fara at siga, ct nú hava før- oyingar fingið sín vilja, og at føroyingar síðani fara at detta aftur í gamla leiklutin, har ongar visiGnir eru fyri framtíðar politikkinum, og lata seg rura í svøvn. — Bara vit ikki gloyma avleiðingarnar, nú vit endi- liga hava fingið eyguni upp fyri fyri, at danir ikki tæna føroyskum åhugamålum Loysingarrørslan hevur ongantíð verið størri enn í dag. Tað er bert at vóna, at hon ikki hvørvur, nú viður- skiftini hjá fólkinum eru farin at batna, sigur Elin Heinesen.