mikudagur 8. juli 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 126 — 8. JULI 1998
Í tí frálíkt væl úr
hondum greidda
programminum stóð at
lesa um Requiem sum so,
og um Verdi sjálvan, og
eisini tað hevur stóran
týðning í einum sovorð-
num føri, tí tá so stórur
partur av Føroya fólki
kemur til tvær fullsettar
konsertir at lýða á, so vil
helst ein góður partur
verða fólk uttan nærri
innlit í hví, nær, hvar og
hvussu eitt slíkt verk er
skriva. Og skalt tú fáa
sum mest burturúr er gott
at vita sum mest, um hvat
tað er tú hoyrur.
Giuseppe Verdi var
einamest ein stórur opera-
komponistur og tí má
sigast at hetta requiem er
eitt rættuliga serstakt verk
frá hansara hond. Men fyri
okkum í okkara tíð er tað
ein fyrimunur at eitt tílikt
so langt og drigvført verk
er vorið til í ti romantisku
tidini, tf tad so inniheldur
elementir av øllum
klassiska tónleikinum upp
ígjógnum tíðirnar, líka til
tað bleiv skriva í 1874.
Har er alt líka frá gre-
gorianskum tónum og
Bach, til nýggjari klangir,
og tað gevur møguleika
fyri nógv størri
stemningsskiftum, enn um
tað t. d. var skrivað í
einari eldri, tónleikaliga
meira siðbundnari tíð
Verdi megnar í hesum
verkinum, á fyrimyndar-
ligan hátt, at skapa tann
anda sum liggur í tí
fyriliggjandi tekstinum,
uttan at tað á nakran hátt
verður troyttandi.
Tá fólk fara undir at
framføra eitt so stórt verk,
og tú frammanundan
týðiliga fært at vita at
hendan framførslan er
nakað stórt og gott, ja
enttá tað størsta klassíska
tónleikatiltakið sum verði
hevur her á klettunum, so
má man eisini finna seg í,
tónleikarliga, at verða
sammett við tey heilt
stóru. Men tónleikur eigur
eisini at verða eitt
upplivilsi uttan ov nógvar
órogvandi tankar um hetta
og hatta, og her var
framførslan perfekt. Har
var megi í teimum kraft-
miklu passagunum og
friður yvir teimum stilla
og innarligu, og skiftini
millum tey ymisku
hugløgini bar brá av
drúgvari og gjøllari inn-
studering. Ahoyrarin bleiv
tikin við á eina stóra tón-
leikabylgju, sum eg, í
hesum føri, helt tað verða
synd at bróta av við einum
stødgi mitt í. Requiem
brotnaði líkasum í tvey og
var ikki eitt
samanhangandi upplivilsi.
Men sjálvandi skuldu fólk
hava høvi at strekkja sær
beinini, tí góður hálv-
urannar tími út í eitt kann,
hjá summum, vera leingi
at sita. Men tað kendist
heilt klárt at áhoyrarnir
vóru djúpt upptiknir av tí
sum fyrifórst og tað
kendist eisini týðiliga á
lógvabrestunum tá verkið
var liðugt framført. Teir
vóru brestir standandi fyri
kórið, orkestri, dirigenti
og hgvuðsfyrireikaranum
Olavi Hátún. Á ti
tónleikarliga síðuni mugu
vit, um vit sammeta
uppeftir siga at sjálvt um
samansetta norðurlendska
kórið og Lyngby-Taarbæk
Symfoniorkester, eftir
førimuni, megnadu at
skapa eitt gott requiem, so
er enn eitt glopp uppeftir
til tað sum vit eru vanari
at hoyra á innspælingum
og stórum konsertum
uttanlanda. Serliga í
fyrstani kendist kórið
heldur tungt og stirvi, og
tann latínska úttalan av
orðunum bleiv ov
»gøtulatinskt". Menn hetta
vóru byrjanartrupuleikar,
og burtursæð frá at
mennirnir vóru eitt sindur
veikir tá teir stóðu
einsamallir í ljóðmyndini,
sungu tey seg væl upp, og
helst komu tey samanum-
tikið so væl frá uppgávuni
sum til ber. Men tá tað er
ein rúgva av smálutum
sum mynda eina góða
framførslu, so skuldu tey
líka havt fingið vant eitt
sindur meir uppá at reisa
seg upp av stólunum
samstundis, einaferð mitt í
stykkinum. Smáting, men
eisini ein umráðandi
partur, um man vil ganga
eftir tí perfekta. Aftaná
konser'ina, tá tey poseraðu
frammanfyri fotograf-
inum, gjørdu tey bylgjuna,
akkurát sum í fótbólts-HM
fyri tíðina, og tá hoyrdi
tað seg betur til
Orkestrið kláraði seg
eisini væl, tá hugsað
verður um at tað er eitt
amatgrorkestur. Tað sum
eg nevndi í fyrstani við
rúminum, ger seg her
galdandi. Tí tá salurin í
Norðurlandahúsinum á
hendan hátt verður longd-
ur út í Klingruna , so fær
man ikki fatur á tí réttu
javnvágini í orkestrinum,
um tey ikki sita uppeftir í
etagum, sum kórið stóð
Man kemur líkasum at sita
niðriundir orkestrinum
Men sjálvandi er ikki
pláss at lyfta bæði kór og
orkestur upp, so úrslitið
var, harfrá sum eg sat, at
eg stórt sæð ikki hoyrdi
træblásararnar og
messingið, men bara
strúkararnar sum jú sita
fremst. Men sum eg
hoyrdi tað, var balansan í
orkestrinum góð og har
var stórt sæð onki sum
kom skeivt fyri. Bara
einkulta staðni var
samljóðið ikki heilt per
fekt, men minni kann jú
eisini gera tað
Sangsolistarnir vóru eitt
kapitul fyri seg. Tey sun
heilt klárt gjørdu størst
inntryk vóru
mezzosopranin Urzula
Kryger og bassurin
Krzystof Borysiewicz
Urzula Kryger frambar sin
sang sera kensluborid og
hon hevði eina pragtfulla
rødd sum kendist líka
framúrskarandi, bæði tá
tað kravdist kraft og megi
og hinvegin eisini tá
tónleikurin kravdi
eyðmjúkan og
kenslubornan sang
Avgjørt heimsklassi; ein
tann besta mezzosopranin
eg havi hoyrt. Bassurin
Krzystof Borysiewicz var
ikki serstakt måttmikil i
síni rødd, menn hann
hevdi ein framburðarhátt
og ein klang, sum gjørdi
at hvørt orå hann sang var
innliva í tónleikinum og tí
meining sum liggur í
tekstinum. Eisini hansara
kropsmål gjørdi at tú
kendi at hann var eitt við
tónleikin. Allir sólosangar-
arnir høvdu format, og
sopranin Oløf Kolbrún
Harðardóttir heyði eisini
eina klára, reina og
smiðlig
a rødd, menn
megnaði ikki á sama hátt
sum hini bæði at lyfta
fyri at sangurin skal koma
heilt út til fjøldina sum
lýður á
Tann minst karismatiski
av hesum vælasangarum
var tenorurin Jón Rúnar
Arason, sum í mun til
hini, kendist heldur
kroystur og stirvin í sínari
framførslu
Tå konsertin var lidug
spurdi eg sidumannin un
hetta var eitt stort
upplivilsi, og hann svaraði
mær „JAaaa“ við langum
a'ið. Soleiðis høvdu helst
allir áhoyrararnir tað
allarmest burturúr fólkun
um hann hevur arbeitt við
og innímillum var tað
bergtakandi at verða í
Norðurlandahúsinum
Eisini tað at tað
yvirhøvur ber til at fáa
slíkt upp at standa her hjá
okkum fámentu
hernorðuri, er allan heiður
vert. Hetta er tað besta,
(og størsta, og helst
dýrasta) tiltaki av hesum
slagi eg havi hoyrt í Før-
oyum. Men eg haldi eisini
at man eigur at hyggja
uppeftir fyri at sammeta
seg við tey stóru, fyri á
tann hátt at blíva betri. Og
sjálvandi er har eitt petti
enn. Men vit eru væl á
veg
A