mikudagur 8. juli 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
0020000000 000 0000
Oras
Yngd nr. 15 - 8. juli 1998
- ein foroyskur býlingur í
Keypmannahavn
Úti á Amager liggur
størsta næmingaheimið í
Danmark, Oyrasunds-
kollegiið, har umleið
250 føroyingar hava sin
bustad.
Yngd i Keypmannahavn
Terji Nielsen
Nógvir av teimum føroying-
unum, sum leita sær til Keyp-
mannahavnar i lestrarørindum,
hava ofta trupuleikar vid at
finna sær okkurt byli i danska
hevuðsstaðnum. At fáa eina
íbúð er næstan Ogjørligt, og
tey flestu noyðast at flyta inn í
okkurt kamari á onkrum næm-
ingaheimi.
Oyrasundskollegiið úti á Am-
ager er tað kollegiið, sum før-
oyingar oftast royna at sleppa
at flyta inn í.
Á Oyrasundskollegiinum eru
1.025 leigumál, og har búgva
umleið 1.500 fólk, um vit
skulu trúgva tí, sum upplýst
verður á skrivistovuni á
kollegiinum. Tey, sum búgva
har, siga, at rætta talið helst er
um 2.000 fólk, tí at tað búgva
so nógvir innflytarar á kollegi-
inum, sum hava skyldfólk
búgvandi inni á kømurunum,
uttan at leiðslan á staðnum er
vitandi um hetta. Onkur for-
oyingur, sum býr á gongd
saman við einari somaliskari
familju, sigur, at hesi eru
fimm fólk í einari 2-verilsis
íbúð, sum verður mett at verða
hóskandi til tvey vaksin.
Nógv føroysk tiltøk
Føroyingarnir, sum búgva á
Oyrasundskollegiinum, hava
nógv samband sinamillum.
Javnan verður skipað fyri fer-
oyskum tiltøkum og gongur tú
og spåkar í stóru høllini, so
sært tú nógvar føroyskar
plakatir hanga og lýsa við
tiltøkum, sum eru serliga ætl-
aði føroyingum.
Hugaligt er eisin' at ganga eft-
ir einari av teimum smærru
gongunum og kenna angan av
røstum fiski ella røstum kjøti
her mitt i kongens Køben-
havn.