mikudagur 8. juli 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
/
=
Av Velba-
stad til
TV-Byin
23 ára gamli Jónas
Bloch Danielsen av
Velbastað hevur
fingið sítt dreyma-
arbeiði. Hann er
vorðin ljóðtekningur
á sjónvarpssteðini
DR 2 í TV-Býnum í
Søborg.
Yngd i Keypmannahavn
Terji Nielsen
Sjålvt um tå ert staddur inni i
sjålvum hjartanum av Keyp-
mannahavn, so er tað ikki altíð
líka torført at kenna ein før-
oying aftur.
Soleiðis var heldur ikki, tá ið
Jónas Bloch Danielsen av Vel-
bastað og oman fyri nevndi
blaðmaður hittust á Hotel He-
bron inni á Vesterbro, tí at
Jónas var íklæddur eina sera
vakra heimaframleidda føroysk
morreyda troyggju. Vit høvdu
Yngd - nr. 15
8. juli 1998
UNG 98:SOSIALURIN
YNGD i dag:
- å Oyrasunds-
kollegiinum...
- Listar, uttan úr
heimi v.m.
avtalað at hitst og fáa okkum
eitt stutt prát um nýggja starvið
hjá honum. Á sjálvum arbeið-
aradegnum, 1. Mai, byrjaði
Jónas í nýggja starvi sínum í
DR 2. Arbeiðsheitið hjá hon-
um : "lydtekniker”.
Góðkendur ljóðmaður
Skalt tú gera tær nakrar vónir
um at fáa starv sum teknikari
hjá eini sjonvarpsstød í Dan-
mark, so skalt tú helst hava
fingið góðkenning sum slíkur.
Fyri at fáa slíka góðkenning
krevst, at tú kanst skjalprógva,
at tú hevur fingist við slíkt
arbeiði í minst seks ár. Um tú
kanst skjalprógva tað, so skalt
tú venda tær til Dansk Metal,
og teir geva tær so eitt góð-
kenningar stempui, sum tú so
kanst vísa til ein meguligan
arbeiðsgevara.
Jónas hevur arbeitt sum tekn-
ikari i Føroyum síðani 1991.
Hann hevur fyri tað mesta
arbeitt í Norðurlandahúsinum
og so fyri fyritøkuna CAL,
sum stendur fyri ljósi og ljóði
til tær flestu konsertirnar, sum
eru í Føroyum. Haraftrat hevur
Jónas verið á ljóðskúla í Aus-
tralia í eitt år frá august 1995
til juni 1996. Tískil var tað
ikki nakar trupuleiki hjá Jónas
at fáa góðkenning sum ljóð-
maður, tá ið hann vendi sær til
Dansk Metal.
Fekk arbeiðið av tilvild
Tað var av tilvild, at Jónas
fekk arbeiði í DR 2. Hann var
farin til Danmarkar at leita sær
eftir arbeiði og heyði sekt
ymsa staðnis, tá ið hann ein
dagin hitti ein annan feroying,
Herluf Sørensen, sum er “pro-
ducari" í DR 2. Teir báðir
kennast væl úr Feroyum, og
Herluf bjóðaði Jónas ein túr út
í DR 2 at síggja studio og ann-
að.
Tá ið Jónas var og vitjaði á
sjónvarpssteðini, prátaði hann
eisini við nógv fólk, sum ar-
beiddu har. Millum annað prát-
aði hann við leiðaran á steðini,
og hesin spurði 50, hvat'hann
gjørdi í Danmark, og Jónas
segði sum var, at hann leitaði
eftir arbeiði sum ljóðmaður.
Leiðarin bað so Jónas um tele-
fonnummarið, so kundu tey
meguliga ringja til hansara, um
tey manglaðu fólk. Jónas so
gjørdi, og tvær vikur seinni
ringdi DR 2 og bjóðaði honum
arbeiði sum ljóðmaður.
Alt verður sent
beinleiðis
DR 2 er ein rættiliga nýggj
sjónvarpssteð. Har arbeiða
umleið 50 fólk, og nú eru tað
so tveir føroyingar, Herluf
Sørensen og so Jónas. Stødin
ger nógvar sendingar, og mill-
um tær kendastu eru helst “Fer
Deadline”, "Dokumentar” og
“TemaLerdag". Onkur kendur
sjónvarpsvertur arbeiðir eisini
á stødini, so sum Frank Esman,
sum í nógv år arbeiddi i ávíka-
vist Washington og Berlin fyri
Danmarks Radio.
Tad sermerkta vid DR 2 er, at
alt verdur sent beinleidis. Hetta
førir millum annað við sær, at
arbeiðsdagurin hjá Jónas er frá
klokkan fýra um dagin til um-
leið á midnátt. Hetta halda tey
flestu óivað verið eitt sindur
keðiligt, men tað heldur Jónas
"ikki! Hari er glaður fyri át
hava frí um dagin
Fyribils í eitt hålvt ár
Fyribils hevur Jónas fingið
sáttmála við DR 2 í eitt hálvt
ár. Tað er tó so, at tá ið sátt-
málin gongur út 1. November,
er meguleikin góður fyri at fáa
framhaldandi starv, um tú
gjørt eitt gott arbeiði.
dámar sera væl arbeiði,
hann sigur, at tað er eitt
Ææpplivilsi at arbeiða við út-
7 gerðini, sum steðin hevur. I
Føroyum hava vit næstan altíð
verið eftirbátar, hvat viðvíkur
tekniskari útgerð, men tað tyk-
ist, sum um steðið er batnað
munandi seinastu árini
Tá ið vit hava prátað í ein
góðan hálvan tíma, er tíðin
komin til, at vit noyðast at
gevast. Jónas skal til arbeiðis,
og blaðmaðurin skal víðari til
eina aðra samreðu. Tá vit
skiljast, letur Jónas heilsa
øllum heima og sigur, at hann
gleðir seg til at koma heim í
summarfri