hósdagur 9. juli 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Felagið fyri foreldur at smábórnum í Havn:
Onøgd við
kontantstuðulin
— Heldur kontantstuðulsskipanin hjá Tórshavnar býráð
fram komandi ár, skulu 2,25 mill. kr. setast av til enda-
málið í 1999. Leggja vit tað afturat pengunum, sum verða
brúktir í 1998, er tað íalt 3,7 mill. kr. Hesin peningurin
hevði verið nógv betri brúktur uppá ein barnagarð, sigur
Felagið fyri foreldur at smábórnum í Havn í skrivi til
býráðslimirnar.
Turm KJØLBRO
I skrivi til limirnar í Tórs-
havnar byråd vísir Felagið
fyri foreldur at småbørnum
í Havn enn eina ferð sína
énøgd við kontantgjaldið,
sum kommunan veitir for-
eldrum at småbørnum upp
til eitt ár, ið ikki hava
kommunalt ansingarpláss
Felagið sigur, at peningurin
kundi verið nógv betri
brúktur. Líka síðani kon-
tantstuðulsskipanin = varð
urarødd fyrstu ferð hevur
felagið mælt frá, at hon varð
sett í verk
— Hyggja vit nærri eftir,
hvussu grunnurin skal
virka, síggja vit, at fyri tað
fyrsta eru ongar treytir við
at fáa stuðulin útgoldnan
uttan, at øm foreldrini eru
til arbeiðis, so skulu teir
siga frá hver, ið ansar barn-
inum, um tað verður ansað
uttan fyri heimið. Tað vil
siga, at álitið hjá foreldrum
í Havnar kommunu í fleiri
ár, meðan kommunan ikki
hevur megnað at loysa sínar
skyldur mótvegis børnun-
um í kommununi nevniliga
„svarta dagróktarmamman“
verður hótt. Tey foreldur,
sum eru so heppin at finna
eina „svarta dagrøktar-
mammu“ kunnu verða
noydd til at siga plássið frá
sær, tí dagrøktarmamman
ikki er åhugad i at komm-
unan fær at vita, hvør hon
er. Hinvegin verður tað ikki
spurt um, hvør ansar barn-
inum i heiminum um bædi
foreldrini eru til arbeidis,
sigur foreldrafelagid i skrivi
tíðindablaðið SOSU)
Nr. 127 — 9. JULI 1998
Tey, ið fáa kontantstudul frå Tórshavnar kommunu, hava onga trygd fyri at bórn teirra
fáa ansingarpláss eftir at barnið er vorðið eitt ár.
til býráðslimirnar.
Tey, sum fáa útgoldið
kontantgjald standa á bíði-
lista til ansingarpláss. Tað
vil siga, at bíðilistin ikki
verður minni, sjálvt um
kommunan brúkar 1,25
mill. kr. Peningur fer út, og
ongin sær hann aftur.
Tey, sum fáa kontanstuð-
ul hava onga trygd fyri at
fáa ansingarpláss, tá ið
barnið verður 12 mánaðir.
— Hugsa vit okkum, at
skipanin heldur fram inn í
komandi ár, so skulu 2,25
pr
mill. kr. setast av til enda-
málið í 1999. Leggja vit tað
afturat pengunum, sum
verða brúktir í 1998, er tað
íalt 3,7 mill. kr. Hesin pen-
ingurin hevði verið nógv
betri brúktur uppá ein
barnagarð, sum børnini í
kommununi kundu fingið
gleði av í nógv ár framyvir,
sigur foreldrafelagið.
Ein áhugaverður spurn-
ingur er, um kommunan
ætlar at halda fram við at
útgjalda kontantstuðul í
komandi árum og um henda
TT
skipan eisini er ætlað til
børn eldri enn 12 mánaðir.
Áðrenn kontantgjaldið
varð samtykt í býráðnum
sendi foreldrafelagið eina
éheitan til býráðið (dagfest
12.05.98) um at kanna tørv-
in å einari slikari skipan, og
hvussu nógv hon kom at
kosta. Hesin spurningurin er
enn áhugaverður, og felagið
væntar svar frá kommun-
uni, sigur foreldrafelagið í
skrivi til býráðslimirnar.
Katrin Dahl,
býráðslimur í
í Havn:
Kontant-
stuðulin
komin fyri
at verða
— Foreldrafelagið starir seg blint
uppá, at bórn skulu vaksa upp í
barnagarði. Vit eiga at arbeiða fram
ímóti, at foreldur fáa eitt tilboð um
kontantstuðul, til bórnini eru tvey ár
og so tryggja teimum eitt barna-
garðspláss aftaná, sigur Katrin Dahl.
Turm KjøLBRO
- Býráðið ger eitt stórt ar-
beiði at útvega ansingar-
pláss. Utbyggingarnar av
verandi barnagørdum um-
framt Býlingshúsið Inni á
Gøtu tryggja meiri enn 100
nýggj ansingarpláss í ár
Harumframt verður arbeitt
av gilum alvi at fáa forskul-
arnar í gongd, so vónandi
tá ið skúlaárið byrjar næsta
ár fer ein heilur árgangur úr
út barnagørdunum og tað
fer at hjálpa øgiliga væl
uppá tørvin á ansingarpláss-
um. At forskúlabernini eis-
ini skulu ansast eftir skúla-
tíð er ein trupulleiki vit
eisini skulu loysa, áðrenn
tann tíð kemur. Eg rokni
við, at 1. august næsta år
eru vit komin ógvuliga væl
áleiðis við at loysa trupull-
eikarnar á ansingarøkinum
í kommununi, sigur Katrin
Dahl, býráðslimur og limur
í sostalu nevnd
- Vit hava altíð tosað um
alternativar loysnir og ein-
asta alternativa loysnin,
sum hevur verið frammi er,
at man bjóðar fólki pengar
fyri at hava børnini heima
eina tíð. Tað er ógvuliga tíð-
liga at koyra børn í vøggu-
stovu sum seks mánaðir
gomul. Fleiri vøggustovur
vilja ikki taka børn inn fyrr
enn tey eru 9-10 mánaðir,
nógvir trupulleikar koma,
børnini eru nógv sjúk og
foreldrini mugu vera nógv
burturi frá arbeiði. Tí er tað
ein góð hjálp at stuðla for-
eldrum at verða heima í upp
til eitt ár, sigur Katrin Dahl.
- Kontantstuðulin er ein
gongd leið um vit koma har
til. at vit fáa sett forskúlar í
gongd og annars nøkta tørv-
in á barnagardsøkinum. So
kundu vit kanska bjóða for-
eldrum kontantstuðul í tvey
ár og aftaná tryggja teimum
eitt pláss á ansingarstovni.
Tað skal vera eitt val hjá
foreldrunum, antin fáa tit
kontantstuðul fyri at hava
børnini heima ella fáa tit eitt
dagrøktartilbod, og aftaná
tvey ár fáa tit tryggjað eitt
barnagarðspláss.
Katrin Dahl
sigur
Til tey við tungum
arbeiði
Felagið hjá foreldrum at
småbørnum í Havn sigur í
viðmerking til málið, at
pengarnir kunnu brúkast
ødrvisi, pengarnir til kon-
tantgjaldið fara út og síggj-
ast ikki aftur.
— Roknistykkið hjá teim-
um hongur als ikki saman.
Tey siga, at vit kunnu
byggja ein barnagarð fyri
pengarnar, men tey hugsa
als ikki um raksturin, sum
er tann dýrari parturin. For-
eldrafelagið starir seg blint
uppá at byggja og byggja.
Stovnarnir skulu eisini rek-
ast. At hava eitt barn á
stovni kostar kommununi
35%, foreldrunum 30% og
landinum 35%. Kontant-
gjaldið er minni enn tað
kostar kommununi at hava
eitt barn í barnagarði. Stuð-
ulin ger tað eisini møguligt
hjá foreldrum at taka eldri
børn heim eina tíð, sigur
Katrin Dahl.
Ikki øll foreldur hava
møguleikan at longja
barnsburðarfarloyvið.
— Ikki øll, nei, men tær
flestu mammurnar, sum ar-
beida å flakavirki, sum
heimahjålp og sum hava
annad tungt arbeidi hava
møguleikan. Hvi skulu tær
fåu, sum ikki kunnu longja
farloyvid, forda teimum,
sum fáa longt loyvið. Hetta
er ætlað teimum mammum,
sum hava tey strævnu ar-
beiðini og sum hava brúk
fyri at vera heima longri enn
teir fyrstu seks mánaðirnar,
sigur Katrin Dahl.
Er skipanin ætlað at fáa
mammurnar av arbeiðs-
marknaðinum ?
- Ein mamma er ein
mamma. Vit eiga børnini,
vit geva teimum bróst og
hava eina ábyrgd tyri børn-
unum. Um pápin vil vera
heima, so kann hann tað,
men hann kann ikki geva tí
bróst. Allar heilsusystrar
mæla mammum til at geva
børnum bróst so leingi til
ber fyri at fyribyrgja
ovurviðkvæmi. Foreldra-
felagið gloymir, at vit eiga
og hava eina ábyrgd fyri
okkara børnum. Tey stara
seg blind uppá, at teirra
børn skulu vaksa upp í ein-
um barnagarði. Onnur for-
eldur, ið ikki eru limur í
nøkrum felag og sum ikki
rópa upp, ynskja at vera
heima hjá teirra børnum,
sigur Katrin Dahl.
Ongar treytir
Foreldrafelagið finnist at, at
ongar treytir verða settar
foreldrunum, sum fáa kon-
tantgjald.
— Ongar treytir verða sett-
ar foreldrum, sum koyra
bórnimi í barnagarð, at tey
skulu hava arbeiði, so hví
skulu vit gðrum foreldrum
slíkar treytir. Tað hevði ver-
ið trupult og kostnaðar-
mikið at havt eftirlit við, um
fólk arbeiða ella ikki. Nógv
børn fáa frípláss, um inn-
tókan hjá foreldrunum er
lág, men skulu vit so seta
spurnartekin við, um tey
foreldrini arbeiða svart fyri
at fáa frípláss. Vit kunnu
ikki pilka bara hetta økid
burtur úr og siga, at kon-
tantstuðulin er ein hjálp til
svart arbeiði.
Er kontartgjaldið komið
fyri at verða?
- Tað vil eg vóna. Men
kontantgjaldið skal vera eitt
tilboð, sum foreldur kunnu
sýkja um. Vit eiga at arbeiða
fram ímóti, at foreldur fáa
kontantstudul til børnini eru
tvey ár og so tryggja teim-
um eitt pláss aftaná, sigur
Katrin Dahl at enda.