Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 127 — 9. JULI 1998 tíðindablaðið SOS Føroyskir skúlanæmingar hava fingið til vana at vinna europeisku endakapping- ina í European Business Game. Seinasta ár vunnu næmingar úr Fiskivinnuskúl- anum kappingina og i ár gjørdu næmingarnir úr Hoydølum teimum bragdið eftir Teir fýra studentaskúlanæmingarnir sum vunnu European Business Game kappingina vóru: Dávur Clementsen, Heri Dahl, Kári Davidsen og Dávur Jacobsen. Lærarin Holger Arnbjerg er uttat vinstrumegin SVEINUR TRÓNDARSON Tá næmingarnir frá Fiski- vinnuskúlanum í fjør fóru til. Danmarkar at luttaka i kappingini um European Business Games, vóru tað ikki so nógv sum høvdu væntað, at teir skuldu vinna kappingina. Men tað gjørdu teir so allíkavæl. Teir vunnu kappingina frammanfyri næmingar úr fleiri øðrum europeiskum londum og skaptu tí ein stóran áhuga í Føroyum um kappingina Aftur í år hava føroyskir skulanæmingar kappast um at hava besta fyritøkuna og besta vøruna. Innleidandi kapping var i Føroyum fyri stuttum og tað kappingina vunnu fýra næmingar úr Hoydglum við verkætlanini P/F Folax Og í vikuni var so enda- kappingin. Hon var hildin í Vejle og sigast má, at før- oýsku næmingarnir stóðu seg avbera væl. Verkætlanin hjá Folax var at gera heilsukapslar úr laksaolju, ið verður gjørd burturúr laksaolju Og verkætlanin var væl úr hondum greidd Ja, so væl, at dómararnir, sum komu úr teimum níggju løndunum mettu, at verkætlanin hjá P/F Folax var tann besta av teimum øllum. Tå dømt var løgdu d6m- ararnir dent å skrivligu upp gåvuna, umframt at sjålv framløgan eisini var dømd og føroyska framløgan var framúr væl úr hondum greidd, verður sagt í tíðinda- skrivið. Teir fýra næmingarnir, sum gjørdu tað stóra bragd- ið vóru: Dávur Clementsen, Heri Dahl, Kári Davidsen og Dann Jacobsen. Verkætlanin hjá teimum er gjørd í læruugreinini vinnulívsbúskapur og lærari hjá teimum hevur verið Holger Arnbjerg, studenta- skúlalærari Ein føroyskur dómari var eisini við í ferðalagnum Tað var Sigmar Jacobsen úr Føroya Banka. Hann var eisini dómari í Føroyum, men við kapp- ingina í Vejle, fekk hann ikki loyvi til ta atkvøda fyri føroysku verkætlanini. Sosialurin ynskir teimum fýra næmingunum hjarta liga til lukku við sigrinum Fóroya Lærarafelag: Til samráðingar í dag Føroya Lærarafelag og Landstyrid hava havt samrådingar, men enn er ikki komið upp á land. Í dag fara partarnir aftur til samráðingarborðið DAGFINN OLSEN - Vit eru í gongd við at gera sáttmála, ið er avleiding av semjuni, ið gjørd varð í fjør, sigur Andras L. Samuelsen, formaður í Føroya Lærara- felag. — Tað snýr seg bæði um sáttmála og nýggju fólka- skúlalógina, so nógv hevur verið at gera og tað hevur drigið út. Hetta er fyrstuferð vit gera sáttmála um lærara- setan. Lærarasetan hevur verið ásett við lóg um tæanstumenn frá 1972. Tí er ger av sáttmála nýtt fyri okkum og tað tekur sína tíð, sigur Andras L. Sam- uelsen. — Vit fáa nú tænastu- mannasettar og sáttmála- settar lærarar í skúlanum. Hjá tænastumonnum hendir eingin broyting, men vit hava roynt at fingið setan- arhættirnar at líkjast so nógv, sum gjørligt. Skuladømi — Føroyar eru nú býttar sundur í skúladgmi. Fyrr var ein lærari settur í starv við ein skúla í einari komm- unu. Hetta hevur verið ein av orsøkunum til, at skúla- myndugleikarnir hava verið so trekir til at seta nýggi størv, sigur Andras L. Sam- uelsen. — Við at byta Føroyar sundur í skuladømi kunnu allir tímar til serligan tørv normerast. Hetta svarar til umleið 40 størv og hesir tímar hava ikki áður verið normeraðir. — Ein lærari kann nú set- ast í fast starv, tíðarav- markað starv og fyribilssett starv. Arsvikarar og tíma- lærarar detta burtur tá vit hava skrivað undir sáttmál- an, sigur Andrass L. Sam uelsen Enn er einki avgjørt — Såttmålin er so ikki lið- ugur enn. Sjålvsagt er einki vist, fyrr enn såttmålin er undirskrivadur, men hetta er nakað av tí, ið er okkara ætlan. Tað, ið ikki er komið á pláss enn, hevur t.d. nakað við eftirlønir at gera, sigur Andras L. Samuelsen, for- maður í Føroya Lærarafel- ag, ið aftur í dag skal sam ráðast við Landstýrið. Sum skilst, er møgulig semja ikki so langt burtur Sosialurin - hvørja ferð! Vitja MIÐBÝIN í viku 28 (6.-11. juli) og keyp til HANA 8 HANN i HON 8 HANN Til HANN Buksur Gråstriputar buksur, fyrr 449,- nu bert 299,- Til HANA Toppar frå ÆN 99, < 8 Niels Finsensgeta 10 4 A- 3 Opið: 8 má.-hó.: 9.00-17.30 o Fri.: 9.00-19.00 Ley: —9.00-14.00 31 65 15 Hon & Hann