fríggjadagur 10. juli 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tt AO MA ME AA
Nr. 128 — 10. JULI 1998
Nr. 128 — 10. JULI 1998 > — 5 vorndabla0t0 7 eee
Framhald av síðu 8
at hann veit ikki, um tað ger
tann stóra skaðan at loyva
einum ferðamanni at royna
seg.
- Kanska sleppa nakrir
lundar undan á tann hátt,
sigur Oskar Joensen, ið
annars heldur hetta vera ein
ødrvisi vinnuveg
Ferðaráðið:
spennandi útferð
Annika Joensen á Ferðaráð
Føroya sigur í stuttari vid-
merking, at hon heldur hug-
skotið um lundapakkarnar í
Koltri vera positivt, og at
tað er gott við lokalum
initjativum
- Trygdin, trygging og ti-
líkt er í lagið har út. Aðra-
staðni klatra tey í bjørgum
og leypa í elastikki. At fara
á fleyg er nakað, ið vísir
okkara hátt at liva, sigur
Annika Joensen, ið fagnar
slíkum hugskotum, um tey
verða gjørd undir skipaðum
umstødum.
Hon heldur eisini, at vit
hava livad vid umhvørvis-
felagskapum ådur, og at
fólk í fremmandum londum
ikki kunnu avgera, hvussu
vit liva her hjá okkum.
Ikki til stuttleika
Annika Joensen sigur, at tað
stendur gllum í boði, at
bjóða seg fram í ferðavinn-
uni. Hon heldur ikki, at tað
er til stuttleika, tá ein ferða-
maður fleygar fugl, tí fugl-
urin verður etin.
Heldur ikki er hetta nak-
að, ið hóttir stovnin, sigur
Annika Joensen.
Góðska og trygd
- Tá Ferðaráðið metir um
áhugaverðar útferðir, meta
vit um góðsku og trygd.
Hetta er í lagið úti í Koltri.
Tað finnast ferðafólk, ið
leita eftir ævintýrkendum
ferdamøguleikum, so ferða-
fólk, ið vilja fara á fleyg,
eru avgjørt ein málbólkur,
sigur Annika Joensen.
- Ahugamálini er mong
og til ber t.d. eisini at fara
til Nólsoyar at hyggja at
drunnhvíta. Ferðaráðið selir
føroysku nátúruna og ment-
anina, og tilboðið um at fara
á fleyg er so ein háttur at
gera hetta, sigur Annika
Joensen.
Fólk sleppa
at luttaka
Bjørn Patursson í Koltri sig-
ur í viðmerking til málið um
lundapakkarnar, at eingin
sleppur at fleyga lunda fyri
hann.
- Fólk leppa at luttaka og
eg eri við sjálvur. Hetta er
tað, sum á donskum kallast
„Bondegárdsferie“. Fólk
sleppur at luttaka í dagliga
arbeiðinum á garðinum, um
tey hava áhuga fyri tí, sigur
Bjørn Patursson.
- Taðer ikki so, at vit taka
pening frá fólki, um tey
skulu í land í Koltri. Fari eg
at fleyga nakrar lundar ein
leygardag, so bjóði eg
kanska einum týskara ella
einum fransmanni við, sigur
Bjørn.
- Vit eru í Koltri fyri at
royna at klára okkum sjålvi
Vit fingu at vita, at eingin
tíðindablaðið
Savnsmyndir
annar vildi, og so bjóðaðu
vit okkum fram at royna. Vit
tóku ein tjans og tað skal
nógv til. Vit hava seyðahald
og landbúnað annars, ið
veruliga krevur at byggjast
upp. Tað er tungt, tí eingin
útgerð er, sigur Bjørn Pat-
ursson
Ferðavinna
- Triðja beinið, id vit ætla
at hava at standa á, er so
ferðavinnan. Hon krevur
ikki so nógvar fløgur, men
skal marknadarførast. Her
hava vit sjálvi gjørt tilfar,
bóklingar, ið ferðandi fáa
møguleika at síggja, um tey
t.d. fara á ferðamannastovu
í Havn. Bert hugflog setir
mark og vit hava roynt at
hava positiva hugsan, og
hugskotið um lundapakkan
fekk eg á fundi hjá Ferðaráð
Føroya, sigur Bjørn Paturs-
son.
- Har varð sóknast eftir,
at fólk funnu uppá okkurt,
sum tey síðani kundu loyva
sær at taka pening fyri.
Alt fellur til garðin
Bjørn Patursson leggur dent
á, at talan er ikki um gjald
pr. lunda, tí alt fellur til
garðin.
- Ferðamaðurin letur pen-
ing fyri upplivilsið. Hann
sleppur at luttaka í dagliga
lívinum á garðinum, um
hann hevur hug til tess. Alt
verður gjørt eftir føstum
reglum og forskriftum og
undir eftirlitið. Eg eri altíð
við sjálvur, sigur Bjørn Pat-
ursson í stuttar“ viðmerking.
sostalurin