leygardagur 11. juli 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 129 — 11. JULI 1998
Fitt av inbodnum gestum vóru komin at skáa tey nýggju hólini
Ensk pubb í Havn
tíðindablaðið
Ensk pubb í Havn? Ikki er tað langt frá... Kaggin hevur
latið nýggj hølir upp í kjallaranum í teirra bygningi á
Dalavegi 1. Alt sum inni er skal eftirlíkna teimum ensku
pubbunum, sum fleiri helst kenna frá útlondum, við teirra
serliga dámi og sniði
MARTIN N. SIMONSEN
JENS KR. VANG
Klokkan 19 vóru ymsir
gestir bodnir til móttgku,
har Jens Pauli í Dali, for-
maður fyri frítíðarfelagið
Kaggan, ella Palleba, sum
tey flestu kenna hann í
Kaggunum, beyð vælkom-
in til kalt borð. Eftir einum
tíma ella so vóru rødur hild-
nar, har øll vóru samd um,
at hesi nýggju hølini vóru
sera vøkur. Rødararnir vóru
millum annað Palleba,
Regin Thomsen, Petur Juul
Samuelsen, Axel Liizthøft,
J.P. Gregoriussen og umboð
úr Mimir og Tórshgll.
Sera væl gnumferd
Tey nýggju hølini eru eisini
sera væl úr hondum greidd.
Tað er gamla dansihølid í
kjallaranum, sum er
fríðkað, og økt til uml. 130
fermetrar. Loftið er eisini
hækkað eitt sindur. Góð
tøknulig tónleikaútgerð er
fingin til vega, so at
tónleikabólkanir ikki nýtast
at draga alla teirra útgerð
við teimum og veggirnir eru
prýddir við ymsum kendum
myndum, har millum annað
tær skemtiligu Smirnoff
lýsingamyndirnar vóru at
síggja allastaðni. Sum heild
vóru hølini sera nýmótans
og enskt líknandi.
Neyðugt við nýggjum
høli
Kaggin varð stovnaður í
1969, og hevur hildið til
ymsastaðni í Havnini, til
húsini á Dalavegnum vórðu
keypt. Í 1987 brendu húsini,
og umvæling varð gjørd. Tá
ið flutt inn aftur var í tey
umvældu húsini, sást skjótt,
at rúmið í kjallaranum var
ov lítð. Roynt var at bøta
um, men hølini gjørdust
aldrin veruliga soleiðis sum
Kaggin kundi hugsað sær
Palleba beyð vælkomin, og takkaði øllum, sum høvdu hjålpt til við hølinum
Síðani varð farið undir at
planleggja. Limirnir fingu
loyvi til at koma við einum
tilboðið uppá umvæling,
men tað besta tilboði fingu
teir frá einum dana, sum
umboðaði eina enska
byggifyritøku. Sidani
oktobur f fjør hava tey so
bidad spent eftir nyggja
hølinum, sum nú eru tikin í
nýtslu.
Ikki meira alment enn
áður
Ongin beinleiðis broyting
verður tó í virkseminum hjá
Kagganum, hóast hesa stóru
íløgu. Hølini eru gjørd til
limirnar í vón um at teir
uml. 550 limirnir fara at
stuðla hølinum, við at vitja
meira javnan aftur. So
Kaggin verður ikki meira
almennur enn sum nú er,
hóast pláss er gjørt fyri fleiri
fólkum. Spurdur um
Kaggin roynir at vinna inná
Mimir og Havnar Klubba,
svaraði Palleba, at hølini
fyrst og fremst eru gjørd til
limirnar í vón um, at teir
fara at vitja oftari.
Hvussu er við einum
enskum kagga av geli?
Tá 10 nú hølid er so líkt
teimum ensku pubbunum,
kundi verið áhugvert at vita,
um Kaggin nú eisini fer at
innflyta onnur merkir av gli
Kaggin hevur so, um ikki
annað, økt sítt sterka
rúsdrekkaúrval við at hava
øll merkini, sum Rúsan
hevur at bjóða uppá. Palleba
sigur tó, at tað er torført at
innflyta onnur merkir, tí tað
verða sett so nógv krøv frá
innflytarunum, serliga tá ið
hugsað verður um at
innflyta fløskur og dósir. Í
Føroyum hava vit
nevnuligani eitt rættuliga
høgt umhvørviskrav, tå 10
tað kemur til at innflyta
D6sir kunnu ikki innflytast,
og trygd skal verða fyri, at
allar = fløskurnar blíva
endurnýttar. Men Palleba
segði so, at kanska fer eir
kaggi við
Iremmandum nerk!
standa við tí nýggju barrini
Tad skal tó fyrst kannast
nærri
einum
Dygdar NMT900
telefon frå Moto
rola
kr. 995 -
| Flare kann lættliga for
ritast til at
minnast upp í 10 telefonnummur.
Nú hava vit eisini
eykaútgerð til Flare.
ERICSSON 238 - NMT 900
Áður kr. 2.995,-
kr. 1925,-
Tann minsta NMT telefonin å marknad-
inum. Høg góðska og
Hópin av eykaútgerð.
við eykaútgerð
Fyrivarni verður
ødrum óvantaðum fyribrigdu
31 70 10
45 74 88
37 10 00
36 10 00
Tórshavn
Klaksvík
Tveroyri
Sandur
tíkið fyri villur
smidligt snið.
Telefonin er víst
Nn, útseidum
m
Søldarfjørdur 44 10 00
Midvågur 33 20 00
Nordstreymoy 42 40 00