Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juli 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið SS) Nr. 129 — 11. JULI 1998 Ein av brasillumonnunum hevur spælt á Svangaskarði Fótbóltur: Føroyingar hava roynt seg móti fleiri av teim- um. sum í vikuskiftinum skulu spæla um HM heiðurs- e a á esu kvøld skulu Kroati ið hava tað til felags, y eru vónbrotin av, at kk: eydnaðist hjá teim- um at røkka finaluni, royna at stramma seg upp fyri at vinna bronsumerkini, og í annaðkveld fara fronsku vertirnir, sum fyri fyrstu ferð hava rokkið finaluni, at spenna seg út fyri at røkka málinum, sum bæði teir og øll fótbóltshugað í Fraklan- di hava droymt um, síðani tað var greitt, at Frakland fór at vera vertur fyri HM kappingini í ár Måtstødumenninir koma úr Brasiliu, og vónirnar og krøvini til teir gulu og bláu eru ikki minni. Brasila hev- ur higartil vunnið HM fimm ferðir — í 1950, 1958, 1962, 1970 og 1994 — og nú er takið hjá teimum at vinna fyri aðru ferð í Europa. Fyrra ferðin var í 1958, tá teir eisini høvdu vertstjóð- ina ímóti sær. Svíar taptu 5- 2, og so fáa vit at síggja, um fransar kunnu skala suð- uramerikanarunum. Nú sæst fótbóltur allan sólarringin Tøknfrødisliga menningin uleikarnar at fylgja vi sum gongur fyri seg ut I stóru verð, hava broyting- arnar verið veldugar tey seinnu árini Tað verður sagt, at einki tiltak nakrantíð áður hevur fingið so nógva umrødu og senditíð í sjónvarpsrásunum kring knøttin, sum HM kappingin í Fraklandi, og heima á klettunum er tað sjálvsagt, at tað er møgu- leiki at fylgja við, og tey, sum hava parabol ella búg- va í høvudstadarøkinum og tískil kunnu njóta gott av skilagóðu skipanini hjá Tórshavnar kommunu, hava undir HM kappingini havt møguleika at síggja fótbólt allan sólarringin, og so er spurningurin, hvgr hevur havt tíð og orku til tað! Fjarstødan er nógv minkað Men tað er ikki so langt síð- ani, at føroyingar fingu møguleikan at fylgja við í sjónvarpi, og tí kendust kappingarnar at vera nógv longri burtur, enn tær eru n ú. Donsku dagblødini gera nógv burturúr. Nú ber til at lesa tey í Føroyum sama kvgldið, sum tey koma út Fyri ikki so nógvum árum síðani vóru tey fleiri dagar gomul, tá tey komu í kiosk- irnar í Føroyum, men tå kendist tað áhugavert at fáa fatur í teimum og á tann hátt at fylgja við í td. HM Nú kemur tað meiri enn so fyri,.at føroyingar fara á staðið og eru partur í áskoð- arafjøldini, men tað er ikki so langt síðani, at tú hoyrdi um onkran, sum fór til Dan- markar fyri har at fylgja við 1 sjónvarpinum. Í sjeyti árunum komu fyrstu videomaskinurnar og fyrstu sjónverpini til landið. Í fyrstuni var hetta ikki hvers mans ogn. Fótbólts- feløg og onnur skipaðu fyri, at dystirnir vórðu vísur, og á uppmøtingini sást, at hetta varð mett at vera áhugavert, sjålvt um tey, ið møttu, vistu um leikgongdina og úrslitið frammanundan. Fyrsta ferð- in skipað varð fyri slíkum, mundi vera, tá olympisku leikirnir vóru í Miinchen í 1972, og ítróttarhgllin á Hálsi varð býtt sundur í nógvar básar, og so var møguleiki at velja ímillum boksing, hondbólt, fótbólt og nógv annað. merkini í Fraklandi Alla staðni í senn Fyrsta ferðin, føroyingar høvdu møguleika at síggja HM kappingar í egnari stovu mundi vera, tá kapp- ingin í 1982 var í Spaniu. Tá vóru tað privatu sjón- varpsfeløgini, ið gjørdu sítt ítarsta fyri at veita hyggjar- unum so góða tænastu, sum tað bar til. Tá HM kapp- ingin í 1986 var í Mexico, var Sjónvarp Føroya komið, og tá varð sent beinleiðis. Nú er tað ein sjålvfylgja, at vit í kveld og í annað- kvøld hava møguleika heima i stovuni at fylgja við í tí, sum fyriferst í Frak- landi. Og tað er eisini ein veruleiki, at tey í Suður- ameriku, Asiu og Afriku um somu tíð síggja tað, sum vit síggja Tað verður roknað við, at talið á teimum, sum fara at fylgja við í annadkvøld, tå Brasila og Frakland fara at stríðast um HM, fer at vera so stórt sum ongantíð áður, og tað vil siga, at meiri upp ímóti tveimum milliardum samstundis fara at hyggja at tí, sum fer at ganga fyri seg í París. So er spurningurin, hvussu tað verður við nátt- arsvøvninum hjá teimum í Japan og Suðurkorea, sum um fýra ár skulu skipa fyri kappingini. Og vit kunnu longu nú ímynda okkum, hvussu tað fer at vera við nåttarsvøvninum hjá føroy- ingum um fyra år! £ Gamlir kenningar Samstundis sum HM kapp- ingin er komin føroyingum nógv nærri gjøgnum sjón- varpið, so eru Føroyar eisini vornar partur av altjóða fót- bóltinum. Landsliðið hevur tikið lut í undankappingum síðani 1990, og síðani 1992 hava føroysk feløg tikið lut i Europa Cup. Hetta hevur havt vid sær, at vit kenna nógv andlit aft- ur, sum føroyingar hava roynt seg ímóti. Fleiri lið, sum hava verið við í Frak- landi, hava vitjað á Svanga- skarði, t.d. Skotland, Belg- ia, Spania, Noreg og Jugo- slavia, og føroyingar hava eisini roynt seg móti Dan- mark og Eysturríki, tá heim- avgllurin var í Landskrona. Brasiliumaðurin á sv Nú eru fýra lond efíir í kappingin, og føroyingar komast framvegis við nøkur ngvn. Okkum kunnugt hevur eingin av spælarunum hjá Fraklandi og Hollandi spælt móti føroyingum, men tað hava kroatar og ein brasiliu- maður Kanska eru tað ikki so nógv, sum hava givið sær far um tað, men ein av føstu monnunum hjá Brasilia hevur eina ferð spælt á Toft- um. Talan er um verjuspæl- aran Junior Baiano, sum var á liðnum hjá Werder Brem- en, ið leygardagin 13. juli 1996 í Intertoto Cup kapp- ingini vann 4-0 á Svanga- skarði móti B68. Baiano hevur 4-talið á rygginum, tá hann spælir fyri Brasilia, og annars spælir hann heima í Brasilia fyri felagið Fla- mengo Teir, sum m.a. stóðu and- lit til andlit við brasiliu- mannin vóru Kjartan Nesá, Jan Petersen (Mannbjørn Nesá 81.), Edmund Jacob- sen (Oleif Joensen 71.), Arnbjørn Danielsen, Hans Fróði Hansen, Eyðfinn Ol- sen, Súni Fríði Johannesen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Aksel Højgaard og Påll Didriksen Kroatarnir og føroyingarnar B68 hevur eisini staðið and- lit til andlit við fleiri av teimum, sum í kveld skulu royna at krúnuna á verkið, sum nýggja tjóðin, Kroatia, hevur framt í Frak- landi I 1993 luttók B68 í euro- peisku meistarakappingini Í undanumfarinum spældu teir ímóti Croatia Zagreb. 18. august vunnu kroatarnir 5-0 á Svangaskarði, og | september vunnu teir 6-0 í Zagreb. Ta ferðina var Miroslav Blazevic venjari hjá meist- araliðnum úr Zagreb. Nú er hann venjari hjá kroatiska landsliðnum. Jógvan Norð- búð var venjari hjá B68 í 1993, og teir báðir høvdu tíðindafund saman bæði á Svangaskarði og á Maximir stadion í Zagreb. Tey, sum vóru til staðar ta ferðina, vita at siga, at Jógvan Norð- búð stóð einki aftanfyri nú- verandi venjaran hjá Kro- atia! Fleiri av spælarunum, sum nå mynda HM ferda- lagið hjá Koratia, vóru við móti B68. Vit kunnu til dømis nevna Goran Vlao- vic.. Tað var hann, sum gkti til 2-0, tá kroatar fyri viku síðani oydiløgdu HM hýrin á týskarunum. Aðrir, sum vitjaðu á Svangaskarði vid Croatia Zagreb, vóru verju- spælararnir Zoran Mamec og Dario Simic og málverj- in Drazen Ladic. seta Á liðnum hjá B68 móti Zagreb á Svangaskarði vóru Olaf Magnussen, Jan Peter- sen, Jóhannes Danielsen, Eyðfinn Olsen, Oleif Joen- sen, Jákup Djurnuus (Jógv- an Martin Olsen, 61), Hans Hansen (Ingolf Petersen, 78.), Súni Fríði Johannesen, John Petersen, Øssur Han- sen og Aksel Højgaard. I Zagreb spældur umframt teir flestu omanfyrinevndu eisini Ingemar Højgaard og Påll Didriksen. Hóast Føroyar ikki i landslidshøpi hava hitt Kro- atia, so hava fleiri av kroat- isku landslidsspælarunum spælt ímóti føroyska lands- liðnum. Tað gjørdu teir, tå Føroyar 16. mai i 1991 í Beograd taptu 7-0 ímóti Ju- goslavia. Tå prutladi tad av ålvara undir lokinum å Balkan, og hetta var sidsta ferðin, at kroatar vóru á ju- goslaviska landsliðnum Millum kroatarnar, sum nú eru í Fraklandi og sum ta ferðina spældu ímóti Før- oyum, vóru liðformaðurin Zvonimir Boban, toppskor- arin David Suker, fyrrver- andi stjórnuspælarin Robert Procinecki, og skjóti stríðs- maðurin við tí góða skot- inum í vinstra borði, Robert Jarni. Drazen Ladic, sum verjir málið hjá kroatum í Fraklandi og sum eisini vardi málið hjá Croatia Zagreb á Svangaskarði 1993, var á beinkinum hjá Jugoslavia hesa ferðina í 1991, og hann varð skiftur inn, tá tað restaðu 12 min- uttir. Procinecki, Boban og Suker skoraðu allir hjá Jens Martini Knudsen. Teir, sum í 1991 taptu 7- 0 í Beograd til omanfyri nevndu kroatar og eisini til onkran, sum var á jugo- slaviska liðnum í Fraklandi í summar, vóru: Jens Martin Knudsen, Allan Mørkøre, Mikkjal Danielsen, Jóannes Jakobsen, Tummas Eli Han- sen, Jan Dam, Magni Jarn- skor (Jákup Símun Simon- sen, 57.), Abraham Hansen, Torkil Nielsen, Kári Reyn- heim, Kurt Mørkøre (Jan Allan Miller, 48.). Jú, føroyingar hava hitt nógvar av kendu monnun- um, og vit kunnu gleðast um, at tað á sjónvarps- skíggjanum ber til at fylgja við í, hvussu tað gongst hjá teimum. At føroyskir lands- liðsspælaraf eina ferð í tíð- ini skulu uppliva at hitta hesar snillingarnar í einum HM endaspæli er og verður altíð ein ynskidreymur! jh