Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juli 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 11. JULI 1998 U14 klárt til altjóða kapping FOTBOLTUR: 16 spælar- ar eru úttiknir til U14 lands- liðið, sum mánadagin skal til Aberdeen at luttaka í eini aljtóða fótbóltskapping. Venjari hjá liðnum er Ed- vard Nielsen, og spælarar- nir, sum hann hevur úttikið eru: Petur K. Nielsen úr B71, Sámal J. Samuelsen, Marni Djurhuus og Jón Danielsen úr EB, Jan Ingi Petersen úr B68, Andy Ol- sen úr NSÍ, Hanus Eliasen úr ÍF, Bergur Midjord úr B36, Gutti Harryson, Bjart- ur Lamhauge, Rani D. Christiansen, Eli Thor- steinsson, Rókur Jespersen, Esbern Patursson, Frank Poulsen og Bjarni Jørgen- sen úr HB. „Leiðarar á ferðini verða Oli Holm, Jákup Simonsen, Edvard Nielsen og Ransin N. Djurhuus. Farnu tveir dagarnar hava spælararnir fyrireikað seg á Svangaskarði. Teir vandu og spældi venjingardyst, og mánadagin fara teir við flogfari úr Vágum til Glas- gow. Liðið verður í Skot- landi til 20. juli, og skal spæla fleiri dystir á ferðini Føroysk U-landslið hava áður verið við í kappingini í Aberdeen, sum FSF heldur verða eina hóskandi avbjóð- ing til yngstu landsliðsspæl- ararnar. ek B36 og LÍF stríðast um Olgar Danielsen - Fótbóltur: Alopsspælarin Olgar Danielsen skiftir frá KI í summarsteðg!- num. Orsøkin er, at hann fær ikki ta spælitid í KI, sum hann vil hava 32-åra gamli Olgar Daniel- sen, sum hevur spælt ál. líði hjå KI sidani 1983, skiftir frå barndómsfelagnum i summarsteðginum, og bæði LIF og B36 vilja hava spæl- aran á sítt lið. Olgar Danielsen hevur vunnið FM og steypakapp- ingar við KI, hann hevur skorað nógv mál fyri fel- agið, og hann hevur eisini verið lidførari Men nú fær hann ikki ta spælitíðina, sum hann vil hava, og so er einasta loysn- in hjá honum at skifta felag. — Eg eri keddur av at skula skifta frå KÍ, har eg altíð havi spælt, men eg eri ikki sinnaður at brúka so nógva tíð uppá at venja, og so bara hyggja at meðan hinir spæla, sigur hann. Olgar hevur sitið nógv á beinkinum seinasta hálvár- ið, og tað er tað sum hevur havt við sær, at hann vil royna styrkina aðrastaðni enn í Klaksvík, har hann er búsitandi. Keypt Olgar Olgar Danielsen hevur havt samráðingar við IF og LÍF, og gjørdist til seinast samd- ur vid LIF, um at hann skuldi skifta til teir. Olgar hevur verið sátt- málabundin í Klaksvík, og tí hevur LÍF keypt Olgar leysan úr KÍ. Í KÍ vilja teir ikki siga, hvussu nógvar pengar LÍF skuldi av við, men eitt gott boð er eitt fimmsiffrað tal, og lokal- blaðið í norðoyggjum, Norðlýsið, vil verða við, at talan er um 10.000 krónur Eftir at LÍF og Olgar — Á Olgar Danielsen skiftir frá KÍ til LÍF ella B36 í summarsteðginum komu ásamt, kom B36 uppí leikin. Teir vóru seinir á sjóvarfallinum, men nú er nógv sum talar fyri, at LÍF má síggja veteranáleyparan gleppa teimum av hendi. Men lorvíkingar, sum í løtuni hava avtalu vid Olg- ar, vilja ikki sleppa honum uttan víðari, og eftir tí sum Itréttarsosialurin = hevur skilt, vilja teir eisini hava pengar burtur úr. — I løtuni veit eg ikki, um eg spæli vid LIF ella B36 eftir stedgin, men eg ætli mær at finna eina avgerð sum skjótast, og vóni tað kann verða í dag, sigur Olg- ar Danielsen. Vil heldur til B36 B36 roynir í løtuni at yvir- tala LÍF til at leysgeva Olg- ar, og samstundis fáa eina nøktandi avtalu í lag við høvudspersænin sjálvan. — Eg lati B36 og LÍF um at koma ásamt um hvar eg skal spæla, men eg vóni at tað ber til at laga tað soleið- is, at eg sleppi at spæla í B36 eftir summarsteðgin, sigur Olgar Danielsen. — At skifta til B36 er sjálvandi ein heilt onnur av- bjóðing enn tann í LIF. B36 spælir í 1. deild og teir eru við í Europa-Cup. Og hagtølini hjá Olgari í Europa-Cup dystum munnu fáa B36 at gera nógv fyri at tryggja sær spælaran. Olgar hevur skotið fimm mál í seks europeiskum dystum, og sum ltróttarsosialurin hevur skilt, hevur B36 meldað Olgar til hjá UEFA, so hann kann spæla við seinni í hesum mánaðinum. — B36 hevur nógvar góð- ar áleyparar, og tí verður tað ein stríð bara at vinna eitt pláss á liðnum, men eg havi fingið lovað, at eg sleppi at royna meg, og so skal eg prógva, at eg eri nóg góður. Verður B36 ella LÍF B36 hevur ikki staðið seg eins væl í fyrru hálvu av landskappingini í ár, sum teir gjørdu í fjør, tá teir vóru besta liðið í landinum. Tað hevur fingið felagið í holt við at finna nýggjar spælar- ar, og tað er sannlíkt, at Olg- ar neyvan verður tann ein- asti, sum skiftir ul B36 her í summarsteðgin. Skuldi tað hent, at LIF og B36 ikki koma ásamt um, ateg skal skifta til B36, so spæli eg í LIF, og tað verður eisini spennandi fyri meg. LÍF er ikki so stórt felag sum B36, og teir spæla í 2. deild, har eg alt mítt lív bert havi spælt 5 dystir, men teir ætla sær upp í 1. deild, og tað er eisini ein avbjóðing, heldur Olgar Danielsen Tað verður lættari hjá klaksvíkinginum at skifta til LÍF, tí so verður væl minni av ferðing, enn um hann skal til Havnar at venja og spæla. — Eg ætli mær at búgva í Klaksvík fyri fyrst ið hvussu so er, og tí komi eg at ferða til Havnar. Tað er sjálvandi lættari bara at fara til Leirvíkar, men í Havn er ítróttarliga — avbjóðingin stórri. Olgar vónaði, at fáa alt uppá pláss í gjár. Hann skuldi tosað við B36, og endaði tað soleiðis, sum hann vildi, var møguleiki fyri, at hann vandi í B36 fyri fyrstu ferð i gjårkvøldid 4 — beint nú FRANCE 98 5 IPE BV NMODDT Eyðun Klakkstein Steðgið fronsku kollveltingini Nú eru fraklendingar og brasiliumenn bert ein dyst frá tí ultimativa dreyminum At gerast heimsmeistari Brasiliumenn hava tað til vana, meðan teir stakk- als fraklendingarnir hinvegin hava ein vana til skapar trupulleikar Var nakað rættvísi til í fótbólti, slapp Frakland ikki víðari frá innleiðandi umfarinum, tí sum teir fóru fram í fyrireikingunum til HM-endaspælið høvdu teir uppiborið at tapt allar teir innleidandi dystirnar. Men framvegis situr hasin ólukku Michel Platini fyrireikari og fransmaður, á áskoðaraplássinum klappar hvgrjaferð Frakland sleppur eitt fet longur Platini, sum einaferð bergtók allan heimin við sínum framúr fótbóltsspælið, gongur nú slipsa- klæddur sum ein annar fótbóltspampari, og rópar upp um dómaralinjur, snýtir hini europeisku lond ini fyri atgongumerki og sær so deilig ut. fullkomni, eleganti f Einaferð var hann tann bóltsspælarin, men nú fer hann fram sum ein ele fantur í einum drívhúsi, og bara tankin um at síggja skortin í Platini, tá Frakland tapir HM-final 1 una, er nærum nóg mikið til at halda vid Brasilia Men tað er nakað av eini tvisstødu, tí tað er heldur ikki serliga stuttligt at síggja brasiliumenn blíva heimsmeistara 4. hvørt år, sjålvt um teir spæla frálíkan fótbólt Dreymurin um ein verdugan heimsmeistara hvarv í hålvfinaluni, tá hålendingarnir mistu takið brotssparkskappingini móti Brasilia. Dreyma finalan hevði verið millum Holland og Kroatia, nú teir fantastisku norðmenninir og teirra gummi stivlafótbóltur ikki náddu longur Hetta HM gjørdist til eina staðfesting av, at Eur opa er einaráðandi í heimsfótbólti. Í áttandaparts- finalunum vóru øll londini europeisk. Víst liggja Brasilia og Argentina í Suðuramerika, men tey spæla eisini europeiskan fótbólt, og flestu spælar- arnir á liðunum hava sína dagligu gongd í euro- peiskum feløgum. Nigeria, sum var besta boðið uppá ein heims- meistara uttanfyri Europa og Suðuramerika fekk ein frammaná frá danska klapphattinum, og so ruku teir út, sjålvt um teir høvdu spælararnar til nakað heilt stórt. Men væntandi disiplinin og kon- sentratiónin, sum er so alneyðug til slíkar kapping- ar, er ikki tað, afrikanskir bóltspælarar eru bestir til, og tí ganga tað minst 20 ár, áðrenn nakar heimsmeistari kemur úr Afrika Sunnudagin verður so alt avgjørt, og hevði tað bara verið so væl, at tað endaði við eini brots- sparkskapping