Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juli 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 11. JULI 1998 tidindabladid SOS Eyvindur Mohr: Beethoven sæst i øl Norðradalur, við eittt sindur av Beethoven afturvið. Eyvindur Mohr læt í gjár upp málninga- framsýning í framsýningar- hóllini uppi á Frúutróð. ” 2 åra gamli Eyvindur Mohr er ikki lættur at seta í rammu uttan so, at tú ert hepni ánarin av einum av hugtakandi málningum hansara DAGFINN OLSEN MYNDIR: JENS KRISTIAN VANG - Hey, kom innar, ljóðar úr kjallaranum, tá myndamaðurin og eg banka uppá í húsunum uppi á Frúutrgð. Vit fara niðurundir í hugnaligu hølini, har Eyvindur Mohr heldur til. Her málar hann og her læt hann í gjár upp listafram- sýning við nýggjum verkum. Ljóðanleggið stendur á einari hill, og meðan eg eygfari eina mynd av Norðadali, sigur 72 ára gamli Eyvindur: - Ja, hatta er Norðradalur, við eittt sidur av Beethoven afturvið. Myndin hugtekur og Eyvindur greiðir frá, at hann altíð hevur tónleik aftur við, tá hann málar. Serliga er tað Beethoven, ið sampakkar væl við listavirksemið hjá Eyvindi. Onnur mynd er av aldubroti, meðan Hestur og Koltur síggjast. Beethoven kann eisini vera róligur og vakur, sigur Eyvindur, og peikar á myndir av gomlu Havnini, ið sýnast at hava ávísan frið yvir sær. Skitsa av kvødandi monnum Áðrenn vit vita av, tekur Eyvindur einar tveir, tríggjar miðalstórar málningar niður av vegginum. - Nú skulu tit síggja, tað fólk vanliga ikki síggja, sigur Eyvindur. Vit kenna okkum týdningarmiklar, at sleppa at njóta hesi framíhjárættindi, og vit verða sanniliga ikki vónbrotnir. Til sjóndar á vegginum kemur skitsa av kvgðandi monnum, og Eyvindur greiðir frá, at hetta eru sumbingar, ið við teirra serliga stevi trína dansin, meðan hólmurin og Beinisvør síggjast í baksýni. Og rætt er. Tað er, sum hevur Eyvindur veruliga fangað rútmu og rgrslu, so ein næstan fær hug at fara uppí ringin. - Hetta skal gerast høvudsverk mítt. Tá eg kenni, at at tað líður móti kvgldi, so fari eg í gongd við at fullføra høvuds- verkið, sigur Evindur Mohr. Listamaður í andsteðu Eyvindur er kendur, sum uppreistrarhug- aður listamaður, ið ofta er í andstøðu mót- vegis meira skipaða mentanarlívinum. Hann sigur sjálvur, at hann sýnir fram heima við hús, tí hann hevur kvett alt samband við sokallada skipaða lista- heimin í Føroyum Og hølini eru sanniliga snotulig og somuleiðis eru málninganir, so har er einki at finnast at. - Beethoven sæst í gllum myndunum, sigur Eyvindur, meðan tónleikurin streymar úr hátalarunum. - Hann, Beethoven, er listamaðurin, úrmælingurin. Onkur hevur fregnast, um eg ikki klári meg uttan Beethoven. Jú, men kanska vit kundu lært hvgnn annan nakað, møguligvis, eg veit ikki, sigur, Eyvindur, ið ikki sigur seg vita, um hann hevur talent, tí tað er til eftirtíðina at dóma um. Øll hava hugin at skapa - Kanska kundi hann, Beethoven, sagt, hov, hov, hatta er galið. Og tað viðgangi eg mangan, at alt er ikki, sum tað skuldi verið. Men gll menniskju hava talent, hugin til at skapa, sigur Eyvindur. Eitt sindur um listamannin í andstøðu sæst eisini á lepanum, har Eyvindur bjóðar til sýning, Vernissage. Ovast, í høgra horninum, stendur hetta grindi: If á man does not keep pace with his companions, perhaps it is because he hears a different brummer Let him step to the music he hears, however measured or far away - Thoreau ; Havnarrmaður við stóra H. - Eg eri havnarmaður, men eg elski bygðarfólk. Eg plagi at minna fólk á, at tað skulu 3 ættarlið til, áðrenn ein kann kalla seg havnarfólk, sigur 72 ára gamli Eyvindur Mohr, ið er útlærdur hond verkari, verktoysmakari, við útmerkilsi Hondverkarin Eyvindur greiðir eisini sjálvur hegnisliga rammurnar til myndu sínar úr hondum Eyvindur hevur greitt frá, undirhildið og víst okkum myndir í ein tíma, so eg og myndamaðurin byrja spakuliga at takka fyri okkum, meðan Eyvindur greiðir frá um ferðirnar til Rom og aðra staðni, og um framsýningina í New York fyri 4 árum síðani, har nærum øll verkin vórðu seld Rámandi mynd Hesin litríki listamaðurin, sum í góðan tíma hevur ført okkum víða um ígjøg- num føroysk landsløg, målandi skemti- frásegnir og myrkari síður av lívinum og mentanarlívinum, sigur okkum farvæl, meðan síðsti málningurin bíðar eftir at fáa rammuna um seg. Ein rámandi mynd, viðvíkjandi Eyvindi Mohr, ið ongantíð hevur passað innan rammurnar í føroyska mentanarlivnum, og sum ikki er lættur at seta i rammu, uttan so, at tå ert hepni ånarin av einum av hugtakandi målningum hansara. Á Friutrød læt hann í gjár kl 15.00 upp framsýning í egnu hølum sínum. Lands- lagmyndir, við nakað av Beethoven aftur- við, eru at síggja í snøggu framsýningar- høllini, sum listamaðurin sjálvur hevur evnað til, sum satt listarverk, ið hóskandi rúmar listarverkum hansara og dagliga listavirksemi hansara.