mikudagur 10. desember 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 235 - 10. desember 2003
Nr. 235 - 10. desember 2003
29
VIT ERU
4 ungir trúgvandi dreingir, sum leita
eftir einum húsum ella størri íbúð í
Havn. Felags fyri okkum allar er:
friðarligir, hvørki roykja ella drekka
og gjalda sjálvandi til tíðina.
Kontaktpersónur: tlf. 253023
eftir kl 18.00
HÚS TIL LEIGU
Hús í Klaksvík til leigu.
Tlf. 317836/507422
KVINNA VIÐ ARBEIÐI
søkir íbúð í Havn. Fari væl um og
gjaldi stundisliga.
Tlf. 580241
HYGG HER!
Vit eru eitt ungt par, sum gjarna
vilja leiga eina lítla íbúð í Havn
skjótast gjørligt.
Ring 250894
ÍBÚÐ SØKIST Í HAVN
Hey, eg eri ein 20 ára gamal maður,
ið leiti eftir eini íbúð í Havn. Leitar
tú eftir einum at leiga íbúð saman
við? ella søkir tú ein leigara ið er
hampuligur og ikki roykir, so eri eg
tann tú leitar eftir. Max kr.
3.000/mðr. við ljós og hita.
Tlf. 503593, Danny
JÓL Í KEYPMANNAHAVN
Íbúð til leigu frá 22. dec. og 1-4
vikur fram. Mitt í Keypmannahavn.
Sera hugnaligt umhvørvi. Gott
metro- og busssamband.
Ring tlf. 270328
YNSKIST
2 ella 3 verilsis íbúð ynskist til leigu
ella framleigu frá 1. februar–1.
desember 2004. Tíðarskeiðið kann
býtast í 2, fyri og eftir
summarfrítíðina. Vit eru hjún við
einum barni.
Tlf. 751236 ella 451236
HÚS Í STREYMNESI
Hús til sølu í Streymnesi, 96
fermetrar.
Tlf. 263326
ÍBÚÐ Í KBH
4.værs. íbúð til leigu frá 1.1 til 31.6,
møguliga longri. Liggur beint við S-
tokstøð.
Tlf. 0045 036788072
ella 0045 25823654 e. kl. 16
HÚS YNSKIST TIL LEIGU
í Tórshavnar umráðnum av
friðarligum, ikki roykjandi fólkum,
max. 6.000,- kr.
Tlf. 224910/317865
ÍBÚÐ Í KBH
Møblerað 2-rúms íbúð við altan,
sentralt á vesturbrúgv til leigu
vikuskfti ella longri. Nærri fæst at
vita á
tlf. 261560
HÚS Á GLYVRUM TIL SØLU
Húsini eru 33 fermetrar til støddar í
2 hæddum. Ovara hæddin: køkur,
stova, gongd og wc. Niðara
hæddin: 2 kømur, gongd og
vaskikjallari. Húsini standa á
Glyvravegi 9. Prísur: Boð undir
400.000 ongan áhuga.
E-postur: kel@post.olivant.fo,
Tlf. 448580
ÍBÚÐ Í
AALBORG/NØRRESUNDBY
Nýggj 80 fermetra 3-verilsis íbúð
við egnum hava í friðarligum
umhvørvi í Nørresundby til leigu
ella sølu. Íbúðin er uttan innbúgv
men við øllum vanligum hvítvørum
og hon er tøk frá 1. februar 2004.
Áhugað ringi
(0045) 98173550 / 51746553,
e-mail: suni@stofanet.
HANDIL Í VÁGI
Handil í Vági til leigu.
Tlf. 217335
HÚS ELLA STØRRI ÍBÚÐ
YNSKIST TIL LEIGU
Yngri ikki roykjandi hjún við
tveimum børnum sóknast eftir húsi
ella størri íbúð at leiga í
miðstaðarøkinum. Ringi ella sendi
ein t-post til wny@mail.dk.
Tlf. 219590
FITT PAR SØKIR ÍBÚÐ Í
HAVN!
Vit búgva í løtuni í ov dýrum
húsum, og vilja tí fegin finna okkurt
minni og bíligari. Bæði hava fast
arbeiði, eru ung og fitt. Núverandi
leigusáttmálin endar í juni mánað
2004, so vónandi eigur onkur
okkurt gott til okkum tá. Um so er,
vinarliga ring
311606 ella 252722
ÍBÚÐ YNSKIST TIL LEIGU
Par við einum barni ynskir íbúð til
leigu í Tórshavn skjótast gjørligt.
Tlf. 251303
HÚS Á GLYVRUM
til sølu um hóskandi boð fæst.
Tlf. 448242/220636
ÍBÚÐ Á BERJABREKKU TIL
SØLU
Íbúðin er í einari hædd á 67
fermetrar. Í íbúðini eru køkur, stova,
2 kømur, baðirúm, gongd og durur.
Liggur í barnavinarligum,
friðarligum umhvørvi og hevur sera
gott útsýni yvir Havnina. Íbúðin
verður seld um hóskandi boð fæst.
Áhugað kunnu ringja
221778/314714
TVÍHÚS Í TÓRSHAVN
til sølu um hóskandi boð fæst. Bygd
í 1987, tvær hæddir + ovastaloft.
Tlf. 218334
Dýr
HVØR EIGUR MEG???
Spakur kettlingur við reim er funnin
á økinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.
Hann er brúnur, svartur og vil
gjarna sleppa heim.
Tlf. 251303/220621
KETTLINGAR
Tveir sera fittir kettlingar kunnu
avheintast. Mamman er sera
skilagóð, letur hurðar og vindeygu
upp, tá ið hon skal út ella inn, men
letur ikki aftur eftir seg.
Tlf. 449942
TIL SØLU
Lítið brúkt búr til dvørghamstrara v/
tilhoyri. Pláss er til 2-3 hamstrarar,
til sølu fyri 250 kr.
Tlf. 311263 ella 260133
KETTLINGAR
Vit eru tveir 9 vikur gamlir
kettlingar, sum leita eftir einum
heimi. Vit eru sera fittir og reinligir.
Ert tú góð við kettu, so eri eg nakað
fyri teg. Bert til djóravin. Avheintast
við at ringja
tlf. 250242
PAPPILION HVØLPAR TIL
SØLU
Racuhundur ið minnir nogv um
Chihuahua, tó eitt lítið sindur størri
- verður eisini nevndur
summarfuglahundur, til sølu.
Fullvaksin vekt 2,5 kg. Tveir hannar.
Ring á tlf. 0045 40684836
HUNDAHVØLPAR
2 vakrir hundahvølpar – mamman
puddil – 2 mðr. gamlir, reinligir,
latast til djóravin.
Tlf. 312026
DVØRGA KANINUNGAR
5 sera fittir ungar til sølu fyri 200
kr. stk.
Tlf. 448620/506439/504763
Innbúgv
MARMORBORÐ
Myrkt marmorborð 140 x 80 cm.
300 kr.
Tlf. 310208/260535
TIL SØLU
Køksborð við stólum bíliga til sølu.
Tlf. 314180
SJÓNVARPSBORÐ
Tvey sjónvarpsborð á hjólum 100 kr.
hvørt.
Tlf. 316768
TIL SØLU
Eitt lútað teldu/skrivaraborð std. 60
x 120 til sølu fyri 500 kr. Nýprísur
1.200 kr.
Tlf. 373116
ETAGUSONG VIÐ STIGA
YNSKIST
Er tað nakar, sum hevur eina
etagusong til sølu, vinarliga ringið
tlf. 314797/514797
SKÁP VIÐ SKJÓTIHURÐUM
Klædnaskap við 2 skjótihurðum, loft
til gólv 122 x 240 til sølu fyri 1.000
kr.
Tlf. 315554
SOFASETT TIL SØLU
3 + 2 + 1 (ljóst velour) myrkt
sofaborð 1.000 kr.
Spísiborð + 6 stólar myrkt, 500 kr.
Tlf. 448220
TIL SØLU
Fýra skápssektiónir v/ borðplátu til
sølu fyri 500 kr.
Tlf. 317039
YMIST TIL SØLU
Gammelt afsyret radiomøbel med
udskæringer og 2 skabe. Højde 95
cm. bredde 73 cm. og dybde 33 cm.
Sælges for 600 kr.
Gammelt afsyret bord i god stand
med 4 små skuffer. Højde 77 cm,
bredde 54 cm. og længde 110 cm.
Sælges for 1200 kr.
Hvid bejdset fyrretræsreol (model
White Tone) fra Ide-møbler med 5
hylder. Højde 196 cm. bredde 93
cm. og dybde 34 cm. Reolen er i
meget fin stand. Sælges for 1200
kr.
Tlf. 319194/519594
LEÐURMØBLAR
brúnt, vælviðfarið leður sofasett
3+2+1 til sølu.
Tlf. 371212
REOLVEGGUR
v/ glasskápi og ljóshill til sølu fyri
2.800 kr. Nýprísur 8.000 kr.
Tlf. 220220
KOMMODA/GONGSMØBIL
Brúnbeisað v/ messing hornum, 2
skuffur, longd 80 cm. hædd 40 cm.
(gongsmøbil) til sølu.
Tlf. 313569 eftir kl. 12
STIGASONG
við madrassu til sølu fyri 1200 kr.
Tlf. 455108/227193
Lutaseðlar
9. c RUNAVÍKAR SKÚLI
Notarius Publicus hevur drigið hesi
nr.:
1) 2654 2) 116 3) 851 4) 553
5) 882 6) 1646 7) 17 8) 554
9) 15 10) 2203.
Takk fyri stuðulin.
9. c Runavíkar skúli
DEYVAFELAG FØROYA
8. desember 2003 vóru hesi tøl
drigin í 2. drátti á Jólakalendar-
anum hjá Deyvafelag Føroya:
Vinningarnir eru allir gávukort:
1) 1338 2) 4556 3) 1958 4) 2311
5) 3906 6) 2339 7) 0388 8) 3037 –
allir 500,00 kr.
Deyvafelag Føroya, tlf. 317597
FRÁ VIRKINUM
Lutaseðlarnir, sum skuldu verið
drignir 1. des. 2003, eru útsettir til
15. januar 2004.
Virkið
SØLUSTEVNAN Á GILJANESI
29.-30. nov. Lutaseðilin og
atgongumerki er drigið.Vinnarar
vóru .
orange seðil nr. -967.
Orange seðil nr. -894.
Orange seðil nr. -874.
Orange seðil nr. -813.
Grønur seðil nr. -514.
Grønur seðil nr. -010.
Orange seðil nr. -841.
Vinningarnir kunnu avheintast á tlf.
333050 ella 509926. Vit takka fyri
lutøkuna
Miðvágs Róðrarfelag
Matur
LAMBSKJØT TIL SØLU
Lambskjøt til sølu
Tlf. 332906/260021
RÆST KJØT
Vælsmakkandi ræst kjøt av ær,
lambi og veðri til sølu.
Tlf. 222074
TÁLG
Tálg av 7 avroðum fæst við at
avheinta hana.
Tlf. 442114 ella 506010
GÓÐIR
ný-ílignir saltkjálkar til sølu fyri 35
kr. kg. Verður koyrt til hurðina, har
sum koyrast kann.
Tlf. 263152
SKORIÐ OG PAKKAÐ
neytakjøt til sølu, verður koyrt til
dyrnar.
Tlf. 316261
TIL SØLU
Ovnklárar gæs og ræst kjøt til sølu.
Tlf. 421094
VEÐRAKROV
Nøkur góð veðrakrov til sølu.
Tlf. 422099 eftir kl. 18
Pløgg
BRÚÐARKJÓLI TIL SØLU
Ynskir tú ein flottan bíligan
ráhvítan brúðarkjóla stødd 36, so
ring til mín. Við í keypinum fáast
skógvar stødd 39, slør, 2 stk.
undirskjúrt og posi til kjólan.
Tlf. 314351/455915 ella 0045
44881534
TIL FØROYSKA BÚNAN
Fyriklæði og turriklæði, svart, sera
vakurt broderað, gyltir litir á ullint
stoff. Til sølu, ongantíð brúkt.
Tlf. 316663
YNSKIST
Silvur til føroyska kvinnubúnan (ella
stakk) ynskist.
Tlf. 320603 eftir kl. 17.00
Samband
PARTNER SØGES
Kvinde mellem 30 og 40 år som
ønsker børn og familie. Jeg er
selvstændig dansk landmand
(planteavl), bor i Midtjylland, nær
naturskønne områder mellem
Viborg og Vejle. Jeg er 49 år, har
brunt hår, grå grønne øjne, 182 cm.
høj, 84 kg. er ikke ryger, har et godt
helbred, er trofast og ærlig, har
ingan børn, går ind for gensidig
respekt og frihed for hinanden i et
varigt forhold. Interesser: Naturen,
mit erhverv, rejser og venner. Jeg
søger en kvinde, som ønsker
familie, der kan lide at bo på landet
(3 km fra landsby med købmand og
skole) er ikke ryger, trofast og
(k)ærlig og har humor. Et barn
under 10 år ingen hindring. Alle
breve med foto får svar med foto.
Skriv til Sosialurin, Box 76, 110
Tórshavn.
Bill.mrk. 1642/3
Sjavs
SJAVSKAPPING
verður í LÍF-húsinum hóskvøldið kl.
18.45.
LÍF
Súkklur
DERBI GP1
Vælhildin vatnkøldur skutari, 17
mðr. reyður og svartur til sølu.
Tlf. 373921/221464
ROCKY SÚKKLA TIL SØLU
Til aldursbólk 11-13 ár, 5 mðr.
gomul og næstan ikki brúkt. 18
speed. Prísur 1200 kr. Nýprísur 1850
kr.
Tlf. 748659/448659, Alisa
MOTORSÚKKLA
Ein Yamaha FZR 1000 árg. 92 til
sølu.
Tlf. 220353
TIL SØLU
Uml. 1 ára gamal Honda X8R-S
skutari í góðum standi.
Tlf. 260591 eftir kl. 15.30
TIL SØLU
Ein Yamaha FS-1, 4 gear, fyri
5.–6.000 kr. Krevur ábøtur.
Tlf. 250102 eftir kl. 20.00
SYM JET SKUTARI
bíliga til sølu.
Tlf. 448923/254321
TIL SØLU
Nýsproytaður bensintangi, síðulúkur
og luftfiltur til Yamaha knallert
bíliga til sølu.
Tlf. 227089
SKUTARI TIL SØLU
Yamaha Aerox til sølu.
Tlf. 213195
Teldur
TIL SØLU
Gamecube frá Nintendo við fýra
spølum til sølu: Metroid prime, Soul
Calibur 2, Super Mario Sunshine og
Starfox Adventures til sølu fyri
2.500,-
Tlf. 510796
FARTELDA
DELL Inspiron 8200. Pentium® M
2GHz. 15” TFT UXGA (1600*1200)
skermur. 512 MB 266MHx DDR
RAM (1x512). 8 x DVD / 24x CD-
RW Combo. Tráðleyst og vanligt
netkort. Eyka battarí (6 tímar).
Teldan er 8 mánar. Nýprísur 23.000
nú einans 16.000.
Telefon +45 21698550
HYGG HER!
2 spøl til sølu, Battlefield 1942 100
kr. Sim City 4 100 kr.
Ring á 270404
X-BOX
X-box við 120 GB harddiski og 50
spølum til sølu fyri 4500 kr.
Tlf. 755583
TELDA TIL SØLU
AMD Athlon 2100+, 1,5GB SDRAM
(pc133), Geforce 4 TI 4400 128MB
DDRRAM, 160GB HD, Tvey surround
ljóðkort, netkort, combo drev við
DVD og cd-rw, mx500 optical mús,
knappaborð, XaserIII aluminium
kabinet við plexiglasi og neon ljósi
og 7 kølarar, og 19" skermur. Alt
hetta (uttan stýriskipan) til sølu fyri
9.000 kr. ella hægsta boð.
Tlf. 315062
(helst aftaná kl.19.00)
FARTELDA TIL SØLU
Dell Inspiron 8000, við tasku og
eyka mús, DVD drev, moden,
netkort 6.000 kr.
Tlf. 219868
PENTIUM 3
1 GHz, 512 MB Ram við
soundblaster live! Platinum
ljóðkorti og ext. modem (33,3) til
sølu fyri 3.500 kr. ella hægsta boð.
bardur@hotmail.com
ella tlf. 214112
PC-SPØL TIL SØLU
Emperor: Battle for dune, The Sims.
Livin' it up. Black & White, Deus Ex,
250,00 fyri hvørt.
Tlf. 316371/264087
PC-SPØL TIL SØLU
Thief 2, GTA 2, Need for Speed road
challenge, Romb Raider 2, Railroad
Tycoon 2, Commandos, kr. 199,00.
Ring 316371/264087
TELDA VIÐ FLATSKERMI TIL
SØLU
Snøgg og still »borð«-telda,
Pentium III. 1000 Mhz, 320 MB
RAM, massar av hardiskpláss,
Windows XP, Office XP og annað
software, um tørvur er fyri tí, teldan
kann eisini brúkast til spøl. 5.000
kr. Teldan hevur 1 ára garanti.
Skermurin hevur 3 ára garanti.
Tlf. 310860
GÓÐ JÓLAGÁVA
Ein Playstation I við memory korti
og 6 góðum spølum bíliga til sølu.
Tlf. 315293/264657
TIL SØLU
Eitt Playstation 1 spæl til sølu fyri
150 kr. F.A. Manager.
Tlf. 212605
BLEKK PATRÓN
til HP 350i og HP 350CBi óbrúkt. Til
sølu fyri 250 kr. (+ frakt).
Tlf. 0045 86428627
0045 26747474,
eisini SMS
Tónleikur
HONDGJØRDUR
el-guittari, kroppin hevur
Bjarnastein gjørt. Hálsurin er
gjørdur í DK. Selist fyri 6.000 kr.
Tlf. 222211
TIL SØLU
1 tunari (radio), 1 bandupptakari, 1
plátuspælari sera bíliga til sølu.
Tlf. 503074
GITTARI TIL SØLU
Grand Concert til sølu.
Tlf. 333100
DBX 376 TIL SØLU
Í DBX 376 hevur tú rør –
preamp/eq/compressara og DE-
essara, umframt 24/96 digitals
output í somu boks. Til sølu fyri
3.000,- Nýprísur 7.000,- Hygg á
www.dbxpro.com
Tlf. 214112
HEIMASTUDIO TIL SØLU
Digi 001 ljóðkort 24 bit/48 KHz við
18 in/18 out og Protools LE 6.1.1
Software til sølu fyri einans 5.000,-
Nýprísur 10.000. Verður selt vegna
uppgradering. bardur@hotmail.com
Tlf. 214112
JUKEBOX RECORDER
Ein archos Jukebox Recorder 10 gb
mp3 spælari, er 115 mmx83
mmx34 mm stórur. Hevur LCD
skerm. Við usb. til sølu fyri 1500 kr.
Tlf. 313471/507585,
Dr. Dahlsgøta 17
YAMAHA KEYBOARD TIL
SØLU
Eitt lítið keyboard til sølu fyri 1200
kr. stativ fylgir við.
Tlf. 316371/216371
EITT SERA GOTT
dupult Kawai-stovuorgul v/ skamli,
fótbassum og rútmuboks til sølu
fyri einans kr. 3.000,-
Tlf. 361792
eftir kl. 17
TIL SØLU
Studio programm til teldu – óbrúkt
– nýprísur 2.100 kr. til sølu fyri 800
kr. Kann bert nýtast til Windows 98.
Tlf. 448923/254321
BÝTI UM
Eg eigi fløgur og LP, danskar og
útlendskar. Eg leiti eftir føroyskum
fløgum.
Tlf. 0045 86428627
0045 26747474,
eisini SMS
Út- & Sjónvarp
TIL SØLU
Sony KV32FQ75 32" sjónvarp FD
Trinitron Wega Widescreen.
100/50Hz 9:16 form. 2 kanals PIP,
2000 TTV. Orginalt stativ SU-32FQ2.
2 ára gamalt. Nýprísur 30.000.
Einans 15.000
Telefon +45 21698550
TIL SØLU
Luxman rør forsterkari. Sony cd ES
model. Sony minidisk. Amitec DVD.
Kenwood Equoleisari. Yamaha
dubultbandupptakari. Ca. 20 tómir
minidiskar o.a. til sølu fyri bert
5800 kr. E-mail:
liverpool71@hotmail.com
Tlf. 424257
PARABOL TIL TV3 og DR2
Ein analog móttakari, ið riggari til
t.d. TV3 og DR2 til sølu fyri 800,- +
kort.
Tlf. 554564
FØROYA BESTI HEIMA
BIOGRAFUR
til sølu fyri 1/2 prís, anleggið hevur:
5 JBL biograf hátalarar, 2 JBL sub
woofarar, Harmon karton
forsterkari, DVD, LG uppvørp.
Tlf. 318320/220106
SJÓNVARP TIL SØLU
Brúkt sjónvarp av merkinum Saba,
við fjarstýring, til sølu fyri 800 kr.
Tlf. 317852
Ymiskt
STUÐULSRENNING HJÁ HF
Stuðulsrenning hjá Havnar
Fimleikarfelag. Úrslitið av renningini
var, at um. 44.000 kr. komu inn.
Vinnarin av Apex ferðaseðli var
Hanus Durhuus.
Vinnarin av HF-limagjaldi 2004/05,
var Geir Wardum.
Rennarar sum skaffaðu flest pening,
og ognaðu sær 500 kr., vóru fyri
hvønn bólkin:
Elisabeth I. Jacobsen.
Martin Fosaa.
Inga Thorkildshøj.
Eyvind A. Hansen.
Hjartaliga tillukku.
HF takkar fyri stuðulin og ynskir
øllum eini gleðilig jól og gott
nýggjár.
Havnar Fimleikafelag
TIL SØLU/KEYPS
Ferðaseðil tann 15. des. kl. 15.15 til
Føroyar bíliga til sølu.
Tlf. 316639/503133
FERÐING UM JÓLINI
Um tú fer við Maersk Air til Billund
tann 22. des. og skal víðari
norðureftir,
vinarliga ring 319103
SAMSUNG A800
1 1/2 mðr. gomul til sølu fyri 1900
kr. Nýprísur 2350 kr.
Tlf. 257892
LIGGIVINDEYGA
v/ rammu ynskist til keyps fyri
sámuligan prís. Mál 70 x 33,5.
Tlf. 333988
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Góði Heini
Hjartaliga
tillukku á 18 ára
degnum. Jesus
pápi signi
framtíð tína.
Omma, abbi og
langabbi
Góði Benjamin
Hjartaliga tillukku við 6 ára degnum. Jesus pápi verið
hjá tær.
Bestu ynskir mamma, babba, Annetta, Tummas,
Jákup og Rutt
C
M
Y
K
29
28
BÍLIGIR FERÐASEÐLAR
til t.d. India, Sri Lanka, Singapore,
Malaysia, Thailandetc. fá eitt tilboð
á
lankatrip@hotmail.com.
TRÍGGJAR NOKIA TELEFONIR
liggja í Auto.
Ein er ljósagrá, ein myrkagrá Nokia
3410 og ein er svørt og reyð við
gulum knøttum Nokia 5110.
Tlf. 311234
TIL SØLU
Ein Nokia 5510, næstan 1 ár, hevur
MP3 spælara og radio tastatur,
kápul til teldu og ladara selist fyri
hægstbjóðandi.
Tlf. 265858
TIL FØROYAR VIÐ NORRØNU
20. DES.
Um nakar fer heim til Føroyar við
einum hálvtómun bili hendan
dagin, eri eg áhuga at gera onkra
avtalu um felags koyring frá
Sjællandi (Holbæk) til Hanstholm.
Havi nakað av viðføri.
Anna tlf. +4522817105
HEY
jeg er en dreng på 14 år i Danmark,
der lige er begyndt at samle på
frimærker, kan du hjælpe mig? Send
mig nogle brugte frimærker, og jeg
sender tilsvarende Danske
frimærker til dig hvis du ønsker det.
Venlig hilsen
Paw S. Hansen
Merbjergvej 15
4293 Dianalund
SIMENS C55
í góðum standi til sølu fyri 500 kr.
Tlf. 311263
ella 260133
NOKIA 3330
til sølu fyri 500 kr.
Tlf. 213067
TIL SØLU
Brother faxmaskina við eyka toner
600 kr. til sølu.
Tlf. 219868
RENNIBAND
ynskist til keyps.
Tlf. 252454
BILLARDBORÐ
Eitt billardborð í 1/2 match stødd
við øllum tilhoyri til sølu fyri kr.
10.000
Tlf. 312164
ella 211700
SONY ERICSSON T68i
Sony Ericsson T68i við FM radio og
digitalum myndatóli til sølu fyri
bara 1.800 kr. Nýprísur: 3.885 kr.
Tlf. 259173
TELESCOPE MENDE
ETX-90EC Astro telescope, 2x
telenegative Barlow linsa, 26 mm
linsa, taska, autostar computer
controller til sølu við stórum
avsláttri.
Tlf. 318675
GPS TIL SØLU
Ein berbarur Garmin E-TRGX GPS
(enskan tekst) sum spildurnýggjur.
Nýprísur 1995 til sølu fyri 1200 kr.
Tlf. 318675
SMS CHATBOARD
óbrúkt til Nokia 51xx og 61xx
model, góð til m.a. SMS, Telefonbók
v.m. fyri 150 kr. (+ frakt)
Tlf. 0045 86428627
0045 26747474,
eisini SMS
UPPLADARI
til Ericsson 626, óbrúkt við antennu
til sølu fyri 100 kr. (+ frakt).
Tlf. DK 0045 86428627
0045 26747474,
eisini SMS
Peter Turtschaninoff fer til gravar í
morgin. Petur var ein av teimum trúgvu
vinunum, eg kom at kenna í norður-
lendskum samstarvi. Fyrstu ferð, vit
hittust, var á Nordfag-ráðstevnu í
Hvanneyri á Borgarfjørðinum í Íslandi.
Nordfag er felagsskapur hjá 12.000
starvsfólkum í almennu loftmiðlunum í
Norðurlondum og til 1991 vóru Føroyar
ikki limur.
Íslendingar skipaðu fyri ráðstevnuni í
1991 og teir vildu hava føroyingar við.
Eg bleiv boðin og eftir eina royndartíð í
tvey ár gjørdust Føroyar sjálvstøðugur
limur í 1993.
Á einum samstarvsfundi í Finnlandi
nakað seinni bjóðaði eg til fyrsta nevnd-
arfundin í Føroyum. Um hetta mundið
var bara eitt gott ár eftir av starvstíðini
hjá Jan Kløvstad sum stjóri í Norður-
landahúsinum.
Jan gav okkum innivist at fundast í
Norðurlandahúsinum og tá vit vórðu
víst runt í húsinum og stóðu á gólvinum
í Klingruni, vildi Petur hava at vita, nær
stjórastarvið fór at verða lýst leyst. Tað
var í sterkari trúgv og fullari vissu at
hann segði: »Den här jobben vill jag
ha!«
Petur tók øll tey skeið, sum hann helt
vera neyðug, søkti starvið og fekk tað.
Onnur hava røtt um tað, sum Petur
hevur avrikað tey árini, hann var í Før-
oyum. Men hann helt á at vera góður
»føroyingur«. Týddi føroyskar bók-
mentir til finskt og finskar bókmetir til
føroyskt og gjørdi útvarpssendingar -
bæði um bókmentir, samfelagsmál og
um tónleik. Hann var musikalskur,
hevði spælt í rockorkestri og reypaði
onkuntíð av, at var hann ikki so tungur
fyri andanum, hevði hann verið ein tann
besti operasangarin í heiminum.
Var heilsan ikki so góð, hevði Petur
kortini eitt lætt í sinni. Sjáldan lat hann
onnur vita, at hann ikki hevði tað gott.
Kundi syngja og undirhalda í tímar. Tá
myrkri legðist á og mánin kom upp fór
hann at fortelja skemtisøgur. Onga-
staðni í heiminum munnu søgur vera so
rámandi og bersøgnar, sum í Norður-
kalottinum. Onkrar vardu upp móti
hálvum tíma. Eg haldi, hann dugdi einar
99 søgur bara um fyrrverandi finska
uttanríkisráðharran, Karjalainen.
Við ættarbondum í Karelen, russiska
lýðveldinum millum St. Pætursborg og
Hvítahavið, sum seinni fekk fullan
sjálvsavgerðarrætt, skilti Petur væl før-
oyska stríðið fyri fullveldinum. Og
eingin ivi var um, hvar hann stóð. Hann
vildi hava tað at ganga skjótt. Og í ein-
um telduposti í februar 2002 spáddi
hann, at vánaliga stevi í samgonguni fór
at forða fullveldisgongdini.
Petur livdi sum føroyingur, tey árini
hann var í Føroyum. Vit, sum kendu
hann, vita at tíðin í Føroyum var tann
besta, hann hevði havt. Tí longdist hon-
um aftur. Í seinasta teldupostinum sigur
hann, at »jag längtar efter grind och
spik, turran fisk, skärpekött och gott
färiskt öl. Förrästen har det varit någon
grind det senaste året. Borde kanske
tänka om och flytta tillbaka«.
Ivaleyst vóru karmarnir ov trongir í
Føroyum at hann kundi liva her. Familj-
an var í Finnlandi og børnini høvdu
brúk fyri honum.
Nú Petur doyði, var hann í útbúgving-
arørindum í Barcelona. Hevði verið í
tríggjar mánaðar og skuldi heimaftur
21. november, men doyði brádliga um
morgunin 19. november, bara 52 ára
gamal.
Petur fer til gravar hósdagin úr 11.
desember kl. 13.30 finska tíð. Í ervinum
fara tey uppá gólv at kvøða Ormin
Langa, sum Petur lærdi nýggju unnustu
sína ta tíðina, tey vóru í Spanialandi.
Unnustan, Maarit, sigur at kvøðast skal
við lagnum hjá TÝR og tað verður gjørt
til minnis um føroyska ungdómin, sum
Petur opnaði Norðurlandahúsið fyri.
Samkensla kann sendast til mammu
Petur, Maj-Lis Turtshaninoff, Artholms-
gatan 7 B, FIN 00150, Helsingfors.
Friður verið við minnunum um Petur.
Helgi Jacobsen
Jarðarferð
Turtshaninoff