Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 236 - 11. desember 2003 Nr. 236 - 11. desember 2003 27 Virgar T. Dalsgaard Men hvussu hevur nú deb- attin verið í føroyskum bløð- um – hava tíðindamenn bor- að í manipuleraðu oljutíð- indunum undan fólkatings- valinum, nei, nei tvørt- urímóti – teir hava lopið alla feðgapropaganda um og í staðin fyri hava teir tøvt og tvassað í tí, at Katrin Dahl Jacobsen varisliga samanbar Høgnalýsingina við fasc- istiska tíðindaflutningin í tretivunum. Hetta er avspor- ing í debattini so tað forslær! Fyri at seta sær trumf á, hevur Ingi Rasmussen leitað sær akademiska assistancu. Hann fær ein fólkalívs frøðing at úttala seg og hesin advokerar í ramasta álvara fyri, at blaðstjórar eiga at sortera tilfar og inn- føra censur. Hetta er ódemokratisk og óhugnalig tankagongd, og vit mugu takka okkara Skapara fyri, at vit enn hava demokrat- iska danska grundlóg at kroka aftanfyri, tí í henni stendur tað týðuliga, at eingin censurur má vera, men fult skrivi- og talu- frælsi. Ein kann spyrja eftir hvørjum kriterium t.d. greinatilfar skal sorterast! Hvørjar meiningar og hvørjar hendingar mugu ikki lýsast til fulnar? Fleiri fólkaupplýsarar fonglast við debatt Navnframi fólkaupplýsarin harra Sjúrður Skaale hevur longu fyri einum tveimum árum síðani í oddagrein í blaðnum Fregnir hóttað við, at Jóannes Eidesgaard og fleiri aðrir andstøðu- menn, sum vóru nevndir við navni, skuldu koma inn í geglið at sita. Hetta stóðst sjálvandi av tí, at tað, sum hesir menn skrivaðu, ikki dámdi harra SS. Hetta er óhugnalig tjóðveldisjura og rættarvilkor næstan sum í andiligum fongsli við fólkadómstóli. Vilja tjóð- veldismenn seta politiskar mótstøðumenn fastar, verð- ur trupult hjá teimum, sol eingi vit eru í donskum rík- isfelagsskapi og undir danskari grundlóg. Men SS fírdi ikki fyri at útpeika, hvørjir skulu fongslast, tá ið hann fær valdið. Og aftur nú í sambandi við at Jóannes Eidesgaard hevur loyvt sær at tikið undir við og stuðlað Katrin Dahl Jacobsen í hennara at- finningum móti populism- uni hjá varaløgmanni, soer SS beinanvegin í bløðunum og hóttir við, at nú skal Jó- annes Eidesgaard í geglið at sita. Men hvat er hetta fyri pubertilur journalistikkur? Heldur SS seg hava fingið dómsvaldið í Føroyum? Heldur hann seg kunna av- gera, hvør skal fongslast? So leingi sum vit enn hava danska grundlóg við fullum talu- og skrivifrælsi, noyðist SS at finna seg í, at andstøðufólk kunnu brúka hetta frælsið, men vit eru sjálvandi eftirhondini full- vís í, at skuldi tann dagur komi, hvat Gud forbjóði, at fullveldisfólk einaferð fingu trúttað sína tjóðveld- isgrundlóg ígjøgnum, so verður lítið persónligt frælsi eftir, og tá sleppa kanska SS & hansara líkar at avgera, hvat skal skriv- ast, og hvør skal inn at sita. Men so leingi vit sleppa undan tí karikatursamfe- lagnum og tí andiliga fongslinum, har bara fælsi verður fyri tey fáu og út- valdu loysingarfólkini, fara vit at halda fram við at skriva, sum vit halda vera rætt, og sum tað hóvar okk- um. Soleiðis, og so trupult og strævið er demokrati, harra Skaale. Demokrati og rationell argumentatión hevur ongantíð riggað sam- an við chauvinistiskum tjóðveldistankum. Soleiðis sum fullveldis- liðið hevur týggjað sær ferð eftir ferð, eru vit nógv javn- aðarfólk, sum fegnast um, at vit ikki noyðast at liva undir einari grundlóg, sum er smíðað av so djúpt ódemo- kratiskum høvuðkambum sum loysingarmonnum. Við henni vóru vit givin heilt upp fyri skutil! Fremsti løgfrøðingur tjóðveldismanna gav okkum á sinni dømi um, hvussu tjóðveldisjura skuldi prakt- iserast, tá hann segði, at tað var betri at verða órættvíst dømdur av føroyingi, enn rættvíst dømdur av donsk- um dómara, og hvussu vorðið hevði verið við in- habiliteti kunnu vit meta um, tá vit líta at 5 ferðir fólkaríkari Íslandi. Fjølmiðar fjala veru- leikan Í málinum um Katrin Dahl Jacobsen og Høgna hava føroyskir fjølmiðlar enn einaferð sett met í eskap- ismu frá bæði substansi og veruleika. Eitt pinkulítið lot í einum koppi, har Katr- in Dahl Jacobsen associer- aði til fascistiskar propa- gandametodur, varð blást upp til eina ódn av caribisk- um dimensjónum við Hitl- eri og Goebbels sum høv- uðshvirlum, hóast teir als ikki vórðu nevndir! Hetta var ósympatiskur fjølmiðlaleikur, har teir sonnu høvuðsleikararnir, Hoydalsfeðgarnir, heilt sluppu undan at verða drignir út á pall og latnir úr. nei, í Føroyum avdúka fjøtr- aðir journalistar ikki høv- uðkambar, teir verja ráða- ríkar populistar, dyrka sína danofobi og halda hondina yvir maktmenniskjum! Úr turbulentum fjøl- miðlaleiki er SS tó tikin og vinnur einaferð enn á sær sjálvum við fleiri olju- tunnulongdum, tá ið hann í Fregnum etablerar eitt ónd- skapsmát fyri løgtings- røður, har hann fellur tann dóm, at oljurøðan hjá Katrin Dahl Jacobsen er av óndastu røðum higartil á Føroya løgtingi. Tá ið man hugsar um, hvussu nógvar grovar, fúlar og skendskar røður har eru hildnar sein- astu 80 árini, er tað ótrúligt, at so ungur maður sum SS skal hava átikið sær hesa truplu analysu at finna ta óndastu! Tað er stórt ar- beiði. Vit vita ikki eftir hvørjum leisti, hetta malo- metur (óndskapsmátari) hjá Sjúrða er uppstillað, men tað má vera tjóðveldis- matematikk, tí eftir flestu manna tykki, so eru tjóð- veldisrøðurnar á tingi, ser- liga fyri 40 árum síðani, ikki júst fríar fyri óndskap; eg vildi hildið, at tær sprongdu eitthvørt malo- metur! Endiliga disputerar hann seg fram til ta marg- háttligu konklusión, at Jan Müller rennur í somu polit- iskum fólkatingsørindum sum Høgni Hoydal, og tí eigur Katrin Dahl Jacobsen eisini at leggja Jan Müller undir fascistiska popag- anda – hesi fjákutu ræson- nement hjá SS kunnu fáa sjálvt Erasmus Montanus at dvína sum orðklúgvara. Fyri psykisku heilsu SSar skyldu mugu vit vóna, at hann ikki trýr upp á sína vitleysu argumentatión! Teir tríggir hava sjálvandi sín fulla rætt til at liggja á knæ og vera meira enn van- liga forliptir í bæði Hoy- dalsfeðgunum, fullveldi og tjóðveldisflokkinum, og teir mugu eisini hjartans fegnir skriva um sítt forelskilsi og halda drúgvar røður, men teir kunnu bara ikki krevja, at føroyski veljarin generelt skal hava akkurát somu upp- fatan ella kenslur sum teir. Teir mugu góðkenna, at meginparturin av fólkinum als ikki er forliptur! Skepsis, kritikkur og ósemja eru danskt grundlógartryggjað rættindi, sum vit onnur seta stóran prís uppá! Teir elska og friða fullveldi og feðga- politikki – tað ger føroyski veljarin ikki! Javnaðarkvinnan Katrin Dahl Jacobsen skal eiga stóra tøkk fyri, at hon hevur civile courage, sum fjøl- miðlajassarnir ikki hava! Hon prikaði aftur eitt hol á tær innantómu sápubløðr- urnar hjá Høgna Hoydal! Tað var helst tí, at lands- fundur javnaðarfloksins í farnu viku fagnaði henni bæði við lógvabresti og øðrum ovatiónum! Avsporaða debattin 2 VIÐMERKINGAR Føroyahúsið í Keypmannahavn søkir fólk til kaffistovuna avloysari fyri barsil í 1/2 ár Vit søkja eftir einum tímaløntum fólki k/m, sum kann arbeiða fulla tíð í kaffistovuni – ein blekksprutta ella høgguslokkur – og • dugir at matgera føroyskan og annan mat og at baka • hevur áhuga fyri vælferð og trivnað hjá gestunum • er sjálvbjargin, álítandi, tolin og kreativ/ur • er hugað at samstarva við øðrum fólki og sjálvbodnum í húsinum • kann laga seg eftir skiftandi arbeiðstíðum og kvøldarbeiði • hevur áhuga fyri føroyskum viðurskiftum Kaffistovan í Føroyahúsinum er miðdepilin í húsinum,hagar fólk leita sær innar at lesa bløð,lána bøkur og keypa sær ein drekkamunn.Men teimum dámar eis- ini væl at fáa okkurt vælsmakkandi heimabakað afturvið. Javnan eru eisini tiltøk, veitslur ella útleigur, har døgverði ella sjálvtøkuborð er ein týðandi part- ur og har tú ert í fremsta rað at gera til, servera o.a. Vit hava kokk til tiltøkini. Vend tær til leiðaran í húsinum um upplýsingar um starvið. Starvið er leyst frá um 12. januar til 10. juli.Tlf. +45 33231587 ella postur@faroehouse.dk Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 københavn V Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3686 Navn: Sp/f Klaksvíkar Byggivirki Lastbilar Adressa: Marknavegur 4, 700 Klaksvík. Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Stovningardato: 01.12.2003 Viðtøkudato: 01.12.2003 Kapitalur: Kr. 90.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 90.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Páll Josephsen, Marknavegur 4, 700 Klaksvík, Sjúrður Josephsen, Jørundsgøta 12, 700 Klaksvík og Álvur Josephsen, Undir Fossum 60, 700 Klaksvík. Nevnd: Páll Josephsen, Marknavegur 4, 700 Klaksvík (formaður), Sjúrður Josephsen, Jørundsgøta 12, 700 Klaksvík og Álvur Josephsen, Undir Fossum 60, 700 Klaksvík. Stjórn: Sjúrður Josephsen, Jørundsgøta 12, 700 Klaskvík. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av stjóra og nevndarformanni í felag. Grannskoðari: P/F Føroyabók, Vágstún, Box 144, 700 Klaksvík. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 01.12.2003 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er flutningur, tænastur, keyp og søla og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 10. desember 2003 Kristin Balle ________________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. 3088, Veba Oil & Gas Faroes Branch, Filial av Veba Oil & Gas GmbH., 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 02.05.2002. Nýtt navn: Petro-Canada Faroes GmbH, Faroe Branch. Skráseting Føroya tann 9. desember 2003 Kristin Balle ________________________ www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Amnesty 2tg pdf C M Y K 27 26 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3685 Navn: Sp/f KM Smíð Adressa: Smærugøta 15, 100 Tórshavn. Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 08.12.2003 Viðtøkudato: 08.12.2003 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Kristian Michelsen, Smærugøta 15, 100 Tórshavn og Louisa Michelsen, Smærugøta 15, 100 Tórshavn. Stjórn: Kristian Michelsen, Smærugøta 15, 100 Tórshavn og Louisa Michelsen, Smærugøta 15, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjórunum hvør sær. Grannskoðari: Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen, J. Paturssonargøta 18, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 08.12.2003 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka byggivirksemi, handverk, at umsita, leiga og eiga fasta ogn, keyp, søla og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 9. desember 2003 Kristin Balle ________________________ Leiðari til handilin hjá P/F Frants Restorff Søkt verður eftir dagilgum leiðara til handilin hjá P/F Frants Restorff. Talan er um ein miðalstóran handil, ið eisini selur bakara- vørur. Fyri rætta persónin er hetta eitt sjálvstøðugt og spennandi starv, har tú hevur dagligu leiðsluna av handlinum og starvsfólkunum um hendi. Miðað verður tí ímóti at tann,ið settur verður í starvið: • Kann arbeiða sjálvstøðugt • Hevur evni at skipa fyri og hevur góð sam- starvsevni • Hevur viðkomandi útbúgving ella • Hevur royndir innan leiðslu Løn sambært avtalu. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til P/F Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe. Skrivlig umsókn skal sendast til P/F Grann- skoðarafelagið Rasmussen & Weihe innan 31. desember. RASMUSSEN & WEIHE Statsautoriserað grannskoðarafelag P/F An associated firm of Á Glaðsheyggi P.O. Box 30 Sp/f nr. 267 FO-110 Tórshavn e-mail: Tlf. (+298) 351700 rasmussen@rasmussen.fo Fax (+298) 351701 Http://www.rasmussen.fo Kunngerð Gjørt verður kunnugt, at vallistarnir til løgtings- valið,sum verður tann 20.januar 2004,liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð: frá hósdegnum 11. desember til hósdagin 18. desember 2003, báðir dagar íroknaðir. Kæra,um at onkur ikki er komin á listan ella at onkur av órøttum er tikin við, skal í seinasta lagi: týsdagin 23. desember 2003 verða latin býráðnum, sum kannar og tekur avgerð í málinum. Klaksvík tann 10. desember 2003 Klaksvíkar Býráð veitst tú ikki tað? Internet