Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Emil L. Jacobsen Sveinur Tróndarson Turið Kjølbro ; Áhugavert at hoyra um lomviga Oddagrein TAÐ var áhugavert sunnudagin í Útvarpinum at hoyra góða fråsøgumannin í Skúgvi, Óla Jákup Hentze, siga frá fugli, lundalondum, bjørgum, bjargarøkt og um hvussu siglast skal við Skúv- oynna. HÓAST hann var varligur at siga nakað um gongdina hjá fuglinum — og tá vit siga fugl, verður hugsað um svartfugl — so skiltist millum orðini, at hann helt, at meiri er til í ár. Sjálvandi er hetta bara ein meting, og tað vil tað altíð vera, ti ymiskt er, hvussu nógv situr í berginum frá einum degi til annan, men hann fegnaðist eisini um, at meiri var til av hellufugli. HELLUFUGLUR, ella geldfuglur, er fuglurin, sum ikki er kynsbúgvin, og situr á helluni, ella amast uppi í á rókunum. Og er nógv til av hellufugli, kann tað vera ein ábending um, at meiri verður av verpingarfugli í komandi árum. SKAL sigast nakað veruligt, um tað er betur statt við lomviga í ár, so sæst tað bara út frá veruligum teljingum, sum verða samanbornar við gongdina undanfarin ár. Bergur Olsen hevur talt lomviga í Høvdanum í Skugvi í meira enn 20 ár, og í løtuni telur hann Høvdan, so seinni í summar fæst at vita, hvussu tað sær út í ár. FLEST allir foroyingar vóna, at lomvigi aftur fer at fjølgast í tali, so tað einaferð aftur í framtíðini verður møguligt at veiða lomviga. Bæði at fleyga og at skjóta. Nú hevur verið bannað at skjóta lomviga á sumri síðani í sjeytiárunum, og seinni er friðingartíðin longd á vári, so tað eru nógv av teimum yngru, sum slettis ikki hava smakkað henda góða mat. MEN tað er ikki bara matin, hugsað verður um. Hugsað verður eisini um fuglalívið, og trivnaðin úti á fuglaplássunum. Áður kom fuglurin væl við, men nú hava vit nóg mikið av mati, tí vit fáa jú stuðlað, upp-pumpað neytakjøt, væl sproytað svinaskjøt, verksmiðjuhosnarungar, eins og sproytaða grødi ur ES-londunum. HVÍ fuglurin minkaði her og við norsku strend- urnar er óvist. Andrias Reinert hevur arbeitt við spurninginum og er komin fram við áhuga- verdum hugsanum um, at stoðan hjá fuglinum gongur í aldum. Mest hevur verið fram ímóti miðskeiðis í teimum seinastu eldunum, men so er minkað aftur fram móti hundrað ára skiftur,- um. AT fuglameingi valdast foðina í sjónum er einki at ivast í, men hvussu ber so til, at lomvigin ikki minkaði í Íslandi og Hetlandi, men bara í Føroy- um og Noregi? NÓGVIR ósvaraðir spurningar eru, og vit kunnu neyvan gera annað enn at vóna, at svartfuglurin aftur fer at norast. Sosialurin Lýsingar og sola: Jónasi Haner BS Postadr: AR 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: poste sosialurin.fo Viðmerking til Høgna Hoydal, landsstýrismann: Pass og tvass i Dimmalætting nr. 125 frå 8. juli og í Sosialinum nr. 127 frå 9. juli er grein prent- að, undirskrivad av Høgna Hoydal landsstyrismanni, undir heitinum »Eitt pass sum passar«. Greinin er ein vidmerking til kjakid, sum verid hevur um, hvørt tad eigur at bera til hjå føroy- ingum at fåa ES-pass i stad- in fyri eitt sokallað føroyskt pass. Hvat er eitt pass? Í kjakinum higartil hevur verið tosað um passið, sum var tað eitt tjóðskaparprógv — Le. eitt prógv fyri um tú ert t.d. føroyingur, dani ella íslendingur. Hetta er ein misskiljing. Eitt pass er eitt prógv fyri ríkisborgara- skapi. Eitt danskt pass er so- leiðis prógv fyri donskum ríkisborgaraskapi, eitt ís- lendskt pass er prógv fyri íslendskum ríkisborgara- skapi osfr. At passið er prógv fyri rikisborgaraskapi merkir, at tann, sum passið eigur, við tí kann prógva fyri fremmandum myndug- leikum, hverjum landi við- komandi er ríkisborgari í. At til dømis ein franskmaður ella tyskari væl kann vera danskur rikisborgari visir munin imillum rikisborg- araskap og tjóðskap. Hvat er rikis- r? Ríkisborgaraskapur er nak- að, sum suverenir statir kunnu veita fólki. Tað, at vera ríkisborgari í einum landi merir, at tú hevur nøk- ur rættindi í landinum. Hesi rættindi fevna eitt nú um rættin til at vera í landinum. Eingin kann sambært al- tjóða vidtøkum útvísast úr tí landi, sum viðkomandi er ríkisborgari í. Eitt annað dømi er, at rætturin til ávís størv f summum londum er treytadur av ríkisborgara- skapi i landinum. Hetta er eitt nú galdandi fyri åvis høg embæti í danska ríkin- um. Vert er at leggja til merkis, at ein og hver er bundin av galdandi lóggávu í tí landi viðkomandi er í, ríkisborgari ella ei. Rættindi og skyldur Ríkisborgaraskapur áleggur ikki borgarum nakrar skyld- ur, sum so. Ein danskur ríkisborgari, búsitandi í Danmark, hevur herskyldu, men flytur hann úr Dan- mark, so verður hann leysur av sínum rikisborgaraskyld- um, so leingi útlegdin varar. Á sama hátt hevur ein danskur ríkisborgari skyldu til at lata seg velja í býráð (borgarligt umboð), men hesa skyldu hevur hann bert so leingi hann er búsitandi í Danmark. Tær skyldur, sum fylgja við ríkisborgaraskapi, røkka soleiðis ikki út um tað landið, sum veitt hevur ríkisborgaraskapin. Men rættindini, tú sum ríkis- borgari hevur, tey missir tú ongantíð. Og ríkisborgara- skapurin kann ikki takast frá tær ímóti tínum vilja. Feroyska passið Eitt pass er, sum nevnt, prógv fyri rikisborgara- skapi. Passið skal nýtast í viðurskiftum, har ein mynd- ugleiki krevur at vita, hvørj- um landi tú ert ríkisborgari í. Hetta er fyrst og fremst í sambandi við, at farið verð- ur um landamørk. Orsøkin til, at myndugleikarnir í einum landi vilja vita hvar fólk, sum koma um mark. eru ríkisborgarar, hevur m.a. við at gera, at ávís lond ikki røkja sínar altjóða skyldur, og at ríkisborgarar úr hesum londum tí kunnu vera óynsktir í vertsland- inum. Eitt pass hevur sostatt tydning fyri rørslufrælsid hins einstaka. Føroyingar munnu neyv- an vera óynsktir nakrastaðni i verdini. Tiskil ber til at sláa fast, at teir trupulleikar, sum eitt nú føroyskir sjó- menn meta í útlendskum havnum, einki hava við tað at gera, at teir eru føroying- ar. Trupulleikin er, at tað føroyska passið (sum jú borgar fyri donskum ríkis- borgaraskapi) er eitt so sjáldsamt skjal, at fremm- andir marknamyndugleikar kenna tað rætt og slætt ikki. Passið er eitt amboð Sjålvsagt er føroyska passið galdandi, men tað kann ofta taka langa tíð hjá fremm- andum marknamyndugleik- um at staðfesta, at so er. Fyri fólk, sum eru farin at ferð- ast, kann hetta vera arging- arsamt og keðiligt. Men fyri tey, sum í starvi sínum dag- liga hava brúk fyri passin- um, kann hetta vera ótol- andi. Fyri féroyskar sjó- menn, sum ikki sleppa aftur á skipið, tí myndugleikarnir hava rikið passið frá teim- um, kann talan vera um eina vanlukku. Spurningurin er so, um tjóðskaparligur stolt- leiki, sum einki hevur at gera í hesum máli, skal vera avgerandi fyri, hvørt ferð- andi føroyingar skulu hava møguleikan at ogna sær eitt brúkiligt pass ella ikki. Øvugur javnrættur Sambært Høgna Hoydal, landsstýrismanni, so sær út til at landsstýrið hevur í hyggju at avtaka eina skip- an, sum higartil hevur lætt um hjá ferðandi føroying- um: Passið skal vera før- oyskt og ikki danskt, uttan mun til at tað í seinasta enda er prógv fyri tí sama, nevniliga donskum ríkis- borgaraskapi. Eg haldi tað vera sera, sera løgnan at- burð hjá stjórnini í einum liberalum demokrati soleið- is at vilja skerja møguleik- arnar hjå borgarum tess. Høgni Hoydal skrivar i grein síni: »Velur tú eitt før- oyskt pass, har tað stendur at tå ert førovingur, fært tú ikki somu rættindi og somu viðgerð uttanlands sum tey, ið velja eitt reytt ES-pass... Vit hava nú eina stóðu, har tveir borgarar í sama landi liva undir somu lóggávu, við teimum rættindum og skyldum sum tað gevur... Men teir fáa ikki somu við- gerð, ikki somu rættindi og ikki somu trygd uttanlands, tí annar hevur eitt fóroyskt pass, hin hevur valt ES- pass. Hetta brýtur øll prin- sipp um javnbjóðis rættindi. Vit eiga sjálvsagt at stríðast fyri, at allir fóroyingar fáa somu rættindi«. Høgni Hoydal sigur við ðrum orðum, at tå summir føroyingar velja at fáa sær eitt ES-pass, sum er lættari og tryggari at hava við at gera enn føroyska passið, so er hetta diskriminerandi yvir fyri teimum, sum av einhvgrjari orsøk vilja hava % føroyskt pass. Hetta er bart út sagt tvass. Diskriminer- ing snýr seg ikki um at fólk sjálvboðin velja at seta seg í eina verri stóðu enn teim- um nýtist. Allir føroyingar hava sama møguleika til at fáa sær eitt danskt ES-pass, so her er talan um frítt val, og ikki diskriminering. Tað, sum Høgni veruliga sigur er, at vegna tess at summir føroyingar fáa ilt í tjóð- veldismannin av at ganga við einum donskum ES- passi í lummanum, so skulu allir aðrir føroyingar tving- ast til at frásiga sær fyri- munirnar við at hava eitt ES-pass. Hetta er altso tann myndin sum Høgni Hoydal hevur av javnrætti. Lat meg siga, at hon er ødrvisi enn min. Samstarv er neydugt Eg ki fult undir vid, at Føroyar eiga at gerast eitt politiskt og búskaparliga sjálvstýrandi samfelag. Ég dugi ikki at síggja aðrar møguleikar fyri veruligum framburði í Føroyum, uttan nógv økt sjålvstyri. Men eg dugi samstundis ikki at skilja, hvussu føroyingar skulu kunna uppliva nakran framburð, um vit lata tápu- stoltleikan ráða okkum ' týðandi málum. Vit eiga at gera okkum greitt, at ein so fáment tjóð sum Føroyar, noyðist at fáa í lag sam- starvsavtalur við aðrar tjóð- ir, m.a. um gjaldoyra og uttanríkistænastu. Eg ivist onga løtu f at hetta ber til, um bert vilji og hegni er til tess. Tiverri haldi eg vid- gerðina av passmálinum vera eitt dómi um sjáldsama vánaligt politiskt handalag. Tað skal tí vera vón mín, at allar góðar krefur verða nýttar í framhaldandi sjálv- stýrisarbeiðinum. Vert er at minnast, at tað krevjast fleiri hendur til at byggja upp, enn tac krevjast at ríva niður Hoyvík 09.07.98 Jóanes N. Dalsgaard stjørnmålafrødingur, bac.scient.pol. Sosialurin 5 ferdir um vikuna