týsdagur 14. juli 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 130 — 14. JULI 1998 tíðindablaðið 50 13
Frakland for i luftina
Fótbóltur: Fraklendingar vóru frå
sær sjålvum av gleði, tå teir vunnu
HM-heitid sunnudagin, og millum
teirra vóru sjálvandi eisini føroyingar
— beint nú
FRANCE 98
La UPE DU KOHBT
Eyðun Klakkstein
Eifiltomið
um koll
So mundi Eifiltornið farið um koll.
Mentafólkið í Fraklandi misti tamarhaldið á sær
sjálvum, tá tað gjørdist greitt, at teirra tjóð fyri
fyrstu ferð nakrantíð var heimsins best í fótbólti.
Fraklandingar, sum sjálvir settu gongd á HM-
kappingarnar í 1930, hava havt ilt av, at teir ongan-
tíð hava vunnið kappingina, men tað nýtist teimum
ikki longur.
HM-finalan gjørdist ein staðfesting av, at frak-
lendingar hava eitt framúr landslið. Eitt landslið,
sum eisini hevur sjálvsálitið og myndugleikan til at
vinna HM. Nakað sum Platini og teir ongantíð
megnaðu í 80'unum, hóast teir høvdu eitt minst
líka so gott landsliðið.
Bóltkunstnarin Zidane nýtti bera skallan hjá sær
til at tryggja Fraklandi HM-heitið, og skuldi tað
verða nakar spælari, sum skuldi skara framúr ein
slíkan dag, so skuldi tað verða hann. Zidane er eitt
teknisk geni og ein bóltspælari uttan sín líka.
Uppiborið at tað eru slíkir spælarar, sum gera mun-
in, tá tað kemur til skarpskeringer.
„Fronsku álopsspælararnir vístu, at teir heilt ein-
falt ikki duga at gera mål, og teirra avrik var so
vánaligt, at høvdu teir sett ein tilvildarligan før-
oyskan 3. deildarspælara á liðið, hevði hann gjørt
hattrick...
Brasiliumenn, sun vanliga leggja heimin fyri
sínar fótur, tá teir spæla sin eyðkenda samba-
fótbólt, vóru at sammesta við statistar í eini HM-
finalu, har les blues vístu hvat teir duga til.
Snarsinti brasilianski venjarin Zagallo, sum var
dómari, venjari og bóltdrongur alt í senn, sum
hann stóð har á síðulinjuni, tók tapið fattur, og
viðgekk, at Frakland var betra liðið. Tað vóru teir
eisini, sjålvt tá teir spældu 10 móti 11, eftir at risin
Desailly fekk reytt kort, og øktu upp i 3-0 við mál-
ið av Petit, sum hevur verið millum bestu mið-
vallarspælararnar í kappingini yvirhøvur.
Franskur finalusigur og so fór alt Frakland í
luftina, tá teir skuldu hátíðarhalda HM-sigurin.
Eif:ltornið varð umringad og nærum blást um koll,
og sjálvt um ein fronsk kvinna var heilt út at
koyra, kundi tað ikki oyðileggja stóra dagin heilt.
Fraklendingar hava sjálvir skipað fyri HM-kapp-
ingini, og seinast teir vóru vertir, var í 1984, tá
EM-endaspælið varð spælt, og tá endaði tað eisini
við fullkomnum sigri og gulli til Frakland.
HM hevur verið ein fragd at fylgt hesaferð.
Danir settu enn einaferð norðmenn uppá pláss,
málini skolaðu inn í nógvum dystum, detaljurnar
vóru nógvar, og superslow-myndirnar góðu okkum
sjónvarshyggjarum nakað sum áskoðararnir á teim-
um fronsku vøllunum ikki fingu.
Eitt gott HM og tillukku Frakland!
Sonur ein algeriskan inn-
flytara skuldi til fyri at Frak-
land kom ovast á fótbólts
trúnuna. Í
Zinedine Zidane, maður-
in við tí tunna hárinum og
tiltikna fótbóltsskilinum,
nýtti tvær ferðir høvdid eftir
hornaspørk og so var Frak
land á gullkós
Les blues hildu kósina
allar 90 minuttirnar av fin-
aludystinum móti brasilíu
monnunum, og so mátti
sjálvt sambafótbólturin úr
Suðuramerika yvirgeva seg
fyri guillotinufótbóltinum
hjá fraklendingunum.
Í dag er bastilludagur í
Fraklandi. Tað er ein há-
tíðardagur til minnis um at
bastillan fall, men tað var
tveir dagar frammanundan,
at fraklendingar fóru á gøt-
una fyri at hátíðarhalda
størsta ítróttardaginí fron-
sku søguni.
I París kom talið av fólkið
á gøtunum upp á tey sjey
siffradv tølini, og allastaðni
runt um í Fraklandi var
fólkið frá sær sjálvum av
gleði.
Veistla alla náttina
Eisini í norðurfranska bý-
num Boulogne, har før-
oyska Fiskasølan hevur sína
deild, var veistla og fagn-
aður í gøtunum alla náttina.
— Eg møtti til arbeiðis
klokkan 6 f morgun, og å
vegnum her til møtti eg
floytandi bilum og gladum
fólki, greiður Tórheðin Jen-
sen frá.
Hann er eitt av fýra
starvsfólkum á deildini í
býnum, sum ikki hevur hýs-
ir nókrum av HM-fótbólts
dystum, men sum hóast tað
hevur verið hart raktur av
fótbóltsøðini hjá fraklend-
ingum.
— Vit hava merkt nógv ti
HM, serliga tá Frakland
hevur spælt og vunnið. Øll
hava tosað um fótbólt og
allar kaffistovurnar í býnum
hava víst dystirnar á stór
skíggja ella í vanligum sjón
varpi.
1
Fólki dansadu og sungu
Finaludystin så gøtumadur-
in í Boulogne á kaffistovu í
miðbýnum, og har var eitt
ødiligt liv, tá fraklendingar
funnu út av, at teir veruliga
kundu vinna HM.
- Allar kaffistovurnar
vóru á tremur av fólki, og
tit skuldu bara vita, hvussu
glað tey vóru, tá Frakland
skoraði og at enda vann
HM, sigur Tórheðin Jensen.
Og eisini Boulogne fór í
luftina, tá HM-sigurin var
komin í hús.
— Fólk dansaðu, sungu og
róptu úti á gøtunum, og á
Dalton-plåssinum, sum
liggur mitt í býnum, savn-
aðuast túsundtalsfólk og
feiðraðu sigurin alla náttina.
Øll vóru í sjeynda himli,
nógv av teimum málaði við
fronsku litunum í andlitu-
num, í hattum og við fløgg-
um. Tað var eitt stórt upp-
livilsi at sleppa at verða við
til tað.
Høvdu ikki
væntad nakað
Tørhedin var tidliga til
arbeiðis í gjåramorgunin, so
hann noyddist heim at sova
nakrar tímar í nátt, men tá
hann fór til arbeiðis var
framvegis lív í býnum.
— Fólk vóru glað og kát
Nógv gl varð drukkið, men
alt gekk friðarliga fyri seg
Tað vil siga at einki rok var,
men larmurin var ødiligur
alla náttina.
— Eg havi tað heilt greiðu
fatanina av hesum HM, at
fraklendingar høvdu ikki
roknað við at vinna. Teir
trúðu ikki at teirra landslið
var so strekt, sum tað hevur
víst seg at verða, og tí er
gleðin eisini so nógv stórri,
tá tað nú eydnaðist teimum
at vinna HM fyri fyrstu ferð
Tey vóru glað tí tey
vóru komin í finaluna, men
tey væntaðu ikki at vinna á
Brasilia.
Sølan hjå fiskasøluni
Franska hetjan vid 10-
talinum å rygginum.
Zidane skoradi tvær
ferdir tå Frakland vann
sítt fyrsta HM-heitið i
fótbólti
hevur verið tann sama, sum
hon plagar at verða i juni
mánaði, sjálvt um HM hev-
ur verið
— Tað kundi verið lætt at
ímynda sær, at matstovurn-
ar høvdu brúk fyri meiri av
feskum fiski, nú so so nógv
fólk hevur verið úti, men vit
hava ikki upplivað nakra
stóra broyting í søluni, hon
líkist sær sjálvari, sigur Tór
heðin Jensen.
ek
Húsavíkingur og so allir hinir
Kappróður: Sera tætt millum teir fýra, sum kappaðust um næstfremsta
plássið
Sjáldan er kappingin so stór
og spennandi, sum tá 8-
mannafgrini róðu í Miðvági
leygardagin.
HJå miðvingum og vága-
fólki sum heild var vónin,
at Miðvingur, sum hevur
staðið seg hampuliga væl í
ár, skuldi vinna. Tað gjørdi
hann ikki, og vit kunnu
staðfesta, at saman við Kví-
víkingi gjørdist hann tapar-
in í sera tøttu kappingini im
næsta fremsta plássið.
Miðvingurin legði annars
bragdliga fyri saman við
Kvívíkinginum, men tað
var skjótt, at Húsavíkingur-
in, sum dagliga venur í
Havn, so at síga visti teinn
og við „Húsfrugvskari“
makt og megi togaði seg
fram um hinar. Tá málið var
hálvrógvið var hann fremst
ur, og eingin skalaði hon
um. Á málinum var hann
eina bátslongd ella meiri
frammanfyri = kappingar-
neytarnar
Argjabáturin hevur ikki
vunnið í ár. Tað gjørdi hann
heldur ikki hesa ferð, men
hann var næstfremstur, og
tað at: hann hevur verið
nógv meiri støðugur í sínum
avrikum, enn hinir hava
verið, ger, at hann er greitt
fremstur í FM-kappignini.
Eitt sindur sjåldsamt verður
tað, um teimum fer at eydn-
ast at vinna FM, uttan at teir
hava vunnið nakran róður.
Miðvingur er trý stig aft-
anfyri og tann einasti, sum
kann hótta Argiabåtin. 1
heimasjógvi vóru marginal-
arnir ikki við miðvingum.
Um teir skulu vinna FM,
skulu teir vinna seinasta
róðurin, og so skal Argja-
báturin ikki enda framman-
fyri triðjapláss:ð Vinnur
miðvingur ikki, skal Argja-
báturin verða trý pláss aft-
anfyri. Annars vinnur
Argjabáturin FM, eisini um
hann heldur ikki á Olasøku
fer at vinna róðurin
jh
Lesið
Sosialin
= Vit hava
allan itrottin!