Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 131— 15. JULI 1998 a veg uppeftir tíðindablaðið SOSVÆNMLTE Byggivirksemið. ' er spakuliga — Sjálvt um tølini vísa, at byggivirksemið í Fóroyum spakuliga er á veg uppeftir, so er hetta enn í dag ein sera óstóðug vinna. Teir um 400 skrásettu handverkarar og handverksmeistarar, sum arbeiða uttanlands, koma ikki heimaftur so leingi teir fáa skattafyrimunir av at vera uttanlands og so leingi vit ikki hava eina sunna byggi- vinnu í Fóroyum, sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Fóroya Handverksmeistarafelag — Tað er skattalættin, sum ger, at handverkarar hava meir eftir vid at arbeiða uttanlands í mun til um teir arbeiddu í Føroyum, sigur Vilhelm M. Johannesen, for- maður i Føroya Handverkmeistarafelag FRANTS JENSEN — Tað, sum verður gjørt av byggivirksemi í Føroyum í dag er sum oftast >her og nú - loysnir<. Ofta eru fyri- reikingarnar ikki nóg góðar, og kravt kann verða, at ar- beiðið, sum annars skuldi tikið seks mánaðir verður gjørt uppá fýra mánaðir. Trýst verður lagt á á ymisk- an hátt, sigur Vilhelm Jo- hannesen. — Kapping er eisini at um arbeiðið, sum er. Ofta er onkur, sum undirbjóðar og tískil eisini fær arbeiðið. Men fyritøkan byggir seg als ikki upp á henda hátt. — Tað er ikki fyrr enn vit fáa eina sunna byggivinnu, at fyritøkur aftur kunnu byggja seg upp í Føroyum. Við eina sunna byggivinnu meini eg, har handverkarar og meistarar kunnu kenna seg meir tryggan, har teir kunnu rokna við rímiliga føstum arbeiði og rimiliga føstum inntøkum, og at alt fer at liggja á eini príslegu, sum er hóskandi fyri vinn- una. 13 mió. kr. meir Tel frá Búskaparráðnum vísa, at lønaruitgjaldingar fyri byggivirksemi i Føroy- um er vaksin. Teir fyrstu fýra månadirnar í år vórðu útgoldnar 53 mió. kr. í løn- um til fólk innan bygivirk- semi. Hetta er 13 mió. kr. meir enn í mun til sama tíð- arskeið í fjør. I øllum 1997 vórðu útgoldnar 151 mió. kr. móti 112 mió. kr. í 1996. — Tølini vísa sjálvandi, at byggivirksemið er á veg uppeftir, men tað tekur nak- að av tíð, áðrenn vit aftur fáa eina sunna byggivinnu her á Føroya landi. — Tað er so neynliga nógv ymiskt, sum spælir inn í- samband við byggivinnu. Nógv er tengt at hvgrjum ødrum. Tí skal landið eisini koma betri fyri seg aftur, áðrenn vit fáa eina sunna byggivinnu í landinum. — Sum nú eru tað mest umvælingar, sum vera gjørdar. Okkurt hús og bygningar vera eisini gjørd- ar av og á. Viðurskiftini eru ikki vorðin vanlig aftur enn. & Innflyta åtlendska arbeiðskraft Vilhelm vísir eisini á, at nú síðan ársbyrjan og MVG ikki verður goldin av ar- beidsløn, er tað svarta ar- beiðið munandi minkað. Hetta hevur hann serliga hoyrt frá meistarum úti á bygd. Truplari er at kanna hetta í Havn, men heldur hann eisini, at hetta slagið av arbeiði er minkað í høv- uðsstaðarumráðnum. Sjálvt um arbeiðið innan byggivinnuna er vaksið nakað aftur í Føroyum, so koma føroyskir handverk- arar, sum arbeida uttanlands ikki heim aftur. Tad eru um 400 skrásettir og óivað eis- ini aðrir óskrásettir hand verkarar og meistarar uttan- lands og arbeiða. Tá ið hesir ikki koma heimaftur, so eru vit ístaðin aftur farnin at innflyta útlendingar at gera handverkara arbeiði - Eg veit ikki júst, hvussu nógvir útlendskir handverk- arar eru komnir til Føroyar at arbeiða nú hesa seinastu tíðina, men tað eru í øllum fórum omanfyri 20 Grundin at føroyskir handverkarar uttanlands ikki byrja at koma heim- aftur er einføld. Tað er skattalættin, sum ger, at teir hava meir eftir vid at ar- beida uttanlands f mun til um teir arbeiddu í Føroyum. Hetta er eisini grundin til, heldur Vilhelm, at talið á føroyingum, sum arbeiða uttanlands er rættiliga stød- ugt og ikki minkað nakað. Nógvir av teimum gera rættiligt kvettið við at ar- beiða uttanlanda, heldur hann. Og um vit ikki aftur fáa eina sunna byggivinnu í Føroyum, so koma teir ikki heimaftur enn. Skattafrádráttur avtakast? Vilhelm heldur eisini tað er rætt, tá ið ein hugsar um byggivirksemið í Føroyum, at taka burtur hesar skatta- fyrimunirnar. Hann sær kortini trupulleikan, at ikki ber til brádliga at fáa hesar 400 handverkarar og meist- arar aftur til Føroya, og at teir allir skulu fáa arbeiði her. Tað hevði ikki verið nóg mikið til allar. Hinvegin eigur tað at verða javnað út Nakað verður eisini gjørt frá politiskar síðu í hesum sam- bandinum. Heine Heinesen, formað- Handverkarnir hava nógv at gera summarhálvárið. Neyðugt hevur eisini verið at innflutt útlendska arbeiðskraft. ur í Fóroya Handverkarafel- ag, heldur hinvegin, at tíðin ikki enn er búgvin til hetta stigið. — Vit hava verið á fundi í Landsstýrinum um hetta málið. Har mæltu vit frá, at taka henda skattafrádráttin av. Byggivirksemið í Fer- oyum er jú vaksið so lítið enn. Grundarlagið er tískil ikki til staðar enn, at taka henda frádráttin av. Vilhelm heldur ikki, at tað er nakað arbeiðsloysi mill- um handverkarar í Føroyum í dag. Meistararnir hava tikið næmingar í læru, tí tað ikki hava verið nóg mikið av handverkarum í Føroy- um at tikið av, samstundis sum eisini útlendsk arbeiðs- Mynd: Jens Kristian Vang kraft eru komin inn í landið aftur So sjálvt um byggivirk- semið spakuliga er á veg uppeftir, so vil tað ikki siga tað sama sum at føroyskir handverkarar, sum arbeiða uttanlands koma heimaftur við tað saman FRANTS JENSEN — Eg kann bara upplýsa tað sama sum landsstýris- maðurin í fiskivinnumål- um, John Petersen, hevur upplýst Løgtinginum, at sjålvt arbeiðið at gera nýtt vaktarskip verður bjóðað út bæði í Føroyum og utt- anlands. Hetta sigur fiski- málastjórin, Kaj P. Mort- ensen. John Petersen hevur sjálvur summarfrí. — Vit hava eisini tosað víð nakrar konsulentar bæði í Føroyum og uttan- lands um at gera sjálvt útbjóðingararbeiðið. Vit valdu ein norskan, ti vit mettu, at hann kann gera arbeiðið bæði skjótari og biligari. Ein stýrisbólkur er sett- ur at taka sær av sjålvum | útbjóðingartilfarinum. Verður útbjóðað bæði í Føroyum og uttanlands Fiskimálastýrið hevur valt ein norskan konsulent at gera útbjóðingartilfarið til byggjan av nýggjum vaktarskipi klárt. Tá hetta arbeiðið er liðugt seinna partin av august verður sjálvt arbeiðið at gera skipið boðið út bæði í Føroyum og aðrastaðni — Tað tekur nakað at tíð at gera hetta arbeiðið. Ar- beitt verður m.a. við ymisk- um sløgum av tekningum, fyri eisini at gera okkum greitt ådrenn, hvat tad er fyri skip, vit vilja hava. Tí verður eisini arbbeitt við einkultlutum. Jú betri fyri- reikingararbeiðið er gjørt, betri er eisini møguleikarnir fyri, at verkætlanin heldur. Minni fyrivarni verða tíkin, og tíðin skuldi eisini hildið. Tí hava vít valt at leggjan stóran dent á fyrireikingar- arbeiðið. Høvdu handlad ødrvisi Poul Mohr, stjóri á Tórs- havnar Skipasmiðju heldur, tað verða ein sindur løgin mannagongd, sum er farin fram í samband við at gera útbjóðingararbeiðið. — Vit skiltu tað á tann hátt, at vit vóru teir ein- astu, sum vóru spurdir i sambandi við sjálvt út- bjóðingararbeiðið. Vit góðu eitt tilboð. Aftaná fingu vit at víta, at hetta arbeiðið var farið í norsk- ar hendur, sigur Poul. Poul heldur, at teir høvdu handlað nakað ødrvisi, um teir høvdu vitað hetta áðrenn. Hann heldur eisini, at Tórs- havnar Skipasmiðja hev- ur nógvar royndir og góð- ar møguleikar at gera eitt tílíkt arbeiði. Ikki hevur verið so nógv at gjørt á teknistov- uni á Torshavnar Skipa- smiðju, og tað sær kanska út til, at teir nú eisini eru | noyddir at minka um | hana. |