Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið Nr. 131 — 15. JULI 1998 Tað kann gott verða arbeiði til 30-60 fólk Tann stóra frystigoymslan í Vági verður liðug um einar fýra mánaðir. Ætlanin er minst at umskipa eini 30-40.000 tons av ymsum fiski um árið í Vági Nú er arbeiðið byrjað uppá eina stóra frystigoymslu Í Vági. Teir fyrstu veggirnir eru stoyptir og hon verður liðug um einar fýra mánaðir. Tað kann so skjótt verða, at hon fer at skapa arbeiði til eini 30 - 60 fólk Akil BERTHOLDSEN —Vit hava verid avbera væl nøgdur vid samstarvid vid Vågbingar. Ti kundu vit akkurat tað sama byggja frysugoymsluna her Johan Dahl og aðrir eru nú farnir undir at byggja eina stóra frystigoysmlu í Vági Sostatt skal alt tað virk- semið, sum tey seinastu ár- ini hevur verið spjadd um alt landið, miðsavnast í Vági. Frystigoymslan tekur 4.200 tons á plattum og hon verður liðug umleið hálvan november Tað er partafelagið Faroe Coldstores sum stendur fyri byggingini. Og teir, sum hava stovnað Faroe Coldstores eru Faro- mar, Arcades Viking, Angus Sinclair og International Seafood, sum er eitt dótt- urfelag hjá J. Marr, sum Jo- han Dahl hevur samstarvað nógv við. Tað eru Tormann Vang á og Magnus Thomsen sum byggja goymsluna og hon fer at kosta 8,5 milliónir, tá ið hon er liðug. Johan Dahl, sum er ein av høvudsmonnunum, sig- ur, at tað hevur stóran týdn- ing fyri teir at alt virksemið er savnað á einum stað. — Vit hava arbeitt kring alt landið og tað er báði dýrt og trupult at stýra. Tí er tað ein stórur fyrimunur at alt er á einum stað. Hann sigur, at teirra virk- semið er nokk so vidfevnt við tað, at tey keypa fisk t.d. frá russarum, frá bretum, hálendingum, føroyingum. Somuleiðis selja og av- skipa teir fisk at kalla runt allan knøttin. — Nógv av okkara virk- semi er her kring Føroyar í Norðuratlantshavi. Tí kann frystigoymslan einsvæl vera í Føroyum, sum í Hetlandi, ella onkra aðrastaðni. — Her liggur hon heilt væl fyri, mitt úti í Atlantshavi, tí at yvirhøvur spara skipini siglingstíð at koma higar, heldur enn at fara aðrastaðni sigur Johan Dahl. Hann sigur, at teir hava brúkt Føroyar í nøkur år sum avskipingarplåss, men at teir nú fara at etablera seg á einum stað. Og at frystigoymslan júst bleiv í Vági er kanska ikki heilt av tilvild heldur. — Vit hava havt nógv sam- starv við Vágbinger nú í nøkur ár, sigur Johan Dahl Og hann sigur, at teir hava verið stak væl nøgdur sam- starvið. — Tað er gott arbeiðsfólk í Vági. Og vit hava nú sum frá er liðið, fingið okkum eitt sjakk av fólki, sum er vant við hetta arbeiðið, og tí ber skjótt at. Og tað hevur eisini stóran týdning 30-40.000 tons Johan Dahl sigur, at tað er ilt at siga, hvussu stórt virk- semi verður á frystigoymsl- uni í Vági. — Tað veldst sjálvandi um, hvørji skip vit fáa. Men vit skuldu kunna klára at um- skipa eini 30-40.000 tons um árið frá útlendskum og føroyskum bátum - minst. — Men tað kann so eisini verða, at tað verður brúk fyri meiri plássi - man veit aldrin. — Vit ætla í hvussu so er at gera okkara til at markn- adarføra hetta økid. So fáa vit at síggja, hvussu tað gongur 30-60 fólk Tær umskipingar, sum Jo- han Dahl og teir hava havt í Vági hava ikki givið støðugt arbeiðspláss. Men teir dagar, arbeiðið hevur verið, hevur tað verið sera nógv at gjørt hjá nógv- um fólkum í nógvar tímar. — Gongur, sum ætlað, fer talið á arbeiðsfólki at svinga ímillum 30 og 60. Johan Dahl sigur, at ætl- anin er at fáa fast sjakk at arbeiða fast fyri teir. Hann heldur eisini, at ein goymsla uppá góð 4.000 tons skuldi kunnað skapt eitt nøkunlunda støðugt ar- beiðspláss. — Ætlanin er at bjóða frystigoymsluna út til øll, sum hava åhuga, ikki bara til uppisjóvarfisk, men eis- ini td. til flakatrolararnar, rækjutrolarar o.s.fr. Hetta á føtur fyrst Spurdur um teir ætla sær at steðga á við frystigoymsl- uni, ella um teir ætla sær víðari og kanska fara at virka fisk eisini, sigur hann, at tað er ongin stóða tikin til. — Tann spurningin taka vit upp seinni. Men tað er væl møguligt, leggur hann aft- urat — Vit taka eitt stig í senn. — Lat okkum fáa hetta at ganga í eini tryggari legu, áðrenn vit taka spurningin um næsta stig, upp. Johan Dahl sigur, at teir frammanundan hava gott samstarv við fleiri virki í Føroyum, t.d. Havsbrún, Tavuna, Bakkafrost, Fram, Pelagos. Tað ætla vit at halda fast um. Men hvat so kann taka seg upp í longdini vita vit ikki, sigur hann. Hava havt lítið at gera: = Byrjaðu í Tað hevur verið lítið at gera á nýggjasta fiska- virkinum í Vági, síðani tað læt upp. Men helst verður frægari seinni. Tá ið ar- beiði hevur verið, hava 20-30 fólk verið í sving ÁKI BERTHOLDSEN Tað er nú meiri enn ein mánaði síðani at nýggjasta ringastu tid fiskavirki í Vági læt upp. Men higartil hevur ikki verið nógv at gjørt. Á Sancy Seafood í Vági hevur bara arbeiðið verið í umleið eina viku ulsamans, síðani virkið tók ímóti tí fyrsta fiskinum tann 4. juni. Virkið varð keypt 1. apríl. men tað tók longri tíð enn væntað at fáa pappírsar- beiðið í sambandi við heils- ufrødiligu góðkenningina frá hondini Tí byrjaði arbeiðið ikki fyrrenn ein góðan mánaða seinni Jens Petur Brattalíð, virk- isleidari, sigur, at teir hava tikið ímóti fiski og arbeitt í fimm umførum, men at tað hevur bara verið ein dag í- Nýggjasta fiskavirkið í Vági byrjaði í ring- astu árstíð og tí hevur verið meiri smáligt við arbeiði. Men rokna verður við meiri ar- beiðið í heyst. Helst verður arbeiðið aftur í morgin senn Tilsamans hava tey tikið ímóti 40 tonsum. Sjálv framleiðslan hevur gingið væl. Hesar dagarnar, arbeitt hevur verið, hava millum 20 og 30 fólk verið til arbeiðis. Helst verður arbeiðið aft- ur í morgin. Teir, sum eiga Sancy Sea- food, eru teir somu, sum eiga trolaran Sancy. Hann kemur inn nú og fer at selja á uppbodssøluni og Har ætlar Sancy Seafood sær at liggja framvið og royna at keypa lastina í kapping við onnur, sum møguliga bjóða uppá hana. Hóast somu menn eiga báði virki og skip, fer skipið ikki at avreiða beinleiðis við virkið. Ætlanin er at virkið skal keypa fiskin uppá marknað- artreytir í fríari kapping við aðrar keypararar. Tað hevur virkið gjørt higartil og tað verður eisini framtíðin Byrjaðu í ringastu tíð <tlanin við Sancy Seafood er at skera fløk og at selja tey fesk - í høvudsheitum kongafiskafløk. Ein grund til, at tad hevur verið so lítið at gjørt higartil á virkinum, er, at hetta er ringasta árstíð til fesk fløk. — Marknaðurin fyri fesk fløk er í botni í løtuni. — Samstundis er prísurin báði á saltfiski og á frystum fiski, báði toski og upsa, óvanliga høgur. Tí leggja skipini so fyrst og fremst eftir at fiska tey sløgini. Men, leggur virkisleiðar- in afturat: Tað er ikki komið óvart á okkum, tí tað vistu Vit av. Útlit eru ikki fyri meiri arbeiði á Sancy Seafood fyrrenn í heyst, táið markn- aðurin fyri fesk fløk plagar at batna. Hóast hetta er ring tíð til fesk fløk er ikki ætlanin at fara undir aðra framleiðslu á Sancy Seafood, tí so skal aftur nýggj heilsufrødilig góðkenning til. Annars eru vónirnar hjá Sancy Seafood at taka í- móti 1.700-1.800 tonsem um árið.