Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 131 — 15. JULI 1998 Bjarki Skúvadal, ferðaleiðari undir Vestmannabjórgunum: Vit verja fuglin — Sjálvandi heilsa vit eini umhvørvisætlan fyri ferðavinn- una vælkomnari. Vit taka tey fyrilit, at vit sigla spakuliga, motorarnir larma ikki og ongin sleppur at rópa, tí so órógvar tað fuglin, sigur Bjarki Skúvadal, sum eigur og rekur Barbaru og Urðardrang. TuRIÐ KJØLBRO Túrurin undir Vestmanna- bjørgini er millum fremstu útferðarmál í Føroyum. Og onga staðni, heldur ikki í løndunum uttan um okkum, kanst tú á sama hátt uppliva djúpar holur, smøl sund og drangar við ríkum og fjøl- broyttum fuglalívi — og so tað steyrrætta bergið, sum fer næstan 700 metrar beint upp í loft, alt á einum stað. Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um eina umhvørvisætl- an, sum er í umbúnað fyri ferðavinnuna í Føroyum. Tað er Durita Brattaberg, landbúnaðarkandidatur í umhvørvisumsiting, ið hev- ur fingid uppgåvuna frå Ferðaráð Føroya at gera hesa ætlanina, og i ti liggur, at tey, sum reka ferdavinnu greitt fåa at vita, hvørji fyri- lit skulu takast vid atliti til nåttåru og umhvørvi. I samrøduni vid Duritu Brattaberg segði hon mill- um annað, at eingin hyggur at, um ferðavinnan hevur árin á náttúruna, at ongar kanningar eru gjørdar av, hvussu tað ávirkar, at bátar sigla undir t.d. Vestmanna- bjørgini, og at tað er nær- liggjandi at hugsa, at ferðsl- an við ferðafólki tætt undir bjørgini við motorbátum hevur árin á fuglalívið. Taka fyrilit Bjarki Skúvadal er ein teirra, ið siglir við ferðafólki undir Vestmannabjørgini og tað hevur hann gjørt í nógv ár. Hvat sigur hann til tað, ið Durita Brattaberg fórir fram. — Sjálvandi heilsa vit eini umhvervisætlan fyri ferða- vinnuna vælkomnari. Vit taka tey fyrilit, at vit sigla spakuliga framvið, motor- arnir larma ikki nógv, teir eru væl ljóðdoyvdir, og á hverjum túri fáa fólk at vita, at tey ikki mugu órógva fuglin við til dómis at rópa. Vit sigla so tætt vit sleppa, uml. ein favn frå og tað órógvar ikki fuglin, tí hann er langt uppi igjøgnum. Hellufuglurin, sum ikki hevur ungar, krypur uppå helluna í góðum veðri og so stendur hann heilt niðri við sjóvarmálan. Men vit vita akkurát, hvar hann sit- ur, og tí fara vit eitt sindur burtur frå, so vit ikki styggja hann burtur, sigur Bjarki Skúvadal. Tað er stórur munur á, hvussu tað er nú og hvussu tað var fyrr undir Vest- mannabjørgunum. Fyrr róku teir fugl upp á land, tóku hellufugl við stong, onkur fór upp í røkurnar og drangarnar at taka fugl. Tað hendi seg, at menn skutu upp i bjørgini. Tann besta dagin menn vita um, fingu teir 5000 fuglar í rakstri. Tí hevði ferðslan undir bjørg- ini so øgiliga stóra ávirkan á fuglin fyrr. Alt hetta verð- ur ikki gjørt nú, fuglurin fær fullkomnan frið. Vit gera einki uttan at vit sigla undir bjørgini og fugl- urin rørir seg ikki hóast vit koma Meiri av fugli Tað hevur altíð verið silgt undir Vestmannabjørgini við ferðafólki. Bjarki Skúvadal byrjaði í 1975, Palli Lamhauge byrjaði nakað seinni og Fríðrikur Bláhamar hevði siglt eitt sindur frammanundan, men ikki uppá sama máta sum nú. — Tað er meiri av fugli nú enn tað hevur verið. Fugl- urin fór at minka 20-30 ár, áðrenn tann skipaða ferða- mannasiglingin byrjaði, sigur Bjarki Skúvadal. Hver orsøkin er til, at fuglurin hevur verið í so stórari minking síðstu 50 árini sigur Bjarki Skúvadal. — Fuglurin hevur fingið ov lítið at eta. Samstundis er talan um eina ringrás uppá 50 ár við toppi og felli. Fyri 50 árum síðani var ógvuliga nógv til av fugli, nú eru: vit í aldudalinum, men vit síggja, at talið veks- ur aftur. Í ár er í hvussu væl meiri enn tað hevur verið, sigur Bjarki Skúvadal. Ferðamannasiglingin undir Vestmannabjørgini hevur tískil onga ávirkan á fuglameingið ? Nei, heldur tvørtur- ímóti. Vit verja fuglin. Ong- in torir at taka fugl og gera honum ónáðir, tí teir vita, mynd: Gunnar Skúvadal at vit sigla fleiri ferðir um dagin, sigur Bjarki Skúva dal Smápartafelagið Skúva dal eigur og rekur tveir bát- ar, Barbaru og Urðardrang Siglt verður fýra ferðir um dagin Heilsuhagtøl frá NOMESKO: Barnakonurnar gerast eldri Tað er vanligari i Fóroyum enn í hinum Norðurlondunum, at kvinnur i aldrinum 35-44 ár seta børn i verðina. Í árunum 1986 til 1990 vórðu 860 børn fødd um árið, og í árunum 1991- 1995 vórðu 753 børn um árið. Savnsmynd. TurID KJØLBRO Í mun til fólkatalið verða fleiri børn fødd í Føroyum, Grønlandi og Islandi enn i hinum Norðurlondunum. Í Danmark, Finnlandi, No- regi og Svgríki eru burðar- tølini á nøkulunda sama stigi, men í Svgríki eru talið minkað munandi síðani 1991. Eisini í Finnlandi og Íslandi er talan um eina minking í burðartalinum, um enn hon langt og frá er so stór sum í Svøriki. Hetta stendur í „Helse- statistik for de nordiske lande 1996“, ið nú er út komin. Utgevari er norður- lendska nevndin fyri heilsu hagfrødi, NOMESKO, ið er ein serkøn nevnd undir Norðurlendska Ráðharra ráðnum. Nevndin hevur síð- ani hon varð sett, støðugt almannakunngjørt úrslitini av arbeiði sínum, lutvís sum serprent viðvíkjandi eitt nú felags norðurlendskum flokkingum á læknafrødi liga økinum og lutvís við nordurlendsku heilsuhag- tølunum, sum sidani 1980 eru útkomin undir heitinum »Helsestatistik for de nord- iske lande”. Hetta er á sætta sinni at Føroyar eru um- boðaðar í ritstjórnini fyri bókina, og føroyska um- boðið er Høgni Debes Joen sen, landslækni Deyðstíttleikin fallandi Tad sum serkennir øll Nord urlondini er, at talið á deyð- føddum er lágt í mun til aðr- ar partar í heiminum. Grøn land hevur hægsta deyðstítt leikan, Føroyar næsthægsta og hini Norðurlondin: koma teimum í hølunum Deyðstíttleikin fyrsta livi- árið er hægstur í Grønland, meðan Føroyar hesum við- víkjandi liggja á nøkulunda sama stigi sum hini Norð- anlondini. Ísland og Aland hava lægsta deyðstíttleikan Deyðstíttleikin fyrsta livi- árið er fallandi yvirhøvur Burðartalið minkar Ikki óvæntað er burðartítt- leikin í Føroyum sambært hagtølunum minkandi - her skulu vit minnast til, at nýggjastu tølini fyri Føroy- ar eru frá 1995. Fyrst í níti- árunum varð mangan ávar- að ímóti gongdini, sum vísti, at helt hópfráflytingin úr Føroyum í onnur lond fram, fór talið á kvinnum í burðardyggum aldri at minka so mikið, at noev færri børn fóru at verða sett í verðina. Og í nýggju hag tølunum er sjón fyri søgn. Í árunum 1986 til 1990 vórðu 860 børn fødd um árið, og í árunum 1991-1995 vórðu 753 børn um árið Tað eru kvinnurnar í aldr inum 25-29 år, sum eiga tey flestu børnini, og tað er galdandi fyri øll Norður londini uttan Grønland, har tær yngru kvinnurnar í aldrinum 20-24 føda tey flestu børnini. Eisini ald ursbólkurin, sum er yngri, nevniliga 15-19 ár er væl við í Grønlandi, - tað er lutfalsliga nógv vanligari í Grenlandi í mun til hini Norðanlondini, at so ung konufólk eiga børn Í hinum endanum, í ald- ursbólkinum 35-44 ár, eiga Føroyar størstu umboðanini av kvinnum sum eiga børn næst eftir Grønlandi, - hóast burðartalið er minkandi, eru tað fleiri „eldri“ barnakonur í Føroyum í mun til hini Norðurlondini