Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S0S2 UT Nr. 131 — 15. JULI 1998 CISV - lega í Trongisvági: Alheimurin innrás i Suðuroynni Síðani 1978 hava fóroyingar havt møguleika at verið við á Altjóða Barnalegum, CISV. Fyrsta legan var í Fóroyum í 1979. Fyri at luttaka aðrastaðni, má ein eisini vera vertur og í hesum dógum er CISV-lega í Trongisvági. Umframt fóroysku bórnini, eru gestir úr 11 londum. DAGEINN OLSEN Legan í Trongisvågi er ein av 60 legum, ið hildnar verða kring knøttin í summar. Eini 3000 børn luttaka. Umleið 20 børn og 5 leiðarar, umboða kkum á legum í Íslandi, Sveríki, Noreg, USA og Føroyum 4 ungleidarar luttaka eisini å legum i USA, Føroyum og Finlandi. Skipad verdur eisini fyri Interchange vid Grikkaland, har 10 ungdómar úr hvørjum landi fáa hevi at vitja hvønn annan í 2 vikur Legan í Trongisvági byrjaði 27.juni og endar 4 ETA så 24. juli. Umleið 72 luttakarar eru å leguni, harav gestirnir koma úr 11 londum Sjálvboðin hjálp Legan í Trongisvági kostar umleið 100.000 kr. og hon verður m.a. fíggjað við lutasedlasølu og stuðli frå stovnum og fyritøkum Augusta Mikkelsen, leguleiðari sigur tó, at uttan sjålvbodnu hjálpina, hevði ikki gingið. Umframt Augustu, eru í leguleiðsluni úr Føroyum Jóhanna Djurhuus, Eva Petersen, Malla Dam og Hanne Jørgensen úr Bergen. Elinborg Nolsøe er til hjálpar og álitisfólk í Suðuroy. Óli Rubeksen hevur samskipanina um hendi Familjuvikuskifti Børnini hava ymiskt at taka sær til. Eisini verða sonevnd familjuvikuskifti, har børnini vitja føroyskar familjur, bædi i Suduroynni og nordanfjørds. At syrgja fyri mati til so nógv fólk, er ikki sum at siga tað. Anita Farstad er høvudskokkur, men afturat sær hevur hon hjálparfólk, Tey hugna sær á CISV-leguni í Trongisvági umframt at limirnir hjálpa við ymsum praktiskum Tað kostar 150 kr fyri hvøn árliga, at vera limur. Felagið hevur limaskap í FUR, har Jákup av Skarði umboðar felagið. Í nevnd felagsins sita Augusta Mikkelsen, formaður, Jens Peter Jensen, kassameistari, Óli Rubeksen, skrivari og Rólant Johannesen Síðani 1978 Føroyingar hava síðani 1978 havt møguleika at ferðast við CISV, Altjóða Barnalegum. Um 500 børn hava luttikið á legum kring heimin. Fyrsta legan í Føroyum var í 1979 heima å Sandi. Pauli Nielsen og Ingrid Sondum skipadu fyri. 8 summarlegur hava verið í Føroyum hesi árini. (mynd D. Olsen) ax Tíðindablaðið soslalurin Box 76 110 Tórshavn Undirritaði teknar seg sum haldara av Tiðindablaðnum Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Eg gjaldi bert fyri blødini, sum eru eftir av ársfjórðinginum... Navn Búst.: í Postnr., bygd/býur: [] Haldarar í Føroyum: 240,-/ársfj. [] Haldarar i Danmark: 425,-/ársfj. [] Haldarar í Danmark, 5 blød í senn: 340,-/årstj,”-