mikudagur 15. juli 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
Viðmerking
tíðindablaðið S082lufin
Eitt er at tosa
um samstarv...
Ólavur Hátún sigur seg vóna, at tey, ið fyrireika tónleikarstevnurnar
Summartónar og Atlantsljóm, skulu ikki leggja hvørjum óðrum forðingar í
vegin. Sjálvur hevur hann ikki víst hetta í verki
Fert tú í blødini við einum-
hverjum, ræður um, at tú
greiðir lesarunum frá allari
gongdini í málinum og ikki
bara einum parti av tí. Eyð-
vitað kann sumt vera meira
viðbrekið at viðgera enn
annað — men tað hjálpir ikki
til: annaðhvert sigur tú fólki
allan sannleikan, ella eigur
tå at tiga.
Olavur Hátún ger hvørki,
tå ið hann í samrødu við
Dimmalætting (Friggjad.
26/6) fer at viðgera tónleik-
arstevnuna Summartónar,
sum Kristian Blak 0.0. hava
skipað fyri síðani 1992.
Henda samrødan við Olav
Hátún snúði seg í høvuds-
heitum um nýggju kór-
stevnuna Atlantsljóm, sum
Olavur hevur tikið stig til —
og eftir réttum átti hann
bara at vidgjørt Atlantsljóm
í samrøduni og slettis ikki
blandað Summartónar uppí.
Fyrst er at siga, at Ólavur
Hátún og undirritaði hava
altíð tosað sera væl saman,
so fyri tað skuldi eg ikki
havt fyri neyðini at svarað
honum aftur í bløðunum.
Men eftirsum Ólavur Hátún
sjálvur legði fyri við at fara
í blødini um innanhýsis 6-
semju í føroyska tónleika-
lívinum, helt eg tað vera
rættast at tríva í pennin, so
lesarin ikki fær skeiva fat-
an av nøkrum. Lætt er at
misskilja tað, ið Olavur Hå-
tún førir fram um Summar-
tónar — og vil illa til, kann
lesarin lættliga fáa fatan av,
at Kristian Blak er eitt grúi-
ligt tvørball, sum hvorki vil
lova Ólavi upp í part í
Summartónum ella sam-
starva við seg. Rættiliga so
einfalt er hetta málið ikki
Menna kórsangin
í Utnorði
Sum Ólavur Hátún sjálv ur
vísir á í bløðunum, sam-
starvaðist hann fyri tveim-
um árum síðani við Kristian
Blak um at skipa Atlants-
ljóm sum ein part av Summ-
artónum. Í mong ár hevur
Olavur Hátún ætlað sær at
skipað fyri hesi kórstevnu í
Utmorði, tí hann hevur ikki
verið heilt nøgdur við norð-
urlendska kórsambandið
Nordklang. Ólavur vil vera
við, at kórini í Utnorði
verða forfjónað í hesum
samstarvi, og at eitt tiltak
sum Atlantsljómur hevði
ment kórsangin í hesum út-
jaðaragki. Eisini sigur hann
við føroysku blødini, at síð-
ani Feroyakórið datt niður-
fyri, hevur saknur verið í
einum serligum kórtiltaki,
so at stór kórverk kunnu
verða framførd í Føroyum.
Eftirsum Summartón-
leikardagarnir í Norður-
landahúsinum vóru hildnir
uppat seinast í åttatiårunum,
man tað hava kenst natúrligt
at samstarvast við Kristian
Blak og Summartónar
fyrraárið. Hetta tiltakið hjá
Kristiani hevur jú hepnast
avbera væl, síðani farið
varð undir tað í 1992.
Kristiani Blak dámdi væl
hetta uppskotið at skipa At-
lantsljóm sum ein part av
Summartónum, og eftirsum
hann dugir sera væl at
leggja til rættis og hevur
gott samband við stuðlar
ymsastaðni, var fíggingin
skjótt í lagi. Men, ikki les-
aranum at siga, so krevur
eitt so mikið stórt og umfat-
andi tiltak sum Summar-
tónar, at skil er í, og at alt er
fyrireikað út í æsir — og tað
í góðari tíð. Eitt nú mást tú
halda allar umsóknarfreist-
ir og arbeiða við gllum tí
praktiska í minsta lagi eitt
ár frammanundan. Í so máta
eru Kristian Blak og Ólav-
ur Hátún nokk so ólíkir.
„ Við tað at avboð komu úr
Íslandi til Atlantsljóm í
1996, varð henda kórstevn-
an avlýst. Hetta vísir Ólav-
ur Hátún eisini á í blødun-
um. Hví íslendingar góvu
avboð, veit eg ikki. Men tað
var, sum Ólavur sjálvur
sigur, sera óheppið fyri
Summartónar, at Atlants-
ljómur varð av ongum. Tað,
sum harmaði Kristian Blak
einamest í hesum máli, var
kortini ikki, at ætlaða kór-
stevnan varð avlýst (slíkt
kann meir enn so koma fyri)
men tað var meiri tað, at
Kristian var seinastur av
gllum, sum fekk hetta at vita
— hóast hann sjálvandi átti
at verið tann fyrsti! Sum
neyndin fyri Summartónar
vísir á: hevði Ólavur Hátún
av illum sagt teimum frá
beinanvegin og ikki bíðað
til í seinastu létu. Her stóðu
jú sera nógvir pengar upp á
spæl, og at avlýsa tiltøk í
evstu løtu kann skjótt fáa
ilt í stuðlarnar. Summar-
tónar kundu lættliga komið
í ringt orð av hesum >eks-
perimenti«, og uttan fíggj-
arligan stuðul hevði henda
tónleikastevna dottið niður-
fyri. Og tað hevði verið til
óbótaligan skaða fyri før-
oyskt tónleikarlív.
Tessvegna kann tað neyv-
an undra nakran, at nevnd-
in fyri Summartónar kom til
ta niðurstøðu í fjør, at best
mundi vera at skipa fyri At-
lantsljómi og Summartón-
um hver sær. No hard feel-
ings, men …
»Håsid er upptikid«
Summartónar hava verið
eitt av føstu summartiltøk-
unum í Norðurlandahúsin-
um síðani 1992. Norður-
landahúsið er uppii at fyri-
reika Summartónar, veitir
ein triding av studlinum, og
skrivlig avtala er ímillum
Norðurlandahúsið og
Summartónar, at henda tón-
leikarstevna er seinastu vik-
una í Juni — á hvgrjum ári.
Longu í Mai mánaði í fjør
boðaðu fyrireikararnir
Norðurlandahúsinum frá, at
BBC fór møguliga at koma
til Summartónar 1998 og
hevði kanska brúk fyri
plássi í húsinum. Eisini
hevur Kristian Blak sent
Norðurlandahúsinum
mangt faxið um júst Summ-
artónar 1998. Tessvegna
skuldi starvsfólkið í Norð-
urlandahúsinum vitað um
Summartónar eins væl og
føroyingar vita um Olav-
søkuna.
Tiskil fekk Kristian Blak
sum vátan vøtt frammaná,
tá ið hann í Oktober mánaði
frætti frå sangarum í Havn-
arkórinum um ætlaninar at
framføra Deyðsmessu
Verdis seinasta vikuskiftið
í Juni mánaði — og at tey
høvdu fingið Nordurlanda-
húsið til tess! Við ødrum
orðum: Norðurlandahúsið
hevði í hyggju at útihýsa
einum av sínum egnu, føstu
tiltøkum fyri at geva einum
spildurnýggjum tiltaki inni-
vist!!! Hóast skrivligu av-
taluna ímillum Norður-
landahúsið og Summartón-
ar??
Higartil hevur Kristian
Blak onga líkinda frágreið-
ing fingið frá stjóranum í
Norðurlandahúsinum um,
hvussu hetta mistakið yvir-
høvur kundi koma fyri. Men
hinvegin bar Peter
Turchianinoff ongan stór-
vegis ótta fyri, at Atlants-
ljómur fór at gerast veru-
leiki í ár, so Summartónar
mundu fara at fáa innivist í
Norðurlandahúsinum kort-
ini. Ja, so segði maðurin...
Fólk kunnu vera ring at
fáa fatur á hesa ársins tíð,
so ringt kann vera at fáa øll
leysatíðindi váttað — men
Peter Turchianinoff hevur
sagt Kristian Blak, at stýrið
fyri Norðurlandahúsið
hevði álagt honum at geva
Atlantsljómi innivist í hús-
inum nettupp ta vikuna.
Hóast Turchianinoff væl
visti av Summartónum,
nyttaði honum einki at muta
ímóti stýrinum. Her stóðu
norðurlendskir pengar upp
á spæl.
Um nakað sum helst er í
hesum tíðindum, fáa vit
valla at vita, fyrr enn Peter
Turchianinoff kemur aftur
til Føroya um ólavsgku-
mundið.
Hetta mistakið kom eyð-
vitað illa við hjá Summar-
tónum. Tað eydnaðist at
finna onnur konserthøli,
men nógv eykaarbeiði
stóðst av hesum. Norður-
landahúsið er jú hóast alt
væl egnað til stór tiltøk og
eisini bygt til tað sama. Í so
smáum býum sum Havnini
syngur sjálvsagt fittur partur
av teimum, sum ganga á
konsertir, í kóri — og hesa
vikuna, sum tónleikatiltók-
ini bæði hava verið, eru tey
í Havnarkórinum íkki
sloppin tvøran fót fyri venj-
ingum, hóast mong teirra
væl kundu hugsað sær at
farið á konsert.
Hvat í allari víðu verð
skuldi tað vera gott fyri,
at hesar stevnurnar kolu-
deraðu??? Hver vinnur
við ti, og hvat vinna tey?
Hver sigur satt?
Skulu vit trúgva tí, ið Peter
Turchianinoff hevur sagt
við Kristian Blak, so hevur
hann fingið harraboð frá
stýrinum fyri Norðurlanda-
húsið at geva Atlantsljómi
pláss hesa seinastu vikuna í
Juni. Tað er annars ikki
oftari enn so, at stýrið fer út
í æsir við at leggja seg út í
virksemið í húsinum. Tí er
natúrligt at spyrja: Kann tað
vera so, at Olavur Hátún er
farin uttan um stjóran í
Norðurlandahúsinum og
beinleiðis til stýrið til tess
at tryggja sær pláss hesa
vikuna í Juni? Ella tosar
Peter Turchianinoff í ørviti?
Fyri flestøllum kunnu
leysasøgurnar um Olav Hå-
tún og stýrið í Norðurlanda-
húsinum gott tykjast vera
tann reini heilaspuni og
ljótar illgitingar. Men tíverri
er tað ikki heilt óhugsandi,
tí Ólavur Hátún hevur roynt
hetta kynstrið áður — við
einum gðrum stjóra. Tað
hevur undanmaður Turchi-
aninoffs, Jan Kløvstad,
sjålvur sagt mær:
Olavur var komin al-
goystur til sín einaferð og
bað um húsið til eitthvert
tiltak. Men Jan Kløvstad
kundi bara boða honum frá,
at Norðurlandahúsið var
upptikid akkurát tå, og at
Olavur var alt ov seint úti
um seg. Hetta vildi Olavur
Hátún ikki lata sær lynda,
og í ødini fór hann til stýrið
Nr. 131 — 15. JULI 1998
at forklaga Jan Kløvstad
fyri »vantandi samstarvs-
vilja«. Men Jan greiddi bara
styrinum frå støduni, og so
spurdist ikki meir burtur år
ti. Kanska er Peter Turchi-
aninoff ikki lika treiskur
sum Jan Kløvstad i so
máta...?
„Hvussu er og ikki! Tá ið
Ólavur Hátún sigur við
Dimmalætting, at hann
>mátti smíða, meðan jarnið
var heitt, og í tí rokinum
kom samstarvið við Summ-
artónar ikki við<, tå »pellar«
hann ikki bara. Tá lýgur
hann, so tað stendur eftir.
Tí Olavur Hátún veit væl
av, at nevndin fyri Summar-
tónar vil ikki samstarvast út
í æsir um Atlantsljóm..
Knaska er tað hetta, sum
nívir hann? Harafturat
stendur rimmarfast, at Ólav-
ur Hátún longu í heyst bí-
legði sær Norðurlandahúsið
til somu viku, sum Summ-
artónar skuldu vera — og at
Olavur er úti um seg í so
góðari tíð, er nýtt, ið sjáld-
an sker; tað vita øll, ið
kenna Olav. Hetta málið må
hava verið sera átroðkandi.
Hetta ótrúliga >bragd<
hevur Ólavur Hátún framt
— uttan at spyrja hvørki
Kristian Blak ella nakran
annan eftir! Hevdi Olavur
doyð av at samráðst við
Summartónafólkini = um
tíðspunktið fyri kórstevn-
uni? Ólavsa jørn plaga
sjáldan at vera heit eitt heilt
ár frammanundan, so tað
mátti borið til at »smidad«,
te. ringt til Kristian og
spurt… ha?
Síðani kunnu vit altíð
kjakast um organisati6nina
í Norðurlandahúsinum, men
tað ger kortini ikki Olav Há-
tún til nakran eingil í hes-
um føri.
„Av berari tilvild
Tað kann sjálvandi vera í
berum, blektaðum gáloysni,
at Olavur Hátún hevur lagt
Atlanisljóm í somu viku
sum Summartónar — og har-
við medvirkað til, at Summ-
artónar vórðu útihýstir úr
Norðurlandahúsinum í ár.
Kanska. Men tá ið hugsað
verður um, hvussu altráður
Olavur er eftir at halda før-
oysku Kórstevnuna Dýra
Biðidag — samstundis sum
Hornorkesturstevna er — og
at hann »av einihvørji or-
søk« kallar Havnarkórið
saman ul eykavenjingar so
títt og knapt tað frættist um
eitt nú kingokonsertir hjá
Kristian Blak, fert tú at i vast
í, um allar hesar >kollisión-
ir< munnu vera av berari
tilvild, ella um onkur djúp-
ari filosofi er aftanfyri.
Tá ið Ólavur Hátún har-
afturat sigur við Dimma-
lætting, at hann vónar, at
„hesi bæði tiltøkini kunnu
stuðla upp undir hver!
annað heldur enn at leggja
forðingar í vegin<, skilji eg
ikki reiðiliga, hvat ið mað-
urin meinar við. Er hann
farin at tosa í ørviti á gam-
alsaldrinum, ella er hetta
feril av samvitskubiti? Tí
álvaratos: tað skal meira
enn góður vilji til at kalla
Olavsa atburð í hesum máli
fyri »samstarvslyndi«. Er
hann blivin fornermaður,
ella hvat bagir?
Hvat verður tað næsta, ið
vit fara at frætta frá Ólavi?
Uppskot um at flyta ólav-
søkuna til Oktober, tá ið
Jazzfestivalurin er? Ella
flyta jólini til Dýra bididag?
Tað er at vóna, at fólk fer
at taka væl undir við At-
lantsljómi. Men tað er
sanniliga eisini at vóna, at
pláss kann vera fyri gllum
sløgum av tónleiki í Før-
oym, og at menn kunnu
arbeiða saman í sátt og
semju, og ikki bara lúra
eftir, nær tiltgkini hjá ødr-
um eru. Og leggja síni egnu
tiltøk samstundis...
Stockholm, í skergarðinum
7. juli 1998
Heri Eysturlíð