mikudagur 15. juli 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 151 — 15. JULI 1998
vegirnar.
Við hesum blaðnum
kundu vit fáa eitt sindur
av aktuellum tíðindum.
Tað varð givið út av
einum amerikanskum
ídnaðarpáva, sum var
fluttur til Bolivia og
tíkið landið til sín.
Hann hevdi givið fleiri
eftirspurdar bekur út
um landið og var úti um
seg alla meguliga stað-
ni og gjerdi góðgerandi
arbeiði. Hann tyktist at
vera ein dámligur mað-
ur, sum royndi at fáa
stødid á ferðafólka-
vinnuni upp og at
hjálpa til at fáa landið á
rætta kós. Við tí per-
sónliga vinninginum
fyri eygað sjálvandi,
men ikki bara.
Coca ella ikki
Í blaðnum lósu vit nógv
um cocaspurningin og
tvistøduna hjá land-
inum.
Umleið 10% av allari
arbeiðsmegini verður
mett at arbeiða við co-
caframleiðslu.
Nærum allir bøndurnir
i Yungas-landslutinum
nordanfyri La Paz hava
okkurt vid cocadyrking
at gera.
Treytirnar fyri neyð-
hjálp frá USA hava al-
tíð verið, at landið skal
minka um sína coca-
framleiðslu. Amerika-
nar vita fullvæl, at meg-
inparturin at teimum
cocablødunum, sum
verða brúkt til cocain-
framleiðslu í Colombia,
stava frá Bolivia, og
politikkurin hevur verið
at taka um rótina á trup-
ulleikanum við at
steðga framleiðsluni,
har hon byrjar, og Bo-
livia hevur tí staðið fyri
skotum.
USA hevur gripið inn
við DEA (Drug En-
forcement Agency) til-
tøkum, sum skuldu
oyðileggja avgreðir og
beina fyri meguleika-
num hjá cocaframleiðs-
luni í at halda fram.
Men sum heild hevur
tað eydnast óalmindili-
ga illa. Tað má eisini
sigast at vera eitt sindur
blánygt at halda, at man
kann steðga einum íd-
naði, sum eigur lívið í
einum heilum fåtøkum
landi, bara við at brenn-
a nakrar markir av.
Tað, sum hendi, var
sjálvandi tað, at bend-
umir plantaðu nýggjar
runnar og USA mátti
hyggja at, meðan rudd-
ingartiltøk fyri hundr-
aðtals miljónir av doll-
arum spakuliga grógvu
til aftur. Tað gav eitt
sindur meira úrslit, tá
teir, í staðin fyri at
loypa á sjálvir, fóru at
krevja boliviansku
stjørnina eftir at gera
tað. Men vantandi evni-
ni at fata veruliga trup-
ulleikan, sum er fåtækr-
ademið, hevur altid ført
til, at tiltøkini hava mis-
eydnast.
Onkrar royndir hava
verið frá stjórnini, sum
nú eisini sjálv vil gera
nakað við ólógligu co-
cadyrkanina, at fáa
bendurnir at skifta av-
grødina út við okkurt
annað. stuðul hevur ve-
rið latin og onkur bóndi
hevur tikið av, men
bara tá prísirnir fyri
coca hava verið vána-
ligir, so nakran varandi
mun hevur tað ikki
gjørt. Tað ber ikki til at
tosa við fólk, sum eru
svong.
Kanska framburðurin
hjá landinum fer at gera
mun, so tað fer at lena
seg hjá bendunum at
skifta avgreðina út. Tá
kann Bolivia kanska
sleppa undan keðiliga
umdeminum sum
“fremsta kokainland-
ið". Eitt heitið, sum teir
ikki hava uppiborið.
Her verður lítið og onki
brúkt av kokaininum
millum fólk í landinum.
Tað lítla, sum verður
selt, endar i lummunum
á turistum ella í nasa-
glugganum á onkrari
ríkmansdóttir, sum hev-
ur ráð og sum heldur
tað vera smart at preva.
Og tað er júst her,
trupulleikin í veruleika-
num liggur. Ikki hjá
cocabendunum, fram-
leiðarunum, sum orsak-
að av fåtækradøminum
onki val hava, men hjá
keyparunum. Hjá veld-
uga eftirspurninginum
á norðuramerikanska
og europeiska markn-
aðinum.
Víðari úr Bolivia
Tá vit ikki tóku lut í
carnevalinum var lítil
meining í at vera verð-
andi í landinum. Tað
var ikki meira enn 23.
februar og vit høvdu
ein ferdasedil úr La Paz
til Quito í Ecuador 10.
mars, men so leingi
tímdu vit ikki at bíða,
so vit broyttu hann til
dagin eftir.
Bolivia, sum hevði
hýst okkum í tilsamans
tveir mánaðar, var farið
afturum, tá vit sótu og
hugdu niður á velduga
Titicacavatnið undir
okkum. Tað var eitt
sindur sorgblítt at siga
farvæl, men innast inni
haldi eg, at vit allir
gleddu okkum til at
sleppa úr nívandi neyð-
ini og fåtækradøminum
í landinum. Tað skuldi
eisini vera gott at koma
aftur til eitt land, har
tær ikki nýttist at óttast
fyri ellum matinum,
sum tú át...
Myndir:
Theodor E. D. Olsen
0. 0.
Teldusnillingur:
Svein W. Rasmussen
tíðindablaðið Sosa
Teir royna at fáa hendur á beistinum, sum var hjartkipt, stakkalin. Maðurin aftast mitt í myndini hevur eina
pumpgun í hondini skuldi tað gingið heilt galið. Poula Eidesgaard stendur í durðinum og diregerar politistunum
Tvær fullvaksnar
kobraslangur vitjaðu
EFTIR JÚSTINUS
LEIVSSON EIDESGAARD
Singapore, Sosialurin: Ein
slanga er altíð í Edens garði,
men tvær innan eitt sam-
døgur er í meira lagi.
Fyri tveimum vikum
síðan fingu vit vitjan av
tveimum — vandamiklum
kobraslangum. Verður tú
bitin av eini slíkari, so doyr
tú eftir ngkrum tímum,
kemur tú ikki viðgerð og
fær móteitur, Av tilvild
løgdu vit merki til ta einu
inni í forstovuni til urta-
garðin. Vit høvdu frí hendan
dagin. Hon var á gólvinum,
hálv inni undir einum stór-
um glaselefanti. Vit vistu
ikki beinanvegin, at talan
var um eina vandamikla
slangu. Vit síggja slangur
dagliga og tær gera ikki
haltari hønu mein. Før-
oyingar eru ikki uppvaksnir
við slangum, burtursæð frá
teimum, sum vit læra at
kenna í bíbliusgguni Men
ein fillipinsk arbeiðsgenta í
grannalagnum sá slanguna
og visti beinanvegin, at her
var talan um eina rættuliga
vandamikla. Eina svarta
spýtandi kobraslangu. Hon
spýtir fyri at lemja ofrið og
síðan býtir hon fyri at drepa.
Okkara djórvu kattar
fingu skjótt ríkið slanguna
út úr íbúðini. Hon fór niður
í eina rennu, sum er til-
lokað, har vit ganga út í
havan.
Vit ringdu eftir politinum.
Ein politistød er í granna-
lagnum og nakað seinni var
fyrsti politibilurin í tún-
inum. Alvápnaðir menn við
revolvarum í belti, kniplum
og hondjørnum lupu úr
bilinum. Létu seinni kom
"næsti politibilurin, síðan
tdi og fjórði. Eftir litlari
løtu var okkara hugnaligi
urtagarður fyltur av poli-
tistum við blankt pussaðum
stylvum. Tann eini hevði
eina trivaliga pumpgun,
skuldi slangan rættuliga
gjørt um seg.
Slangan lå í innilokadu
rennuni og medan vit bid-
adu eftir politinum, høvdu
vit góðar stundir at eygleiða
hana í kikaranum, meðan
vit stóðu inni í íbúðini, væl
at merkja. Slangan var
svørt, eitt sindur ljósari und-
ir búkinum. Tá hon kennir
seg hóttan reisir hon nakrar
fjarðar á síðuni frammi við
høvdid. Soleidis gjørdi hon
eisini hendan dagin.
Endaði i djor:
Politistarnir fóru nú at
royna at fáa slanguna úr
rennuni. Striltið gekk. Teir
nýttu eina stong og á endan
á henni høvdu teir knytt ein
posa, soleiðis at slangan
ikki fekk skaða. Við hesari
róku teir slanguna út. Síðan
varð hon tíkin við eini
langari tong, eini tveir met-
ur long, sum var gjørd til
Hvussu kennist tað at hana eina kobraslangu um høvdid,
rem
endamålid. Tann eini poli-
tisturin var serfrødingur i
slangum og so skjótt sum
hon hekk í tongini, so var
hann hjá henni,. tók niður á
nakkan og helt henni, so at
hon ikki kundi spýta í and-
litið. Rakar eitrið frá eini
kobraslangu eyguni, so
gerts tú blindur fyri lívið.
Aðrenn slangan varð
koyrd í sekkin, spurdi poli-
tísturin meg um eg vildi
avmyndast við eini spill-
livandi kobraslangu um
hålsin. Eg fekk ikki rættu-
liga stundir at svara, tordi
ikki at siga nei, áðrenn eg
kendi slanguna krúpa um
hálsin. Politisturin helt tó
høvdinum forsvarliga frá
mær. Eina løtu hugsadi eg,
hvat um hann missir takið.
Eitt lítið bit frá eini kobra-
slangu og tú er hinumegin
forever. Hevur lesarin hug
at spyrja hvussu tað kennist
at hava eina slíka slangu um
hálsin, so er svarið stutt
„Kalt“.
Svarið er stutt
Dagin eftir var ein onnur
slanga tíkin á sama hátt í
havanum. Í Singapore verð-
ur sagt, at fyri hverja kobra-
slangu tú sær, eru fimm
aðrar nærhendis. So vita vit
tað. Tridja dagin sóðu vit
eina kobraslangu afturat
Hendan var uttanfyri garðin
á okkara arbeiðsplássi, Sjó-
mannskirkjuni. Tað kostaði
okkum einki at fáa slang-
urnar burtur. Tær eru nú
báðar í djóragarðinum í
Singapore. Politiovastin
greiddi mær frá, at hevði
talan verið um eina Phyton
slangu, eina kvælaraslangu
í staðin, so hevði rokingin
verið 200 singaporedollarar,
ella 800 krónur. Phyton
verða ikki roknaðar sum
vandamiklar í Singapore
Okkara heim liggur í
einum regnskógargki. Vit
síggja slangur javnan, hoyra
málið í apum og kunnu eyg-
leiða flottar arnir, eru vit
heppin
” Kalt