Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið SOSU Nr. 132 — 16. JULI 1998 Annfinn Brekkstein, by formadur i Kirkju gdaráðs- bóar kommunu: - Vit fara ikki eftir stuttari tíð at geva Føroya Fornminnissavni loyvi til eitt arbeiði, vit ikki kenna avleiðingarnar av, sigur Annfinn Brekkstein. Kommunala eftirlitið hevur givið Kirkjubóar kommunu viðhald i, at byggivaldið í sóknini útinnir bygdaráðið. Tí skal Fóroya Fornminnis- savn hava byggiloyvi frá Kirkjubóar kommunu til arbeiðið í Múrinum. TURIÐ KJØLBRO ið skulu gerast i Kirkjubømurinum í summar Byggifelagið Guttesen á Staksberg hevur fingið uppgávuna at seta stillads upp og innloka Múr- n, sum skal hevur til endamáls at turka Múrin og steðga nidurbrétingini I samrødu i blaðnum fyrr í hesum månadinum legði Arne Thorsteinsson, lands- antikvarur á Føroya Forn- minnissavni eina við, at ar- beiðið má gerast í summar. Men eftir øllum at dóma er klutur komið í málið. Tog- togan hevur verið millum Fornminnissavnid og bygdaráðið í Kirkjubøar kommunu um byggiloyvi er neyðugt til tað arbeiðið, sum skal gerast ella ikki Fornminnissavnið metti, at málsviðgerðin í Kirkjubøar kommuna fór at tarna og seinka málinum og tí vendi tað seg til kommunala eftir- litið í Landsstýrinum. Kommunala eftirlitið gjørði í fyrstu atløgu greitt — uttan at hoyra, hvat Kirkjubøar kommuna hevði at siga -, at byggiloyvi varð ikki neyðugt, men kúvendi verndartiitøkin vara - Sjálvandi virða vit, at Fornminnissavnið røkir fornminnini í Føroyum, men Múrurin hevur staðið í 800 ár og teir skulu ikki rokna við, at fólkið í sóknini bara uttan víðari góðtekur, at nú kemur Fornminnissavnid til Kirkjubøar at gera arbeidi uttan at siga nakad um, hvussu langa tíð tað tekur og at greiða frá øðrum viðkomandi viðurskiftum, sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður. Mynd: Jens Kr. Vang. seinni og hevur nú staðfest, at kommunan útinnir byggi- valdið í sóknini. Ikki i år Á fundi í Kirkjubøar kommunu mánakveldið vidgjørdi bygdaráðið málið Bræv er nú sent Fornminn- issavninum, har ymsir spurningar verða settir við- víkjandi arbeiðsskúrunum, sum ætlanin er at seta upp við Múrin og viðvíkjandi klimaskermunum. Eisini verður boðað frá, at málið er sent verkfrødingum til ummælis og at Fornminn- issavnið frættir aftur so skjótt sum til ber. Bygda- ráðið er nú farið í summarfrí og kemur ikki saman aftur fyrr enn eftir 20. august. Við gðrum orðum sleppur Før- oya Fornminnissavn ikki undir ætlaða arbeiðið í Múr- inum í summar. — Fornminnissavnið kann ikki fara undir arbeiðið fyrr enn tað er avgreitt frá okk- um. Vit skulu geva loyvi til tað sum fer fram. Tað eru vit, sum gera av, um tað er eitt byggimál ella ikki. Og tað hava vit tvíhildið um alla tíðina og nú gevur kommunala eftirlitið okk- um viðhald. Fornminnis- savnið kann kæra, men ikki fyrr enn vit hava úttalað okkum og tað gera vit ikki, fyrr enn verkfrødingarnir hjá okkum eru komnir við einum úttalilsi. - Kommunala eftirlitið Tað er líkt til, at fyrireikingarnar, sum Føroya Fornminnissavn hevur gjørt í Kirkjubø — 35 til byrjanina av fyrsta varðveitingarstigi, hava verið til fánýtis - í øllum fórum fyribils. hevur gjørt eitt mistak við at fara inn í málið uttan at vit hava fingið høvi at úttala okkum. Vit fara ikki eftir stuttari tíð at geva Forn- minnissavinum leyst til eitt endamál vit ikki kenna avleiðingarnar av. Vit taka ta tíð tað tekur at viðgera málið, sigur Annfinn Brekkstein. Tað merkir, at Fornminn- issavnið ikki sleppur í holt við arbeiðið í summar. — Tað mugu teir svara fyri, sigur Annfinn Brekk- stein. Er henda togtoganin mill- um Fornminnissavnið og Kirkjubøar kommunu ikki ein máti hjá tykkum at spenna bein fyri Fornminni- ssavninum ? - Tvgrturímóti. Komm- unan kennir hetta sum eitt óvanligt trýst, tí tað verður roynt at seta myndugleikan hjá kommununi til viks. Teir hava kunnað okkum, at teir í holt við eitt stórt arbeiði í Kirkjubø, men vit hava eina byggisamtykt, sum er gald- andi, og ein og hvgr sum ger eitthvørt byggiarbeiði skal sgkja kommununa um loyvi uttan mun til, hvat tað er og hvgr tað er. Summi mál eru størri enn onnur. Hetta er eitt viðbrekið og stórt mál fyri kommununa. Vit taka okkum ta tíð tað tekur at viðgera málið. Fornminnissavnið sum íkki eina ferð er -altid í síðstu létu. Teir áttu at søkt í góð- ari tíð, tí teir eru væl vitandi um, at kommunan hevur eina heilt aðra áskoðan enn teir viðvíkjandi múrinum. Vit viðgera málið heilt gjølla. Umfatandi mål Hava áhugamálini i komm- ununi vidvikjandi framtidini hjá Múrinum nakra åvirkan á, hvussu málið verður við- gjórt? — Nei. Vit hava sent málið til ummælis hjá byggiråd gevanum hjå kommununi og svarið vit hava fingið er t málið er so umfatandi, at tekniska málsviðgerðin má farast fram á hægri stig:. Og tí fylgja vit Mururin í Kirkjubø er Mynd: Álvur Haraldsen. ogn Føroya Fólks og Før- oya Fornminnissavn hevur uppgåvu og skyldu til at røkja øll fornminni i Før- oyum. — Eg blandi meg ikki uppí, hvgr eigur Múrin. Hann stendur á gkinum hjá Kirkjubgar kommunu og er harvið umfataður av gald- andi byggisamtykt. Sjálv- andi virða vit, at Fornminn- issavnið rgkir fornminnini í Føroyum, men Múrurin hevur staðið í 800 ár og teir skulu ikki rokna við, at félk- ið í sóknini bara uttan víðari góðtekur, at nú kemur Forn- minnissavnið til Kirkjubar at gera arbeiði uttan at siga nakað um, hvussu langa tíð tað tekur og at greiða frá ødrum viðkomandi viður- skiftum. Eg trúgvi, at tað teir fara í holt við tekur ikki 2-3 ár, men millum 10-20 ár. Tað er eitt líknandi dómi um, at arbeiðið skuldi taka 2-3 ár, men nú 13 ár eru liðin síðani farið varð í gongd, veit eingin, hvussu langa tíð tað tekur, áðrenn tað verður liðugt. Tað er stórur vandi fyri, at søgan endurtekur seg í Kirkjubø og tí taka vit stór fyrivarni, tá ið teir fara í gongd. Tað tekur altíð longri tíð enn teir siga, sigur Annfinn Brekk- stein, bygdaráðsformaður í Kirkjubøar kommuna at enda í viðtali. Vit royndu at fáa fatur á Arna Thorsteinssyni og Símuni Arge á Føroya Forn minnissavni í gjár til eina viðmerking, men teir vóru upptiknir á fundi