Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOS Tann sum hevur eina góða ætlan AK! BERTHOLDSEN Í heyst stendur eitt nytt fiskavirkið liðugt á bryggj- uni á Toftum Tað er partafelagið Regn, sum hevur bygt virkið Tað er eitt ár síðani teir keyptu høllina, sum virkið er í. Tá var tað bara ein skrokkur. Men síðani hava teir innrætta høllina og gjørt hana lidna. kann leiga virkið Ætla at leiga virkið Tað eru tríggir skyldmenn, sum eru høvudsmenn i Regni, teir eru Jógvan I. Ol- sen, beiggi hansara Jákup Olsen og svágur hansara Pætur Hansen. USÚ UU i — Sjålvir eru vit blivnir ov gamlir at fara undir nakad nytt. — So liggur onkur inni vid eini góðari ætlan, vita tey, hvaðar tey kunnu ringja, sigur Jógvan I. Olsen Men fyrrverandi løgtings- formaðurin ætlar sær ikki í holt vid fiskavirki, saman við skyldmonnunum, nú hann læt seg pensjoncrað í politikki. — Vit eru sum sagt tríggir, Nr. 132 — 16. JULI 1998 sum eiga tað. Og eg, sum eri 68 ára gamalur, eri yngstur. So tað er ikki rætti aldurin at fara undir nakað nýtt, sigur Jógvan I. Olsen. So ístaðin fyri at standa fyri tí sjálvir, ætla teir sær leiga virkið út til onkran, sum hevur eina burðar- dygga ætlan at vísa á. Sjálvir ætla teir sær ikki í holt við nakað virksemið í húsinum uttan so, at ongin annar hevur áhuga. Til fekst og fryst Jógvan Ingvard Olsen sigur, at nú ætlanin er at gera virkið liðugt og klárt at taka tað í nýtslu. Virkið er 900 fermetrar. Tað er innrættað til flaka- virkið. Tvs, at gólvið er gjørt, har eru wc, matarhøll, kompressararúm, fýrrúm trukkrúm, skrivstova til ar- beidsformannin, slúsa 0.s.fr. Tað, sum er eftir at gera eru køliråm og frystirúm. --Hetta er eitt hús, sum lýkur øll krøv, sum í dag verða sett til fryst og fekst, sigur Jogvan Ingvard Olsen. Men hvussu stór fram- leiðsluorkan verður, veldst um, hverjar maskinur verða settar í tað. Í ovaru hæddini eru skriv- stovur og tvær teirra eru leigaðar út. Alt virkið, sum tað er, kostar ikki niðanfyri fýra milliónir. Skapa umsteður Jógvan Ingvard Olsen, at tað var ongantíð ætlanin at teir sjálvir skuldu undir fiskaarbeiði á Toftum. Men teir fóru undir hetta, tí teir hildu, at tað manglaði eitt flakavirki á Toftum. — Vit høvdu Nyk, sum var eitt stórt arbeiðspláss, har eini 80, uppí 150 fólk høvdu sína dagligu inntøku. — Nykur endaði í stóra potti hjá Fiskavirking. — Hon skræddi alt innan úr og gjørdi Nyk til eitt salt- fiskahús. — Men har er lítið at gera nú afturímóti tá ið Nykur var í vælmaktini. — Vit nú hava vit eisini skip, og tað vísir seg mang- an, at tað er trupult at sleppa av við summi fiskasløg, kanska serliga hýsuna, hó- ast tað er frægari nú. — Tí hildu vit, at tað var tørvur á einum lítlum flaka- virki, sigur fyrrverandi løg- tingsformaðurin. Hann heldur eisini, at tað skuldi verið lagamanni at havt eitt fiskavirki á bryggj- uni á Toftum. — Her er gott pláss og vit hava uppbodssøluna beint vid. — So her skuldi verið ein góður møguleiki, kanska hjá onkrum av teimum yngru, sum hava gingið í skúla. — Tað ganga nógv ung- fólk í skúla, men satt at siga, veit eg ikki, hvat verður av teimum. — Eg haldi ikki, at tey síggjast aftur í vinnuni, suff- ar gamli vinnulívsmaðurin á Toftum. Jógvan I. Olsen sigur, at tað vísir seg oftani, at har umstødurnar eru til tað, hendir eisini nakað. Tað var eisini útfrá tí, at teir keyptu høllina og gjørdi tað liðugt. — Vit vildu skapa umstød- urnar, so kundi onkur anar fingið møguleikan, sum hevur hug og hegni til tað. — So liggur onkur inni- brendur við eini góðari ætl- an, veit hann, hvaðar hann kann ringja. Men Jógvan I. Olsen leggur dent á, at teir ætlanin er ikki at leiga út til hvat sum helst. — Vit ætla at tryggja okk- um so væl sum tilber, at talan er um eina burðar- dygga ætlan, sigur hann. Nú skal aftur ein løn- gjaldsstova avtakast Tað var tann tíð, táið løngjalds- stovurnar vøru ein grundstuðul undir fakfelags- rørslurni. Men nú eru tað mong, sum halda, at tíð- in er farin frá teimum og tær eru av álvara farnar at fækkast. Nú skal aftur ein latast aftur, - tann í Vestmanna Åki BERTHOLDSEN Tað var tann tíðin, táið løn- Løngjaldsstovurnar, sum einaferð vóru trygdin fyri, at verkafólkið fekk kontanta løn til tíðina, eru farnar at fækkast kring landið. Nú verður eisini tann í Vestmanna afturlatin gjaldsstovurnar vóru neyð- ugar fyri at tryggja, at verk- afólki fekk sina løn til tíð- ina. Men nú er eisini langt síð- ani, at tíðin fór frá teimum, tí nú ganga at kalla allar lønir igjøgnum peninga- stovnarnar. Men kortini eru tad åvis pláss, sum hava hildið fast um løngjaldsstovurnar. A Tvøroyri helt hon ikki ikki uppat fyrrenn fyrr i år. Og nú er líkt til, at ein løngjaldsstova afturat fer i søguna. Og tad er tann i Vest- manna, sum ætlanin nú er at lata aftur. Arbeiðsmannafelagið i Vestmanna hevði aðalfund herfyri og har var tað stóra samrøduevnid nettupp løn- gjaldstovan Fleiri limir bóru uppá mål at taka løngjaldsstovuna av. Limir í Arbeiðsmannafel- agnum høvdu eisini savnað undirskriftir saman til nevndina í felagnum um at fáa løngjaldsstovuna tikna av. Tað varð tó ikki samtykt á fundinum um at taka hana av. Men nývaldi formaðurin í Vestmanna Arbeiðsmann- afelag, Ingun Poulsen, sig- ur, at tað er heilt greitt, at táið ynski verður sett fram um at taka løngjaldsstovuna av, er tað eitt mál, sum nevndin má taka upp og ar- beiða víðari við. Men av ti, at hon cr so nýggj í fakfelagsarbeiði, má hon fyrst at seta seg inn í, hvussu farast skal fram, táið eitt slíkt, stórt stig skal tak- ast. Ingun Poulsen sigur, at møguliga verður eykaaðal- fundur seinni í ár. Flestar í Suðuroy Nú eru ikki meiri enn einar 8-10 løngjaldsstovur eftir í Føroyum, upplýsir FA. Men á summum løngjaldsstov- um er lítið og onki virksemi Og uppaftur á ødrum plássum eru tað peninga- stovnarnir, sum hava løn- gjalds. tovurnar fyri fakfel- øgini. Tær flestu løngjaldsstov- urnar, sum eru eftir eru í Suðuroy. Løngjaldsstova er í Sumba, í Vági, í Porkeri og í Hovi. Men annars eru løngjaldsstovur eisini í Vestmanna, í Kvívík, í Koll- afjørdi, og í Fuglafjørdi hava menn og kvinnur hvør sina løngjaldsstovu.