Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 132 — 16. JULI 1998 tíðindablaðið S0S/2/U/ 9 Reyði Krossurí F. Øroyum: 4-5 tons av klædum til neydstødd Ein av fyrstkomandi døgunum avskipar Reyði Krossur í Føroyum ein 20 fót bingju til Danmarkar. Í bingjuni eru millum 4 og 5 tons av klæðum, sum verða latin neyð- stóddum SVEINUR TRÓNDARSON At tað er brúk fyri neyð- hjálp er neyvan nakar ivi um. I tíðindasendingum bæði hoyra vit um og síggja hvussu illa stødd nógvir av heimsins borgarum eru. Men samstundis vita vit eisini hvussu lítið er at gera við tað, tá ein er einsamall- ur. Hetta hava felagskapir, sum eitt nú Reyði Krossur tikið til eftirtektar. Tey hava, sum alheims felagskapur at gera nakað við tað ræðuligu stóðu hesi fólk eru í og hetta er eisini galdandi fyri før- oyska partin av hesum al- heims hjálparfelagsskapi. Í eina tíð hevur felags- skapurin m.a. savnað inn klæðir. Skipafelagið skal fragta bingjuna hjá Reyðakrossi til Danmarkar Í Havn, Eysturoynni og í Suðuroynni hava staðið bingjur, har fólk hava kunna lagt klæðir í, sum tey ikki hava gleði av meir. Senda 4-5 tons Og so væl hava føroyingar latið frá sær, at ein av fyrstu døgunum sendir Reyði Krossur í Føroyum eina 20 fóts bingju til Danmarkar. Í bingjuni eru millum 4 og 5 tons av góðum klæð- um. Suni Vinther, sum er formaður í Reyða Krossi sigur, at føroyska deildin einki hevur við at gera hvar hesi klæðini enda. — Vit hava savnað tey saman, men tað verður upp til hóvuðsdeildina í Geneve at gera av hvagar klæðini skulu. VALUTAKURSIR USA Bretland Týskland Sveríki Noreg Frakland Belgía Sveits Holland Italia Finnland Island Eysturriki Spania Portugal Kanada Grikkaland Japan Írland Dollarar Pund Markur Króna Króna Frankur Frankur Frankur Gyllin Liri Markur Króna Pesetas Escudos Dollari Drakmur Yen Pund XEU RS 1122,7000 Skillingur 54,2500 Ultimo 15.07.98 síðsta mán. 685,7600 689,6400 1147,7000 381,2500 86,4700 89,8700 113,8100 18,5000 452.1700 338,2100 0,3876 125,6400 9,8000 54,2290 4,4990 3,7310 469,8900 2,2890 4,9356 955,2000 760,6400 381,3800 85,6700 90,0100 113,8400 18,5080 452,8600 338,3000 0,3874 125,6500 9,7800 4,5020 3,7340 463,0000 2,3300 4,8776 960,4600 753,3400 (Savnsmynd) Konnurnar pakkað og sorterað Suni Vitnher greiðir frá, at arbeiðsbýti er soleiðis, at tá bingjurnar verða tømdar, so verða gll klæðini savnaði á skrivstovuni hjá Reyða Krossi í Havn. — Her ganga so eini 6 til 10 konufólk og sorterað klæðini. Tað sum verður metta at vera ov vánaligt verður burturbeint. Restin verður lagt saman og pakk- að í pappeskjur. - Tá kvinnurnar eru idnar við sínar uppgávur, so koma menninir at pakka bingjuna, sum vit t. d, hava gjørt her, sigur Suni Vinther. Góður vilji at hjálpa Suni Vinther letur væl at viljanum at hjálpa Týskveldið hevði hann fingið nakrar aftrat sær at fylla í bingjuna, og vistnokk onkran, sum ikki hevur verið við fyrr. Tí ráddi um hjá honum at fáa navnið á viðkomandi telefon nummar, so hann kundi fáa fatur á honum, tá brúk var fyri honum aftur. — Tað verður gjørt eitt stórt arbeiði. Vit savna ikki bara inn í megingkinum, Havnini og Eysturoynni, men eisini í Suðuroynni. — Á Tvøroyri stendur ein bingja, og eisini har eru fólk røsk at leggja ymiskt í, sum tey sjålvi ikki hava gagn av longur, sigur hann Økid har suðuri er ikki so stórt, sum her norðanfyri og ikki so fólkaríkt, og tí er nøgdin av klæðum sunnan- ífrá ikki tann sama, sum norðanífrá, men tað er ikki tað týdningarmiklasta Bara viljin at hjálpa er til staðar, so er vón fyri tey, íð hava hjálpina fyri neyðini og Tíðindablaðið Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Sosialurin rindar postgjaldið Undirritaði teknar seg sum haldara av Tidindabladnum Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Ég gjaldi bert fyri blødini, sum eru eftir av ársfjórðinginum... Navn Búst.: Postnr., bygd/byur Tlf. Undirskr [] Haldarar i Føroyum: 240,-/ársfj. [] Haldarar i Danmark: 425,-/årstj. - OHaldarar i Danmark, 5 blød i senn: 340,-/årsfj. [] Onnur lond: Ymiskir prísir