Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Soguligur sáttmáli LÆRARAFELAGIÐ og landsstýrið hava gjørt ein seguligan sáttmála bæði á ein og annan hátt. Allir lærarar, sum ikki hava havt fast starv — tímalærarar og årsvikarar — verða nú settir í fast starv, og hesi heiti falla nú burtur HETTA er sjálvandi ein tryggleiki hjá hesum »vikarunum«, sum ikki hava vitað, um nak- að starv stóð teimum í boði næsta skúlaár ella ikki. TEIR vóru í sumu stødu, sum so nógvir aðrir føroyskir lønarbeidarar. Hvorki fólk í fiskiídnaðinum ella handverkarar til domis vita, um fiskur er i næstu viku, ella um smiðjan hevur nakað at gera í næstu viku. Hetta er eisini ein ótryggleiki, sum vit ikki hoyra so nógv um. FYRI foroyska skúlan, sum kreppan eisini rakti, er nýggjur sáttmáli vónandi ein stórur bati. Bæði hjá leiðslum og lærarum. Enn er ikki so nógv alment komið fram um nýggja sáttmálan, men tað skilst, at í framtíðini eru lærarar ikki tænastumenn og hetta er púra beint. SUM tænastumenn hava lærarar eisini havt eina fyrimunarliga eftirlønarskipan, sum aðrir lonarbeiðarabólkar hava misunt lær- arastættini. Hvussu nýggja eftirlonarskip- anin virkar er ikki greitt, men politiski setn- ingurin á hesum eki má vera, at allir bólkar fáa javnbjóðis eftirlønarvidurskifti. ÚR einum javnaðarsjónarhorni kann tað ikki vera rætt, at summir bólkar nærum hava líka høga eftirlon sum løn í arbeiðsárum, samstundis sum tímalent, skrivstovufólk, krambafólk nærum bara hava fólkapensión- ina á at líta. Her liggur næsta takið hjá fakfelogunum og teimum politisku flokk- unum, sum liggja á solidariska bógnum. Á ANNAN hátt er lærarasáttmálin eisini seguligur, tí við honum verður lagt upp til eina hovuðsavtalu á foroyska arbeiðsmark- naðinum. Og kanska eisini einum arbeiðs- rætti, men hesum fara onnur fakfeløg heilt vist at venda sær ímóti. Ikki minst tí arbeitt verður við eini ætlan at fáa ein útbygdan gerðarrætt at taka sær av trætum á arbeiðs- marknaðinum ístaðin fyri at fremja ynskið hjá Arbeiðsgevarafelagnum um arbeiðsrætt. LIVST so spyrst! Tillukku við sáttmálanum! Sosialurin Lesarabrøv Vidmerking til Føroya Lærarafelag Føroya Lærarafelag hevur i Dimmalætting 15.07.1998 viðmerking. har leiðsla fe- lagsins finst at tidindaflutn- inginum hjå Utvarpi Føroya f sambandi vid høvudsav- taluna, sum felagid hevur gjørt vid Figgjarmålastyrid í farnu viku. Vit skulu ikki leggja okk- um út í orðaskiftið millum Føroya Lærarafelag og Út- varp Føroya, men hinvegin er neyðugt hjá okkum at koma við eini rættleiðing, tá nevnda viðmerking hjá Føroya Lærarafelag kann geva Føroya fólki ta fatan, at tað er hetta felag, sum er komið fram við hugtakin- um og uppskotinum um so- kallaðan víðkaðan gerðar- rætt. Vit skulu fyrst gera vart við, at høvudsavtalan hjá Føroya Lærarafelag ikki leggur upp til vidkadan gerdarrætt, heldur tvørtur- ímóti og enn minni er hend- an avtala fyrsta skrivliga til- far, sum viðger sokallaðan víðkaðan gerðarrætt. Tí er tað ein misskiljing, tá fjølmiðlarnir ferð eftir ferð siga, at tað, sambært høvudsavtaluni, er vidkadi gerdarrætturin, sum skal vidgera mål millum Føroya Lærarafelag og Figgjar- málastýrið. Fyri at greiða stutt frá gongdini, so vórðu undirrit- aðu umboð fyri fakfelggini fyri nøkrum mánaðum síð- ani, saman við formannin- um í Føroya Lærarafelag, vald í arbeiðsbólk at um- boða 22 fakfeløg, sum settu sær sum mál at gera full- fíggjað uppskot til avtalu um víðkaðan gerðarrætt at leggja fyri Fíggjarmála- stýrið og arbeiðsgevarar- nar á privata arbeiðsmark- naðinum. Saman vid løgfrødingum var sidani gjørt nevnda upp- skot til avtalu um vidkadan gerdarrætt, og å fundi har formadurin i Føroya Lær- arafelag eisini var við, varð gjølla greitt frá, at ein høv- udsorsøk til, at fakfeløgini ætladu at seta fram uppskot til avtalu um víðkaðan gerð- arrætt var, at feløgini ikki ynsktu, at ført var inn å Før- oyska arbeiðsmarknaðin: - reglur sum avmarkaðu rættin hjá feløgunum at lýsa verkfall, og - reglur, sum geva heimild at dóma fakfeløgini og limir teirra bót. Við skrivi dagfest 02.06. 1998 varð hetta fullfíggjaða uppskot til avtalu um víðk- aðan gerðarrætt sent Fíggj- armálastýrinum og gllum arbeidsgevarafeløgunum á privata arbeiðsmarknaðin- um, men hesir vístu aftur at taka upp samráðingar um slíkan gerðarrætt og fyri okkum er eingin ivi um, at ein av høvudsorsøkunum var, at arbeiðsgevarapart- urin ynskir at fáa reglur, sum kunnu avmarka rættin hjá fakfeløgunum at lýsa ar- beiðssteðg og reglur, sum geva heimild at áleggja bót. Vit kunnu í dag bert stað- festa, at Føroya Lærarafelag vid høvudsavtalu sinari nå hevur góðtikið: - reglur, sum avmarka rætt- in hjá felagnum at lýsa arbeiðsteðg, og - reglur, sum geva heimild at áleggja felagnum og limum teirra bót. Hetta eru júst ásetingar, sum tey 22 fakfeløgini, sum hava arbeitt við at fáa reglur um víðkaðan gerðarrætt ikki ynsktu at fáa inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. Tað einasta, sum nevnt er í høvudsavtaluni hjá Føroya Lærarafelag um víðkaðan gerðarrætt er, at um partar- nir á arbeiðsmarknaðinum koma ásamt um víðkaðan gerðarrætt, so skulu Føroya Lærarafelag og Fíggjar- málastýrið samráðast um grein 11 og grein 12 í sátt- málanum. Ongastaðni í høvudsavtaluni er grett orð um, at Fíggjarmálastýrið skal broyta grein 11 og 12 í høvudsavtaluni, um hini fakfeløgini saman við ar- beiðsgevarunum skriva undir avtalu um víðkaðan gerðarrætt. Tað eru sostatt hesi 22 fakfeløgini og ikki Føroya Lærarafelag, sum av fyrst- an tíð á skrift hevur staðfest hugtakið víðkaðan gerðar- rætt og hevur lagt upp til, at fáa sáttmála um slíkan gerð- arrætt. Tórshavn, tann 15.07.1998 Vegna arbeiðsbólkin, sum umboðar tey 22 fakfeløgini: Ingeborg Vinther Joan Ziskason Karl Johansen Gunnleivur Dalsgarð Vígdis Johannesen Eyðfinn Petersen Myrkursins gongumenn Síðani nýggja landsstýrið varð skipað, hava vit sæð nakrar ótrúliga negativar greinir og leiðarar í blød- unum — serliga í Dimma- lætting, men eisini í Sosial- inum. Sum orðatakið sigur, at ilt eyga skal einki gott sjá, og soleiðis man tað eisini vera, men at sáða slíkan illvilja, iva og beinleiðis óndskap niður í fólk, sum vit síggja í leiðaranum í Dimmalætting og hvat ávísir sambands- menn skriva, skal ein leita leingi eftir. Tað frøddi menn herfyri, tá danskir politikarar í Degi og viku søgdu, tá teir vórðu spurdir, um teir trúðu at Før- oyar kundu klára seg sjálvar, og svaraðu allir, at tað trúðu teir uppá, og at sjálvandi skuldu danir hjálpa føroyingum í eini skiftistíð, sambært ST-sátt- málanum, sum teir sjálvir hava skrivað undir uppá. Samstundis vórðu sam- bands- og javnaðarlygn-irn- ar gjørdar til einkis, at ókeypis atgongd okkara til Ríkissjúkrahúsið (sum als ikki er ókeypis, men kostar sjúkrahúsverkinum umleið 40 mill. kr. um árið), fer at fella burtur. Ókeypis at- gongd okkara til danskar skúlar og lærustovnar verð- ur stongd, varð eisini aftur- víst, tí tað kemur at halda fram óbroytt, tí vit eru ein partur av Norðurlondum, sum hevur eina slíka sam- starvsavtalu, um at vit frítt kunnu fara til eitthvert Norðurland og lesa, uttan at gjalda fyri tað. Sostatt hava hesir fyrimunir einki við ríkisfelagsskapin at gera. Tá eg síggi ávísar greinir í bløðunum, summar wc- rullulangar, leypi eg tær um, tá eg síggi at greinskrivarin er td. Bjørn á Heygum, Pauli Ellefsen ella Edmund Joensen. Orsøkin er, at hetta er so niðurbrótandi lesnað- ur og orðaskvaldur, sum hesir myrkursins gongu- menn skriva, at eg vil eira sinni mítt fyri slíkum. Her finnur tú einans sjúkliga trúttan niður í føroyingin, at vit eru einki, vit megna einki, vit duga einki, lat danir gera alt og rinda alt fyri okkum, tí vit eru so fá- mentir og neyðarsligir osfr. Her finnur tú onga eggjan bert niðurgering. Hetta er beint tvørturim6ti ti, sum danskir politikarar hildu um okkum. Sambandsmenn trúgva ikki uppá og hava ongantíð havt álit á føroy- inginum. Undan løgtingsvalinum frøddi tað meg, at sjålvt tann ungi formadurin i Unga Sambandinum, sum er år Vågum, gekk inn fyri at blokkurin skuldi burtur vid tíðini. Hetta vóru nýggir tónar í flokkinum, so hóast tingumboðið hjá samband- inum í Vágum, sum eg metti at vera hampafólk og hálvgum skilagóðan, fall og varð skiftur út við væl yngri mann, helt eg at nú fór at ganga rætta vegin í hesum so afturhaldandi flokki. Men gleðin var stokkut, tí hóast unga aldur sín, kann eg bara harmast, at eisini hesin maður má teljast mill- um myrkursins gongu- menn, at dóma eftir teim- um greinum hann skrivar, tí havi eg eisini bólkað hann saman við undanfarnu nevndu monnum, hvers greinar eg leypi um. I staðin fyri at eggja, stimbra og geva fólki nýtt mót, so verður einans illvilji sáðaður samstundis sum føroyingurin verður undir- vurderaður og nidurgjørdur eins og hinir myrkursins gongumenn hava gjørt. I einum av teimum seinastu greinunum, hann skrivaði, endaði hann við at »føroy- ingurin er bangin og ótta- fullur. Og tað er væl skilj- andi«. At føroyingurin er bangin og óttafullur trúgvi eg einki uppá, tí tað er betri tilfar í føroyinginum enn so, sum hevur eina sterka guds- trúgv, og tí ikki nýtist at ganga og stúra. Men um veikar sálir lesa leiðararnar í Dimmalætting og greinir- nar hjá myrkursins gongu- monnum, og trúgva hesum oyragassi, skilji eg væl at slík gerast hangin og ótta- full. Nidurstøda min er tí, at einasta endamål hjå teim- um er at leypa ótta og ræðslu á fólk í síni nidings- skriving um føroyingin. Mær vitandi er vågating- maðurin lækni. Tað kann tí ikki vera rætt ella í tráð við læknalyftið, at hesin maður roynir at sáða ótta og ræðslu millum fólk. Kai Vágfjall