fríggjadagur 17. juli 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——— 2
Nr. 133— 17. JULI 1998
tíðindablaðið 505 7
Arne Thorsteinsson, landsantikvarur á F Øroya
Fornminnissavni:
kommunu
Fatan Kirkjubøar
undrar okkum
— At Kirkjubøar kommuna hevur fatanir og hugburðir til málið um um-
vælingina av Múrinum, er heilt rætt og tað skal hon eisini hava loyvi til.
Men at kommunan sigur, at hetta er eitt stórt mál skilji eg ikki rættiliga.
Sum byggimál er hetta lítið, og eg fái meg ikki at trúgva, at skúrvogna-
loyvið er eitt stórt mál, sigur Arne Thorsteinsson.
TurIÐ KJØLBRO
Ígjár fekk Føroya Forn-
minnissavn bræv frá
Kirkjubøar kommunu, har
bodad verdur frå, at komm-
unan må hava nøkur vid-
urskifti lyst, eitt nå vidvikj-
andi klimaskermunum og
skúrunum, sum skulu setast
upp í sambandi við bráð-
feingisverjuna. Samstundis
verður sagt, at kommunan
er í holt við at gera neyvari
konstruksjónsmessigar
kanningar
- Vit noyðast at viður-
kenna, at tað er upp til
byggivaldid at meta, um tað
krevst byggiloyvi til múrar,
tí tað sigur Løgmansskriv-
stovan. Hinvegin undrar
tað, at kommunan tykist at
viðgera bráðfeingisverjuna
sum eitt byggimál, tí tað
sigur Løgmansskrivstovan
heilt greitt, at tað ikki krevst
byggiloyvi. Og tað er stað-
fest, sigur Arne Thorsteins-
son, landsantikvarur á Før-
oya Fornminnissavni.
So átti eingin trupulleiki
at verið?
— Jú, trupulleikin er, at
forbodid, sum kommunan
setti okkum f mai, stendur
vid, sigur Arne Thorsteins-
son.
Eingir tulkingar-
meguleikar
I blaðnum ígjár segði
bygdaráðsformaðurin í
Kirkjubøar kommunu, at
kommunala eftirlitið hevur
gjørt eina kúvending í måls-
viðgerðini.
— Hana dugi eg ikki at
finna. Í brævi sigur Løg-
mansskrivstovan: „Viðvíkj-
andi spurninginum, um
byggiloyvi krevst til upp-
setan av brådfeingis verjuni
av múrkrúnuni, verður vist
til skriv landsstyrisins dag-
fest 22. juni 1998 til Forn-
minnissavnið og sum varð
sent kommununi í avriti.“
Ein staðfesting av fyrra
brævinum, sum segði, at
byggiloyvi krevst ikki. Kú-
vendingina dugi eg ikki at
finna, heldur tvørturim6ti,
sigur Arne Thorsteinsson.
— At kommunan fram-
vegis aftanå metingarnar frå
Løgmansskrivstovuni vid-
ger brådfeingisverjuna sum
eitt byggimål fati eg ikki.
Har eru eingir tulkingar-
møguleikar. Løgmansskriv-
stovan sigur, at loyvi krevst
til skúrvognarnar og ti
boyggja vit okkum fyri,
hóast vit undrast yvir tað og
aldri hava hoyrt um slíkt
fyrr
Svar uppå alt
Viðvíkjandi itøkiligu spurn-
ingunum, sum Kirkjubøar
kommuna vil hava svar
uppå, sigur Arne Thor-
steinsson:
— Kirkjubøar kommuna
hevur fingið alt tilfar, sum
er í málinum og svar uppá
allar spurningarnar, hon
hevur sett. Spurringarnir,
hon setir í brævinum, vit
fingu ígjár, fekk hon svar
uppá ígjár. Hví Kirkjubgar
kommuna sigur, at hon ikki
hevur fingið ymisk viður-
skifti lýst nóg væl, veit eg
ikki, tí hon hevur altíð fing-
ið svar uppá alt beinanveg-
in, hon hevur spurt, sigur
Arne Thorsteinsson.
Spurnartekin verður sett
við, hvussu langa tíð ar-
beiðið fer at taka, og bygda-
ráðsformaðurin í kommun-
uni sigur, at arbeiði, tit fara
í holt við altíð taka longri
tíð enn roknað framman-
undan?
— Ein og hvør stovnur er
undirlagdur årligu figgjar-
lógini og tí ráða vit ikki fyri.
Men eg havi heilt avgjørt
álit á, at arbeiðið, ið skal
gerast í Múrinum í Kirkjubø
verður gjørt til ásettu tíð. Tá
ið tað verður farið í gongd
verður ikki steðgað fyrr enn
arbeiðið er liðugt. Vit hava
eina tíðarætlan uppá fimm
ár at gera tryggingar- og
konserveringsarbeiði, sum
eru neyðug í Múrinum.
Hvussu fer at ganga í fram-
tíðini er émøguligt hjá mær
at siga og eru órímilig krøv
at seta einum og hverjum,
sigur Arne Thorsteinsson.
— At kommunan hevur
fatanir og hugburðir er heilt
— At Kirkjubøar kommuna framvegis aftaná metingarnar
frá Løgmansskrivstovuni viðger bráðfeingisverjuna sum
eitt byggimál fati eg ikki. Har eru eingir tulkingarmøgu-
leikar, sigur Arne Thorsteinsson, landsantikvarur.
rætt og tað skal hon eisini
hava loyvi til at úttala seg
um. Men kommunan sum
kommunan skal umsita eina
lóggávu. At kommunan
sigur, at hetta málið er eitt
stórt mál skilji eg ikki rætti-
liga. Sum byggimál er hetta
lítið, tí bráðfeingisverjan er
ikki umfatað av byggilóg-
gávuni sambært tí sum Løg-
mansskrivstovan sigur. Og
skúrvognaloyvið kann ikki
vera eitt stórt mál, tað fái
eg meg ikki til at trúgva.
Sambært landsstýris-
manninum verður farið
undir arbeiðið um ikki so
langa tíð?
— Ja, tað rokni eg eisini
við, sigur Arne Thorsteins-
son, landsantikvarur í við-
tali at enda.
Dygdar NMT900
telefon frá Motorola
kr. 995 -
Flare kann lættliga forritast til at
minnast upp í 10 telefonnummur.
Nú hava vit eisini
eykaútgerð til Flare.
ERICSSON 238 - NMT 900
Aður kr. 2.995,-
Tann minsta NMT telefonin å marknad-
inum. Høg góðska og smidligt snið.
Hópin av eykaútgerð. Telefonin er víst
vid eykaútgerð.
Fyrivarni verður tíkið fyri villum, útseldum verum og
ødrum óvantaðum fyribrigdum.
Tórshavn 3170 10
Klaksvik 45 74 88
Tvøroyri 37 10 00
Sandur 36 10 00
Søldarfjørdur 44 10 00
Midvagur
Nordstreymoy 42 40 00
33 20 00
kr. 1925,-