Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOSTAlrin Nr. 133 — 17. JULI 1998 Frá ti kenda til tað okenda Kanska ikki so løgid at Heri kann merkja »tann, ið Gud vælsignar< á swahili. Swahili er málið, hann, konan og børn- ini skulu læra seg, nú tey fara til Tansania. Boðskapurin tey skulu bera er hinvegin um Guds vælsignaða - Jesus. Kort- ini tekur Heri tað ikki, sum at hann skal liva upp til sítt navn. Tað letur hann Gud um. Sjålvt um tað at gerast trúboð- ari als ikki var hansara barnadreymur, er hann nú vísur í, at hetta er tað rætta bæði hann konan og børnini gera FRANTS JENSEN Tað verður eitt stórt um- skifti hjá teimum. Ikki bara tað, at tey nú skulu tóma, vaska og nýta blæðurnar umaftur til Karstin og Rana. Broytingrnar vera nógv størri enn hetta. Málið, mentanin, fólkið; alt verður so nógv ødrvisi í mun til tað, tey eru von við. Og so at hyggja trý ár og tríggjar mánaðir inn í framtíðina - tað er einaferð langt inn í næstu øld - áðrenn tey koma sig Ikki so primitivt kortini fara til Mugunu, sum må t vera eitt sera pri- ivt stað. Har skuldi eg arbeiða sum evangelistur millum tey ónáddu fólka- sløgini, ið har búgva, sigur Heri — Nú sær kortini út til, at vit skulu til Musoma sum er størsti býur í Mara- økinum. I Musoma hava tey bæði ljós og vatn innlagt og eru tískil hampuliga væl fyri. Orsøkin til broytingina er, at onkur annar, sum skuldi út, ikki kann fara, og tí er tað broytt soleiðis, at vit heldur fara til Musana. Har skal eg arbeiða sum pioner/missiónsskrivari hjá luthersku kirkjuni í Tans- ania í Mara-økinum. Hetta skal ikki skiljast sum at Heri situr á einari skrivstovu Størsta partin av tíðini fer hann at nýta at ferðast og verða millum fólkabólkar, sum ikki áður hava hoyrt Bíbliunar boðskap Malan, sum er útbúgvin pedagogur, skal fyrst og fremst taka sær av heim- inum og børnunum. Hetta er als ikki nakað nidurset- andi. — Um ein skal liva seg inn í eina tílíka mentan, må ein eisini liva sum menniskjuni liva í landinum. erður ta verður eisini tíðandi á ar- beiðinum hjá Hera Tey vóna tó, at hon eisini møguliga kann gera brúk av síni útbúgving innan eitt møguligt kvinnuarbeiði ð e! gera hjá Maluni, og hon Navnið positivan týdning Endiliga at sleppa út er nakað, tey hava sæð fram ímóti í langa tíð. I hålvt- triðja ár hevur Heri gingið á missiónsskúla hjá Luthers Mission í Danmark (sum svarar til eina bachelor í missiologi). Adrenn hevði hann gingið hálvtannað ár á bíbliuskúlakúla. Fyrst hjá Heimamissiónini og síðani hjá Luthers Missión í Danmark. Eisini royndi hann seg við sjálvlestri á Dansk Bibel Institutt í hálvt ár. Tá hugsaði hann meir um at lesa gudfrødi. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár vóru tey á skúla í Onglandi. Alt hetta hava verið fyrireik- ingar til at fara avstað. Tað verður kortini ikki fyrr enn tey koma til Tansania, at tey skulu læra swahili Tá ið Heri fyrstu ferð fekk at vita, at Heri á swahili merkjur >tann, ið Gud vælsignar< helt hann hetta vera eitt sindur stuttligt Týdningurin kann eisini vera »eydnusamur« ella »sælur«. Kortini tekur Heri tað ikki, sum at hann skal — Tad er stuttligt at navn- 10 å mær hevur ein positivan tydning. Men í einum gðr- um máli kundi tað óivað havt mótsatta týdning, og tí leggi eg ikki so nógv í hetta við navninum — Tað sum hevur størri týdning, er at vit hava fingið eina neyð í hjartað fyri teimum, sum ikki hava hoyrt um Jesus. Um hann veruliga er sannleikin, sum hann sigur seg at vera, so er tað sera álvarsamt at vraka hann. Sjálvur trúgvi eg, at Jesus er sannleikin, og eg ynski, at eisini onnur skulu hava at hoyra um hann og koma til trúgv á hann. Tí uttan hann verður ein glat- aður. Lívið var her og nú At fara út til tey ónáddu følkasløgini við gleðiboð- skapinum um Jesus, er kort- ini ikki ein barnadreymur hjá Hera, sum nú er gingin út. Og um ein, tá ið Heri var tannáringur, skuldi gitt, hvat Heri fór at gera sum vaksin, var trúboðari óivað eitt av tí seinast, ein hevði gitt. Tó so lívið hann livdi, var ikki verri enn hjá øðrum, um ein sær tað í Jesu eyg- um, sum Heri sigur. Men kortini var tað sera tungt at koma á meti, og hann kendi tað, sum øll hini sóu niður á hann. — Eg var oftast síðstur inn, setti meg á aftastu stólarnar, og fór fyrstur avstað aftur So við og við gekk tað kort- ini upp fyri mær at hini fólk- ini, sum savnaðust um Guds Orð, als ikki hugdu niður á meg fyri tað lív, eg livdi. Heri kendi tað nátúrligt at fara í Meinigheitshúsið, tí har hevði hann gingið í sunnudagsskúla sum barn Men aftaná sunnudags- skúlatíðina livdi hann uttan- fyri alla andaliga ávirkan. — Eg fekk eyguni upp fyri, at tað var so nógv spennandi uttanum meg, sum eg vildi royna. Eg livdi >her og nú<, við teimum gleðum, tað gav. Eg livdi, sum um deyð- in ikki kom nú og nógv minni í veruleikannum, at nakar Gud var til. — Tað, sum um ráddi, var at koma sum longst í lívin- um. Ég var virksamur í ítrótti. Fyrst og fremst í flogbólti, men eg royndi meg eisini í kappróðri, fót- bålti, hondbólti og ødrum ítróttargreinum. — So við og við kom rús- drekka uppí og fekk hetta stórri og stórri pláss í min- um lívi. Tað var eisini rús- drekka, sum vit savnaðust um meir enn ítrótturin. At ballast og halda veitslur, var miðpunktið, tá ið vit komu saman. Eg vil kortini ikki siga, at eg var vorðin ein alkoholikari, men eg var ávegis til at gerast tað. Heri fekk sær útbúgving í Føroya Banka og arbeiddi eisini har í eina tíð. Seinni arbeiddi hann sum sølu- maður í trý år. Var ikki broyttur um ikki steðgaður Sum 22 ára gama! varð Heri á ein hátt steðgaður á í lív- inum. Tað var, tá ið pápin fekk hjartasteðg og gjørdist álvarsliga sjúkur. — Tá bað eg til Guð aftur fyri fyrstu ferð síðani tíðina í sunnudagsskúlanum. Pápi kláraði fyrstu skurðviðgerð- ina, og fekk loyvi at liva hálvt ár afturat. Tann anda- liga síðan í lívinum gjørdust alt meir livandi fyri mær aftur. Hetta at tá ið vit sum menniskju ikki megna at stýra, hvat hendir. Hetta upplivdi eg við pápa. — Um hetta ikki hendi, so rokni eg við, at eg enn í dag hevði livad í sama spori, sum eg gjørdi tá. Hetta gjørdist tað fyrsta stigið úr ti vegnum, eg livdi. ' Í sjálvum sær var henda hendingin tó ikki ngkur broyting. Hetta var hinvegin byrjanin til eina longri inn- aru tilgongd. Ein tilgongd sum førdi vid sær, at eg så sjålvt endamålid vid livin- um. Yvirfyri deydanum eri eg einki mentur. Lívið - tað, sum er aftaná deyðan - fái eg frå Jesusi. Uttan hann so fari eg glataður. Segði mær nakað fyri fyrstu ferð Men alt broyttist ikki so skjótt hjá Hera. Hann fór at drekka meir. Løturnar, tá ið hann heyði rúsin, vóru tær hann gleddi seg mest yvir. Men at hann var so nógv fullur, virkaði eisini nega- tivt aftur á hann. Hann misti koyrikortid, tí hann koyrdi Malan og Heri Kjærbo vóru síðsta sunnukvøld saman við dreingjunum Karstini og Rana í Meinigheitshúsinum í Havn, har tey fingu heilsanir, áðrenn tey fara avstað til Tansania. Merkið og tansanianska flaggið veitra aftanfyri. (mynd: Frants Jensen) fullur. Avleiðingar av ødr- um slag settu eisini síni fingramerki á hansara lik- am — Eg fór at hugsa meir og meir um sjálvt lívið. Og eg sá meir og meir, at tað lívið, eg livdi, ikki førdi til nakað mál. Eg var byrjaður at lesa í Bíbliuni, og tað gekk upp fyri mær, at eg stóð á eirum vegamóti. Lívið bar annað- hvørt móti einum ævigum deyða ella einum ævigum lívi. — Eg trúgvi, at nógv at ti, eg hevði lært sum barn, tað kom til min aftur. Hetta bar frukt. — Sjålvt um mær å ein hått ikki dåmdi at koma millum fólkini í Meinigheitshúsin- um, bæði tí eg partvís kendi, at tey hugdu niður á meg, men eisini tí vinir mínir hildu lítið um at eg fór 6 Meinigheitshúsið, so var tað tó eitt, sum eg veruliga gleddist um. Tað var at hoyra boðskapin um Kristus boðaðan. Tað var sum segði hann mær nakað fyri fyrstu ferð. Eg fekk eisini ein 6- trúligan hug at lesa Guds Orð og at biðja. Alitid á at Jesus livir kyknaði í mær, og eg tók móti honum sum einum livandi frelsara. Neistin tendraðist — Trúboðarin kom eisini til min og spurdi, um eg ikki skuldi fara á bíbliuskúla. Hetta var fyrstuferð eg hoyrdi um bíbliuskúla, og visti eg tí ikki, hvat tað var. Hetta var í november 1991, og skúlin býrjaði í januar.