fríggjadagur 17. juli 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 133 > 17. JULI 1998
„. tíðindablaðið SOS 7
Eg hugsaði og bað til Gud
um hetta. Her kom eg eisini
at standa í einum vali. Um
eg segði ja til bíbliuskúlan,
so segði eg ikki bara ja til
sjálvan skúlan, men til
Jesus
— Eg valdi at fara á bibliu-
skúla, og eitt nýtt tíðarskeið
byrjaði í mínum lívi. Tað
tóma rúmið í mær, varð fylt
út.
Ein neyð kom eisini í
Hera, at onnur menniskju
máttu koma at kenna Jesus
Komin heimaftur frá fyrsta
bíbliuskúlanum, arbeiddi
hann í hálvtannað ár sum
hjálpartrúboðari hjá Heima-
missiónini í Føroyum.
Men á bíbliuskúlanum
hevði hann eisini hoyrt um
tey ónáddu f6lkasløgini
aðrastaðni í heiminum, og í
hjarta hansara byrjaði so
spakuliga ein neisti at tendr-
ast at fara út til teirra við
gledibodskapinum. Tað
skuldu tó ganga fleiri ár,
áðrenn hann saman við fa-
miljuni nú fara avstað, eftir
tað drúgvu fyrireikingartíð-
ina
At tað gjørdist Afrika
kom dátt við
— Frá sunnudagsskúlanum
minnist eg ikki at hava
hoyrt nakað um ytrimissión.
Í Heimamissiónini og kirkj-
uni har eg havi mínar røtur,
hevur tað ikki verið ein sið-
venja at arbeiða við ytri-
missión.
- Fyri meg gjørdist hetta
ein verulig neyð. Eg haldi
ikki tað er rætt, at eg bara
seti meg niður at lurta. Eg
má sjálvur gera nakað fyri
at hini eisini kunnu hoyra
boðskapin.
Júst hvar tey skuldu fara
sum trúboðarar, hugsaðu
Heri og Malan sjálvandi eis-
ini nógv um. At fara til
Afrika var eitt tað síðsta tey
hugsaðu um. Teirra hugur
stóð mest til Peru í Suður-
amerika.
Tí kom tað okkum
rættiliga dátt við, tá ið vit
vóru spurd um at fara til
Tansania. Hetta var ein
rættiligur biti at gloypa. Vit
hugsaðu og bóðu nógv um
hetta. Men tá ið eg las
Esekiel 12, 4-5 um landið,
sum ein ikki sá, gav hetta
mær styrki at siga ja til hetta
kallið. Vit søgdu ja í trúgv
um at hetta var Guds vilji.
Meinigheitshúsið
og Kirkju & missións-
húsið á Argjum
Sjálvt um Heri og familian
hava nýtt nógva tíð at fyri-
reika seg at fara avstað, so
eru tað eisini fleir onnur,
sum eisini hava fyrireika
seg at senda Hera og familj-
una út. Tí tað er nevnliga
ikki bara familian Kjærbo,
sum byrjar eitt nýtt tíðar-
skeið í lívinum, nú tey fara
avstað. Meinigheitshúsið í
Havn saman við meinig-
heitini í Kirkju á Missións-
húsinum á Argjum byrja
eisini eitt nýtt tíðarskeið
Tað er fyrstu ferð tey senda
ein trúboðara út og hava
ábyrgd av honum, bæði
fíggjarliga, andaliga og
handaliga. Aður eru Tove
og Herluf Heinesen send út
til Nigeria, men ábyrgdin
fyri teimum liggur hjá
Sudanmissiónini í Dan-
mark. Nógv hevur verið
gjørt fyri at fáa hetta at bera
til. Fíggjarliga ábyrgdin fyri
Hera og Maluni er tó partvís
hjá Luthers Mission í
Danmark.
Sunnudagin 24. maí
vórðu Heri og Malan innsett
í tænastu sum trúboðari.
Hetta var í Meinigheitshús-
inum í Havn. Umboð frå
Luthers Mission í Danmark
vóru eisini við til hetta hald-
ið, umframt eini 300 onnur
Síðsta sunnudag var sagt
farvæl við tey fýra á sunnu-
kvøldsmøtinum, og tey
fingu ymiskar heilsanir við
sær á ferðini
Nú ber leiðin avstað, og
vónandi hoyra vit eisini
okkurt frá teimum, meðan
tey eru burtur. Trý ár og
tríggjar mánaðir ganga, áðr-
enn tey koma heimaftur at
halda frí í níggju mánaðir
Tá verða kanska ikki fleiri
blæður at skifta
— Sjålvt um mær á ein hátt ikki dåmdi at koma millum fólkini í Meinigheitshúsinum, so
var tað tó eitt, sum eg veruliga gleddist um. Tað var at hoyra boðskapin um Kristus
boðaðan. Tað var sum segði hann mær nakað fyri fyrstu ferð, sigur Heri Kjærbo, sum
nú sjálvur fer út til følkasløg, sum ongantíð áður hava hoyrt bofskapin um; Jesus
(Myn
ens Kristian Vang)
Útsend til Nigeria
Sunnudagin vórðu Guro og Rúni úr Árantsstovu útsend
sum trúboðarar til Nigeria frå Christianskirkjuni í Klaksvil
FRANTS JENSEN
Tað var ikki tann dámur
yvir løtuni í Christianskirkj
uni í Klaksvík, tá ið Gur«
og Rúni úr Arantsstovu
vórðu útsend sum trúboð-
arar til Nigeria, sum annars
kundi vantast av eini út
sendan.
Orsøkin var, at pápi Rúna
var farin til gravar dagin
fyri, eftir at hann doyði
rættiliga brádliga fyrr í vik-
uni
Utsendingin var kortini
ikki avlýst ella útsett. Fyri
sjálvari útsendingini stóð
Erik Wengel, sum er miss-
i6nsskrivari hjá Sudanmiss-
i6nini í Danmark, meðan
sóknarprestarnir Niels Pauli
Danielsen og Hans Eiler
Hammer tóku lut í bønar
haldinum. Eisini Nemuel
Babba, sum er biskuppur í
luthersku kirkjuni í Nigeria,
og giftur við føroyska trú-
boðaranum, Kaju Nemuel
tóku lut í útsendanini
Ætlanin var eisini at hava
ÁR
Rúni og Guro úr Árantsstovu fara til Nigeria sum
útsendingarveitslu í KFUM ; 5 á
Á K mentað Var av ongum trúboðarar. Rúni er úr Klaksvík Guro úr Noreg
orsaka umstødurnar. Um— geria sum trúboðarar ani
stødurnar hava eisini gjørt Fyrst fara tey tó til Nor Seinasta árið hava
at ikki er heilt greitt, nær egs, haðani Guro er ættað verið á skúla í Onglan
Rúni og Guro fara til Ni- fyri eisini at sendast út hað- = fyrireikað seg til tænastuna
-við Moirae
Sangir úr nåttini
Bnllumenn Tad er morgun
2. Flúgvandi Hollendann 7. Omaneftir, niðaneftir æ
3. Kom og far 8. Mamma r
4. Hvussu kann eg vita? 9. Dansunr
5. Náttardráttur 10. Hvar eru tey nú
em á : ås
[|
i Vinarliga send mær — „— eintek av "Sangir úr náttir
(
!
' Navn: -
| PÅ =
: Búst.: - rn
|
Í
TP" UR GULL SILVUR
: Þel.: FOTO á VIDEO
1 e . 0 rs — ————————————m——…—æ—n—n—nm—n— FLØG R
. 4 SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955
; 3-arin, Postboks 1057, 110 Tórshavn F-moil: tryorinQpost.olfvant.fr