Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Størsta grindin í Tað gekk sera væl at reka grindina. Tað eina strekkið gekk hon yvir 9,5 fjórðingar AK! BERTHOLDSEN Tað mundi ljóða sum setur muskikkur í oyrunum á mongum Suðuroyingi, táið Johan Michael Strøm á Tveroyri rópti „grindaboð“ í sendaranum hjá sær um- leið klokkan níggju miku- morgunin Meðan ov mikið av grind hevur verið nógva staðni norðanfyri, hava suðuroy- ingar mestsum verið við sviðusoð í fleiri år Bara onkrar hissini smáar grindir hava lagt lagt beimini Suðuroy i nógv ár í Suðuroynni seinastu árini og tey allarflestu høvdu nú slokt botnin á kagganum So mikið setari mundi tað ljóða, tá ið Michael sam- stundis boðaði frá, at talan var um rættiliga fitt av grind Hann var farin út at rógv- a um átta tíðina mikumorg- unin við báti sínum Todnes:, táið hann rendi seg í eina stóra grind beint uttanfyri Flesina, beint út úr Tvøra- fjórði. — Men vestfall var, so hon vildi ikki inn á Tvørafjørd, sigur Johan Michael — Men Norðureftir vildu hon ganga og tí var gjørt av at royna at reka hana inn á Hvalba. Teir vóru rættiliga leingi einsamallir hjá grindin, ti aðrir bátar vóru langt síðani farnir til útróðrar og vóru tíðindablaðið 5052 7 > pe Set 5 3 Drápið gekk væl i Hvalba mikudagin. Grindin er góð og feit. Flestu hvalirnir lógu um $- Nr. 133 — 17. JULI 1998 6 skinn. Tann størsti var 11 skinn. Men tað løgna var, at eini 80% vóru honhvalir nógv longri úti — Men táið bátarnir vóru komnir, gekk tað heilt gott at reka hana Tað eina strekkið inn eftir Hvalbiarfjørdi gekk hon yvir 9,5 fjórðingar. Bara ein lítil partur gjørdi landgongd. Summir grindamenn meintu, at høvdu bátarnir koyrt meiri á hana, lá hon øll uppi á turrum, so hart gekk hon. Men teir vóru ov linir og tí kom nokk so nógv at liggja eftir úti á. Men tó so, drápið vardi hálvan annan tíma og klokkan hålvgum tvey var alt deytt. 251 hvalir merktir Hendan grindin er tann størsta í Suðuroynni í nógv ár. Tilsamans vóru 251 hval- ir merktir uppá tilsamans 1.248 skinn. Tað gevur næstan 5 skinn í miðal uppá hvalin. Grindin skal býtast í teir 5.123 partarnar, sum eru skrásettir, fastir partar í Suð- uroynni. Men afturat tí koma 1.058 eykapartar, sum eru fólk, ið eru í oynni og vitja. Fremm- andafólk, sum er í oynni, hava eisini rætt til grinda- part á jøvnum feti við tey, sum búgva fast. Sostatt skuldi grindin býtast i tilsamans 6.181 partar. Tað gevur 0,2 skinn í part. 80% vóru honhvalir Teir, sum merktu, søgdu, at grindin var góð og feit. Hvalirnir vóru merkiliga javnir til stødd, lógu um 5- 6 skinn, teir flestu. Tann størsti var 11 skinn og aft- urat teimum vóru onkrir einstakir uppå 9-10 skinn Umframt talid og skinn- ini, verður m.a. eisini skrá- sett fyri náttúrugripasavnið, hvat kyn, hvalirnir eru. Og her vísti tað løgna seg at teir allarflestu hvalirnir, einir 80% vóru honhvalir Annars plagar tað at vera nokk so javnt býtt ímillum kynini. Reka ikki grind aftur Í Suðuroynni fáa øll líka stóran part av grindini. Tað er langt síðani, at båtspartarnir blivu tiknir av og tað vóru tað meiri enn ein, sum vóru illir um í hvalbiargrindini mikudagin. Summir teirra vóru út- róðrarmenn, sum mistu dagin, tí teir fóru at reka grind. Einir sjey-átta bátar komu líka eystan av Tunguni inn at reka grind. Tungan er einar níggju fjórðingar eyst ur úr Lítlu Dímum Og teir halda, at tað hevði ikki verið meiri enn rætt og rímiligt, at teir fingu ein grindabita eyka fyri tað. Tað heldur Johan Michael Strøm eisini. — Eg vænti ikki, at teir gera hetta oftani, tí tað kost- ar teimum nógvar pengar at missa ein heilan útróðrar- dag. Tað vóru eisini fleiri, sum søgdu við meg, at teir fóru aldrin aftur at reka grind. Og summir vóru enntá so illir, at teir løgdu dýran við, at teir skuldu ikki so mikið sum boða frá grind eina aðru ferð, sóu teir eina. Johan M. Strøm heldur, at bátspartarnir skuldu blivið settir í gildi aftur, ti veruleikin er, at tað blivu fáar grindir dripnar, vóru tað ikki útróðrarmenn, sum funnu tær og boðaðu frá. — Tí hevði tað ikki verið og nógv, um teir fingu eitt skinn afturfyri, heldur hann Suðuroyingar vísa gestunum stóran blíðskap: Tað voru 1.058 eykapartar í grindini í Hvalba mikudagin — Fremmandafólk fingu yvir 20 % av grindini, sum legði beinini í Hvalba miku- dagin AK! BERTHOLDSEN Grindin, sum legði beinini í Hvalba mikudagn hevur aftur av álvara reist spurn- ingin um, hvussu rætt og rímiligt tað er, at fólk, sum eru og vitja í oynni grind er, eisini a part á jøvnum føti við Suðuroy- ingar annars Tí nú alt bleiv talt saman eftir grindina í Hvalba mikudagin, vísti tað seg, at heilir 1.058 eykapartar vóru skrásettir. Tvs, at tað vóru heili 1.058 avoyggjafólk, sum fingu grindapart á jøvnum føt við Suduroyingar. I Suduroynni eru skrå- settir 5.123 fastir grinda- partar. Og hetta vil so aftur táið Hjørmund Vang, grindaformaður í Hvalba tosar við Ingi- bjórn Eldevig, sýslumann á Sandi um eykapartar siga eini 20% av grindini fór til avoyggjafólk. Og hetta er met, alt tað fólk minnast Tey eru nógv, sum halda, at henda skipanin er full- komiliga órímilig Hinvegin eru tað onnur, sum vilja halda fast um hana. Lætt um veruleikan Ingibjørn Eldevig, sum er sýslumaður í Sandoynni, ar- beiðir í Suðuroynni í løtuni og var uppii grindabýtinum í Hvalba mikudagin. Og hann sigur, at sjálvur hevur eitt sindur ilt av, hvussu skipanin við eyka- partum verður praktiserað. --Eg haldi, at tað verður farið lætt um veruleikan, sigur hann. Hann sigur, at teir hava eisini eykapartar í Sand- oynni, men har verður farið ødrvisi fram enn í Suður- oynni. Í Sandoynni krevja vit, at tey, sum vilja hava eyka- part, sjálvi skulu meta á pol- itistødini at skriva seg upp. --Vit vilja síggja fólkini. — Bert í undantaksføri góðtaka vit , at tey ikki meta upp. — Og henda skipanin hev- ur ført vid sær, at talid å eykapartum er munandi minkad, sigur Ingibjørn Eldevig. Í Suðuroynni eru tað teir ymsu bátsformenninir, sum taka ímóti eykapartum og boða sýslumanninum frá. Skal varðveitast Hinvegin heldur Hjørmund Vang, grindaformaður í Havlbiar Kommunu, at eykapartarnar eiga at verða Jákup Kjærbo, grindaformaður: --Avtakið eykapartarnar varðveittir. — Tað er synd at tey, sum, koma higar at ferðast ikki skulu fáa ein bita burturav, heldur hann. Sum oftast er tað fólk úr bygdini, ella úr oynni. Hann harmast somuleiðis um, at bátspartarnir eru tiknir av. — Teir skuldu verðið settir í gildið aftur. — Tú kanst hugsa tær, at menn brúka fyri nógvar pengar í bensini, og missa heilar útrórðardagar fyri at reka grind. Og tað eiga teir heilt av- gjørt at fáa eykapart fyri, heldur Hjørmund Wang. Avleidingin av hesi skipa- nini, sum nú er, er, at nógvir tíma ikki at reka grind, tí tað kostar teimum ov nógv. Líkist ongum Ein annar grindaformaður, Jákup Kjærbo, er púra 6- samdur. Hann heldur at tad likist ongum, at uttanoyggja fólk skulu fara. við so stórum parti av grindini. Hann heldur eisini, at skipanin við eykapartum verður misbrúkt í ólukku- mát. Tí heldur hann, at eyka- partarnir skuldi bart út sagt verið tiknir av.