fríggjadagur 17. juli 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 133 — 17. JULI 1998
tíðindablaðið S08l2lurfn
Fritidarmøguleikar í grannaland-
inum Skotlandi
Aberdeen er hjartað í sktosku oljuvinnuni og tí er dýrt at keypa hús í Aberdeen og
økinum kring býin, men býurin er sera vakur at síggja til og góður at ferðast í
ORÐ OG MYNDIR:
SVEINUR TRÓNDARSON
Føroyingar hava altíð havt
eitt gott samband við Skot-
land.
Fyri nøkrum árum síðan,
byrjaði Smyril at sigla hesa
leiðina og tá valfartaðu før-
oyingar til Skotlands.
Síðan hevur Norrøna silgt
upp á Skotland og seinast
Smyril, men skalt tú bein-
leiðis til Skotlands í dag, so
noyðist tú loftvegis.
Men tað bilar ikki, tí tann
leiðin er so stak lagalig.
Tú kanst fara avstað hós-
dag og koma aftur mánadag
og tó hava havt eina frálíka
ferð, tí møguleikarnir eru
nógvir.
Nógvir meguleikar
hjá ungum fólki.
Hjá yngra ættarliðnum eru
møguleikarnir í Aberdeen
góðir.
Í útkantinum av býnum
eru nógv góð dansistød,
matstovur, pubbir og annað.
Nú skal ikki so nógv til
áðrenn føroyingar kenna
mun á hitalagnum, men í
Aberdeen hava teir eina
>laaaanga< sandstrond, sum
er sera tiltalandi tá veðrið
er til vildar.
Hevur tú ikki hug at
liggja á Strondini, so er bara
at fara í tað stóra »vatnsentr-
ið<, sum liggur beint við
strondina, har er í hvussu
er møguleiki at stuttleika
sær.
Fótbóltstúrar
til Aberdeen
Nógvir føroyingar hava eis-
ini fylgt væl við í bæði
enskum og skotskum fót-
bólti.
Lidini í Glasgow nýtast
ikki stórvegis presentatión,
men í Aberdeen hava teir
St. Johnston og tí eru teir
sera stoltir av í Aberdeen.
So tey, sum hava hug at
síggja fótbótsstemning -
ikki ov langt heimani frå,
kunnu eisini gera tað í Ab-
erdeen.
Nógv fornminnir
Skotar eru eitt fólkaslag við
eini langari søgu, sum teir
eru sera stoltir av.
Men søga teirra er so øgi-
liga blóðug. Har hava verið
nógv kríggj og verður hugt
eftir gomlu slottunum so
sæst, at har hevur ikki altíð
veriðso stuttligt at búgva.
Hesi fornminnir eru altíð
eina vitjan verd, tí skotar
gera nógv fyri at verja um
sínir gomlu virðir.
Í grannalagnum hjá Aber-
deen liggur eitt slott, sum
eitur Crathes Castle.
Flott er tað at síggja til,
og søgan er sera áhugaverð.
A slottunum arbeiða søg-
ukøn fólk og tað liggur stak
væl fyri hjá teimum at
greiða frá. Her hava vit før-
oyingar nakað at læra av
skotum.
Sum vit síggja á mynd-
unum, so eru blómugarð-
arnir kring slottið eisini so
avbera vakrir, at orð ikki
siga frá tí.
Tað er stórur áhugi at vitja
hetta slottið. Seinasta ár
vitjaðu ikki færri enn 125
túsund fólk slotti.
Fólk hava búð á slottinum
til fyri 30 árumn síðani.
Onnur forkunnug stød eru
eisini at síggja á veg til
Crathes Castles. Millum
annað er ein standmynd av
ti »filmkenda« Rob Roy.
Filmur var gjørdur um
henda mann, sum vist nokk
var ein búrkroppur, tá tað
til stykkis kom, men síðani
filmurin var gjørdur, er ein
stór standmynd gjørd av
honum, og hon stendur tætt
við eina brúgv, stutt áðrern
Crathes Castle
Góðir fiskimøguleikar
Tað eru nú ikki bara ungfólk
við áhuga fyri býarlívi og
fólk við áhuga fyri forn-
minnum, sum hava nakað
at gera í Aberdeen.
Býurin liggur við munnan
á ánni Dee.
Henda áin er stúgvandi
full av laksi og har verður
dúgliga roynt, segði Fraser
Gordon, ferðaleiðari fyri
okkum.
11
Tað er líkamikið, hvørt tú er gamal ella ungur, tú finnur
eitthvørt tær dámar í Aberdeen, ella har á leið. Men hav
í huga, at hósdagur er skiftidagur á oljupallinum og tá
er vónleyst at fáa kamar, um tú ikki hevur bílagt langt
frammanundan
Millum annað plagar
Charles prinsur (tað var
hann við Dianu) at fiska í
ánni.
Men, sum rímiligt er, so
krevst fiskiloyvi, og tey skal
ein sjálvandi útvega sær á
røttum stað áðrenn ein fer í
ánna at fiska.
Balmoral slottið
Verður farið longur inn í
landið, fram við ánni, so
kemur ein til Balmoral
slottið.
Hetta slott eigur bretska
drotningin Elizabeth, og her
kongafamiljan býr á Bal-
moral.
Ikki so øgiliga stór, men
hon er sera vøkur og ikki er
spart uppá nakað hóast alt
Her byrjar hálandi
Tá farið verður frá økinum
við Balmoral slottið flytir
ein seg inn í skotska há-
lendi
Frá at hava verið í lálend-
inum, har tað meira minnir
um eitt nú Noreg og kanska
Danmark eitt sindur vid, sc
minnir landslagið í
inum meira um
nálend-
ÍBroysku
landi eru sera hugtikin av staðnum
húsast hon um summarið.
Allarfægstu skotar eru
royalistar, men teir eru hó-
ast alt stoltir av, at drottn-
ingin leggur í at búgva hjá
teimum um summarið.
Slottið er sera, sera væl
vart. Tað slepst m. a. ikki
til slottið í bili og tí er neyð-
ugt, at seta bilin á parker-
ingsøkinum eitt sindur frå
slottinum, og síðan ganga
restina.
Tað ber nokk til at sleppa
inn á slottið, men bert í ávís
rúm, og ávísa tíð á árinum.
Hinmegin vegin liggur
kongiliga kirkjan, meðan
náttúruna
Meira bert gras og bert fá
trø. Lendið er eisini nógv
meira grýtut enn tað var
nærri Aberdeen, men tað er
eisini eitt heilt ótrúlig vakurt
umhvgrvið, men tað er
ógvuliga oyði
Fråstødan húsanna mill
um er stór. Í onkrum førum
koyra vit langt áðrenn vit
síggja næstu húsini, men
vakurt er tað allíkavæl.
Góðir
tjaldingarmeguleikar
Hjá náttúruelskarunum eru
góðir møguleikar at ferðast
í hálendinum í Skotlandi
Víst er tað púra oyði
nógva staðni, men tað ger
samstundis, at tað eru sera
góðir tjaldingarmøguleikar
úti í náttúruni
Ferðaleiðari okkara á túri-
num í Skotlandi, Fraser
Gordon, er vanur at ferðast
nógv í fjøllunum og eftir tí
hann sigur, so er bara at seta
tjøldini u
nn út náttúr
inasta in Kål
syrgja Ívri er, at ataka upp
nærkast bygdum
spjadd um alt Skotland
Men alt hetta
t ert
dt CTU M
antsflog
skrivsto
meir enn fegin at hjålpa tyg-
um vid, hava tygum hug at
fara til Aberdeen at halda
summarfrí, ella ferðast í eitt
styttri tíðarskeið
Stutt uttanfyri Aberdeen liggur slottið Crathes Castle, sum nú er eitt vakurt fornminnið. Fólk hava búð á slottinum til
fyri 32 árum síðan, tá bústaðarparturin brendi. Arliga vitjað eini 125 túsund fólk slottið, tí tað er sera vakurt og tað
eru urtagarðarnir kring tað so sanniliga eisini
Mynd: Sveinur Tróndarson