Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Múrurin Oddagrein »HATTA er sum Múrurin í Kirkjubø« er eitt gamalt orðatak og verður hetta nýtt um okkurt, ið ikki verður liðugt. Soleidis er við varðveitingarmálinum eisini - tað tykist ong- an enda at fáa og fólk vita eftirhondini ikki hvat tey skulu halda ella hverjum tey skulu trúgva. ÓSEMJAN um røttu tiltøkini er stór og ósemjan um hvat Múrurin skal nýtast til er ikki minni. Múrurin er sostatt ein frálík ímynd uppá okkum føroyingar. Vit kunnu ikki semj- ast um nakað sum helst. >Klandur og stríð, er um títt kvæði, vit fostraðust i« yrkir skald- ið. Múrurin er sostatt ikki undantakið men reglan. MEN nú má haldast uppat við hesum. Landsstýrið hevur tikið sína stødu og vit hava alla tíðina hildið, at hetta er ein klók stoða. Fyrst neyðturvilig fyribils varðveiting- artiltok og verja, so eitt varandi tiltak, ið skal finnast eftir eina almenna hugskots- kapping. EISINI hevur landsstýrið staðfest tað, sum allir føroyingar vistu frammanundan nevni- liga, at Murin er eitt fornminni og sostatt friðaður. Eitt friðað fornminni kann ikki gerast til eitt brúkshús, men skal verða verandi eitt friðað fornminni. Nýggi mentamálaráð- harrin, Signar á Brúnni, boðaði í gjár her í blaðnum frá, at hann hevur tíkið somu stoðu. Hann eigur mikið rós uppiborið fyri hesa avgerð. Eisini tykist tað sum lands- stýrismaðurin av álvara hevur fingið glið á málið. Hann hevur fingið Kirkjbøar komm- unu at samstarvast við landsmyndugleik- arnar og hetta er eisini alla æru vert fyri kommununa eins og landsstýrið. Í hesum máli eru oll partar av somu sek og draga øll eina línu eru góð útlit fyri eini skilagóðari loysn, sum tænir ollum føroyingum til æru. Her hevur landsstýrismaðurin havt eina hepna hond og eigur hann nú at lata málið aftur til fornminnissmyndugleikarnar. Tí eitt slíkt mál eigur ikki at verða verandi politiskt. Men landsstýrið eigur tó at fylgja væl við og kemur stígur aftur í málið, eigur landsstýris- maðurin alt fyri eitt at fara inn í málið og gera sín myndugleika galdandi. HÆGSTI sakkøni myndugleiki er Fornminn- issavnið. Hesin stovnur eigur nu at sleppa til verka og gera tað arbeiði, ið stovnurin hevur skyldu til. Eftir hvat stóð at lesa her í blaðnum í gjár, eru nú góðar vónir um, at eitt arbeiðið við Múrinum, ið leingi hevur ligið á láni, kann verða gjørt. Øll eiga at fegnast um gongdina og eiga allir føroyingar at stuðla landsstýrismanni og Fornminnis- savni í at gera tað arbeiði, ið áliggur teimum eftir lógini. Sosialurin Summar- tonar Tónleikadagar av alstórum týdningi fyri fóroyskt mentanarlív Tá ið ein býr í útlegd, er tað altíð ein fragd at koma aftur til Føroya. At síggja hesar vøkru oyggjar summarklæddar, at hoyra fuglarnar syngja og ikki minst hoyra havið anda tungan og aldurnar tutla inni við land! Tað er eisini hugfarsligt at máta kenningum á gøtuni, eins og at vitja Vinir. Fyri mítt viðkomandi verða tvær tær fyrstu vikurnar í Føroyum nýttar til at njóta tað stóra, fjølbroytta úrvalið av konsertum á Summar- tónum. Her er møguleiki at hoyra føroyingar og útlendingar framføra føroyskan og útlendskan tónleik á altjóða stødi. Tað hevur eisini verið sera áhugavert at hoyra fleiri frumframførslur av før- oyskum tónaskeldum, ið á fyrsta sinni royna seg á Summartónum, og at fylgja við, hvussu føroyskur partiturtónleikur mennist. Tak eitt nú unga havnarmannin Trónd Bogason. Vit, ið hava fylgt við í menning hans- ara, síggja at hann er sera gávuríkur. Fyri ein ungan mann sum hann, hevur tað ómetaliga stóran týdning at fáa tónleik sín spældan av dugnaligum tónleik- arum, og ikki minst hoyra hvat hesir hava at siga um hvat er gott og hvat kanska kundi verið gjørt ødrvisi. Summartónar eru eisini við til at gera føroyskan nútíðartónleik kendan aðra staðni. Næstan á hverjum ári eru útlendsk tíðinda- fólk og vitja á Summar- tónum. Eitt nú var í 1994 blaðmaður frá Nordic Sounds. Hetta er tíðarrit, ið verður útgivið á enskum máli av norður- lendska tónleikagrunnin- um (NOMUS). Hesin skrivaði rúgvusmikla grein um nútíðar føroyskan tónleik, Summartónar og leiðaran Kristian Blak. Kristian fekk rós fyri síni avbera góðu evni at leggja til rættis tónleikadagar, ið bæði eru fyri sokallað »vanlig fólk< og tónleika- kennarar. Summartónar var á ein positivan hátt, heilt gðrvísi enn aðrir tónleikadagar hesin blað- maður hevði verið á, bæði í bygnaði og ikki minst hvat atmosferu viðvíkur. Júst hetta er sera áhuga- vert fyri undirritaða at staðfesta. Ikki minst tá ið ein, í hesum døgum, leggur seinastu hond á umbidna grein til programbók til heimsins størstu tónleikasteynu fyri nútíðar tónleik, nevniliga Wien Modern, ið hevur heimskenda orkestur- leiðaran Claudio Abbado sum listarligan leiðara. Upprunin til hesa grein er tann, at undirritaði fær tónleik framførdan á stevnuni í ár. Vegna tess at høvudsevni er >út- jaðaragkini í Europa«, hildu fyrireikararnir tað vera áhugavert at hoyra, hvgrja ávirkan tað hevur havt fyri tónleikin, at tónaskaldið er uppvaksið á slíkum stað. Soleiðis gerst samband millum ein av heimsins minstu tónleika- stevnum og heimsins størstu. Hetta vísir í sjálvum sær týdningin av Summartónum. Ikki bert fyri tey ténaskøld, ið her búleikast, men eisini fyri tónleikararnar og ta venjing fólksins oyru støðugt fáa. Summartónar kunnu eisini gerast av alstórum týdningi fyri føroysku ferdavinnuna, um tætt samband kann fåast í lag millum Summartónar og allar góðar kreftir, ið arbeiða fyri at gera tað so áhugavert sum gjørligt at vera ferðafólk í Føroyum. — Sjálvt um eg fegin vildi, kann eg ikki lata vera við at undrast á gongdina í føroyska tónleikaheiminum, nevniliga tað, at | havnarkórið við Olavi Hátún á odda hevur lagt sokallaðu kórstvnuna NACF samstundis sum Summartónar. Tað skuldi verið óneyðugt at mint á at >tað er lættari at bróta niður enn at byggja upp«. Tí heiti eg inniliga á tykkum, um tit halda á við hesum tiltaki, at finna annað tíðspunkt næstu ferð. ; G60i Olavur, um hetta snýr seg um at laða ein varða, skal eg bert stillis- liga vísa á, at við tyngdar- lógini í huga er tað ógjør- ligt at byggja nýtt stødi oman á lidnan varða. Við hávirðing, Sunleif Rasmussen Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tå ið góða mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Sanna Helena Nolsøe (Sannelena) Tveroyri doyði og varð jarðað. Tøkk til prestin Petur Martin Rasmussen, sang- arar, kirkjutænarar og tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk til øll, ið vóru um hana á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi og tykkum, ið so trúliga vitjaðu hana. Tøkk fyri peningagåvur. Tøkk fyri kransar og blómur og til øll, ið fylgdu henni til hennara sein- asta hvíldarstað. Familjunnar vegna Marna, John, Knút og Kaj EA |- Í OR