Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 134— 18. JULI 1998 tíðindablaðið OSTAVOKNIN 5 Kampylobaktor bakterian í Føroyum Drekkivatnið i fleiri kommunum er smittað Bakterian kampylobaktor er funnin í drekkivatni í Føroy- um. Bakterian livir í dýrum, serliga seyði og fugli Hon livir í skarni og dálkar soleiðis drekkivatn. DAGFINN OLSEN At bakterian er í Føroyum er ikki nakað nýtt. Longu fyri hálvum ári síðani vist- u vit at siga, at í kommu- num í Føroyum høvdu tey fingid bod um at k6ka drekkivatnid, tí kommu- nan reinsadi ikki drekki- vatnid og at vandi sostatt var fyri kampylobaktor- eitran. Nýggjar kanningar Heilsufrødiliga Starvssto- van hevur kannað drekki- vatn í 17 kommunum. Í 5 kommunum er bakterian kampbylobaktor funnin. i øllum 5 fórum er talan um kommunur, har einki reinsiverk er. Jonhild Hermansen á Heilsufrødiligu Starvs- stovuni sigur, at bakterian livir í dýrum, serliga seyði Læknin: og fugli og skarni. Soleiðis verður drekkivatn dálkað. Bakterian finst í jørð, spilli- vatni, evju, óreinsaðum drekkivatni og djórum sum seyði og flogfenaði. Í køki- num er rávgran vandin, sig- ur Heilsufrødiliga Starvs- stovan. Kókið vatnið! Vandi stendst av, um matur ikki verður hitavidgjørdur, kókaður, nóg væl. Eisini um kókaði maturin verður dålk- aður av råvøruni, eittnú fløt- um ella køksreidskapi. Sjúkueyðkenni eru diaré, kvalmi, búkpína og fepur. Fer sjúkan í blóðið, kann hon gerast meira álvarsom. Tað snýr seg sostatt um reinføri. Boðini frá Heilsufrødiligu = Starvs- stovuni eru greið: kókið vatnið, har vatnið ikki er sóttreinsað! Landslæknin Frá Landslæknanum verður upplýst, at í 1997 vóru 3 kampylobaktor og 2 salmonellatilburðir frá- boðaðir sum „levneds- middelbárne infektioner“. Hetta tal sigur lands- læknin kann gangast við 10, fyri at hava mynd av veruliga talinum. Bakterian er - fyri ein triðing" vanlig nú Bakterian kampylobaktor er orsøk til diaré ella leyst lív. Vit hava bara ikki vitað av henni. DAGFINN OLSEN - Kampylobaktorbakterian er vanlig nú. Vit hava bara ikki vitað so nógv um hana áður, sigur Jens Andreassen, lækni. - Bakterian er orsøk til diaré. Hon er vanligasta or- søk til blóðuga diaré við fepri, sum vit ikki fyrr vistu orsøkina til, sigur Jens An- dreassen. - Vit hava 1000 tals bak- teriur, men vit vita ikki altíð, hvør teirra er orsøk til hvat. Tær skulu vera har, javnvág skal vera í, um ein tekur yvirhond, so er 6javni í. - 5000 bakteriur skulu til, fyri at smitta. Hetta er einki stórt tal. Tær skulu gjøgnum munnin, við mati t.d., sigur Jens Andreassen. Í 1996 vóru 15 tilburðir av kampylobaktor í Føroyum. Talid er skiftandi frå åri til års. - I Danmark liggur talid um 1200 kampylobaktor til- burdir årliga, so umleid 15 eigur at passa væl. Vanliga siga vit, at talid er 100 ferdir lægri i Føroyum. Serliga verda børn rakt, men sjålv- sagt eisini eldri fólk, sum ikki hava góða immun- skipan, sigur Jens Andreas- sen. Bakterian finst í svíni, seyði og fugli. Hon smittar frá fólki til fólk, t.d. børn, um reinførid ikki er í lagið. - Sjúklingurin útskilir bak- teriuna, t.d. við skarni, úr 2 til 7 vikur. 2 til 10 dagar ganga, áðrenn tann smittaði merkir sjúkuna. Síðani kemur blóðug diaré. Fep- urin er um 38 stig, kanska 40. Sjúklingurin fær maga- pínu. Seinni koma ofta so- nevndar immunreaktiónir; okkurt lið, albogi ella knæ- lið, ger vart við seg, men hetta hvørvur av sær sjálv- um. Sjúklingurin gerst frískur uttan viðgerð eftir einari viku ella 14 døgum. Gongur longri tíð, er heili- vágur neyðugur, sigur Jens Andreassen, lækni, ið mælir fólki til at kóka svínakjøt, fugl, seyð og mat annars. Sannlíkt er, at talan er um kåmpylobaktor bakteriu, ið hevur eftirnavnið jejuni, sigur Jens Andreassen, ið ikki heldur samanburð mill- um kompylobaktor og sal- monella vera uppá pláss. Salmonella kann lagrast í kroppinum, soleiðis at hon ongantíð hvgrvur heilt. Hetta sær ikki út til at vera galdandi við kampylobak- tor bakteriuni, sambært Jens Andreassen. Kampylobaktor-bakterian er í dýrum og flogfenaði. Eisini er hon í skarni og soleiðis dálkar hon eisini drekkivatn (savnsmynd) Ískoyti til Familjutryggingina: Ferðast trygt * Trygd er nú farið undir at selja ferðatryggingar Iryggingin hjá Trygd fevnir um allar ferðir sum tú gert gjøgnum árið - antin í Skandinaviu/Bretlandi ella Europa. Tú sleppur sostatt undan at tekna trygging hverja ferð tú skalt út at ferðast * Ferðatrygging fyri lágprís Kostnaður fyri ferðatrygging galdandi í Skandinavia/Bretlandi er einans 250,00 kr. og fyri Europa einans 500,00 kr. árliga fyri alt húskið. * Ferðatryggingin er ein ískoytistrygging til Familjutryggingina Einasta treyt fyri at fáa eina ferðatrygging er, at tú hevur ella fært eina familju- trygging frá Trygd Ráðgeving og sela av tryggingum er hjá Irygd ella á deildunum hjá Føroya Banka * Prísdemi: Ferðatrygging fyri 4 fólk í 14 dagar í Spania Vanligur prisur 1 658,00 kr Ferdatrygging frå Trygd 500,00 kr. (galdandi alt árið hverja fer Tú sparir......... 1.158,00 kr. (Velur tú sjálvsábyrgd uppá 1.000,- kr gerst ferðatryggingin enn biligari) Torsgøta 16 Postsmoga 44 FO-110 Tórshavn